Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-11-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. november 1981síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

"I, i EDT A SOSIALURIN Opið leygardagin Hendir onki óvæntað sleppa skip og bátar inn aftur í havnina í Skopun leygardagin. Arbeiðið at dýpa hav- nina er liðugt og alt stoypiarbeiðið undir sjóv- armálanum. Í morgin verður sjógvur pumpaður inn í havnina og fríggja- dagin skal byrgingin tak- ast burtur. Síðani skal botnurin í innsiglingini, har byrgingin stendur, dýpast úr 5 niður í 7,5 metrar. Eisini skal ferju- lega gerast á Stóraskeri og E. Pihl & Sen roknar við, at alt arbeiðið verður lið- ugt við jóltíðir. Portrið fyri innsiglingina verður ikki sett í í hesum umfarinum. Óvist við Rituni Vit spurdu fyrrapartin í gjár stjóran á Strand- ferðsluni, Johan Restorff Jacobsen, um Ritan nú fer aftur at sigla til Skopunar. Strandferðslan hevur enn ongi boð fingið úr Skopun um, at havnin aftur kann brúkast, segði hann. Men Ritan verður latin sigla til Skopunar, beinanvegin tað er meguligt. Tað má tó fyrst kannast, hvussi ferðaætlanin hjá Bygda- leiðum er, segði Johan Restorff Jacobsen. Um siglingin til Sand- oynna verður tann sama í vetur sum undanfarnar vetrar er óvist enn. Vet- rarferðaætlanin hjá Strandferðsluni er ikki góðkend enn. Tá sjógvur er komin í havnina verður byrgingin tikin burtur Síða 5 Fólkasangari úr Wales vitjar Jazzfelagið Í letuni vitjar fólka- sangarin John Dubarry úr Wales Havnar Jazz- felag. John Dubarry er ikki ólíkur eðrum fólka- sangarum. Aðrenn hann syngur lagið, greiðir hann frá, hvat tað er um. Hann spælir guitar, men syngur eisini gjarna uttan undirspæl. John Du- barry hevur givið út LP-plátuna >The Inva- ders< og tá Ole Olsen gjørdist heimsmeistari í speedway á Wembley gjørdi hann eina lítla plátu um lívsseguna hjá honum. John Dubarry skal, meðan hann er í Fer- oyum, syngja og spæla bæði í Jazzfelagnum og aðrastaðni. Í annað- kveld kl. 22 luttekur hann á kveldsetu hjá Jazzfelagnum í Per- luni. John Dubarry Ein annar útlend- ingar vitjar eisini Jazz- felagið hesar dagarnar. Tað er trummusláarin Áge Tanggaard úr Danmark. Hann var fyrstu ferð í Feroyum í 1977 saman við Dexter Gordon. Áge Tanggaard hevur hildið skeið fyri føroyskar trummuslåa- rar og i annadkvøld kl 20 heldur hann fyri- lestur um trummuspæl i Perluni. Áskoðari á bryggjuni: — Takið hana vid, rópti onkur og so bleiv eg handtikin — Tak hasa gentuna við, rópti onkur og so bleiv eg tikin í herðatoppin. Soleiðis svaraði ein 28 ára gomul kvinna spur- ninginum frá ákæranum um, hvussu tað bar til, at hon bleiv handtikin á bryggjuni í Havn tann 3. august í ár. Hon er ein av teimum 22, sum eru ákærd fyri brot á politivið- tekuna í samband við blo- kadurnar hjá Feroya Sjó- mannafelag móti Rúna- tindi og Nestindi 27. juli og 3. august. Málið var fyri í rætt- inum fríggjadagin. Har greiddi kvinnan frá, at hon var farin ein túr oman á bryggjuna tann 3. august eftir dogurða. Hon luttók ikki í blokaduni, men stóð millum áskoðar- arnar. Hon hevði staðið har í fimm minuttir, tá onkur mannamúgvuni rópti á politiið og bað tað taka hana. Akærin ivaðist í hesi frágreiðing og spurdi, hví hon onki segði, tá hon kom á politistødina Til hetta segði hon, at hon var so skelkað, at h ikki fekk orðið fram Lupu á við hundum Øll tey 22 ákærdu vóru ikki í rættinum. Fýra eru í Danmark og verða tey av- hoyrd har. Ein er til skips og verður hann av- hoyrdur, tá hann kemur aftur. Eisini tveir poli- tistar skula avhoyrast. Bert fýra onnur blivu av- hoyrd fríggjadagin. Mill- um teirra var formaðurin í Sjómannafelagnum. Hann noktaði seg sekan í ákær- uni. Hann segði, at hann hevði verið á bryggjuni bæði 27. juli og 3. august fyri at blokera Rúnatind og Nestind. Tíðliga um morgunin tann 27. juli stóðu tey eini 30 fólk við landgongdina á Rúnatindi og forðaðu fólki at sleppa um borð, segði hann. Um átta-tíðina kom politiið og leyp á tey við hundum. Sambært frágreiðingini hjá formanninum í Sjó- mannafelagnum gekk tað hart fyri seg. Sjálvur bleiv hann bitin í armin, sligin við lurki í hálsin, ryggin og armarnar. Politistarnir tóku hann í hárið og tveittu hann niður á bryggjuna og traðkaðu á fingrarnar á honum. Síð- ani varð hann harðliga slongdur móti einum bili, lagdur í hondjern og so tveittur inn í politibilin. Tann 3. august vóru tey eini 20 fólk. Tey stóðu fyrst við landgongdina á Nestindi, men forðaðu ikki lossarúnum at fara um borð. Tá fyrsti kontai- narin kom í land stillaðu tey seg fyri, so truckurin ikki fekk tikið hann. Tá leyp politiið á uttan fyrst at biðja tey flyta seg. Eis ini hesa ferð gekk ð harðliga fyri seg, sambært Myndir fyri skeytið Her brúkar ein polit segði ein av teimum ákæ Tá politiid í Keypmanna kadufólki stóðst blaðskr vandamikið blivu bæði fotograferaðar og filmaðar. Men politiið tók bæði myndatólið og filmstólið og báðir film- arnir vóru oyðilagdir, tá eigararnir fingu teir aftur Maðurin, sum hevð myndatólið við á brygg juna, segði í rættinum, at hann kennir seg Orættvis! viðfarnan. Hann fer a krevja endurgjald fyr og fyri ti »Lort og SVIE skadda