Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-11-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. november 1981síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| i f SOSIALURIN — Tit kunnu fáa so nógv laksarogn, sum tit hava brúk fyri í ár. Soleiðis sigur leiðarin á tí stóru norsku smolt-steðini Sunndalsera, Arne Kittel- sen, í samreðu við Sosi- alin. Tað er henda steðin, sum hesi seinastu árini hevur selt P/f Fiskaaling eygarogn av tí besta norska alilaksinum. Hetta mugu sigast at vera stórtíðindi. Tí higar- til hevur verið rættiliga avmarkað, hvat vit hava fingið av rognum frá norð- monnum. Kortini eru føroyingar teir einastu, sum norðmenn vilja lata rogn. Hetta verður gjørt fyri at fremja samarbeiði millum bæði londini. Latið privatar sleppa at ala smolt Arne Kittelsen upplýsir, at teir á Sunndalsøra-stød- ini hava rættiliga stóra framleiðslu av rognum í . Føroyingar fáa alt tað rogn sum brúk er fyri ár. Nú er so spurningurin, um feroyingar kunnu taka ímóti tilboðnum at fáa sterri nøgd av rognum. Steðin við Air, sum er í gerð í letuni, er seinkað nakað og kemur hetta at hava ávirkan á okkara smoltframleiðslu. Vit spurdu Arna Kittel- sen, hvat hann heldur vit eiga at gera fyri at kunna taka ímóti størri nøgd av rognuæm. Hann sigur til hetta, at tað eru fleiri privatir í Fer- oyum, sum kundu hugsa sær at sloppið í gongd við startfóðring og smolt- framleiðslu. — Gevið hesum monnum loyvi at gera sær smáar steðir, so- leiðis, at teir kunnu start- fóðra millum 10.000 og 80.000 fiskar. Eg meti, at sleppa teir í gongd nú, so er meguligt hjá teimum at vera klárir at taka ímóti tí smáa laksinum í mars og tá byrja startfóðringina. Einki at havast at Vit spurdu síðani Arna Kittelsen, hvat hann heldur um ætlanina at gera eina stóra smoltsteð í Miðvági. — Eg havi sæð projekt- ið, og hvat viðvíkur tí tek- niska og biologiska part- inum havi eg einki at seta fingrarnar á. Leitisvatn er uttan iva millum best egnaðu pláss til eina slíka stød. Arne Kittelsen leggur aftrat, at tá feroy- ingar vilja satsa uppá Ocean Ranching — sum hann sjálvur heldur stór framtíð er í — tá mugu vit jú hava nógv av smolt at seta út. Hann sigur víðari, at tað helst er rætt, at føroying- ar við Fiskirannsóknar- stovuni sum ovasta mynd- ugleika útbyggja við smærri smoltsteðum, sum skulu lata smolt til alar- arnar. Hesar steðir kunnu t.d. vera hjá-vinna hjá fólki, sum hava annað arbeiði. Avmarkað stedd Í Noregi verður tann poli- tikkur førdur, at smolt- steðir skulu byggjast nógva staðni — fyri á tann hátt at skapa arbeiðspláss og ikki sentralisera hesa vinnugrein. Tær sterstu smoltsteðirnar í Noregi eru um eina mill. smolt. Hetta eru steðir, sum hava ein bruttoumsetning uppá næstan 14 mill. kr. Í dag er ikki loyvt at byggja sterri smoltsteðir enn til 500.000 smolt. Arne Kittelsen vísir annars á, at sjálvandi ber ikki til beinleiðis at flyta norsk viðurskifti yvir á foroysk. — Tað er jú av- markað við feskvatn- meguleikum í Feroyum, og tí ræður um at nýta vatnið á mest skynsama hátt, sigur Arne Kittelsen. Innflytið ikki íslendskt smolt Uppá fyrispurning um fer- oyingar eru nakað seinir á sjóvarfallinum at byrja laksaaling í hyljum sigur Arne Kittelsen, at tað eru vit ikki. Kortini er hann eitt sindur í depurhuga or- sakað av teimum lækk- andi prísunum á laksi. — Eru ílegurnar sum verða settar í aling í dag tá ov stórar? — Kunnu tit fortelja mær, hvussu prísirnir verða á laksi næsta ár, so skal eg svara hasum spurning- inum. — Hvat heldur tú um ætlanina at innflyta is- lendskt laksasmolt til Feroyar? — Eg haldi tit eru á rættari leið í letuni, nú tit bert satsa uppá eina stammu til aling í hyljum. Eg haldi ikki, tit eiga at innflyta íslendskan laks til aling. Um tit vilja gera tað fyri at seta út er ein annar spurningur. Eg haldi ikki norski laksurin egnar seg at seta út. Best man vera um tit styrkja tykkara villa laks og seta út av honum. Viðvíkjandi smolt til alararnar, haldi eg tit kunnu vera sjálvbjargnir innan ikki so langa tíð. Arne Kittelsen hevur annars fylgt við føroysku royndunum at ala laks ell hesi seinastu árini. Tá vit fortaldu honum, at laks- urin ikki