leygardagur 7. november 1981síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Framhald av síðu 2
greiddu frá og svaraðu
spurningum.
DATA 15 ár á baki
P/f DATA hevur nú i
meira enn 15 ár havt
EDV-tænastu. Á sínum
ymsu deildum hevur
henda fyritøka meira enn
30 fólk í arbeiði. Tey
arbeiða við dataskráset-
ing, útvikling av skipa-
num og programmum,
selu og fyrisiting og bók-
haldsservice bureau.
Tey seinastu árini er
eftirspurningurin eftir
EDV-útgerð steðugt
vaksin, og hetta er orsekin
til, at Data hevur ætlanir
um at víðka sítt virksemi,
soleiðis, at kundarnir
kunnu fáa bjóðað ta EDV-
útgerð, sum hóskar seg
best til júst teirra brúk og
tørv.
Data er væl fyri, tå
talan er um samarbeiði við
útlendskar fyritøkur. Tað
er nevniliga umboð fyri
Nordisk Micro og NCR í
Danmark, tá tað snýr seg
um Micro og Mini Data-
matar. Tílíkt samarbeiði
er ein stórur tryggleiki hjá
eini EDV-fyritøku — og
ger hetta Data ført fyri at
lata útgerð til nógv ymisk
endamál.
Poul Pehlsgárd greiddi
frá, at tað í dag fer fram
ein rættiliga stórur útvik-
lingur á EDV-ekinum.
Datatólini kunnu gerast
smærri og smærri eindir,
tey vera lutvíst bíligari og
tey kunnu klára fleiri
uppgávur.
Arbeiða upplýsing-
ar og selja
Uppgávan hjá P/f DATA
er fyrst og fremst at taka
ímóti upplýsingum frá
kundunum og arbeiða
hesar upplýsingar til
teirra brúk. Hetta verður
gjert á tí stóra datatól-
inum hjá fyritekuni. Hin
uppgávan er at selja
maskinur og útvikla
nyggjar skipanir til hesar
maskinur.
Uppå fyrispurning um
tad ikki er at grava sina
egnu grøn við at lata sínar
gomlu kundar fáa sínar
egnu maskinur, sigur Poul
Pehlsgárd, at tað sjálv-
sagt veldst um, hvussu
ein metir hetta.
— Sjálvandi missa vit
kundar, um vit selja
maskinur, sum teir sjávlir
kunnu brúka óheft av
okkum. Her mugu vit tó
hava í huganum, at upp-
gáva okkara er fyrst og
fremst at lata kundan fáa
tað, sum hann til eina og
hverja tíð fær ta bestu
loysnina frá.
Lítil fyritøka kann
keypa bíligt EDV
Útviklingurin innan EDV
hevur fert við sær, at
sjálvt tann lítla fyritøkan
nú kann keypa EDV-tól,
uttan at tað skal vera ein
alt ov stór ílega. Tað er
m.a. við hesum fyri eyga,
at P/f DATA nú leggur ell
kort á borðið: bjóðar før-
oyskum virkjum og fyri-
tøkum EDV-útgerð av tí
nýggjasta slagnum. Tað
vóru hesar maskinur, sum
vórðu vístar fram á Hotel
Hafnia í vikuni. Nú er so
ætlanin at ferðast kring
landið við teimum, soleið-
is, at flest megulig skulu
síggja, hvussu tær virka
og kunnu setaq spur-
ningar til datafólkini.
Nýggju EDV-tólini við
innbygdum microprocess-
orum kosta millum umleið
40.000 og 100.000 kr. Á
DATA hava teir útviklað
ávísar EDV-skipanir til
m.a. revisorar og bók-
haldsvirki og onnur virki.
Tólini kunnu tá klára ein
hóp av uppgávum, sum
virkini annars hava ilt við
at klára nóg væl í dag.
Frammaliga innan
nýtslu av EDV
Tað er einki loyndarmál,
at Feroyar í dag er tað
landið í ellum heiminum,
sum liggur á odda, tá
talan er um nýtslu av
EDV pr. íbúgva. Poul
Pehlsgárd sigur, at vit
sum hava flestar
maskinur, stersta
goymslukapacitet o.a. pr.
íbúgva.
Men hvussu ber so hetta
til, spurdu vit selustjóran
hjá DATA.
— Tað eru fleiri orsekir.
Vit hava í Feroyum ar-
beitt rættiliga miðvístog
áhaldandi á hesum eki. Av
tí at vit eru smáir, so hava
vit ikki fingið tey heilt
stóru og umfevnandi data-
tólini, sum teir hava aðra-
staðni. Vit hava arbeitt
við smærri maskinum.
Tað hevur so gjert, at vit
hava verið noyddir at
brúka hesa útgerðina so
væl sum gjerligt. Júst
hetta hevur givið okkum
nógvar royndir at byggja
víðari uppá.
Hesar royndir føra nú til
ein útflutning av nærum
skræddaraseymaðum
EDV-skipanum til ávís
virki í Íslandi og Dan-
mark. Nú skulu so eisini
føroysk virki hava møgu-
leikan at royna útgerðina.
