mikudagur 4. november 1981síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
telf. 14720. 11820
box 76, 3800 Tórshavn
p/f sosialurin
Útgevari:
Fyritaks-
og blaðstjóri:
Blaðmenn:
Tórfinn Smith (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Árni Joensen
Sosialurin
Dimmalætting
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
Grundarlagið
Í SKJÓTT eina øld hevur føroyskt vinnuliv
tryggjað sær útkomuna úr sjónum. Vit hava bygt
upp eitt vælferðarsamfelag frá tí, sum havið hevur
givið okkum. Í dag fækkast royndu meguleikarnir
hjá okkum. Avmarkadar kvotur og fiskaloyvi
hevur gjørt okkara fyrr so trygga vinnulív meira
viðbrekið. Tað eru tey, sum eru lopin í havið av
ótta fyri, at skútan skuldi søkka. Tað eru eisini
tey, sum hava staðið við róður og roynt at hildið
skútuni á rættkjøli.
Tað eru hesi seinastu — tey bjartskygnu — sum
okkara samfelag hevur brúk fyri, tey, ið ikki missa
mótið av tí mótgangi, sum er teimum fyri.
I BLAÐNUM í dag umreða vit eftir okkara metan
eina sera áhugaverda ætlan. Tað eru nakrir ungir
menn, sum vilja byggja víðari á tær royndir, teir
higartil hava gjørt sær í virki innan fiskaaling.
Sekt er um, at stór smoltstød verður bygd í Mið-
vági. Hetta er eitt tiltak, sum hevur nógv spenn-
andi perspektivir og sum krevur, at støda verður
tíkin til, hvønn veg vit skulu ganga í hesi út-
bygging: um vit skulu privatisera smoltframleiðs-
luna ella hon framvegis skal verða undir P/F Fiska-
aling
VIT ERU á einum vegamóti. Fiskaaling er komin í
gongd. og veiðan eftir laksi fær støðugt størri týd-
ning. Til báðar hesar vinnur krevst laksamurtur.
TAÐ VERÐUR i løtuni bygd ein smoltstød vid Åir.
Men hon hevur avmarkada orku. Stødin å Sundi
er seinkad. Samstundis hoyra vit røddirnar um, at
vit mugu skjótast fáa meira av smolt. Føroya Hav-
búnaðarfelag metir, at tørvurin til aling í hyljum er
omanfyri 500.000 smolt um árið. Politikararnir og
biologarnir siga, at vit mugu seta út smolt, um vit
skulu halda fram við laksaveiðuni og møguliga
eisini økja hesa veidu. Tvs. at menn eru samdir
um, at vit framleiða so nógv sum gjørligt av laksa-
murti
ÞALLIR TOSA um veðrið, men eingin ger nakað
við taða verður tikið til. Jú, allir tosa um smolt,
men verður so nakað gjørt við tað? Eftir okkara
metan verður ov lítið lurtað eftir teimum
monnum, sum dagliga stríðast og berjast fyri at
fáa lív í nýggjar vinnugreinir. Hugsað verður ov
oftani um, at hetta má geva profitt beinanvegin —
eila at talan er um ov stórar fløgur.
Tí vóna vit, at myndugleikarnir, sum viðgera
umsóknir frá virkisfýsnum monnum, ikki bíða ov
leingi við at taka støðu til tær, men hjálpa til at
føra tær út í lívið á ein hátt, sum tryggjar samfel-
agnum eftirlit og ágóða av tí, tað leggur til og
hevur lagt til.
HER MA samfelagið taka sær um reiggj. fram-
vegis vera aktivt uppi í, og ikki seta seg at bíða til
»peningamenninir« halda, at nú er búgvið at skera
tað náttúran gjørdi til okkara felagsogn.
Í TÍÐINI komandi fer helst at gerast kjak um, hvor
er priviligeraður at nýta nåttårugivnu møguleikar
ar, men hetta at fáa gongd á og hetta at fram-
eiða grundaiagid lítla laksamurtin má
vera ábyrgd og skylda hins almenna — ella hins al
»nna saman við privatum, so kunnu vit kjakast
hendi
um, hvor hevur restina í
SOSIALURIN
Sjónvarpsfelagið ódemokratiskt?
Tað verður sagt, at vit
ganga øll inn fyri at liva í
einum demokratiskum
samfelag, har alt vald
li r hjá teimum fólka-
umboðunum, har
myndugleikin byggir á, at
ávísir flokkar, bólkar ella
persónar útinna sítt vald
samsvarandi einum ávís-
um meiriluta í fólkinum.
