leygardagur 7. november 1981síða 12
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
Eilif Samuelsen, orkumálaráðharri:
Vit mugu fáa kjak
um orkumál — men vit
kunnu ikki bíða við
at útbyggja vatnorkuna
Fiskaídnaðurin
góðska vørurnar
skal ti at
meira —
hetta krevur orku — tað má
ikki henda, at virkini koma at
mangla orku
— Verður ikki ein avgerð
tikin longu í núkomandi
tingsetuni um at útbyggja
vatnorkuna í Feroyum, so
mugu vit longu nú bí-
leggja ein líknandi diesel-
motor, sum tann, ið er
keyptur til verkið á Sundi.
Soleiðis sigur Eilif
Samuelsen, orkumálaráð-
harri uppá fyrispurning,
um landsstýrið hevur
avgjert at góðtaka Sev-
ætlaninar at útbyggja
vatnorkuna í Feroyum.
Eilif Samuelsen sigur, at
landsstýrið enn onga
avgerð hevur tikið til pro-
jektið hjá SEV til útbygg-
ing av vatnorkuni. — Men
henda avgerð má takast
skjótt, skulu vit kunna
nekta okkara orkuterv í
næsmastu framtíð, sigur
landsstýrismaðurin.
Til kjak í tinginum
Hann upplýsir annars, at
landsstyrið fer at leggja
orkuspurningin fyri tingið
til kjak í tingsetuni, sum
kemur. Í letuni savnar
landsstýrið saman allar
upplýsingar og ymiskt
tilfar um orkumál. Hetta
tilfar verður so sent til
allar flokkar, soleiðis at
tað kann vera eitt grund-
arlag til kjak um orku-
spurningar.
Eilif Samuelsen heldur,
at tað er sera umráðandi,
at allir tingmenn koma
fram við sínum áskoðan-
um um orkuspurningin, tí
hetta er eitt samfelagsligt
mál, sum allir eiga at
kenna ábyrgd av.
— Tað er ikki so avger-
andi, um vit koma til eina
endaliga niðursteðu við-
víkjandi ollum orkupoli-
tikkinum í framtíðini.
Henda tingsetan skal vera
karmur um eitt kjak, sum
skal halda fram eisini í
framtíðini.
Norskt felag samt
við Hejgaard
og Schultz
Eilif Samuelsen sigur víð-
ari, at tað kortini er neyð-
ugt, at vit koma til eina
avgerð í spurninginum um
útbygging av vatnorkuni.
SEV hevur gjegnum
danska - projekteringsfel-
agið Højgaard og Schultz
fingið gjert eina útbygg-
ingarætlan. Landsstýrið
hevur gjøgnum orkuráðið
latið eitt norskt felag
kannað projektið. Nú
hevur orkuráðið so frætt
frá norska felagnum, at
tað í hevuðsheitum tekur
undir við projektinum hjá
Hejgaard og Schultz.
Eilif Samuelsen: — Vit
eru noyddir at útbyggja
onkunstaðni nú beinan-
vegin. Tað er alt ov kost-
naðarmikið at gera okkum
enn meira bundnar av olj-
uni, og tí meti eg, at ein
útbygging av vatnorkuni
má fara í gongd nú. Sjál-
vur haldi eg, at henda út-
byggingarætlanin hjá
SEV er væl undirbygd. Tó
skal eg viðganga, at hon
hevur sínar vansar, men
vit eru nú einaferð noyddir
til at hugsa um fram-
tíðina. Vit koma at hava
steðugt sterri terv á meiri
orku, nú okkara hevuðs-
vinna skal leggja um til at
góðska fiskin meira í Fer-
oyum, áðrenn hann fer av
landinum.
Landsstýrismaðurin sig-
ur víðari, at tað má ikki
henda, at virkini brádd-
liga ein dag standa og
mangla orku, bert tí vit
ikki fingu sett vatnorku-
útbyggingina í gongd.
