leygardagur 7. november 1981síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
—— SE Er
SOSIALURIN
.
Vagn Pedersen, danskur laksafiskari i 30 år:
Síða 3
Laksafiskiskapurin við Før-
oyar onga åvirkan å stovnin
Tað er hvørki
norskur ella skotskur
laksur, sum verður veiddur vid Føroyar.
Laksur hevur altíð verið her. Vit fáa ikki
ein merktan laks fyri hvørjar túsund vit
fiska. Men góðskan á føroyska laksinum,
gerst betri og betri, sigur danski laksa-
fiskiskipari í samrødu við Sosialin
Laksafiskiskapurin = vid
Feroyar hevur onga ávirk-
an á laksastovnin. Tað
verður fiskað ov lítið til at
fiskiskapurin ger nakran
mun. Laksafiskiskapurin
við Føroyar og Norður-
noreg hevur bert ført til,
at dygdin er betrað í stór-
an mun.
Hesa áskoðan hevur
laksafiskiskiparin Vagn
Pedersen, úr Esbjerg. Við
båti sinum, Minna, hevur
hann verið undangongu-
maður í laksafiskiskapi-
num við Feroyar. Síðan
miðskeiðis í sjeytiárunum
hevur hann fiskað her á
hverjum ári. Laks hevur
hann annars fiskað síðan
1950, tá hann byrjaði í
Eystursjónum.
— Tverturímóti hevur
laksafiskiskapurin við
sær, at teir sjúku og vána-
iigu laksarnir hverva.
Fiskiskapurin heldur
stovnin við líka. Tað, sum
er eftir, er sterkari og
sunnari laksur, sigur
Vagn Pedersen.
Sum demi nevnir hann,
at miðskeiðis í sekstiáru-
num vóru 40% av laksi-
num, teir fiskaðu við
Norðurnoreg, slánur, mis-
háttur og sjúkur fiskur.
Orsekin, sigur hann, var
hon, at tað var alt ov nógv
til.
Bert tríggir
við rognum
Tað hevur verið nógv
frammi í almenna kjaki-
num, at tann nógvi laksa-
fiskiskapurin á land-
grunninum hevur ringa á-
virkan á stovnin. Frítíðar-
fiskarar hava víst á, at
eingin laksur hevur verið
at fingið í vetnum og áum
seinastu tvey árini. Av tí
sama kemur eingin nýggj-
ur fiskur undan, tí fiskur-
in, sum kemur niðan, kem-
ur at gýta.
Vagn Pedersen sigur
seg aftur ímóti vera sann-
førdan um, at laksafiski-
skapurin ávirkar ikki
stovnin. Sum dømi visir
hann å, at av 6—7000 fisk-
um, teir fingu i fjør, fingu
teir bert triggjar fiskar vid
rognum.
— Laksurin, sum vit
fiska, er ikki gytingar-
bugvin laksur, sigur Vagn
Pedersen.
Vagn Pedersen visir eis-
ini å, at økid teir fiska å, er
ógvuliga stórt í vídd, einar
200 sjómíl, og harafturat
eru stór eki, sum slettis
ikki eru kannað, um laksur
er á.
Fáa ongan
merktan laks
Vagn Pedersen heldur, at
laksur hevur altíð verið
við Feroyar. Hann heldur
ikki, at laksurin her er út-
settur í t.d. Sveríki, Nor-
egi, Skotlandi ella Íslandi.
Aftur í móti metir hann,
at laksurin óivað uppruna-
liga er komin úr teimum
stóru áunum í Canada og
aðrastaðir i Norður-
amerika. Hann hevur leit-
að henda vegin og hevur
funnið sær tilhald her, tí
her er nógv av fødi og
eingin dálking í sjónum.
— Var talan um útsett-
an laks, høvdu vit eisini
fingid fleiri merktar laks-
ar. Vit fåa ikki ein merkt-
an fyri hverjar túsund vit
fiska, langt í frá, sigur
Vagn Pedersen.
— Vit hava altíð vitað,
at laksur var við Feroyar,
men vit royndu ikki fyrr
enn vit gjørdu, tí bát-
arnir tá vóru smáir og har-
afturat hevdu teir onga
frystiútgerð.
Esbjergskiparin vísir
eisini á, at royndirnar hjá
tveimum bátum í fimti-
árunum vístu, at laksur
var við Feroyar. Men bát-
arnir, sum vóru úr Hunde-
sted og av Bornholm,
royndu í skeivari árstíð, á
sumri, men teir fingu laks.
Skulu ikki slaka
Samráðingarnar við EF
um laksaveiðuna við Fer-
oyar góvu ikki nakað úr-
slit. Eftir samráðingarnar
segði Pauli Ellefsen, log-
maður, at vit blivu helst
noyddir at slaka nakað
fyri trýstinum frá EF.