Men hvussu er vorðið, tá
talan snýr seg um kristi-
liga tilfarið í sjónvarp-
inum? Eg havi roynt
igjøgnum longri tíð at
fyglt við, bæði tá talan er
um kristuligu sending-
arnar sunnudagar, vanliga
lýstar sum gudstænastur,
og andaktina sama kveld,
umframt annað kristiligt
tilfar. Men her ruggar ikki
alt rætt eftir míni metan,
og eg skal eftir forimuni
siga frá, hví eg haldi at so
er.
Ut ímóti 90 prosentum
av Føroya fólki hoyrir til
fólkakirkjuna, meðan tey
seinastu fáu prosentini
hoyra til ymsar samkomur
(sektir) her á landi, tann
stórsta umboðað av
brødrasamkomuni Um
hugt verdur at teimum
ymsu sendingunum i sjón-
varpinum, so er als onki
samband millum hesi
ådurnevndu prosent og so
lutfallið millum tær fáu
sendingar, kirkjan fær í
sjónvarpinum og so tær,
hesar samkomur hava á
skerminum. Meiri enn
helvtin av hesum kristnu
seinrapartssendingunum
sunnudagar eru frá hesum
samkomum, sum standa
uttan fyri fólkakirkjuna,
og tað kann ikki vera rætt
og rímuligt og væl sak-
tans ikki heldur demokra-
tiskt, av tí at her er talan
um ein sera lítlan minni-
luta, sum hevur >troðkað<
seg fram at hesum týd-
ningarmikla fjølmidli, av
ti at tey hava verið
»smart« og hava dugað at
útnytta ein aðalfund fyri
at reklamera fyri egnum
sjónarmiðum, meðan
kirkjan eftir ellum at
døma bert letur standa til?
Væl veit eg, at aðalfund-
arsamtykt fyriliggur, har
álagt = varð sokallaðu
undirnevndini at skipa
fyri ávísum vikutímatali
av kristiligum sendingum,
men onki ljóðaði tá um, at
hesar sendingar skuldu
vera júst av hesum sniði,
sum talan hevur verið um
í praksis.
Hví er henda einstátt-
aða snaringin farin fram
og hevu: sjónvarpsnevnd-
in givid sitt samtykki her?
Veruleikin er jú tann, at
kennir ein bert hesi vidur-
skifti frå sjónvarpsins
síðu, so heldur ókunnigi
síggjarin, at munurin
millum t.d. Filadelphia og
kirkjuna er so at siga
ongin, kanska hevur kirkj-
an munin, tað er alt —
hetta er jú at venda ting-
ini á heysin, og tað kann
ikki vera endamál sjón-
varpsins!
Um argumentini eru
tey, at tað er meiri áhuga-
vert at síggja og hoyra
fólk, sum spæla upp á ein
guitar og syngja sokallaðu
gospelløgini afturvið, í
staðin fyri at síggja pres-
tin og hoyra fólk syngja
sálmar aftur við urguni, so
ivist eg eisini í, um hesi
sjónarmiðini halda, tí vit
kunnu bert hugsa um
hvussu nógv menniskju
leita til kirkjunar her í
býnum sunnudag eftir
sunnudag, í tali væl oman
fyri 1000 í miðal, og hetta
er uttan larmandi tónleik
av einum og hverjum slag,
so ein skal vera eitt sindur
varin við, altíð at kasta
sær við hesum, at vit
mugu fylgja við tíðini, tá
fjøldin av kirkjufólki próg-
var jú, at fólk fegin vilja
meta Harranum uttan
óneyðugan »bakgrunds-
musikk< frá yvirvaksnum
hátalarum.
Um sjónvarpsfelagið
ikki dugir betur at umsita
hesi viðurskifti, so vit
sleppa frá hesi keðiligu
slagsíðuni, so er ivaleyst
upp á tíðina, at vit fáa eitt
alment sjónvarp! Spur-
ningurin er, hver avger
hvat, og hverji eru enda-
málini?
Johan Samuelsen
Gleðiboðskapurin mannaverk
Hesi orð vóru at lesa í eini
grein, sum »dulnevndur«
hevði í Sosialinum nr. 81,
har viðkomandi gevur tí
nógv umredda TWR-
málinum eina sera nega-
tiva viðgerð.
