mikudagur 18. november 1981síða 2
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
Javnaðarflokkurin:
Fáið íbúðargrunnin
at virka — 8 mill. kr.
eru í honum
Hvorki landsstýrið ella løgtingid hava
valt síni umboð í nevndina fyri íbúð-
argrunnin.
Bert Tórshavnar býráð
hevur valt síni umboð
Tríggir legtingsmenn,
Jóannes Dalsgaard,
Jákup Lindenskov og
Vilhelm Johannesen,
allir úr javnaðarflokk-
inum, hava lagt soljóð-
andi uppskot til sam-
tyktar fyri legtingið:
„Legtingið áleggur
landsstýrinum sum
skjótast at velja sín lim
í stýrið fyri Ibudar-
grunninum og
legtingið áleggur
somuleiðis landsstýr-
inum at gera reglur fyri
virki grunsins soleiðis,
at hesin grunnur kann
fáast at virka«.
Átroðkandi sosi-
alur spurningur
Í viðmerkingunum til
uppskotið siga teir
tingmenninir:
„Sum kunnugt er
íbúðartrotið í Tórshavn
og eðrum føroyskum
býum framvegis ein
hin mest átroðkandi
sosiali spurningurin.
Sum steðan er á íbúð-
armarknaðinum við
troti á grundstykkjum,
ovurhegum grund-
stykkjaprísum, av-
markaðum og dýrum
lánimeguleikum og
steðugt hækkandi
prísum á byggitilfari,
eigur alt at verða gjert,
sum geras kann frá al-
mennari síðu til tess at
betaum íbúðarneyðina.
Ein meguleiki er, at
Íbúðargrunnurin verð-
ur fingin at virka, so at
tær 8 milliónirnar, sum
í letuni standa í hesum
grunni, kunnu koma
teimum mongu, sum í
dag standa uttan íbúð,
til góðar.
Seinni fyrilesturin
um Heðin Brú
Í annaðkveld kl. 20 hevur
Jógvan > Isaksen, bók-
mentafreðingur, seinna
fyrilestur sín um skald-
skapin hjá Heðini Brú.
Fyrilesturin verður í
fyrilestrasalinum á Fróð-
skaparsetrinum.
Fortreytirnar fyri, at
hesin grunnur kann
fáast at virka, eru
hesar:
Fyri tað fyrsta, at
grunnurin fær eitt stýri
og eina reglugerð, so-
leiðis sum ásett í lóg
nr. 100 frá 1. desember
1978. Fyri tað næsta,
at áhugi er hjá
kommunu ella komm-
unum fyri at nýta teir
meguleikar, sum
grunnurin gevur.
Tórshavnar býráð
sýnt áhuga
Sum steðan er í letuni,
eru hesar fortreytir lut-
víst uppfyltar við tað,
at Tórshavnar komm-
una hevur synt åhuga
fyri at nýta grunnin við
at velja sínar tveir
limir í styrið fyri
grunninæum. Sum
kunnugt er stýris-
skipan grunsins soleið-
is, at avvarðandi
kommuna eigur at
velja tveir limir fyri
hverja íbúðarbygging,
sum er ætlað at seta í
verk, og so sita teir log-
tingsvaldu og tann
landsstýrisvaldi í stýr-
inum fyri hesa bygg-
ing.
Javnaðarflokkinum
kunnugt hava hverki
legting ella landsstýri
enn valt sínar limir og
tað er mikið spell, tí so
leingi hetta ikki er
hent, fær grunnurin jú
ikki virkað. Í brævi til
tingformannin dagfest
hin 16. november 1981
heitir Javnaðarflokk-
urin á formannin um
sum skjótast at skipa
fyri vali av legtingsins
umboðum í stýrinum
fyri Íbúðargrunn-
inum«.
Bingo i Losjuni
Komandi leygardag kl. 16
verður bingo i Losjuni í
Havn til frama fyri frítíð-
arítrivið.
Losjan hevur opið hús
fyri tilkomin og eldri
hvenn fríggjadag kl. 15 og
kl. 20 fyri øll.
Orsaka av sjúku er ítróttatilfarið
hesa ferð nakað minni enn vanligt.
Føroyar standa fyri álvarsligum vali:
Skulu gera sáttmála við EF
ella veiða laks á foroysku
landleiðini
Løgtingsmenn førdu fram, at sáttmálin við EF skuldi slettis ikki verið góðkendur
— Legmaður hevur avreitt
suverenitetin á feroyskum
sjógski og hevur latið lóggáv-
una á hesum eki til EEC,
segði Petur Reinert m.a. í tí
drúgv og lívliga orðaskift-
inum á legtingsfundinum
mánadagin um steðuna hjá
laksafiskiskapinum á fer-
oysku landleiðini.
