leygardagur 7. november 1981síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Er
telf. 14720. 11820
box 76, 3800 Torshavn
Utgevari: p/f sosialurin
Fyritaks-
og blaðstjóri: Tórfinn Smith (ábyrgd)
Blaðmenn: Høgni Djurhuus
Johann Mortensen
Jan Miiller
Årni Joensen
Sosialurin
Dimmalætting
Lysingar:
Uppseting:
Prent:
Um orku
MILLUM ANNAD orsaka av ti stéra
åhuga sum einstaklingar, stovnar og
feløg vistu seinasta bladiskoytinum i
Sosialinum um havbúnað og tann
hátt eitt tílíkt aktuelt evni varð
vidgjørt uppá, fara vit nú undir eitt
nýtt bladiskoyti. Hesaferð er evnið
ikki minni aktuelt. Evnið eitur ORKA,
og fer at ganga igjøgnum nøkur av
komandi leygardagsblødunum.
SERLIGA AKTUELT tykir okkum
hetta avnið vera júst nú, av ti at tað
er fráboðað eitt orkuorðaskifti í
tinginum, sum kemur saman nú týs-
dagin. Vit fara at viðgera verandi og
komandi orkutørv og ætlaðar út-
byggingar. Vit fara at viðgera alterna-
tivar orkumøguleikar til vatnið og
oljuna so sum vindorku, kolorku,
hitapumpur, aldukraft og somuleiðis
ætlanina um eitt el-samarbeiði við ís-
lendingar. Haraftrat vilja vit royna at
fáa so nógv fólk sum gjørligt, úr
øllum landinum, úr øllum politiskum
flokkum, at siga sína hugsan — gera
sínar metingar.
VIT META, at hetta evnið, hóast
nógv umrøtt áður, er als ikki liðugt
vidgjørt enn og langt frá allir upplýs-
ingar komnir fram. Endamál okkara
er fyrst og fremst at skapa eitt so
breitt og seriøst tjak sum gjørligt,
soleidis at flest øll fåa einnlit i orku-
ordaskifti og orkumål yvirhøvur. Har-
aftrat, at tann nidurstøda tingið
kemur til í hesum máli, verður tikin á
breiðast møguligum grundarlagi.
ORKUMÁLIÐ snýr seg ikki bert um
hundratals miljónir í iløgum til
útbyggingar, men verður komandi
orkupolitikkur okkara ein týðandi
táttur í allari vinnulívsútbygging og
kappingarføri
landi.
z
vinnulivsins her á
Dieselagrigat
til sølu
Gamla Dieselagrigatið 59 KVA 220/380
Volt hjá Suðuroyar Sjúkrahús til sølu.
sum tað stendur. Boð undir kr. 20.000
hava ongan áhuga. Skrivlig tilboð
verða at senda til umsjónarmannin.
Suðuroyar Sjúkrahús
SOSIALURIN
Skipakeyp
Fyri nøkrum árum síðani
var mikið tjak i blødunum
í samband við eitt skipa-
keyp. Skipið var Svalbard
eisini kallað »Skrokkurin«.
Orsekin var, at fleiri
meintu, at Bjarnoy (fyrrv.
Vágbingur) varð seld fyri
kanska einar 2 mill. kr.
meira enn hennara reella
handilsvirðið var tá, men
at hesar somu 2 mill. kr.
vóru lagdar afturat keyps-
virðinum av Svalbard.
Hildið varð, at tær eyka 2
mill. kr. síðani vórðu nýtt-
ar sum eginpeningur til
keypið og umbyggingina
av Svalbard.
Fyri at fáa stuðul til
skipabygging eftir lóg um
endurnýgging av fiski-
skipaflotanum krevst, at
keyparin hevur 10% í
eginpeningi. Sama krav til
eginpening er eisini gald-
andi fyri bygging av
farmaskipum.
Serliga Pauli Ellefsen,
núverandi løgmadur, førdi
seg fram i Dimmu og mót-
mælti keypinum av Sval-
bard. Hann meinti, at
menninir, sum keyptu
Svalbard ikki høvdu nakr-
an reellan eginpening.