At gleðiboðskapurin
ikki er mannaverk, man
mangur feroyingur við
mær hava sannað. Hvenn
persónligan týdning boð-
skapurin um Jesus Kris-
tus hevur fyri meg sjál-
van, er nakað, ið ikki kann
greiðast frá í orðum. Tí er
tað skelkandi at lesa slíka
skriving í feroyskum
bleðum í dag. Ikki minst
tá ið eg hugsi um tey
mongu, ið eg sjálvur havi
sæð fingið fullkomiliga
broytt sítt lív og sína lívs-
lagnu við at meta gleði-
boðskapinum, frá at vera
samfelagstaparar til at
vera friðfylt, framgangs-
rík og harmonisk
menniskju, ið elska tað, ið
rætt og gott er. Tað særir
meg inn á sálina, tá ið
onkur tosar ella skrivar
niðursetandi um Guds orð
og gleðiboðskapin um
Jesus Kristus, tað, ið er
tað dýrabærasta og
hægsta, vit eiga. Gloym
ikki, at gleðiboðskapurin
er einasta ljós í hesum
myrka heimi, og Guds orð
er hægsti autoritetur, ið
skal standa, tá ið alt
annað fer, bæði politiskar
ideologiir og religiónir,
skaptar og upphugsaðar
av menniskjum.
Tað er ikki minst skel-
kandi, at dulnevndi grein-
skrivarin í Sosialinum
klistrar alla órættvísi,
kúgan, hatur og morð í
vesturheiminum til kris-
tindómin og gleðiboðskap-
in. Slík skriving er bein-
leiðis vrong, og til at har-
mast um. Lat tað verða
sagt tindrandi klárt í hesi
grein, at gleðiboðskapurin
um Jesus Kristus ella
læra hansara, sum er opin
fyri hvønn, ið vil ogna sær
og lesa Nýggja Testa-
menti, ikki tilstiðjar
órættvísi ella kúgan,
hvorki í tí stongda
kommunistiska heiminum
ella tí sokallaða kristna
vesturheiminum, hvussu
politiskt litað tað so er. Ei
heldur nyttar at forsvara
kúganina av mannarærr-
ingunum í kommunista-
——
londunum við órættvísini
og hatrinum í vesturheim-
inum.
Bæði
um.
Fyri ella ímóti TWR, eg
skal ikki leggja meg út í
tjakið, men bert vísa á, at
ígjegnum radiomissión er
boðskapurin yvir bert fá
ár náddur út til fleiri ættir
og tungumál enn ein hevði
droymt um, soleiðis at
framsíggjandi profeti
Jesusar um endatíðina er
vorðið háaktuelt í dag
>...Tí at fyrst skal gleði-
boðskapurin verða
prædikaður fyri øllum
fólkaslegum...tá er Hann
nær fyri durunum«.
eru at harmast
Við hávirðing
Eivinn F. Bringsberg
Sildberin og skúvoyingar
Opolitiska blaðið, Oyggja-
tíðindi, hevur við væl-
vaksnum stavum, útspill-
andi grein um skiparan á
Sildberanum, í mikudags-
blaðnum 27. oktober.
Blaðið sigst hava fingið
tíðindi frá útróðrar-
monnum úr Skúvoy. Út-
spillingar, illgitingar, lygn
og ósannindi, tykjast at
liggja væl fyri hjá hesum
blað at skriva um í letuni.
Tit byrjaðu í Suðuroynni,
nú í Skúvoy-Sandoy, so tit
Hesti ella Koltri, ansið
tykk verða nokk
tey næstu. Man tað ikki
vera tað almenna, ið skal
hava eina skolu við hvert?
Minnist meg rætt, so var
tað júst Oyggjatíðindi, ið
fyri nøkrum mánaðum síð-
ani hevði eina grein um
Strandferðsluna, og
mundi keldan ikki vera
tann sama?
Fyri at venda aftur til
greinina í blaðnum.
Manningin á Sildber-
anum hevur eftir mínum
tykki rekt uppgávu sína
væl hesi árini, Sildberin
hevur silgt, og ikki er tað
so lítið, sum I
hevur verið lagt fyri, i ód-
narveðri, og brimgangi,
fyri at sambandið skuldi
vera so regluligt sum
meguligt, og tykir mær
tað legið at slíkur mál-
burður, sum stóð í greinini
hóvar ellum skúvoyingum
so væl.
Ikki nokk við tað, mað-
urin ið hevur fiskakass-
arnar um hendur, fær eisin
sítt frá hesum somu út-
róðrarmonnum. Teir skulu
hava ringt fleiri ferðir inn
á Sand eftir fiskakassum,
uttan at fáa teir, so grein-
skrivaranum tykir hetta
vera eitt illsinnisgleps, og
tá er væl sloppið, ið
kemur frá hesum útróðra-
monnum.
Eftir er bert at siga:
Oyggjatíðindi, gevst við
slíkum útspillandi grein-
um, og skriva heldur um
okkurt annað, sum er til
gagns fyri land og fólk.
Til — útróðrarmenninar
báðar úr Skúvoy er bert at
siga, hugsið tykkum væl
um, tí útróðrardagarnir
hjá tykkum kunnu teljast.
Sandoyingur
|