leygardagur 7. november 1981síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Síða 11
politisku flokkarnir um orkumál
Framburðs- og
fiskivinnuflokkurin
Adolf Hansen, leg-
tingsmaður, skrivar
Nýtt grundarlag
undir framhald-
andi elútbygging
Sosialurin hevur heitt á
undirritaða um, saman
við eðrum at hava eitt
innlegg í eitt »orku-
nummar< av Sosi-
alinum.
Tað má sigast at
vera eitt gott tiltak av
blaðnum at skapa eitt
tjak um orku, áðrenn
tingið fer undir eitt
orkutjak, soleiðis at
flest megulig sjónar-
mið koma fram um
henda spurning.
Tó fari eg at seta eitt
spurnartekin við, um
tað er rætta forum
blaðið hevur valt. Her
hugsi eg um tingmenn.
Uppgávan hjá blað-
num skuldi heldur
verið, at vent sær til
onnur soleiðis, at hesi
kundu givið sínum
fólkavaldu ymisk hug-
skot.
Tingmenn vita ikki
alt, men skulu ofta
taka steðu, og er tað
altíð gott at fáa ráð og
hugskot frá ymsum
síðum.
Við tað at flokkur
okkara júst í hesum
degum hevur limafund-
ir í feløgunum um m.a.
henda spurning, er tað
ikki rætt at koma við
einum útdýpandi inn-
leggi, um floksins
steðu, áðrenn limirnir
hava sagt sína hugsan í
hesum máli. Soleiðis er
tíðspunktið ikki tað
rætta, men lat tað fara.
Um aldamótið reisti
Ólavur á Heygum
spurningin um at
temja ta stóru orku,
hann sá í teim fossandi
áunum, soleiðis at tær
vórðu gjerdar um til
elorku. Lagnan, mót-
gangur og vånatidir
gjørdu, at hetta
hansara verk, hóast
byrjað, ikki varð full-
ført.
Fræid vard såad, og
mong år seinri bar tað
åvøkst. Men spurning-
urin er, um åvøksturin
er tann, Ólavur hevði
vónað. Hjá honum
einsvæl sum hjá
hansara bróðursyni,
Harry Fonsdal, ið tók
tráðin upp eftir hann á
vatnkraftsekinum, var
vónin:
bílig elorka til ell.
Harry Fonsdal førdi
hugsjónina víðari, men
varð settur til viks av
teimum, sum inspirer-
aðir av Ólavi og Harry,
hildu seg vita betur, og
úrslitið er har eftir:
Fimm falda so dýra
elorku sum t.d. norð-
menn. Tað er so lætt
at kveða við, tá annar
skipar, men verður
hann, ið skipar settur
uttanfyri, kemur ofta
slingur í dansin, og tað
er hvat, ið er hent.
Ein kann spyrja, hví
okkara elorka er so dýr
í mun til grannalon-
dini. Spurningurin er
lættur at svara, men
torferur at loysa. Svar-
ið verður, at grundar-
lagið undir okkara el-
útbygging var og er ov
vánaligt. Utbyggingin
var og er ikki grundað
á fria og sunna
kapping, men á eitt
monopol, ið bleiv lóg-
arfest, áðrenn spakin
varð settur í.
Framhald á síðu 12
Javnaðarflokkurin
Atli Dam, legtings-
maður, skrivar
Vatnið skal
útbyggjast men
hvussu nógv?
Tjakið um orkumegu-
leikar okkara og orku-
útbygging hevur higar-
til verið merkt av sera
festum steðutakanum
fyri ella ímóti einum
meguleika meðan sam-
stundis allir hinir
meguleikarnir eru burt-
urgloymdir ta letuna
hesin ávísi er uppi.
Summir hava loyst
allan spurningin við
kaðali úr Íslandi, aðrir
meta vatnorkuútbygg-
ing SEV's lívsneyðuga
fyri tjóðina og
uppaftur aðrir rokna
við at kolið í Suðuroy
ella vindmegin kemur
at loysa allar spurning-
ar, í hvussu er fram til
tann dagin, teknisku
trupulleikarnir við um-
seting av aldumegi,
fusiónsmegi, sólarmegi
ella aðrari til nýtiliga
orku eru loystir.
Tjakið hevur verið
rættiliga einvíst og
lítið snúð seg um
hvussu vit samanseta
útbyggingina innan
teir einstøku meguleik-
arnar, tí sannleikin er
tann, at eingin av teim
givnu møguleikunum
einsamallur loysir okk-
ara trupulleikar å ein
búskaparliga forsvar-
ligan hátt. Tí er tað
gott, at Sosialurin nú
leggur upp til eitt orku-
politiskt tjak á breið-
um grundarlagi.