Fakfólk fáa EDV-
útbúgving
Uppá fyrispurning,
hvussu vit eru fyri við út-
búnum EDV-fólki, sigur
Poul Pehlsgárd, at fyri tað
fyrsta so útbúgva EDV-
fyritøkurnar sjálvi sítt
fólk, harnæst verður
undirvíst í EDV á handils-
skúlanum og á Steðisút-
búgvingini.
— Tað at gera EDV-
programmir er eitt hand-
verk sum eitt hvert annað
handverk, sigur
Pehlsgárd. — Meðan vit
fyrr hava tikið fólk frá
gøtuni til at útbúgva seg
innan EDV so gongur tað
í dag tann vegin, at tað er
betri, at fólk, sum arbeiða
á einum virki fara út og
læra EDV — og síðani
brúka henda kunnleika á
sínum arbeiðsplássi.
— Vit eiga ikki at
trúgva, at EDV er nakað,
sum bert >klókir< heilar
skilja og kunnu arbeiða
við. Í dag er EDV komið
fyri at vera, og tað krevst
ikki so nógv upplæring
fyri at kunna arbeiða við
EDV.
At enda sigur Poul
Pehlsgárd, at áhugin fyri
EDV í Feroyum er stórur,
og hann heldur eisini, at
tað er ein stórur mark-
naður her.
— Just tað at føroyingar
bædi ynskja og krevja
nógv av EDV er grundar-
lag undir einum røttum
utviklingi å hesum øki i
framtíðini.
A —A—A——
Játtanin...
Framhald av síðu 4
at tær veruligu útreiðslur-
nar á fíggjarætlanini eru
bert um 1,5 mill. kr.
Eitt yvirlit yvir fíggjar-
ætlanina hjá teknisku
nevndina, sum eins og hjá
hinum nevndunum er løgd
í neyvum samstarvi við
grannskoðaran hjá komm-
ununi, sær annars soleiðis
út: Lendingar: viðlíkahald
og umvælingar kr. 50.000.
Vegaverkið: smærri vega-
nýgerðir kr. 400.000, við-
líkahald kl. 550.000, rein-
san av vegum og veitum
kr. 100.000, vegagerð eftir
Tverá kr. 50.000 og aðrar
útreiðslur kr. 50.000.
Ruskbrenning kr. 100.000
Kloakkverkið: nýlegging
kr. 500.000, viðlíkahald,
reinsan o.a. kr. 50.000.
Kirkjugarðurin kr.
100.000. Vatnverkið:
nýgerðir kr. 100.000, eftir-
lit og reinsan kr. 30.000.
Aðrar útreiðslur: minnis-
varðin, jólatræið, jóan-
sekan, viðarlundin, stik
o.a. kr. 75.000. Grótbrotið
kr. 555.000. Sandgrevstur
(Skarvasteinur) kr.
220.000.
— Orsekin til, at ar-
beiðsmenninir ikki hava
fingið len, er ikki hon, at
játtan ikki er á fíggjar-
ætlanini. Tí haldi eg ikki,
at tað er átroðkandi at
flyta fólk úr arbeiðunum
hjá teknisku deildini. Hin-
vegin vísa kenir menn á,
at tað ber illa til, at klára
seg við smærri upphæddir
til tey nevndu arbeiði í
kommunu á stedd
sum Tveroyrar kommuna.
Harafturat kemur, at
nógvar vegagerðir, t.d.
breiðkingar, eru neyðugar.
Vit hava liggjandi adress-
ur frá fólki, har víst verður
á ferðsluvanda fyri bæði
bern og fólk, endar Dánjal
av Rana.
SOSIALURIN
Atli Dam, formadur javnadarfloksins skrivar:
Spildurnýggi
mannagongd
i yvirtøkuni
Vit vistu at laksaveida
okkara fór at bera út-
lendskt trýst í sær sum
fráleið, og at vit helst
máttu ganga undir avtal-
ur um hægsta veiðumark,
skuldu vit framvegis
fremja fiskabýti við onnur
lond. Men at hetta avgjørt
skuldi verða eitt spógva-
býti, tá tíðin kom, vardi
okkum ikki. Heldur ikki at
tíðin bleiv ásett so í bræði,
sum Pauli Ellefsen nú
gjørdi.
Tann skelkandi sam-
reðan, útvarpið í fyrra-
kveldið hevði við Paula
Ellefsen legmann, avdúk-
aði, at tað, vit longu
fryktaði eftir fundin í
Reykjavík gongur út fleiri
ár fyrr enn væntað og fyrr
enn neyðugt er.
Á hermótum tala teir
ofta um »reorganisering«
av stríðsmegini ella um-
skipan av frontum og
merkir hetta niðurlag,
bakkast ella undanhald.
