mikudagur 4. november 1981síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Dapurskygni
|
LE LE.
SOSIALURIN
Síða 7
sáðar missålit
— Í løgmansrøduni er bert dapurskygni allan vegin,
sum neyvan kemur at skapa framtíðarálit millum fólk.
Tað er sjálvandi rætt at siga tingini, sum tey eru, men
eg haldi, at ein hevur rætt at krevja av einum sitandi
stýri, at tað kann vísa á, hvussu, ið ein vinnur á trupul-
leikunum, og hvussu ein kann fóta sær undir broyttum
umstødum, heldur enn at såa missálit millum fólk.
M.a. hetta segði Tórálvur Mohr Olsen, tingmaður
javnaðarfloksins í Sandoynni, tå løgmansrødan var til
viðgerðar í summar. Vit prenta part av røduni, sum
tingmaðurin helt:
Til viðgerðar er tann frá-
greiðing, ið løgmadur gav
legtinginum á ólavseku
1981, vanliga nevnd løg-
mansreðan.
Vanligt er, at í hesi frá-
greiðing ger legmaður
steðuna upp yvir tað, ið
fram er farið tað seinasta
árið, og metir um útlitið
framyvir og samstundis
boðar frá, hvenn politikk
sitandi samgonga vil
fremja.
Tá sitandi samgonga
tók við fyrst í januar í ár
varð boðað frá nýggjari
politiskari kós. Tað var í
vár at bíðað varð við
einum ávísum spenningi
eftir tí broytingar-
uppskoti til tað framlagda
fíggjarlógaruppskotið, ið
fór at koma frá tí nýggja
stýrinum. Men tá hetta
broytingaruppskotið kom
— vísti tað seg ikki at
vidføra tær stóru broyt-
ingarnar. Tað, ið ein legði
til merkis, var, at nekur
útbyggingararbeiði, sum
vóru vinnuskapandi,
vórðu steðgað. Umframt
hetta vóru ikki tær stóru
broytingarnar í mun til
undanfarnar fíggjarlógir.
Dapurskygni sum
sáar misálit
Hetta gjerdi, at man við
uppaftur sterri spenningi
bíðaði eftir frágreiðingini
frá løgmanni nú á ólav-
seku, tí ein hugsaði, at í
vár var so stutt fráliðið, at
tað nýggja stýrið hevði
ikki rættiliga fingið ferð á
seg og tí varð roknað við
sum givið, at nú fór at
koma nakað nýtt fram, um
hverja politiska kós, ið
haldast skuldi í framtíðini.
Somuleiðis um hvar mun-
urin var millum tann
frammanundan ferda poli-
tikkin og reinan borgar-
ligan politik. Men her
hendi heldur einki.
Tí hendan
legmansreðan sigur lítið
og einki. Tað er bert eitt
dapurskygni allan vegin
igjøgnum, sum neyvan
kemur at skapa fram-
tíðarálit millum fólk.
Tað er sjálvandi altíð
rætt at siga tingini sum
tey eru, men eg haldi, at
ein hevur rætt at krevja
av einum sitandi stýri, at
tað kann vísa á, hvussu, ið
ein vinnur á trupulleikun-
um, og hvussu man kann
fóta sær undir broyttum
umsteðum, heldur enn at
skapa misálit millum fólk.
Vandamálini, sum vit
standa yvirfyri, eru tó ikki
sterri enn so, at um allar
góðar kreftur taka hendur
saman, so eru vit ferir fyri
at klára tey.
Broyttar fiski-
vinnuumsteður
Tað, sum hevur broytt
fíggjarligu steðuna hjá
okkum, eru broyttar fiski-
vinnuumsteður, fjarleið-
irnar eru mest sum allar
farnar fyri skjeyti. Tað, ið
eftir er, er fyri stórsta
partin tað, sum vit hava
handlað okkum til við
umbýti við aðrar. Sam-
stundis er trýstið vaksið
so nógv á okkara egnu
heimaleiðir, at neyðugt
verður at seta avmark-
ingartiltøk í verk fyri at
verja fiskastovnarnar.
Hetta kemur at fera við
sær veiðumeguleikar fyri
øll okkara fiskiskip.
Hetta krevur, at tað
verður funnið fram til
nýggjar vinnumeguleikar.
Og hetta nevnir løgmadur
eisini. Hann sigur: >Fyri
tað fyrsta mugu og skulu
vit fremja tiltek innan- og
uttanfyri fiskivinnuna,
sum skapa inntekur til
okkara samfelag. Tiltekini
krevja í forhond stórar
ílegur, meðan inntøkurnar
í besta fall koma nakað
aftanå«.
Ferdamannaflut-
ningur
Ja, hetta vóru so orð løg-
mans, og hetta er just tad,
sum ein partur av seinastu
samgongu gekk inn fyri
og sum serliga javnaðar-
menn gjørdu seg til tals-
menn fyri. Hetta, fyri at
finna fram til nyggjar
vinnuvegir, og sum øll
vita, kostadi samgongu-
slit.
Her hugsið eg serliga
um tiltakið, ið varð gjørt
við uttanlanda ferða-
mannaflutningi, sum tað
privata fyritaksemið
hevði lagt frá sær. Men
hetta varð steðgað bein-
anvegin av núverandi
samgongu. Tað var ellum
greitt, tá ið hendan sigling
varð byrjað, at í fyrstani
kom hetta ikki at geva
nógv av sær, og haraftrat
kom, at tað máttu gerast
stórar ílegur í hóskandi
skip, men mett varð at
sum frá leið, kom hendan
vinna at bera seg. Men tí-
verri var hesum tiltaki
ikki lív lagað.
