mikudagur 4. november 1981síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Laksur gongur nidan gjøgnum laksatrappuna i tunnilinum nidan i Leitisvatn
veidu eftir laksi, og fyri at
vit møguliga kunnu økja
um hesa veiðu i framtíðini.
— Tað eru hesi viður-
skifti, sum eru orsekin til,
at vit nú vilja fara í gongd
við at byggja eina sterri
smoltsteð leggur Edmund
aftrat.
— Skal nakað koma
burtur úr, so mugu vit
koma í gongd ongantíð ov
skjótt. Tað er pláss fyri
fleiri smoltstødåum um-
framt hesa, sum skal
byggjast í Miðvági.
Setberg & Hansen
gjørt projektið
saman við eðrum
Tað er projekteringsfelag-
ið Setberg & Hansen, sum
hava gjørt hetta fyrsta
projektið. Felagið hevur
fingið stuðul og vegleiðing
frá tí kendasta fakmann-
inum á júst hesum í ekin-
um í Noregi, Arna
Kittlsen. Hann vísir pro-
jektinum stóran áhuga.
Í fyrireikingunum av
projektinum hevur verið
leitað eftir einum egnað-
um plássi at seta steðina
á. Til eina smoltsteð
krevst nógv vatn og hartil
orka at hita vatnið upp ein
part av árinum. Av tí at
vit í Feroyum ikki hava
nógvar áir, ið kunnu lata
stóra negd av vatnið alt
árið, so valdu menn at
kanna meguleikan at
brúka eitt vatn til enda-
málið. Valið fall á Leitis-
vatn, sum nú er sjálvur
kjarnin í ellum projek-
tinum. Her er ov mikið av
vatni.
Sjålv smoltstødin skal
byggjast í Miðvági, har
sum bátahylurin er.
Ætlanin er so at leggja ein
tunnil frá vatninum
umleið 1,5 kilometrar
oman til steðina. Í sam-
band við tunnilin verður
sett ein turbina, sum skal
geva steðini tann neyðuga
hitan fyri at kunna hita
vatnið upp við, serstak-
liga tá kleking og start-
fóðring fer fram. Umframt
at kunna nøkta egnan
tørv, so kann stødin ein
stóran part av árinum
selja yvirskotsstreym til
SEV, sum sostatt verður
eitt gott íkast í rakstrin-
um av steðini.
Smolt!
Å stødini verdur so kyns-
búgvin laksur strokin og
eggini verða klækt og
startfóðrar. Til hetta
verða brúkt nógv ker, sum
bæði eru innandura og úti.
Tá so laksurin hevur
gingið í hesum kørum og
verið fóðraður í 20
mánaðir er hann vorðin til
smolt, tv.s., at hann tá
kann setast út í havið.
Tað er so við laksi, at
hann vanliga gongur á
havinum. Men tá hann
skal gýta leitar hann inn
til lands og fer upp í feskt
vatn. Hann kann bert
gýta í feskvatni. Tann
nýggi laksamurturin tolir
ikki at fara í havið aftur,
fyrr enn hann er einar 20
mánaðar gamal. Tá er
hann vorðin til smolt —
sjóbúgvin.
Edmund Joensen upp-
lýsir annars, at teir hava
fingið ell tey neyðugu
loyvini at fara undir eitt
tílíkt projekt, bert svar frá
landsstýrinum manglar
nú. YÝvirfriðingarnevnd,
kommunan og SEV hava
oll givið síni viðmæli til, at
steðin og tunnil verða
bygd.
Hvat viðvíkur lívinum í
vatninum, so fer ein tunnil
ikki at hava nakra oyði-
legging við sær. Vatnið
rúmar 30 mill. tons av
vatni. Tað renna árliga
millum 50 og 60 mill. tons
av vatni í Leitisvatn.
Steðin í Miðvági skal
brúka 12 mill. tons um
Sjálvt projektið er mett
til at kosta 25 mill. kr. Tað
fer at geva arbeiði til
15—20 fólk. Tað fer
annars at taka eitt ár at
byggja steðina, og tann
fyrsti laksurin verður klár-
ur at lata keyparum í
1984. Hetta er sjálvsagt
treytað av, at tað verður
byrjað nú innan árslok.
