mikudagur 11. november 1981síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Tórshavnar byråd:
Orsøkin til, at nógv
getuljós í Havn annað-
hvert ikki verða tend-
rað ella slókt seinri á
kveldi er eina og aleina
sparing.
Hetta upplýsir for-
maðurin i teknisku
nevndini hjá býráð-
num, Jákup Sune
Jacobsen.
Spurningurin varð
reistur á býráðsfundi
hóskveldið í síðstu
viku, tá Heðin Morten-
sen, býráðslimur, han-
daði býráðsformann-
inum eitt skriv, har
hann m.a. sigur, at
nógva staðni er so
myrkt nú, at tað má
haldast at vera ófor-
svarligt ikki at tendra
øll getuljósini. Hetta
ger seg galdandi bæði
fyri fótgangarar og
bilistar.
Heðin Mortensen
heitir tí á teknisku
nevnd um at tendra øll
getuljósini aftur, og
um peningur tervar á
konto'ini »gøtuljos«, er
hetta ein spurningur,
sum figgjarnevndin
eigur at rætta beinan-
vegin.
Jåkup Sune
Jacobsen sigur, at játt-
Alternativ orka í Fuglafirdi:
Gøtuljés eru sløkt
ti tað skal sparast
anin er ikki brukt, men
at el-prisurin er upp-
farin.
Ti verður onnur hver
pera slekt, har tað letur
seg gera. Annars
verður hendan skip-
anin útbygd, soleiðis at
hon virkar betur um
alla Havnina.
Sosialurin: — Um nú
eitt fólk dettur í einum
av hesum heilt myrku
og ófantaligu get-
unum, brýtir seg
sundur og verður ar-
beiðsleyst, letur komm-
unan so endurgjald?
Jákup Sune Jacob-
sen: — Eg rokni ikki
við, at viðkomandi per-
sónur fær endurgjald,
uttan viðkomandi
leggur tað fyri rættin
og fær viðhald. Hin-
vegin dettur t.d. onkur
í eina vegrist, sum ikki
er í lagi, tekur komm-
unan ábyrgdina.
Annars leggur Jákup
Sune Jacobsen afturat,
at tekniska deildin
roynir alt hvat hon
kann at gera gongu-
breytir við teir eldri
vegirnar, sum ofta eru
vánaligir, smalir og
ófantaligir.
Orkuráðið hevur nú
verið í Fuglafirði og
hugt eftir meguleik-
unum at savna vatn í
ánni, har Fuglafjarðar
kommuna hevur um-
hugsað at seta eitt
automatiskt vatnorku-
verk.
Tað var fyrr í heyst,
at Fuglafjarðar komm-
una sendi eitt uppskot
um uppsetan av vatn-
orkuverki til Orkuráðið
til ummælis. Uppskot-
ið hjá kommununi er
frá norsku fyritøkuni
Trygve Elind a.s. Tað
miðjar ímóti at seta
eitt minni vatnorku-
verk upp í eini á.
Steintór Larsen,
bygdaráðsformaður í
Fuglafirði, upplýsir, at
Orkuráðið tóktist posi-
Kommunan skal
gera vatnmåt-
ingar í eitt ár
Norðara ella Miðhorn
Eitt getunavn elvdi til næstan tímalangt orðaskifti á
býráðsfundi í Havn síðsta hóskveld.
Ein meiriluti í teknisku nevnd mælti til at kalla getu í
Havnardali Norðara Horn, meðan ein minniluti helt
upp á Miðhorn. Við atkveðugreiðsluna fullu bæði upp-
skotini. Í báðum ferum vóru fimm í móti og fimm fyri.
Málið fór sostatt aftur í gøtunavnanevndina.
tivt og at avtalað varð
gjørd um, at nú skal
kommunan gera vatn-
mátingar í ánni í eitt
ár.
Hetta verður gjert
við einum profili og
eftir vatnhæddini á
honum kann roknast
út, hvussu nógv rennur
pr. sekund og hvussu
nógva orku vatnið
kann geva.
Fyrr í heyst upplýsti
Steintór Larsen fyri
Sosialinum, at tað, sum
kommunan hevur
hugsað um at brúka
hesa alternativu
orkuna til, er til skúlan.
Í hesum sambandi
hevur bygdaráðsfor-
maðurin eisini arbeitt
við tankanum at seta
eina hitapumpu upp.
Figgjarnevnd Tvøroyrar býráðs:
Skeiðið fólkið út
til samráðingar við
fakfeløgini eru loknar
Formaðurin i teknisku nevnd heldur ikki, at figgjarnevndin kann
gera tað, tá játtanir eru tøkar, og uttan tekniska nevndin hevur
vidgjørt åheitanina
Friggjadagin i sidstu viku
fekk tekniska nevndin og
havnanevndin i Tvøroyrar
byråd bræv frå figgjar-
nevndini hjå byrådnum
um at koyra arbeiðsmenn-
inar heim beinanvegin.