Orðaskiftið bendir á, at løg-
tingsmenn meta, at laksa-
veiðan hevur so alstóran týd-
ning fyri føroyska samfel-
agið, at Atli Dam m.a. bar
upp á mál:
— Laksaveiðan hevur so
stóra framtíð, at tað er eitt
álvarsligt val, um vit í heila
tikið skulu gera sáttmála við
EF ella veiða laks á feroysk-
um eki.
Umreðan av laksaveiðuni á
feroysku landleiðini gjerdist
ein orðadráttur millum and-
steðuna, sum metti, at lands-
stýrið hevði borið seg út av
lagi ófantaliga at, og lands-
stýrið, sum metti, at tað
hevði borið seg rætt at við
m.a. at góðtaka sáttmálan
við EF við teirri treyt, at
samráðast skuldi um laksa-
veiðuna við Feroyar.
Fyritreytirnar broyttar
Framsegumaður tjóðveldis-
floksins, sum hevur biðið um
at fáa hesa umreðuna á løg-
tingið, Petur Reinert, ferdi
m.a. fram, at frá tí at sam-
ráðst var um sáttmálan við
EF síðsta vár, tá legtingið
eisini góðtók hann, tik EF
góðtók hann fyri stuttum,
vóru fyritreytirnar fyri sátt-
málanum so nógv broyttar,
at hann átti ikki at verið góð-
tikin.
Petur Reinert helt, at Pauli
Ellefsen, løgmadur var farin
út um sína kompetancu, tá
hann góðkendi sáttmálan
uttan at ráðfera seg við
marknadarnevndina. Petur
Reinert skýrdi framferðira
fyri ábyrgdarleysa. Ja, hann
fór so vítt, at hann metti góð-
tekuna vera ólógliga, tí so
nógv vóru fyritreytirnar
broyttar.
Eisini helt hann, at tað átti
ikki at verið samráðst um
laksin, so leingi spurningurin,
um hvar laksurin gýtti og lat
seg feða, var avkláraður.
Osakligt
Hilmar Kass, formadur i
marknadarnevndini, helt hin-
vegin, at Petur Reinert var
ógvuliga ósakligur. Hann
vísti á, at tann fyrsti, sum
hevði bundið feroyingar til
nakað á laksaøkinum var júst
Petur Reinert, tá hann var
landsstýrismaður.
Hilmar Kass vísti á, at
Petur Reinert hevði gjert ein
rammu sáttmála við Canada,
og eftir honum fingu føroy-
ingar ikki loyvi at veiða cana-
diskan laks uttan fyri 200
fjórðingar.
Annars dugdi Hilmar Kass
ikki at skilja, at menn, sum
hava luttikið í samráðingum,
ikki dugdu at skilja, at føroy-
ingar vóru noyddir at viðgera
hendan spurningin í samráð-
ingum við aðrar.
Ein bjarnatænasta
Adolf Hansen, úr framburðs-
og fiskivinnuflokkinum, helt,
at Pauli Ellefsen hevði gjert
Feroyum ta størstu bjarna-
tænastuna nakar feroyingur
hevði gjørt Feroyum við at
fortala seg í samreðu í út-
varpinum, tá hann segði, at
vit máttu fara at slaka fyri
norðmonnum.
Adolf hansen kom eisini
inn á gýtingarspurningin, og
vísti á, at enn kundi eingin
prógva, hvar laksurin, sum er
við Feroyar, er gýttur. Adolf
Hansen segði, at hann hevði
sæð laks í føroyskum áum
langt undan tí, at menn fóru
at seta laks út. Hann ivadist
ikki í, at nógvur laksur gýtti í
Feroyum.
Olaf Olsen, landsstýris-
maður, vísti á, at tað hevði
verið rætt at góðtikið sátt-
málan við EF, og segði, at vit
høvdu brúkt tað mesta, vit
hevdu fingið í sáttmálanum,
og nevndi m.a. makrelin og
rækjurnar.
Áttu ikki at góðtikið
EF-sáttmálan
Atli Dam, úr javnaðarflokk-
inum, ferdi m.a. fram, at tá
tað hendi, at EF ikki góðtók
tann upprunaligt avtalaða
sáttmála millum Feroyar og
EF, har eisini avtala var
gjørd um laksasamráðingar,
vildi hann meint, at avtal-
urnar um laksasamráðingar
vóru burturdotnar.
Í ellum førum átti lands-
stýrið bert at havt gingið við
til at samráðast um laks,
treytað av at tað var í sam-
band við eina laksakonven-
tión.
Atli Dam helt eisini, at tað
var skeivt, at marknaðar-
nevndin ikki varð eftirspurd,
tá EF-sáttmálin varð settur í
gildi, eins og hann metti, at
tað var skeivt í heila tikið at
góðtaka henda sáttmálan.