Edmund Joensen sigur,
at tað er spell um hetta
árið skal fyri skeyti, tí teir
kunnu ikki byrja arbeiði
uppá eina slíka steð alt
árið. Hetta má verða gjert
í mun til, nær tann fyrsti
fiskurin skal strúkast, og
tað kann hann bert eina
ávísa tíð á árinum.
Vit spurdu nú Edmund,
um hetta nú hevur so
stóran skund. Til tað sigur
hann, at hetta sjálvsagt er
ein avgerð, sum poli-
tikarnir mugu taka. Men
tá vit tosa um at skula
lata alarunum nokk av
smolt, og tá vit tosa um,
at vit mugu seta út fyri at
rættvísgera okkara veiðu
eftir laksi, so hevur tað
sjálvsagt skund. Bert tað
at skula bíða eitt ella tvey
ár longri merkir, at vit
kanska ikki kunnu seta
laksin út fyrr enn um ár
1990.
Nógv perspektivir
Kannar ein nú nærri hetta
projektið, so uppdagar ein
at her í veruleikanum er
talan um eitt projekt við
rættiliga nógvum per-
spektivum — meguleikum
.Tunnilin úr Leitsvatni til
Miðvágs er hon, sum
opnar fyri ellum hesum
meguleikum. Hon kann
nevniliga nýtast til fleiri
endamál.
Umframt at lata vatn til
steðina at ala smolt í, so er
møguleiki at loysa kloakk-
spurningin hjá Miðvágs
kommunu við at leggja
eina kloakk inni í tunnilin-
um. Tað er nevniliga so í
dag, at kloakkin hjá vatn-
oyrafólkum rennur út í
Leitisvatn. Aftrat hesum
kann ein laksatrappa
gerast í tunnilinum, so-
leiðis, at Leitisvatn fær
ein stóran villan stovn av
laksi.
Samanumtikið má sig-
ast, at ætlanin hjá teim-
um, sum vilja byggja eina
smoltsteð i Miðvági,
rúmar hópin av megu-
leikum, sum kunnu gagna
bæði kommunu og landi.
Økja laksaveiðuna
Tað, sum hevur sterstan
áhuga í letuni og uttan iva
tað, sum fer at geva land-
inum mestan vinning av
eini tilikari stød í fram-
tidini, er framleidslan av
laksasmoltinum.
Tað skal ikki tað stóra
hugflogið til at ímynda
sær týdningin av hesum.
Um vit bert brúka telini
frá hesum projektinum,
síggja vit, at talan í fyrstu
atløgu verður at seta út
umleið eina mill. smolt.
Hetta gevur umleið 400
tons av laksi, sum sostatt
ALLA EA Í
>
Ætlaða smoltsteðin. Ovast tunnilin úr Leitisvatni
bert er ein partur av tí
negd vit í dag veiða undir
Føroyum.1
Tad kundi verid åhuga-
vert at lysa henda spur-
ning vid hesum tølum:
Fåa alararnir 500.000
smolt gevur hetta umleið
400.000 fiskar á 4 kilo.
Tað verða umleið 1.600
tons av laksi, sum kunnu
seljast fyri 50 kr. kilo.
Hetta gevur ein útflut-
ning uppá 80 mill. kr.
Verður so sett út ein
mill. smolt og vit rokna
við at 10% koma aftur
verða tað 100.000 fiskar á
4 kilo á 50 kr. kilo. Tað
gevur eitt seluvirði uppá
20 mill. kr. Tilsamans
kann framleiðslan av 1,5
laksasmolt á steðini í
Miðvági sostatt vera
grundarlagið undir einum
útflutningi omanfyri 100
Um hetta kann tykjast
onkrum í so heg tel, so
kann haraftrat nevnast, at
her verður mett, at bert
10% koma aftur av tí
laksi, sum verður settur
út. Hetta er sera lágt sett,
tí vit vita um aðrastaðni
at upp til 30% av tí
útsetta fiskinum kemur
aftur at-alndi. Tá gevur
alingin og útseting av
laksasmolt okkum stórar
meguleikar at fáa nógv
burtur úr.