Spurdur, um feroyingar
skulu slaka fyri EF, segði
Vagn Pedersen ógvuliga
avgjørt, at tað skulu vit
7
se
GGA
— Laksurin, vit fiska, er ikki gýtingarbúgvin laksur. Av teimum 6 —7000 laksunum, vit
fingu í fjør, høvdu bert tríggir rogn, sigur Vagn Pedersen, skipari á laksabátinum
Minna úr Esbjerg. Hann er royndur laksafiskari. Fór upprunaliga at royna eftir laksi í
Eystursjónum í 1950, hevur roynt við Norðurnoreg í eini 15 ár og var millum teir fyrstu
sum fóru at royna her á leið
yvirhevur ikki gera.
— Laksastovnurin verð-
ur ikki ovfiskaður. Laksa-
stovnurin regulerar seg
sjálvan. Laksurin bítur
sjálvur á, tá hann hevur
hug. Tað verður ikki trol-
að eftir honum, hann verð-
ur ikki veiddur við garni
ella nót, sigur Vagn Peder-
sen og vísir annars til tær
fyrru grundgevingarnar.
Góðskan góð
Skiparin úr Esbjerg greið-
ir frá, at tað er stórur mun-
ur á góðskuni á laksinum
frá einum stað til annað.
— Tann besti laksurin er
í Eystursjónum, men
góðskan á føroyska laksi-
num er betri og betri, og
vit fáa nógv betri prís fyri
hann, enn fyri laksin vit
fiska við Norðurnoreg og
Jan Mayen, sigur Vagn
Pedersen.
Umframt at fiska við
Feroyar, er Minna hvert
ár á laksaveiðu við Norð-
urnoreg. Og tað var eisini
á veg úr og til Norður-
noreg, at teir fóru at royna
við Feroyar.
Royndu fyrstu ferð
ferð í 1967
Vagn Pedersen sigur, at
hann hugsaði sum so, at
tað var givið, at laksur eis-
ini var við Feroyar. Tí
gjørdu teir eina roynd her
longu í 1967. Men hon gav
ikki nakað úrslit. Teir
royndu ov eystarliga.
Næstu ferð royndu teir
longur vesturi. Og tá bar
betur til.
Síðan miðskeiðis í
sjeytiárunum hevur hann
verið hvert ár vid Føroyar.
Men, sigur Vagn Peder-
sen, tey fyrstu árini góvu
ikki nógv í peningi, tey
vóru ikki rentabul. Men
saman við eðrum donsk-
um bátum leitaðu teir, teir
spjaddu seg, funnu leiðir
og gjørdu royndir. Og eftir
tveimum árum bar væl til.
Men manningin á
Minnu hevur tó ikki slept
fiskiskapinum við Norður-
noreg. Tá laksatíðin er lið-
ug her — í mars mánað —
fara teir heim og stevna so
norður aftur í apríl og
royna í apríl og mai mánað
við Norðurnoreg, tá laksa-
tíð er har. Tó hava teir ver-
ið eitt rend har norðuri nú,
áðrenn teir komu til Fer-
oyar at royna
Vagn Pedersen sigur, at
tá fiskur er her á heysti,
kundi tað eisini hugsast,
at hann var har norðuri
hesa tíðina. Men tað var
hann ikki. Teir settu fýra
ferðir, men fingu so at siga
einki.
Minna er ein av teimum
seks donsku laksabátu-
num, sum hava loyvi at
fiska við Feroyar. Tá tað
var av tí mesta, royndu
einir tólv danskir laksa-
bátar her.
Enn hava teir ikki roynt
vegna veður. Teir hava lig-
ið nakrar dagar í Klaksvík
og nakrar dagar í Havn. Í
fjør royndu teir fyrstu ferð
3. november.
il
svara
Eiga feroyingar at
slaka fyri EF í
laksamálinum?
Jákup Sverri Joen-
sen, fiskifreðingur:
— Tað er rætt at hava
samráðingar, men tað
má ikki slakast uttan
at nakað verður fing-
ið afturfyri.
Við tað, at laksurin
er á føroyskum eki
ein stóran part av tí
tíð hann er í sjónum
eiga feroyingar ein
sjálvsagdan rætt at
veiða ein part a
stovninum.
Osmund Justinussen,
form. felagnum laksa-
skip
— Eitt er hvat føroy-
ingar eiga at gera.
Annað er hvat teir
verða noyddir at
gera.
Ólavur Lambaa, ar
beiðsmaður:
— Helst ikki. Tað er
ein spurningur, hvat
EF hevur við laksin á
føroyskum eki at
gera. Kundi heldur
verið ein spurningur
at samráðst við
einstek lond um