Menninir hevdu fingið eg-
inpeningin við teimum
fyrr nevndu eyka 2 milli-
ónunum. Ein eginpening-
ur upp á 2 mill. kr. er við tí
galdandi fíggjarmynstri-
num fyri fiskiskip nokk til
ein skipasáttmála upp á
20 mill. kr. Pauli mót-
mælti tá sum limur í fíggj-
arnevndini, tí tað almenna
partvís stuðlar og partvís
fíggjar ein stóran part av
hverjum einasta nýggjum
skipasáttmála. Minnist
meg rætt endaðu partar
av »skrokkamålinum« í
Føroya rætti.
Fyri stuttum er nýggjur
stórur sáttmáli gjerdur
um skipabygging. Fyri-
bilssáttmáli fyri umleið
150 mill. kr. Í blødum og
útvarpi verður sagt, at
fíggingin er 80% uttan-
landslán, 10% stuðulslán
frá landsstýrinum og so
sjálvandi 10% í eginpen-
ingi. Fíggjarnevndin og
landsstýrið hava játtað
stuðulslán; men nú kemur
tað løgna: Stovnararnir av
partafelagnum appellerað
til potentieilar partaeigar-
ar við, at eitt av tí góða
við projektinum er, at teir
bert skulu tekna 3 til 3,5
mill. kr. í partapeningi.
Hetta svarar til 2—3% í
eginpeningi. Hvussu tær í-
restandi 11—12 mill. kr. í
eginpeningi skulu ella eru
(?) fingnar til vega, er ikki
alment; men partaeigarar-
nir skulu í øllum førum
bert tekna 3—3,5 mill. kr.
og tí eisini bert hefta fyri
hesa upphædd.
Eg havi nevnt Paula, tí
tað, at partapeningurin
bert skal verða 2—3% er
so við og við vorðið al-
menn vitan, og harvið
gangi eg út frá, at bæði
Pauli, landsstýrið og
fíggjarnevndin eru vitandi
um hetta. »Skrokkamålid«
er nevnt, ti mær tykir, at
hetta er eitt skipakeyp, tó
í nógv sterri krónutali,
hvar tað aftur sær út til at
verða trupult at fáa tey
neyðugu 10% í reellum eg-
inpeningi til vega.
Hetta er ikki skrivað
sum ein roynd at steðga
einum góðum projekti.
Bert fyri at vita, um
stuðulstreytirnar hjá
landsstýrinum eru broytt-
ar, ella um tað bert er
praksis, so tey til framtíð-
arprojektir kunna vita,
hvussu nógv eitt ætlað
projekt krevur av eginpen-
ingi.
X.
„Mæla til landsbanka«
Logmaður Kristian Djurhuus bar upp á mál at stovna landsbanka!!!
Hvat siga sambandsmenninir í dag ???
»Undir viðgerðini á tingi
av uppskoti til endur-
nýggjan av fiskiskipa-
flotanum, bar legmaður
upp á mál at seta á stovn
landsbanka til at fyrisita
prosentbýtið av fíggjan-
ini, tí víst varð á av fleiri,
at umsitingin í letuni er ov
vánalig, so fíggjarnevndin
ikki hevur kunnað fingið
teir | upplýsingar, sum
tervur hevur verið á. Hes-
um tóku allir partar undir
við.“
Omanfyri nevnda refe-
rat stóð í Sosialinum 1970.
Tit mugu orsaka, at
nummarið á blaðnum er
burturblivið. Tað hevur
nú ongan týdning, men
tað, sum hevur týdning,
ja, sum er heilt áhugavert,
er tað, at tað var sam-
bandshevdingin Kristian
Djurhuus, sum tá var log-
maður, og sum tá bar
hetta upp á mál.
Ikki tí, hetta hava javn-
aðarmenn barst fyri frá
fyrsta degi av. Hevði
Kristian Djurhuus verið
líka íðin eftir at fingið ein
landsbanka av fyrstan tíð,
so hevði nógv sæð annar-
leiðis út fyri fjøldina enn
tað ger. Men tíverri
Kristian Djurhuus, tygum
vóru ov seinur at fortelja
tykkara veljarum, í 1970,
at neyðugt var við einum
slíkum banka.