Hóast undanhaldið ikki
bleiv nevnt við reinum
orðum fyrireikaði Pauli
Ellefsen so týðuliga ein
pyntuligan máta at borð-
reiða tað, sum henda skal
við næstu samráðing,
nevniliga, at hann fyri at
fáa ein nærum ónýtiligan
EEC sáttmála fer at selja
nógv sterri laksaveiðu-
virði enn virðið av sam-
laðu EEC-avtaluni.
So nógv skal tað kosta
foroyska fiskimanninum,
foroysku fiskastovnunum
og føroyska samfelagnum
at hesin »kann alt — veit
alt«, ikki torir at viður-
kenna, at hann »spilti
spæliå« longu i vár ta
hann kveistraði alt til viks
fyri bragdliga at syna, at
såtmålar ger ein i eini
handavending. Har er ikki
neyðugt at leypa longu-
borg fyri seinri at kunna
flyta ur skåki.
Undanfarna landsstýrið
setti sær sum mál
1200—1500 tons av laksi
sum fyribils kvotu, ið
síðan kundi økjast í mun
til talið av útsettum fer-
oyskum laksamurti.
Laksamurt hevdu vit ikki
tekan, tí ráddi um at drála
við at fáa laksaspurningin
á skránna, og hóast
Kanada hevði hendan
spurning á skránni i sam-
ráðingum sínum við onnur
lond og ynskti veiðubann
innan føroyskt fiskimark,
so eydnadist at sleppa
undan hesum við at átaka
okkum skyldur viðv.
kanadiskum laksi uttan
fyri føroyskt mark, og
slíkan veiða vit jú ikki.
Sitandi landsstýri
ynskti ikki at medvirka
til, at øll kvotan seinasta
veiðuár bleiv veidd, tí nok-
taðu teir bátum, ið veitt
hevdu sína kvotu at veiða
tað, teim stóð í boði frá
bátum, sum ikki greiddu
sína kvotu.
Ístaðin fyri at fara var-
liga um fór Pauli Elelfsen
til Reykjavíkar at siga
norðmonnum, EEC-
monnum og eðrum frá, at
tað er ikki íslendskur, men
norskur, bretskur,
svenskur og franskur laks-
ur vit veiða.
Tá ein soleiðis amar eitt
trýst upp á seg, er ikki
legið, at nú má fremjast
»taktiskt tilbagetog« i út-
varpinum.
Såttmålan við EEC
mæltu vit frå at góðtaka i
var, tí hann var ov vána-
ligur. Fólkaflokkurin, ið
hevði luttikið í ellum
undanfarnu samráðingum
við EEC var greiður yvir
hetta, men koyrilin hjá
Paula fekk eisini hann at
góðtaka.
Kortini var lagnan við
okkum og EEC sáttmálin
kom ikki í gildi í nærum 9
mánaðir.
Hetta gav okkum hevi
til at troyta aðrar veiðu-
meguleikar, ið sýna, at
EEC-såttmali er ikki livs-
avgerandi — hóast vit
prinsipielt eiga at hava
sáttmála um hann er nóg
góður — og vit hevdu nú
tjansin at siga EEC, at
teir onga grund hava til at
vera hástórir, men máttu
finna seg í, at tá teir so
brutu orð síni, so var
eingin sáttmáli í 1981, og
at vit nú byrjaðu av
nýggjum samráðingar fyri
1982. Tá sluppu vit eisini
undan laksasamráðingum
í ár og hevdu enn eitt ár at
leggja til veiðuúrslitið fyri
5 ára skeiðið, EEC vil
leggja til grund fyri
ásetan av laksakvotu.
Men, nei.
Sum ein rættur sjálv-
pínari — fakirur — veipaði
P.E. enn einaferð koyrilin
yvir sær sjálvum og sam-
gonguni, legði í laksa-
trappu EEC's uttan at
varnast, at í slíkari er altíð
laksafella ísett, og makrel-
milliónirnar — so góðar og
tiltrongdar tær eru — tær
rulla nú skjótt út aftur í
laksaskatti til EEC,
meðan 40 skip aftur legg-
jast á toska- og hýsu-
stovnin.
Hendan avreiðing — so
væl hon er í tráð við allan
avreiðingarpolitikkin, vit
longu hava sæð — hon
verður kanska dýrari enn
nakað annað, vit hava
„mist á gólvið< undan-
farin ár.
Sambært fiskifrød-
ingum er ekið norðanfyri
Feroyar eitt laksaeldorado
og eingi prógv eru um ov-
fisking. Við skilagóðari
framferð kundu vit
kanska veitt eini
2500—3000 tons um
nekur ár fyri einar 300
mill. kr. í útflutnings virði,
meðan vit nú, P.E. fór at
fonglast við spurningin
kanska sleppa at veiða
250—300 tons av náði
EEC's.
Vit véna ikki, at so
verður, og vit mótmæla
harðliga, at P. Ellefsen í
vár borðreiðir hetta, hann
boðaði frå í fyrrakvøldid,
nevniliga at stór-útselan í
januar skal geva risavinn-
ing til EEC.
soppe
ERE