verður kyns- búgvin fyrsta árið, og at veksturin hevur verið framúr góður, segði hann: — Det er bra, det má jeg virkelig lykenske jer for. Det beviser, at havomrá- derne omkring Færeerne kann producere laks — jo, jeg er virkelig glad for at det nu er lykkedes for dere. Nógv burturúr — Skeiðið hevur verið ógvuliga gott og vit hava fingið nógv burturúr, søgdu skeiðluttakararnir, vit tosaðu við, tá fyrsta skeiðið hjá F. A. í nýggju húsunum endaði sein- asta fríggjadag. Skeiðið endaði við politiskum orðaskifti, sum Jógvan Sundstein og Jóannes Dalsgaard sum vit síggja á myn- dini saman við Ingeborg Vinther, løgdu upp til. FA-formaðurin, Ingeborg Vinther, sigur eisini, at skeiðið gekk væl og at luttakararnir vóru væl nøgdir. Hon sigur, at tey arbeiddu so nógv, at tey søgdu seg ikki kunna klárað eina viku afturat. — Sjálv haldi eg, at úrslitið var gott og tað merktist á fólki, at tey høvdu fingið nakað burturúr, sigur Ingeborg Vinther. Næsta skeiðið hjá F.A. verður til várs aftur. TWR-uppskotið onga meining — bluff!!! Sjálvan 14. september legði landsstýrið fram uppskot í tinginum um frávik í løgtingsins einkar- rætti til útvarpssen- dingar, so landsstýrið kann gera sáttmála við amerikanska felagið Trans World Radio um at byggja og reka útvarps- steð her á landi. Um sama mundið hetta hendi, dusaði legmaður sær í Ruslandi við nýggju vinum sínum í Kreml fyri at prógva, at hann kundi fáa eitt betri úrslit enn handa „pappfiska-sátt- målan« hjá Atla Dam — tað var jú lagað manni hjá honum at oysa meira burtur úr feroyskum sjógvi til russar. Og soleiðis var. Eingin skal illgita, at her varð gjørdur nakar »handil« fyri at fáa javn- vág millum russar og amerikanarar, sjálvt um løgmadur í Moskva átók sær at siga, hvussu vit skulu gera eina atomfría zonu fyri Norðurlond. Men tað skal vera legið, um ikki eisini spurning- urin um russar áttu at fingið eina TWR-steð í Feroyum seinri skuldi stu- ngið seg upp! Í 1957 fingu Feroyar egið útvarp — við tógvið stríð! Nú 25 ár seinri — sami sjálvstýrisflokkur vil nú avreiða alla herligheitina til fremmanda tjóð — sendiloyvið vit fingu — eisini við tógvið stríð, heilt upp í 200 kw. Er tað ikki nógv betri, at vit sjálvir ráða yvir hesum sendara, útbyggja hann — og síðan sjálvir ráða yvir, hvat vit lata til aðrar — enn tað bert at avreiða loyvið til ameri- kanarar? Heldur enn at lata fremmandar sita við buktini og báðum endunum? Men annað er, hvat er sum heild meiningin við hesum. Er nekur sum helst meining, er tað ikki bara tann reina bluff, tann blekti blágómur? Hevði uppskotið havt nakra sum helst meining, sá tað ikki so tilforlátiligt út, sum tað ger, tí tað sigur púra einki. Tað skal nokk enda við ti, at løg- maður tilfeldigvís varð burturstaddur, tá upp- skotið glapp igjøgnum, tað plagar so at vera, tá okkurt hendir, sum ikki er heilt sum tað átti. Men ikki longur burtur enn so, at hann kundi við- merkingar syrgt fyri, at sovorðið ikki varð hirt fram á ting í tílíkum skili. Minsta kravið má vera, at landsstýrið hevur vissað sær, at tingið hevur nakra sum helst heimild at forpakta eitt tílíkt »loyvi«. Ella er hetta enn ein konstatering av teirri poli- tisku kynismuni, enn eina- ferð eitt dømi um at reisa hesa hetzuna um hver bestur er — Per ella Pól? Eftir blaðskrivingini higartil er her lítið at ivast i Jåkup Lindenskov »… +» Svara Hverjar send- ingar dámar tær best í útvarp- inum? + tk Dan Klein, lýs- ingarmaður: Best dámar mær Dagsins mál. Hesar sen- dingarnar við- gera aktuell mál úti og heima og eru tí ógvuliga áhugaverdar at lurta eftir. Annars kann eg siga, at tað er lítið annað í út- varpinum, sum hevur i åhuga. Lars Jespersen, skrivstovustjóri: Tað eru næstan bert tíðindini, sum eg lurti eftir. Um kvel- darnar eri eg nógv upptikin og havi tí sjál- dan stundir at lurta eftir kveld- sendingunum. Osvald Simon- sen, handils- maður: Fyrst og fremst tíðindasending- arnar og nýggju sendireðina Dag- sins mál. Hetta eru frálíkar sen- dingar, sum við- gera seinastu hendingarnar heima sum úti í heimi. Av eðrum sendingum dám- ar mær sera væl sendingarnar um rithevundar. Hesar eru væl tilrættalagdar og upplýsandi. min Síða 3 |