Men eftirmenninir hjá
fyrrverandi legmanni,
Kristiani Djurhuus, — teir
sum nú mynda sambands-
flokkin — eru reindyrkað-
ar konservativar kreftir í
mun til -hann. Teir vilja
ikki hoyra orðið »lands-
banki« nevnt.
Hetta sigur sambands-
veljarunum og øllum Før-
oya fólki ikki so lítið,
hvussu langt aftur úr
sigldur sambandsflokkur-
in er nú, og hvussu stokk
konservativur hann er
blivin, hóast tað mótsetta
kundi væntast, tá yngri
kreftir komu til.
Eitt annað demi er
Smyril. Hesa rutu, sum
Strandferåslan hevur upp-
bygt, hana hevur okkara
borgarliga afturhaldsstyr-
id avreitt til tvey islendsk
skipafeløg og eitt føroyskt
skipafelag.
Hvat siga veljararnir
hjå sitandi samgongu.
Eru teir gladir fyri hesa
avreiðing ?
Jú, tann minni parturin
er glaður fyri slíka gerð,
meðan meirilutin bara má
standa og hyggja at.
Men eg skal geva tykk-
um eini góð ráð! Veljið
ikki talsmenn fyri slíkar
flokkar aftur inn á ting,
men fylkist um tann flokk-
in, sum er garanturin í-
móti siikum svíkiarum !
Vendið deyðsiglara-
landsstýrinum bakið !
Fylkist um javnaðar-
flokkin, sum er arbeiðara-
flokkurin burturav !
Hann verjir smámanna-
interessurnar so sum hann
altíð hevur gjert og tað fer
hann altíð at gera !
At enda tingmenn floks-
ins, høvdu tit ikki kunnað
skriva eina grein av og á,
ikki teig upp og teig niður,
men eina styttri grein, og
serliga formaðurin !
Sosialistur
Løgmadur skrivar
politiska verdinssøgu
Ein sterri statsmann enn
legmann í kloddapolitikki
skal ein valla finna í verð-
insseguni. Aðrenn laksa-
samráðingarnar eru meira
enn júst byrjaðar, fer
hann í útvarpið og sigur,
at vit helst verða noyddir
at slaka, orsakað av at
norðmenn koma EEC-
monnum á baki.
Sovorðið samráð-
ingarupplegg sum tað, ið
okkara »sokalladi« løg-
maður gav EEC-monnum
og noråmonnum eisini fyri
tann skuld, skal ein leita
leingi eftir.
Løgmadur, Pauli Ellef-
sen, hann, id fyri fåum
årum sidan hålvdi eina
spannina fyri og aðra eftir
útyvir Feroya Fólk, um
hvussu stýrt og samráðst
átti at verið, um hverji
úrslit vit hevdu nátt um
bert sambandsflokkurin
var umboðaður í Tinga-
nesi, sigur við útvarpið, ein
tíðindastovn, mitt undir
samráðingunum, at vit
helst koma at slaka eitt
sindur fyri EEC, tí norð-
menn koma eisini at
leggja trýst á okkum.
Hugsið tykkum eitt
hvert arbeiðsgevarafelag,
sum í fyrstu samráðingar-
rundu sigur alment, at vit
koma helst at slaka eitt
sindur, tí onnur felog
koma eisini at stilla krev.
Ja, tá hevði verið hugaligt
at veri Ingeborg Vinther
ella Karl Johannesen. Tá
var bara at havt nóg stór
krøv.
Vid hasum úttalilsinum
hevur Pauli Ellefsen, løg-
maður Feroyalands
skrivað sína Þpolitisku
verðinssegu í halahoykni
meira enn nakar flongdur
hundur.
Vónandi er onkur annar
innan samgonguna, sum
er meir at sær komin, ið
tekur sær um reiggj.
Hatta lagið má steðga,
áðrenn annað samráð-
ingarumfar byrjar, og
áðrenn norðmenn koma.
Kanska er tað lagkøkan,
hann gjørdi á vaglinum
hin gitna 1. mai, hann nú
vil byta so kristiliga
millum hini Europæisku
Framhald á síðu 14
EU
Í
É
þ
8