Eisini aðrar orku-
keldur
Uppá fyrispurning um vit
ikki eiga at byggja uppá
alternativar = orkukeldur
eisini, sigur Eilif Samuel-
sen, at tað eiga vit so av-
gjørt. — Eg eri fyri at
spjaða okkara orkunýtslu
yvir á fleiri orkukeldur,
m.a. bæði vindmylnur og
kolaverk. Tað er greitt, at
hetta má kannast gjella,
áðrenn vit kunnu byrja av
álvara. Vindmylnufram-
leiðslan er eitt gott alter-
nativ. Men vit eru enn ikki
komnir so langt við
hesum, at vit kunnu lýta á
hesa eini orkukeldu aleina.
Javnaðarfl....
Framhald av síðu 11
Landsstýrið gekk
undir hesa samtykt,
men enn er einki tilfar
latið og enn er einki
orðaskifti ásett.
Hetta hevur nú
skund, tí givið er, at so
nógvir torgreiddir
spurningar eru í hesum
máli, at arbeiði at loysa
teir tekur mong ár og
mugu tí skapast megu-
leikar fyri at kann-
ingararbeiðið verður
framskundað, meðan
farið verður í gongd við
bygging á teim ein-
støku økjunum.
Vatnið skal utbygg-
jast, men hvussu
nógv? Vindurin goymir
heilt stórar megu-
leikar, men hvussu
loysa vit regulerings-
spurningarnar? Kunnu
vit greiða tervin við
smærri vatngoymslum
(»reservoirum«) við at
spenna vindmylnuork-
una fyri pumpuverk, ið
steðugt fylla vatn-
goymslurnar? Kann
kaðalprojektið á
nakran hátt tengjast at
orkutervinum inni á
meginlandinum?
Í hvenn mun skal
teknisk orka framleið-
ast við olju, føroyskum
koli ella innfluttum
koli?
Tann politiska stødu-
takanin til vindmylnu-
útbyggingina er heldur
ikki greið. Hver skal
byggja? Hver skal
reka? Skulu teir ein-
staklingar sum byggja
og reka, takast burtur
úr felagsskapinum, so-
leiðis at hesin kann
framleiða nakað minni,
men samstundis má
útlíkna kostnaðin á
færri herðar? o.s.fr.,
0.s.fr.
Sosialurin eigur ti
tøkk fyri, at hann fer
undir at leggja allar
hesar spurningar fram
í ljósið. Ein rett stødu-
takan liggur tá nærri
verunleikanum.
Haldið ikki...
Framhald av síðu 9
Tað er vón okkara, at
kjakið kann gerast eitt
kjak um: hvussu vit øll
— samfelagið í síni
heild — kunnu fáa sum
mest burtur úr einum
skilagóðum orkupoli-
tikki. Latið ikki politik-
ararnar sleppa at
trumfa igjøgnum
loysnir, bert fyri at
hjúlka um seg og síni
fyri á tann hátt at
tryggja sær afturval —
loysnir, sum framtíðin
fer at venda bakið, tí
tær tæntu bert áhuga-
málunum hjá eini stutt-
skygdari politiskari
tingmanning.
Jan Miller,
blaðmaður
SOSIALURIN
Sjålvstyris…
Framhald av sidu 10
Hendan stødutakan
floksins er ikki broytt
við ti sum til nú er frá-
sagt um turrleggjan av
hagum, tíningin av
flest meguligum áar-
lekum í firðirnar, og
tær milliónir tons av
sjógvi sum árliga halda
firðir og sund rein og
hava tað ið viðferir ið
er ein fyritreyt fyri lív.
Tað er tí vón floksins
at vit gera nýtslu av
tekari fossamegi sum
umsett til oljukostna í
dag svarar til um 100
mill. kr. eitt ikki týdn-
ingarleyst tal í okkara
búskapi.
Vónandi verður
hendan ætlan íkki
framhaldandi politisk
handilsvera í Tingnesi,
hetta hevur verið okk-
um dýrt nokk til nú,
hvat hver einstakur,
ídnaðurin og eisini
landskassin má
ásanna.