Vit eru helst í teirri
steðu meira enn nakað
annað land, at vit noyð-
ast at troyta allar teir
givnu móguleikarnar
til eitt ávíst mark og
ikki longur, og hetta tí,
at hin einstaki megu-
leikin hver sær goymir
eitt ella annað stig í út-
byggingini, har fram-
leiðslan er »optimal« í
mun til ílegukostnaðin,
soleiðis at vit noyðast
at leggja okkum onku-
staðni nærhendis
hesum stigi.
T.v.s. ein ov lítil út-
bygging er ikki
rationell ella fíggjar-
liga forsvarlig meðan
útbygging til troytan í
fult mát gerst alt ov
dýr í mun til fíggjar-
ligu beriorku okkara.
Vit mugu spæla uppá
allar teir givnu strein-
girnar og sum kunnugt
gevur einki ljóðferi
harmoniserandi tónar
frá sær uttan at hver
strongur er stemmaður
eftir hinum.
Fráfarna landsstýri
lat skitsuætlan SEV's
viðv. vatnorkuútbygg-
ing til nærri kanningar
fyri at finna út av, um
troytan av vatnorku í
slíkt mál var skilagóð
ella um ein nýtsla av
meguleikum við færri
ílegum var skilabetri.
Avfallseki okkara er jú
so sera avmarkað.
Samstundis var
hetta ætlað at geva
orkuráðnum høvi til at
umhugsa hvussu aðrir
streingir kunnu tvinn-
ast fyri at heildarúrslit-
ið gerst hitt best megu-
liga.
Hesar kanningar eru
lutvist gjerdar og
kravdi tí tingið í vár at
teka tilfarið nú verður
givið leyst av lands-
stýrinum og at tingið
fær meguleika at fara
undir eitt orkuorða-
skifti.
Framhald á síðu 12
Sambandsflokkurin
É Ivan Johannesen, leg-
í tingsmaður skrivar:
Skynsom út-
bygging av
vatnorkuni
Orka er eitt stórt mál
og hevur tey seinastu
árini havt stóra ávirk-
an á okkara økono-
misku viðurskifti og
harvið alt okkara sam-
felag.
Eg vil svara persón-
liga og ikki fyri flokkin
men vísa á, hvat flokk-
urin er gingin við til í
samgongu skjalinum.
Miðað verður ímóti
at útnytta heimligar
orkukeldur. Tá ið nógv
av okkara fólki tosar
um orku, so er tað mest
bara SEV tosað verður
um. Men um vit taka
nýtsluna av olju, so
fordeilir hon seg umleið
soleiðis:
Skipini 40%, upphit-
ingarendamál 30%, bil-
arnir 10%, SEV 10%
og annað 10%. Vit
eiga, at miðja ímóti at
vera so sjålvbjargin
sum gjørligt å hesum
øki, ti um tad skuldi
hent at tað verður av-
markað ella kanska
heilt avskorið við til-
fersli av olju av einari
ella aðrari orsøk, tað
kann vera kríggj ella
okkurt annað kemur í
vegin.
Eg haldi, at ein skyn-
som útbygging av
vatnmegini eigur at
fara fram. Tað kostar
nógvan pening at út-
byggja vatnorkuna,
men tað lenar seg, og
so er arbeiði í landinum
og harvið meginpart-
urin av peningunum til
útbyggingina bara í
cirkulatión her heima.
Tað verður nógv
tosað um og skrivað
um kolaverk — heldur
enn at útbyggja við
dieselverkum, men tað
eru vissir trupulleikar
at framskaffa kol.
Hesar trypulleikar
hevur m.a. Danmark
havt. Men um vunnið |
verður á hesum trupul-
leikum er óivað rætt
eisini at hava kolaverk.
Tað er rætt, at orka
frá renovatiónini
verður útnyttað til
upphitingarendamál.
Her hugsi eg um ætlan-
ina, sum er fyri Toftir
og Rúnavík. Nú er so
tann fyrsta vindmyllan
av sínum slag gjerd í
Feroyum, sum er uppá
90 kw. Sjálvandi má
hetta metast sum ein
royndarmylna, so tá
hon hevur koyrt eina
tíð er rætt at framleiða
fleiri. Vindmyllan kann
nýtast til ymisk enda-
mál, men eg haldi, at
best er til upphitingar-
endamál, um nú nekur
taka seg saman og
keypa eina vindmylnu
sum so aftur drívur
eina hitapumpu, ell
man setir varma stavar
inn í ketilin.
Aldur > hava vit
nógv av i Føroyum,
men royndirnar eru
ikki komnar langt enn,
men tað er rætt eisini
at fylgja við á hesum
eki.
Í Suðuroy eru um 10
mill. tons av koli og
mæla flest allir til, at
hetta verður goymt at
taka til um okkurt
óvæntað hendir. Hetta
er óiva rætt, men eg
haldi, at nakað kann
høggast til upphit-
ingarendamál.
Eg haldi ikki, at vit
skulu fara undir at
byggja kjarnorkuverk,
ikki enn í hvussu er