Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-11-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. november 1981síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN nt ar Luttakið í orkukjakinum: KEMUR orkan Haldið ikki politikarer + og serfrødingar vita alt Ein nýggj tingseta stendur beint fyri durum. Týsdagin í næstu viku kemur Før- oya Legting saman aftur. Tá skulu mál, sum ikki vórðu avgreidd í seinastu tingsetu tak- ast fram av nýggjum og viðgerast víðari. Eisini tá skulu mál, sum ikki hava verið løgd fyri tingið, leggjast fram. Eitt av hesum málum er: ORKUSPURNING- URIN. Landsstýrismaðurin í orkumálum, Eilif Samu- elsen, hevur boðað frá, at hetta stóra samfel- agsmálið skal leggjast fyri tingið til viðgerð og kjak. Hann sigur í sam- rødu við Sosialin í dag, at ein avgerå må takast f hesi tingsetuni um at útbyggja vatnorkuna. Verður ikki borið skjótt at, so kemur at standa á hjá okkum í næstu framtíð. Tað verður rætt og slætt ikki nokk av orku til húsarhaldini, framleiðsluvirkini o.a. Her á blaðnum meta vit tað vera sera týd- ningarmikið, at eitt breitt og sakligt tjak kemur í gongd — ikki bert á Føroya Løgtingi men eisini úti millum foik. Vit meta eitt blað at vera eitt gott forum fyri einum tílíkum kjaki. Ti hava vit gjørt av nakr- ar av teimum komandi leygardøgunum at hava nøkur bladiskoyti um orkuspurningar. Vit leggja — sum sæst — fyri i dag. Vit geva politikarunum, einum umboði fyri hvønn flokk, orðið. Har- aftrat tosa vit við orku- málaráðharran, Eilif Samuelsen, um orku- mál í komandi tingsetu. Ætlanin er í fylgjandi leygardagsblødum at hava meiri grundlegg- jandi greinar um teir ymsu orkutættirnar. Vit fara í hesum sambandi at heita á menn og kvinnur, sum í sínum dagliga arbeiði meira ell aminni fáast við orku- spurningar at skriva í blaðið. Vit fara eisini at taka brot burtur úr tí áhugaverdu orkubókini, sum varð givin út aftaná > orkurådstevn- una, sum varð hildin i 1978. Tey orkumål, sum vórðu vidgjørd tå, eru ikki av minni åhuga i dag. Vit meta, at hóast tad eru gingin nøkur år, sidani henda békin kom út, so eru málini ikki minni aktuel í dag — kanska heldur tvertur- ímóti. Nú søgdu vit, at ting- menn og síðani fakfólk skulu luttaka í hesum kjaki i Sosialinum. Hetta meta vit ikki vera nóg mikið. Tann stóra fjøld av fólki, sum dag- liga ikki kemur til orða í bløðunum ella í samfel- agskjakinum yvirhøvur, tann partin av fólki, skulu vit hava við í hesum orðaskifti um orkumál. Hóast tað fría orðið í einum demokratiskum samfelag júst gevur hverjum einstøkum møguleikan at siga sina hugsan, so er tað tó ein syrgilig sannroynd, at tann »meinigi« maðurin og kvinnan, treyðugt sleppa ella vilja koma framat. Tað munnu serfrød- ingarnir vita betur enn eg« og >Tað munnu politikkararnir vita betur enn eg« osfr. So- leiðis verður tíkið til. Hesa gongd mugu vit — blødini — royna at venda, tí tað er langt frá altíð, at metingarnar hjá politikarunum og ser- froðingunum eru tær røttu. Sostatt er tað vón okkara, at onnur enn bert tey »vanligu« fólk- ini siga sína hugsan um ein so týðandi spurning fyri okkum geil, sum orka er. Vit vilja gera okkara til at fáa tey við í kjakið. At eldru ættarlidini — tey, sum ráða fyri borg- um — ikki altíð hugsa um at skapa eitt trygt og gott grundarlag fyri komandi ættarlið at byggja á, er eisini ein syrgilig sannroynd. Tað verður ov ofta hugsað um dagin í dag — og tær avgerðir sum verða tiknar, vera tí ikki altíð teimum yngru sum vaska upp, til fyrimuns. Vit halda, at tey yngru, tey, sum í dag ganga í skúla og eru við at útbúgva seg, tey skulu eisini hava møgu- leika at fylgja við tí kjaki, sum fer fram um teirra framtíð. Vit fara tí eisini at heita á tykkum ungu at siga tykkara hugsan. Tað er eingin, sum sigur, at tit ikki vita — um ikki betur — so líka so væl — sum tey, sum í dag stýra land- inum. Ætlanin við hesum ískoytum í Sosialinum er tí eisini at koma út til skúlarnar. Vit fara eins og vit gjørdu við blað- ískoytunum um fiska- aling at bjóða fram- haidsdeildunum og ødrum við at kanna sær »klassasett« við blød- unum um orku. Tá so tingið fer at við- gera hesi mål og útvarp- ið meguliga eisini fer at varpa út orðaskiftið, tá kann henda skrivingin í Sosialinum vera ein hjálp til at skilja spur- ningarnar betur. Framhald á síðu 12 LL ——.