Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-11-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. november 1981síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SØ SOSIALURIN Síða 13 Atli Dam, formaður javnaðarfloksins skrivar: Laksabýtið er spógvabýti Sum ein liður í avreið- ingarpolitikkinum tykist nú Sambandsflokkurin at vera farin undir at smoykja yvirtøkur niður yvir okkum uttan at siga donsku stjórnini, løgting- inum ella Feroya fólki frá. Teir halda kanska, at vit varnast ikki — hesin flokkurin, sum í seks ár rak eina goebbelska pro- pagandu um nakrar neydugar pinkuyvirtøkur — men her fara teir skeiv- ir. Teir byrjadu vid at av- reida uttanlandasiglingina til DFDS og islendingar, hóast hvert mannsbarn i dag tekkir skilaloysið í hesum, nú feroysku skipa- feløgini ásanna, at Strand- ferðslan hevði rætt í hverjum orði, hon segði, um ríku meguleikarnar í hesum eki. Tað mugu bert ikki vera foroyingar, ið duga. Teir hildu á við at kvala føroysku initiativini í heli- koptaraflúgving, tí eitt danskt felag partú skuldi sleppa at reka hesa tæn- astu í einum fullkomiliga ófyrireikaðum projekti fyri ein sinnissjúkan prís. Ikki bert vildu teir loysa donsku sjóverjuna frá teim skyldum, hon nú í 17 ár hevur átikið sær uttan kostnað, men teir vildu heldur ikki vera við til at tryggja eini bíligari loysn fyri fáar miljónir krónur, sum kundi tryggja út- oyggjunum flutning. Pen- ingurin skuldi takast av eini strandfarajáttan sum frammanundan var pínd niður í lítið og einki. Her lá lutvíst ein yvir- teka av donskum skyl- dum, lutvíst ein hepisleys flytan av peningi í nakrar fáar danskar lummar. Tíbetur vóru menn í samgonguni, sum hildu Paula Ellefsen aftur í hesum erskapi, og saman við teimum kunnu vit helst finna eina skilagóða loysn. fyri helikoptaraflut- ningi, tunnelsgerð og strandferðslu komandi tingsetu. Við tógvið strev í eini 10 ár fingu vit danir at útvega eitt sendiloyvi á ávísum frekvensi við 200 kw sendistyrki til Útvarp Feroya. Spurningurin var uppi á fleiri altjóða fundum, og tí at Danmark framman- undan hevði fleiri sendi- loyvi, og tí at so nógv lond lógu framvið eftir avmark- aða talinum av frekven- sum, var tað ikki sum at syfta seið at greiða hend- an spurning. I 1974 var fundurin hildin í Keypmannahavn, men ynski okkara um ein 400 kw sendara vann ikki frama ta ferðina. Í 1976 í Geneve har umboð fyri danska tele- verkið og N. J. Arge um- boðaðu áhugamál føroy- inga, gekk betur, og sam- tykt bleiv at veita Dan- mark — vegna Feroyar — eitt sendiloyvi á nýggjum frekvensi fyri 200 kw sen- dara. Tá tað var Danmark, ið fekk hetta loyvi Feroya vegna, er tað tí, at »Radio- spredning« er B-mål, t.v.s. ikki yvirtikið mál, og tað hava ongantíð síðan 1948/49 verið samráðingar við danir um at yvirtaka hetta mál. Vit hava yvir- tikið ábyrgdina viðvík- jandi tí, ið sent verður, t.v.s. sjálv“: program- síðuna í einum ferðyskum útvarpi, men frekvensur, sendistyrki og sendiloyvi eru ríkismál. Grundgevingin fyri, at okkum untist eitt sterkari loyvi, var einans hon, at vit sum sjálvstýrandi tjóð við egnum máli hevdu tørv fyri at senda á før- oyskum til teir túsundtals føroysku fiskimenn, ið veiddu fjart frá Feroyum. Fortreyt er tí eingin fyri at avreiða hetta loyvi til sendingar á fremmandum máli. Sjálvur gangi eg inn fyri at løgtingid sjálvt byggir nýggja sendisteð og at út- varpið rekur hana. Tað er møsn, at vit ikki hava ráð til hetta. Í 1978, tá tásit- andi landsstýri bað um tingsins heimild til byggjan av nýggjari sendistød, metti núsitandi landsstýrismaður Tor- bjørn Poulsen, at hon kostaði 10 mill. kr. Danska politikkin viðvík- jandi loyvum til sjålvstød- ugar útlendskar sendingar kenni eg ikki, men í Dan- Hin tigandi sviin við tveimum høvdum FASIT 1850 Maskinan er ljóðdoyvd og hevur tvey kúluhevd, rættitast og tabulatormini. Ljós- og ljóðskjeldur eru standardútgerð. Tygum kunnu sjálvur velja, hverja skrivt tygum vilja hava. Harafturat kann maskinan »goyma « tað, hon einaferð hevur skrivað. Soleiðis kunnu tygum »goyma« t.d. brøv, formu- larir o.a. Og sum við øllum frá FASIT so er góðskan tann besta. marks Radio verða bert sendingar, sum stovnurin hevur ábyrgd av, útvarp- aðar, so hugsandi er, at uppskot landsstýrisins um at frátaka útvarpinum einkarrættin til sendingar helst er í stríð við danska politikkin. Undir øllum umstødum er tað 6logligt, at løgtingid lóggevur á einum eki sum burturav er ríkismál. Tað er sostatt ósemiligt, at legtingið fer undir viðgerð av hesum máli fyrr enn yvirteku-spur- ningurin er viðgjerdur saman við dønum og tað er greitt, um vit kunnu yvirtaka tær altjóða skyldur, Danmark okkara vegna hevur í málinum. B-mál kunnu yvirtakast aftaná samráðingar millum stjórnina og heimastýrið tá hesi eru samd um tað, og tá fólka- tingið og legtingið hava samtykt lóg um tað. Men Pauli Ellefsen tykist eyð- sýniliga einsamallur at hava samtykt spildur- nýggja reglugerð um málið. Reglugerð sum gongur út uppá, at bert tú ikki sigur dønum ella løg- tinginum frá hvat fer fram, so kanst tú lóggeva á ekjum sum eru ríkismál. Men hetta er ólógligt og fer tingformaðurin tí helst at taka málið av skránni og mæla Paula Ellefsen til at fara undir samráðingar við donsku stjórnina um at fremja hesa yvirteku, áðrenn steða verður tikin til ynski TWR's. Kemur tað so langt, at hendan yvirtøka verður framd, er tingið vónandi kortini so mikið at sær komið, at tað samtykkir at byggja og reka feroyskan sendara, so sum okkum eisini er loyvt uttan yvir- teku. Útleiga av senditíð til aðrar, ella avreiðing av steðini sum so, er tá ein spurningur, sum steða skal takast til aftaná at yvirtekan er framd. Basarur í KFUK Basarur verður í KFUK mikudagin 11. og hósdagin 12. Báðar dagarnar kl. 19. Eydnuhjól — fiskidammur — kon- dittari og utsøla (nógvir hentir lutir til jólagávur). Vit taka við tøkk ímóti gávum. KFUK Verður at síggja á framsýningini i næstu viku KONTORTEKNIK K v/Oskar Neshamar, undir Heygnum 24, tif. 15475. 3800 Tórshavn