Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-11-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. november 1981síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

} | SOSIALURIN Síða 5 Nú táttar í: Kanna um Sjónvarps- felagið kann stevnast Sakførarin Dansk Runar forbund skal nú av- gera, um Sjón- varpsfelagið í Havn skal stevnast. Dansk Journalistforbund kravdi í summar 15.000 kr. frá Sjónvarpsfel- agnum. Tað er fyri ein av limum sínum, fotografin Jergen Juul Serensen, at DJ krevur pengarnar. Jer- gen Juul Serensen hevur tey fotografisku rættind- ini til nakrar sjónvarps- sendingar, sum Preben Heide gjerdi í Feroyum í fjør. Sjónvarpsfelagið hevur brúkt onkra av hesum sendingum, og tá Jørgen Juul Sørensen frætti hetta, sendi hann sjålvur felagnum krav. Men Sjónvarpsfelagið avvísti og segði, at ein og hver kann kalla seg foto- graf og senda felagnum krøv. Tá vendi Jørgen Juul Serensen sær til fak- felag sítt, Dansk Journa- listforbund, og bað tað krevja pengarnar. Tað gjørdi DJ. Men enn eru ongir pengar komnir úr Havn. Else Larsen, skrivari hjá Dansk Journalistfor- bund, sigur við Sosialin, at málið nú er latið sak- førara vid ti í huga, at hann stevnir Sjónvarps- felagnum eftir pengunum. Sakferarin kannar nú, um grundarlag er fyri at stevna. Else Larsen veit ikki, um DJ ætlar at brúka kravið hjá Jørgen Juul Sø- rensen at royna seg við i rættinum. Tað vil siga, at um DJ fær viðhald, so verða fleiri krev send Sjónvarpsfelagnum. Else Larsen sigur, at tað, hon veit, er Jørgen Juul Søren- sen tann einasti, sum higartil hevur biðið DJ kravt pengar frá Sjón- varpsfelagnum. Senda ikki peng- arnar Sakferarin hjá Sjúnvarps- felagnum í Havn, Jógvan Páll Lassen, sigur, at kravið frá Jergen Juul Serensen er til viðgerðar. Hann sigur, at Sjónvarps- felagið bert brúkti nakrar av sendingunum, sum Jørgen Juul Sørensen fotograferadi. Men kortini krevur hann pengar fyri tær allar. Jógvan Páll Lassen heldur, at kravid er gal- dandi fyri onnur sjén- varpsfeløg eisini. Onnur feløg enn tad i Havn hava brukt sendingarnar. Men Jørgen Juul Sørensen hevur koyrt alt å eina rok- ning og sent hana til Sjón- varpsfelagid i Havn. Jégvan Påll Lassen, sak førari hjá agnum: Felagið sendir ikki pengarnar frívilliga Sjónvarpsfel Eftir hvat skilst, vónar Sjónvarpsfelagið, at krav- ið dettur burtur av sær sjálvum, tá almenna sjón- varpið kemur. Tí tá gevast sjónvarpsfelegini. Nær almenna sjón- varpið, Sjónvarp Feroya, byrjar, er ikki greitt enn. Men í viðmerkingunum til uppskot landsstýrisins um stovnsetan av al- mennum sjónvarpi, verður sagt, at hetta eigur at verða ongantíð ov skjótt. Gloyma hvalaveiðuna eina tíð Feroyska stórhvalaveiðan er ikki tað málið, sum í letuni liggur ovast *á skriviborðinum úti í Tinganesi. Royndarveiðan hjá Hvítakletti er endað og nú bíðar Landsstýrið eftir eini frágreiðing um hana og eini tilráðing, um veiðan ' skal halda fram næsta summar ella ikki. Fyrr enn tær eru komnar, verður neyvan gjørt meira við hetta mál, sigur Arni Olafsson, skrivstovustjóri í Landsstýrinum. Landsstýrið og ríkis- stjórnin eru ósamd um hvalaveiðuna. Lands- stýrið sigur, at hon er yvirtikin longu í 1948. Stjórnin sigur hinvegin, at so leingi ongin legtingslóg er um hvalaveiðu, er hon ikki sermál. Landsstýrið hevur ikki frætt meira frá stjórnini. Heldur ikki frá skriv- stovustjóranum í Gren- landsmálaráðnum, sum hótti við bót í summar, steðgaði føroyska stór- hvalaveiðan ikki, upplýsir Árni Olafsson. Tríggir nebbafiskar Jákup Sverri Joensen, sum saman við Dorete Bloch Danielsen stendur fyri royndarveiðuni hjá Hvítakletti, sigur, at hann fekk tríggjar nebbafiskar. Royndin var tarnað av ringum veðri og serliga av ringum sýni. Annars er ov tíðliga at siga nakað um úrslitið enn, sigur Jákup Sverri Joensen. At tríggir nebba- fiskar vórðu skotnir vil siga, at Hvítiklettur sá yvir 30. Ti hann slapp at skjóta 10. hvenn, hann sá. Hvitiklettur fer nú á laksaveiðu. Mótmæla grinda- drápi Tað var ikki bara ríkis- stjórnin, sum hevði