Við eðrum orðum kann
sigast, at fer ein munandi
framleiðsla av smolt nú í
gongd, so kann fiskiskap-
urin eftir laksi undir Fer-
oyum um nøkur ár økjast
munandi — soleiðis at tað
verða veidd fleiri túsund
tons.
Havid norðan fyri
— eitt eldorado
Treytin fyri ellum hesum
»ævintyrinum« er tað
eldorado sum havið norð-
an fyri Feroyar er fyri
tílíkan fisk. Her eru stórar
mongdir av æti, sum m.a.
laksurin livur av.
At hetta ekið á føroya-
leiðunum hevur stórt virði
síggja vit bert av teirri
sannroynd, at ein stórur
partur av tí laksi, sum
aðrar tjóðir seta út, leitar
henda vegin at eta seg
stóran og feitan.
Í samband við meting-
ar, hvussu nógv kann
veiðast aftur av tí, sum
verður sett út er so eisini
at siga, at eisini her eru vit
føroyingar í eini sera hep-
nari steðu. Meðan fiskurin
hjá eðrum tjóðum skal
leita langan veg fyri at
koma til ætiøkini norðan-
fyri, so skal tann laksa-
murtur, sum verður settur
út her hjá okkum, bert
ganga stutt til hann kem-
ur fram. Hetta kann
meguliga hava við sær, at
vit fara at fáa munandi
betri úrslit, hvat viðvíkur
veiðu av tí útsetta laks-
inum og hvat kemur aftur.
Hóast tað í oyrunum á
onkrum kann ljóða eitt
sindur legið, so er tað
eingin loyna, at Feroyar
um ikki so nógv ár —
meguliga — fara at verða
meira kendar sum laksa-
oyggjarnar heldur enn
seyðaoyggjarnar. Meðan
tað er avmarkað, hvat vit
kunnu hava av seyði, er
tað enn einki, sum bendir
á, at tað er avmarkað,
hvat vit kunnu hava
gangandi av laksi við
Feroyar.
Hvat viðvíkur tjakinum
um, hver eigur rættin til
laksin, er at siga, at meðan
hini londini eru smolt-
framleiðandi lond í dag, so
eru vit bert laksafram-
leiðandi land, tvs., at laks-
urin fær feðina her á
okkara eki. Men fara vit
nú eisini at framleiða
smolt og seta tað út, so
eru vit í eini dupultsteðu.
Tá verða vit bæði smolt-
og laksaframleiðandi.
Aftur her hómast tey
mongu perspektivini.
Vit spurdu nú Edmund
Joensen um tað hevur
nógv at siga, at vit fáa
nekur góð smolt at seta
út. Til tað sigur hann, at
hetta hevur ómetaliga
nógv at siga. Her kann
steðin í Miðvági framleiða
nøkur »super« smolt, sum
vera vælegnað at seta út.
Hetta kann lata seg gera,
tí vit kunnu við orkuverk-
inum stýra gongdini frá
kleking til startfóðring.
Vit fáa eisini longur
vakstrartíð um árið.
Ivamál
— Nú hava vit tosað nógv
um hvat ein tílík steð
kann geva feroyska sam-
felagnum. Men eru eingi
ivamál við at fara í gongd
við eitt tílíkt projekt? ,
— Eg veit væl, at
summir menn eru
ivasamir, um tað er rætt
at byggja eina so stóra
stød. Sjálvur haldi eg ikki
hon er ov stór, skulu vit
hugsa um, at endamálið er
at seta út, og at tað skulu
setast stórar negdir út,
um vit skulu fiska laks og
meguliga eisini økja um
okkara fiskiskap í fram-
tíðini.
Onkur hevur nevnt
sjúkur. Til tað er at siga,
at norðmenn hava fleiri
stórar steðir. Vandin fyri
sjúkum har er líka so stór-
ur, men hetta hevur ikki
forðað teimum í at fara
undir tílík projekt. Sjál-
vandi er tað altíð ein risiko
at fara undir nakað nýtt.
Tað hevur tað eisini verið,
tá menn fóru at byggja
fiskiskip ella fyri tað flog-
Framhald á síðu 16
Vit síggja her, hvat smoltsteðin kann geva