Nú frættist tó, at aðrir, í
samvinnu við útlendingar
eru hugaðir at taka aftur
um endan har, ið vit
sleptu, og hetta haldi eg
vera spell. Tí hvat skuldi
verið meira nátúrligt hjá
føroyingum, sum eiga so
nógv útbúgvið fólk til
hesa vinnu, enn at gjørt
royndir á hesum eki fyri at
skapa nýggj arbeiðspláss.
Svartkjafta-
alternativið
Ein nýggj veiða, sum
hevur tikið seg upp hesi
seinastu árini, er svart-
kjaftafiskiskapurin, og
her boðar legmaður frá, at
landsstýrið vil stuðla tær
royndir, ið verða gjerdar
at framleiða svartkjaft til
matna bæði á landi
(Bakkafrost og umborð á
skipi (Giljanes).
Tað er gleðiligt at hoyra,
at landsstýrið er samt í
hesum feri, tá ið hugsað
verður um tiltakið við
»Giljanes« ti í vår var
hendan semjan ikki. Tad
visti seg best vid, at tad
var ikki landsstýrið, men
fíggjarnevndin, ið mátti
leggja málið fyri tingið,
sum skapti meguleikar
fyri at fara í gongd við
hesi vinnu, og við hjálp frá
andsteðuni varð málið
samtykt. Um ikki so var,
hevði tað verið ivasamt
um hesin fiskiskapur, sum
tað vísir seg verður ein
framtíðarvinna, hevði
verið byrjaður. Men sum
sagt, er tað gott at menn
nú eru samdir, tí vit hava
ikki ráð at lata nakran
meguleika óútnyttaðan í
dag.
Frystigoymslan
Eisini verður nevnt, at alt
bendir á, at rætt hevði
verið við eini sterri frysti-
goymslu til nýtslu hjá
føroyskum fiskavirkjum,
og hetta kann eg taka fult
undir við, men eg vil eisini
minna á, at seinasta sam-
gonga fyri fleiri árum síð-
ani sá hendan tørv og virk-
aði fyri at fáa eina tílíka
goymslu. Hverja lagnu
hetta málið fekk skal eg
ikki koma inn á. Tað
munnu flest ell minnast,
men ein tílík goymsla
hevði havt verið tek í
summar nú hegguslokka-
veiðan er farin fram, og
hesin fiskiskapur fleiri
ferðir hevur verið steðgað-
ur vegna goymslutrupu:
leikar hjá fiskavirkjunum.
Strandferðslan
So er tað eitt lokalt mál,
sum eg kundi havt hug til
at nevnt. Tað er, at so vítt
sum eg veit, eru menn á
Strandferðsluni nú í ferð
við at gera vetrarferða-
ætlan fyri strandfaraskip-
ini. Í hesum sambandi vil
eg heita á tann landsstýr-
ismannin, sum hevur
hetta mál um hendi, at
virka fyri, at bæði Ritan
og Pride koma at sigla
uppá Sandoynna og Skúv-
oynna í vetur, tí um ikki
bæði skipini vera tek til
hesa sigling, so kann rok-
nast við, at tað verður lítið
skil á rutusambandinum
og eisini á farmaflutning-
inum.
Sum kunnugt eru at-
legumeguleikarnir í Sand-
oynni ikki góðir. Í Skopun
er havnin stongd, vegna
tað byggiarbeiði, sum har
fer fram. Í Skálavík kunnu
vera dagar, tá ikki er at-
-leggjandi, og tá er bert ein
politikkurpolitikkurpolitikkur
meguleiki eftir: at fara til
Sands, so um ikki bæði
skipini verða tek, verður
eingin meguleiki at
yvirhalda nakra ferða-
ætlan. Tað hevði eisini
verið ynskiligt, at ein
ferðaætlan varð legd, sum
skipini høvdu meguleika
til at yvirhalda.
Orkumál
Tað var tann håttvirdi
tingmaður Erlendur
Patursson, ið nam við
orkuspurningin, og í
hesum sambandi segði
hann, at hann ikki kundi
taka undir við tí vitleysu
vatnútbyggingarætlanini
hjá SEV, men mælti ístað-
in til at útnytta kola-
orkuna og eisini at fáa
kaðalsamband við eystur-
landið í Íslandi.
Fyrst er at siga, at SEV
hevur eitt uppskot til eina
vatnútbyggingarætlan.
Hetta uppskotið er longu
meira enn 3 ára gamalt, og
tað er landsstýrið, sum
skal geva loyvi til hesa
útbygging. Her fyriliggur
einki loyvi enn, og um tað
verður givið veit eingin
enn.
Men her er so ein orku-
kelda, sum kann útnyttast
og nýtast til el-orku, og
hetta kann blíva ein bílig
orka.
Tá ið ein tosar um at
framleiða orku so sleppur
ein ongantíð frá at rera við
náttúruna, hvat orka tað
so er. Um tað verður borað
eftir olju, so sleppur man
ikki undan teimum stóru
boritornunum. Um tað er
kolaframleiðsla, so sæst
tað tíðuliga, hvar, ið kol
verður grivið. Um talan
verður um vindorku, so
sleppa vit ikki undan at
seta hesar stóru vind-
myllurnar út í náttúruna.
Men sjálvandi kunnu vit
vera samd um, hvat, ið
misprýðir mest og, hvat ið
misprýðir minst.
Sjálvur eri eg av teirri
hugsan, at vit skulu út-
nytta allar tær orkukeld-
ur, ið vit eiga. Nevnt verðr
eisini at leggja kaðal yvir
til Íslands. So vítt eg veit,
eiga íslendingar ongan av-
lopsstreym at selja feroy-
ingum, so um vit skulu fáa
streym hagani, so megu ís-
Framhald á síðu 16