ilt eyga á Hvítakletti í summar. Onnur mótmæltu eisini hvala- veiduni. M.o. Green Peace. Men Feroyaferðin hjá hesum felagsskapi hevur tó meira elvt til mótmæli móti grindadrápi enn stór- hvalaveiðu, heldur Árni Olafsson. Í drúgva tíð aftaná fekk Landsstýrið sendandi mótmæli móti grindadrápi úr Bellum heimspertum, m.a. heilt úr Australiu. Ivaleyst er tað ein sjónvarpsfilmur um grindadráp við Norðskála í summar — hann er farin víða um heimin — sum er orsøkin til ein stóran part av métmælunum, heldur Árni Olafsson. Hann sigur, at filmurin er tikin, meðan Green Peace var í Feroyum. Men um tað er haðani, hann er komin, veit hann tó ikki. Tey mótmælini, sum kunnu takast í álvara, fáa svar frá Landsstýrinum. Hetta er eitt standardsvar um, hvat grindadráp er, hvussu tað fer fram og, hvenn týdning tað hevur, sigur Árni Olafsson. Sjóvinnubankin keypti bátin hjá Adolfi og tveir aðrir bankar fáa sínar pengar Sjóvinnubankin keypti hósdagin útróðrarbátin Mariann fyri 1,1 mill. kr. á tvingsilsuppboði. Fiskaríbankin, sum eigur góðar 800.000 kr. til góðar í Mariann, kravdi bátin seldan. Bankin fær nú hesar pengarnar og Feroya banki fær eisini sítt. Hann eigur 250.000 kr. til góðar. Tvey sjó- pantikrev vóru, annað frá Vanlukkutryggingini, 2.722 kr. og hitt frá Tórs- havnar havn, 2.520 kr. Annars vóru krevini móti eigaranum, Adolfi V Hansen, fleiri og summi stór. Krev uppá tilsamans góðar 2,5 mill. kr. vórðu løgd fram á tvingsilsupp- boði um. Fyrsta og annan priori- tet hevði Fiskaríbankin, ávikavist 97.527 kr. og 705.934 kr. Síðani kemur landskassin við 955 kr. og Feroya banki hevði fjórða prioritet, 250.000 kr. Sjóvinnubankin eigur mest til góðar. Hann hevði fimta, sætta og sjeynda prioritet „tilsamans 1,13 mill. kr. Aftaná Sjóvinnu- bankan kemur so lands- kassin aftur, hesa ferð við sterri tølum enn har frammi: áttundi, níggjundi og tíggjundi prioritetir vóru tilsamans 324.411 kr. Mariann er bygd úr eik og bók í Korser 1955 og umbygd á Tórshavnar Skipasmiðju í 1979. Hon er góð 50 bruttotons til steddar. Ognartaka til Stangarvegin Klaksvíkar býráð sam- tykti tyskvøldid at ognartaka lendi til Stangarvegin, sum skal beinast og breið- kast. Talan er um lendi fram við vegnum frá Varpinum norður á Kósina. Býráðið skal nú sam- ráðast við teir nógvu eigararnar, men ar- beiðið kann tó byrja, so skjótt landsstýrið hevur góðtikið sam- tyktina um ognarteku. Ætlar at byggja virki við Gjógv Nú í vetur verður farið undir at grava út fyri fyrsta virkinum við Gjógv. Tað er Jógvan Nóns- gjógv, sum ætlar at út- byggja framleiðslu sína av betongelement- um. Hann hevur í tvey ár stoypt element í kjallaranum hjá sær. Har er sum vera man trongligt til slíka fram- leiðslu, sum krevur pláss. Jógvan Nónsgjógv stoypir m.a. element til húsagrundir og or- sakað av plásstrot- inum fara eini hálvt- hundrað element til eina vanliga sethús- grund. Hetta roknar hann við at fáa niður í helvt, tá hann er flutt- ur í nýggja húsið. Jógvan Nónsgjógv hevur ikki enn sekt grunnarnar um stud- ning til virkið. Hann umhugsar at stovna eitt partafelag fyrst. Tað eru tvey ár síð- ani, Jógvan Nónsgjógv fór at stoypa element. Fyrstu elementini vóru til eina rætt, sum Gjáarmenn bygdu. Seinni hevur hann gjørt element til fleiri rættir, garðar og húsa- grundir. Hetta sein- asta árið hevur hann havt ein mann at hjálpt sær við arbeiðinum. Hann roknar við, at í nýggja húsinum verða í hvussu so er trý ar- beiðspláss. Eftirspurningar eftir elementum eru nógvir, m.a. frá flakavirkjum sum skulu byggja út. Jógvan Nónsgjógv heldur, hann er kapp- ingarferur við tey inn- ' fluttu elementini. Ele- ment til eina húsa- grund við skila- veggjum og útbygdari garagu við dekki kosta umleið 50.000 kr. Hann brúkar feroyskan skerv sum útsíðuprýði. Í letuni ger hann ele- ment til eina grund í Havn. Hon er prýdd við steinum, sum eru innfluttir úr Danmark. Tað er ikki líkt til at fleiri arbeiðspláss enn ele- mentvirkid koma við Gjógv í næstu framtíð. Og útróður gerst ikki nógv við um veturin