Hendan útbygging
kemur sjálvandi ikki at
loysa okkara orku-
spurning á hesum eki
fyri alla framtíð.
Neyðugt er tí við al-
ternativum loysnum,
og er tá vindmegin eitt
gott ískoyti, ein orku-
kelda ið eins og vatni er
okkara egna. Fremm-
andar orkukeldur so
sum olja og kol eiga vit
at verða minst megulig
knýtt at. Nú veit eg at
onkur hugsar um kola-
verki sum grundlast-
verk, við partvísari
nýtslu av tí orkufá-
tæka kolinum vit eru
vælsignað við, men til
borgan fyri hesi loysn
krevst rúgvismikil
prógvtilfar.
Eisini = kundi tað
gjerst torfert at fingið
geologiska undirtøku
til virksemi innan kola-
grevstur til umrødda
endamál.
Tað er soleiðis eftir
floksins tykki heilt
burtur við at framstilla
tær ymisku orkukeld-
urnar sum endaligar al-
ternativar loysnir, men
eiga allar nú kendar og
komandi loysnir at
finna nýtslu í teirri rað-
fylgju ið tekniskt og
fíggjarliga er hin besta.
Tá hugsað verður um,
at vit fyri stersta part-
in nýta orkukeldur sum
bæði í fyrstu og aðru
reð kasta almikið av
spillihita frá sær, so
var tað bert rímiligt at
tann kreppa sum tók
seg upp í 1973 innan
oljumarknaðin fekk
teknokratar at taka
orkuspurningar til
álvarsama umhugsan.
Sparsemi á sjógvi og
landi, umleggjan innan
framleiðslur, og nýtslu-
gerð av øllum tí ið ann-
ars bant nakað av orku,
her íroknað beinleiðis
spill frá husarhaldi,
ídnaði og fyritøkum.
Enn er lítið komið
burtur úr, uttan
ósemja hóast politiska
undirteku.
Framburðs...
Framhald av síðu 11
Hetta at vit føroy-
ingar halda, at bert
monopolir ella einkar-
rættir eru til staðar, so
er »den hellige grav vel
forvaret« er helst ein
leivd frå kongaligu
einahandilstidini. Men
eftir 125 årum uttan
kgl. einahandil má
hesin tvangstanki
kunna sleppa okkum.
Skulu vit fáa ein bert
sámuligan elorkuprís,
so má nýtt grundarlag
undir framhaldandi el-
útbygging. Fyrsta boð
má tí verða, at SEV
ikki fær loyvi til fram-
haldandi útbygging,
men verður ístaðin av
útviklinginum tvungin
inn í eina djúptgangan-
di rationalisering.
Harnæst má einkar-
rætturin (monopolið)
avtakast fyri at fáa
sunna kapping á
hesum eki.
Fyri tað triðja má ein
mótpolur til SEV set-
ast á stovn, soleiðis, at
kapping verður
tryggjað á ein tílíkan
hátt, at báðir polar
hava áhuga fyri at út-
vega brúkarunum
ódýra orku. Fyrr skulu
vit ikki gera okkum
vónir um ódýra orku,
hvat ið elorku viðvíkir.
Fyri tað fjórða má
forast ein miðvísur
orkupolitikur, sum
umfatar orkugoymslu
til longri tíð, orkupul-
jing og harav fylgjandi
orkueindarprísir, nak-
að sum vil gera, at
meira verður hugsað
um „hvat kostar
orkan«, áðrenn iløgur
verða gjørdar, og må
orkupolitikkurin eisini
umfata meguleikar fyri
endurnýðslu, privat-
framleiðslu og avlops-
selu av orku.
— Vit hava tríggjar
formar fyri orkunýtslu,
men tað ber ikki til at
fara at viðgera hesar
nágreinliga enn. Tær
orkur vit mest nýta
fara eil el, varma og
framdrívning, og er at
vóna, at onkur fer at
lýsa hesar hver sær.
Øe
SE
SA
DN