Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-11-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. november 1981síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Samstundis sum EEC-umboðsmenn og landsstýrið tosa um at avmarka føroysku laksaveiðuna Arbeiða menn í Førovum við eini ætlan at økja um laksa- stovnin við — kann vera grundarlagið undir veiðu uppá fleiri túsund tons Tunnil úr Leitisvatni til Mið- vágs fer at loysa fleiri mál — * Vatn til smoltstød! * Kloakk til vatnoyrafólk! * Laksatrappur niðan í Leitsvatn! * Drekkivatn til miðvingar! Í hesum degum vitjar ein óvanliga stór sendinevnd í Feroyum. Tað eru heili 13 umboð úr limalondum hjá EF, sum hava samráð- ingar við føroyskar myndugleikar m.a. um fiskiskapin eftir laksi undir Feroyum. Tað hevur verið skrivað og tosað rættiliga nógv um (í EF-londurum) henda fiskiskap. Fleiri av hesum londum kanna sær tann laks, sum gongur å biti undir Føroyum, og sum føroysk fiskiskip m.a. fiska. Føroyingar har- afturímóti siga, at vit hava eins góðan rætt til henda fisk, tí hann etur seg stóran og feitan á okk- ara haveki. Júst í hesum máli er tað ein spurningur, sum hevur serliga stóran týdning og tí eisini áhuga. Tað er aling av laksamurti og út- seting av honum. Sosi- alurin hevur fyrr í ár skrivað sum henda spur- ning. Í mars mánað var samreða við teir báðar, Edmund Joensen, av Oyri og Andreas Joensen úr Havn, har teir greiddu frå eini ætlan at byggja eina smoltsteð í Miðvági Hvussu man ganga við hesum ætlanum! Vit hava vent okkum til teir báðar og spurt, hvussu langt er komið við ætlanini. Teir báðir greiða frá, at eitt rættiliga nágreiniligt projekt er gjert fyri eina stød, sum skal liggja í Miðvági. Hetta projektið varð saman við eini um- sókn um veðhald fyri lán- um sent landsstýrinum longu tann 9. juli Edmund Joensen sigur, at teir vóna at fáa svar frá landsstýrinum skjótt. Í tíðarætlanini er meiningin at byrja við detailprojek- tering longu í sept. 1981. Fer tað at ganga ov long tíð hjá landsstýrinum at kanna og viðgera ætlan- ina so missa vit nógva tíð, sigur Edmund Joensen, sum ikki kann roknast sum nakar heilt tilvildar- ligur persónur, tá vit tosa um aling. Edmund hevur nevniliga arbeitt við aling, síðani P/f Fiskaaling varð stovnað, so teir eru neyvan nógvir, sum hava tær royndir og tann kunn- leika innan hesa vinnu- grein sum Edmund Joen- sen. Vit vóðu síðani Edmund greiða okkum eitt sindur meira gjella frá ætlanini at byggja eina stóra smoltsteð í Miðvági. Arbeitt við ætlanini í tvey ár Hann upplýsir, at tað eru eini tvey ár síðani, at teir fóru at kanna meguleikan at byggja eina tílíka stoð í Feroyum. — Vit hava verið greiðir yvir — og eru at seta út smolt "7 Midvaag (| Miðvágur) Punkteraða linjan vísir ta ætlaðu 1,5 kilometra longu tunnilina úr Leitisvatni til Miðvágs tað enn meira í dag, at eftirspurningurin eftir laksasmolt fór at vaksa stødugt. Fyri at nøkta henda eftirspurning er bert eitt at gera: at byggja smoltstødir, har laksurin verður klæktur, startfóðraður og seinni verður til sjóbúnan laks. Í letuni verður ein smolt- stød bygd við Air. Henda stødin fer at nøkta ein part av tørvinum, men langt frå allan. Vidari sigur Edmund, at RG at byggja eina smoltstød i Midvågi teir tí fóru í gongd at kanna, um tað ber til at byggja eina nakað sterri smoltsteð, sum árliga skal framleiða 1,5 mill. laksa- smolt. Hetta kann í fyrstu syftu tykjast at vera at taka munnin ov fullan, Teir báðir, Edmund Joensen og Andreas Joensen, sum eru upphavsmenn til ætlanina men hetta skal setast í samband við tann veru- liga tørv, sum er og verður á laksasmolt. Sjálvt okkara steð fer bert at kunna nekta ein lítlan part av eftirspurning- inum, um so er, at feroy- ingar veruliga ætla at satsa uppá aling av laksi og útseting av laksi. Hvat vilja vit Edmund sigur víðari, at tað hevur stóran týdning, at vit gera okkum greitt, hvat vit vilja á hesum eki. Sum gongdin er í letuni, so er stórur áhugi at ala laks og at fiska laks á hav- inum kring Feroyar. Feroya Havbúnaðarfelag metir, at tervur í letuni er á 500.000 lakssmolt bert til alararnar — teir, sum ala víðari í hyljum inni á firðunum. Haraftrat hevur verið ført fram av okkara politikarum, at neyðugt er at seta út laksasmoli, fyri at vit kunnu rættvísgera okkara