Formaðurin í havna-
nevndini, Jóannes Eides-
gaard, lat boðini fara til
manningina á Skarvanesi,
sandbátinum, sunnu-
kveldið, meðan
formaðurin i teknisku
nevnd, Dánjal av Rana,
lat vera við at koyra ar-
beiðsfólkið undir teknisku
nevndini til hús.
Brævið frá fíggjar-
nevndini var undirskrivað
av Sverra Midjord, bý-
ráðsformanni.
Í brævinum verður m.a.
sagt, at eingi arbeiði skulu
fara fram, fyrr enn sam-
ráðingar millum býráðið
og FA óg Fylking hava
verið, og tryggleiki funnin
fyri arbeiðsgongd og len-
gjalding hjá kommununi.
Annars verður upplýst
í brævinum, at arbeiðs-
menninir fingu lenareftir-
steðuna útgoldnað sama
dag. Og hon er útgoldin,
hava vit fingið upplýst.
Nevndin má taka
steðu
Dánjal av Rana sigur, at
orsekin til, at hann ikki
hevur koyrt arbeiðsmenn-
inar til hús er fyri tað
fyrsta hon, at hann metti,
at einki stig eigur at verða
tikið, fyrrenn ell nevndin
hevur viðgjert málið.
Harafturat vísir Dánjal
av Rana til grein 17 í
kommunulógini. Í henni
stendur:
»Nevndirnar umsita tey
mál, sum verða latin teim-
um upp í hendur, samsvar-
andi fíggjarætlanini og
fyriskipanum bygdaráð-
sins. Tær skulu ansa eftir,
at ikki verður farið upp
um tær játtaðu peningar-
upphæddirnar, og skulu í
gjøgnum figgjarnevndina
gera tilråding til bygda-
ráðið, um eykajåttan er
neydug«.
Við hesi lógargrein i
huga metir Dánjal av
Rana, at fíggjarnevndin
kann ikki taka hetta
stigið, tá játtaninar á
fíggjarætlanini til arbeið-
ini hjá teknisku nevndini
ikki eru brúktar.
Loysn finnast í dag
Endin á fundarvirkseminum á
Tveroyri mánadagin í nevnd
um og millum figgjarnevnd-
ina og Føroya Arbeiðarafelag
og Fylking var, at fíggjar
nevndin og tekniska nevndin
skulu hava ein fund í dag
Formaðurin í teknisku
nevndini, Dánjal av Rana,
upplýsir, at hinir báðir nevnd
arlimirnir tóku undir við
honum á fundi seinrapartin
mánadagin, og vildu íkki
leggja arbeiði niður, fyrr enn
fundur hevur verið millum
teknisku nevndina og fíggjar
nevndina
FA-formaðurin, Ingeborg
Vinther, sigur, at feløgini
settu ynski fram um, at trygd
varð fingin fyri, at eingin ar
beiðsmaður varð útskeiðaður
nú ella undir eini meguligari
umplasering. Og tað fer fund-
urin í dag at vísa.
Kaldbaksvegurin skal
asfalterast i næstum a.
Vegurin av Sund
i og inn í Kaldbaksfjørd skal asfalterast í næstum. Kanska innan
fjúrtan dagar eru farnir, er asfalteringsarbeiðið byrjað, upplýsir Óli Petersen, hjá lands-
verkfrødinginum.
Vegurin er ógvuliga vánaligur, og í síðstu viku vendi ein lesari sær til okkara og
segði, at tað var næstan ikki koyrandi eftir vegnum í stóðum, so nógvar holur vóru í
honum.
Hetta hevur eisini havt keðiligar avleiðingar fyri bilar og rutubilarnar, sum hava verið
noyddir at skift forrút og stoytdoyvarar fleiri ferðir.
Í løtuni verður forarbeiðið til asfalteringina gjørt, soleiðis at eitt lag av grovum beri-
asfalti kann leggjast á.
1];
svara
Hvat heldur tú
um ætlanina at
seta á stovn al-
ment sjónvarp?
Kjartan
fiskifrødingur:
Hoydal,
— Eg eri fyri almenn-
um sjónvarpi. Sjón-
varpið eigur at vera
undir almennum
eftirliti. Tað eigur at
vera skipað eins og
útvarpið, har tað
fyrst og fremst hevur
tilknýti til feroyska
samfelagið, og har
tað verður stýrt av
foroyskum politisk-
um stovnum.
Peter Martin Ras-
mussen, prestur:
— Í princippinum eri
eg fyri almennum
sjónvarpi. Tað eigur
at verða skipað sum
útvarpið, sum eg
haldi virkar fullvæl.
Eg haldi eisini, at út-
varpið og sjónvarpið
eiga at koma undir
sama stovn.
Napoleon Djurhuus,
timburmadur:
— Kunnu sendingar-
nar úr Feroyum
gerast beturi — her
hugsi eg serstakliga
um teknisku góðs-
kuna — og fer eitt
tílíkt sjónvarp ikki at
kosta alt ov nógv, so
haldi eg, at sjón-
varpið eigur at vera á
almennum hondum.
Síða 3
;