Atli Dam vísti á, at vit
høvdu klárað okkum í nýggju
mánaðir uttan nakran sátt-
mála, so spurningurin var,
hver var svangari, EF ella
Feroyar, tá tingast skuldi um
ein nýggjan sáttmala kom-
andi vár. Hann segði at tá
kundu vit siga, at tað vóru
tit, sum ikki vildu hava ein
sáttmála.
Annars metti Atli Dam, at
fleiri viðurskifti vóru ov illa
avvegað. Sum dømi nevndi
hann virðið á makrelinum í
mun til eina góðsking av laks-
inum.
Hann viðgekk, at makrel-
veiðan hevði verið eitt gott
íkast hjá nótaskipunum, men
hann setti spurnartekin við,
um tey ikki kundu hava
roynt okkurt annað. T. d. par-
veitt eftir svartkjafti.
Legmaður sett seg í
ringa samráðingarsteðu
Um framtíðar laksaveiðuna
hjá feroyingum ferdi fram-
segumaður javnaðarfloksins
m.a. fram, at so fingu feroy-
ingar kanska ein part av veið-
uni, um vit vístu á, at vit
settu laksamurt út, og vístu
á veiðu við t.d. nót eftir laksi í
EF-londum.
Annars metti Atli Dam, at
legmaður hevði sett seg í eina
ringa samráðingarsteðu við
at boða alment frá, at vit
vórðu noyddir at slaka, í
staðin fyri at siga, at vit í
framtíðini helst vórðu noydd-
ir at gera avtalur. Somuleiðis
vísti Atli Dam á tað skeiva í
úttalilsinum hjá Paula Ellef-
sen í Íslandi, tá hesin segði,
at tað var ikki íslendskur
laksur feroyingar veiddu,
men aftur ímóti annar laksur.
Viðvíkjandi avtaluni við
Canada vísti Atli Dam á, at
tað var rætt, at rammuav-
talan við Canada segði, at vit
ikki kundu veiða canadiskan
laks uttan fyri 200 fjórð-
ingar, á altjóða eki, men aftur
ímóti kundi vit veiða allan
tann laks vit vildu innan fyri
200 fjórðingar, meðan einki
stóð um laksaveiðu í rammu-
avtaluni við EF.
Enn ikki sett í gildi
Undir umreðuni var ein
grein, grein 66 í havrættar-
sáttmálanum, fleiri ferðir
nevnd. Hendan greinin sigur
m.a. nakað um, at áarlondini
hava ábyrgd av, at stovnurin
verður rektur ordiliga.
Men Erlendur Patursson,
sum hevur luttikið á havrætt-
arstevnunum fyri Feroyar,
segði, at hendan greinin var
hverki endaliga viðtikin ella
sett í gildi. Harafturat vísti
hann á, at so leingi einki
prógv var fingið til vega fyri,
hvar laksnrin var gyttur,
kundi ikki koma upp á tal at
brúka hesa greinina, sum
fleiri mettu vera óhepna.
Hinvegin vísti Hilmar
Kass á, at feroyingar vóru
gingnir vil til rammu-sátt-
málan við Canada við hesi
greinini sum grundarlag. Eis-
ini segði hann, at ell londini
hevdu góðtikið hana og tí
varð hon brúkt.
Hevdu gjert rætt
Pauli Ellefsen segði seg vera
SOSIALURIN
sannførdan um, at lands-
stýrið hevði borið seg rætt at
við at góðtaka EF-sáttmálan.
Hann ferdi fram, at tað var
eydnast hesum landsstýr-
inum at steðgað afturgongd-
ini í sáttmálunum, við EF,
meðan undanfarna lands-
stýrið hevði slakað tey sein-
astu árini.
Viðvíkjandi sáttmálanum
vid EF komandi ár, segði løg-
maður, at so skuldi hann vera
betri enn sáttmálin í fjer,
annars kom ikki upp á tal at
gera ein laksasáttmála.
Sum prógv fyri, at feroy-
ingar helst verða noyddir at
slaka, tók Pauli Ellefsen
nekur tel fram. M.a. tók hann
tel úr eini blaðgrein hjá Atla
Dam, har hesin segði, at vit
enda kanska niðri á 250—300
tonsum.
— Hetta vísir, at vit eru
undir herðum trýsti, segði
Pauli Ellefsen.
Men Atli Dam svaraði
aftur, at hetta var ikki han-
sara meting, men gjert út frá
meðaltelunum seinastu árini.
Hinvegin vissaði Pauli
Ellefsen tingið um, at talan
bleiv ikki um at góðtaka ein
sáttmála við 250—300 tons-
um. — Vit ganga ikki við til
alt, segði Pauli Ellefsen.
Eftir eina drúgva |.
viðgerð varð málið beint í
marknaðarnevndina.
Setið peningin
Í
FØROYA SPARIKASSA
fólk sins paningastovn
SU-arar
Fundur verður
hvort hóskveld kl.
20 á gamla apotek-
inum.
SU
I
t
ES
uren
Er
ERE