Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-11-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. november 1981síða 5

‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

UTN i þ SOSIALURIN Medan vit bida: Eru nu komnir í rasshaft, ti teir onga kós tordu at seta Í skrivandi letu kenna vit ikki úrslitið av samgongu- samráðingunum um lands- kassans jarðameðravirksemi fyri einum útlendskum skipa- projektið, sum í uppruna hevur ta fortreyt, at Smyril verður liggjandi á Skálafirði. Meðan vit bíða, kunnu vit hver sær minna okkum á gongdina síðani menn fóru at hugsa um ein vinnuveg, eina ferju — og roll-on/roll-off sig- ling ímillum norðurlendskar og norðureuropeiskar havnir. Hóast vit ikki fingu Lassa II var framgongd frá 1975 til vetrarsiglingin varð steðgað í januar 1981. Síðani hevur verandi sam- gonga skinklað úr einum veg- jaðara í hin, og yvirumaftur og nú minnir siglingarmálið um ein sjónelik — ein av teim skemtingarsomu — hóast veruleikin er grátuligur tí nú eru teir komnir sær so í rass- haft, at teir illa finna eina loysn so dánt við skili í, at framgongd aftur er meguleiki í málinum. Teir byrjaðu við at steðga eini vetrarsigling í stórari menning. Tóku stig til at steðga almennari summarsig- ling—81, tí Skipafelagið fyri almenna ábyrgd skuldi leiga polsku »Rogalin« til Føroya- sigling og »Smyril« til Hanst- holm/Eggersundrutu. Bakkaðu í síðstu løtu frå og settu Smyril í summarsig- ling, men legdu hann fyri vet- urin meðan nekur columbus- egg vórðu legd til klekingar í Færgehavn Nord og á eys- taru bryggju. Leingi gekk, áðrenn greitt bleiv, at talan var um ótroðin columbusegg, og ímeðan bíð- aðu viðskiftafólk Smyrils eftir lýsing um summarsig- ling 1982. Tá hon ov seint og í skundi varð lýst, bleiv knapp- liga ein hani tekur, men hann kom heilt úr Íslandi, og so var aftur samráðst um at avlýsa ferðaætlanina. Sam- stundis frættist, at sjálvur legmaður Ellefsen hevði »in- spicerað< ferjuna hjá vinum sínum handan tjald, og var tí áhugi fyri »Rogalin« fram- vegis brennandi. Skipafelagið og Olaf Olsen saman við íslendskum privat- monnum sóu sær nýggjan tjans og Pauli Ellefsen setti teir einaferð enn fram á pall, men valla var 1. táttur — 1. akt — komin í gongd fyrr enn hann ripti tjaldið fyri aftur, júst sum hann gjerdi í vár. Í fýra dagar hava vit so glant at hesum tjaldi sum helst ikki verður drigið frá í bræði. Handritið til 2. tátt var ikki skrivað við leikbyrjan. Til gaman og álvara Yvir tjaldinum er skrivað: >Til gaman og álvara< men í hesum máli er álvarin úti- hýstur. At so er bera orð lands- stýrismannsins í útvarpinum prógv fyri. Í sama anda- drátti, sum partamenn han- sara skíra øll tiltøk Smyrla- manna ørvitisskap og vit- loysi og nokta fyri at nakar marknaður liggur tekur, sigur hesin landsstýrismað- ur: snú nakrir islendskir for- rætningsmenn siga at teir trúgva uppá ferjusigling og ætla sær uppí, so má ein byrja at trúgva uppá nakað er i hesum«. Mundi nakar taka hetta i álvara. Tá so leysir endar sum teir, Skipafelagið í vár settist at spinna kunnu fera til, at reyða teppið verður rullað út á Tinganestrappuni fyri samráðingum um eitt projekt, sum teir dugandi undangongumenn. Lands- stýrið sjálvt hevur í vinnu, kolldemdu fyri árum síðani, so kann hetta ikki takast í álvara. Tað kann heldur ikki vera álvara, at eitt projekt, sum landið so munandi skal stuðla, ikki verður meira lýst fyri almenningi, legtingi ella fíggjarnevnd. Vit minnast at hver Hanus og Janus skuldi endavenda hverjari ætlan, hverjum tali og hverjum tanka, sum Smyrlareiðaríið bar fram í 1978, -79 og 80. Ja hver Per og Pól var serfreðingur til at ála ell prógv sundur, sum vóru framlegd um at tað var skilagott og neyðugt at út- vega sterri skip áðrenn Smyril hóknaði, tí hann nek- taði ikki ovurstóra tervin á sumri. Hver kann í dag taka í ál- vara tey mongu sam- bands/fólkafloksorð um fan- tasiprojektir javnaðarmanna við trimum, fýra ferjum, sum samtakið at feroyskum feløgum kundi seta í sigling har eingin sigldi framman- undan? Hesi fantasiir, sum vóru soleiðis legd til rættis, at strandferðslan átti fyrsta skipið (Lassa II ella sterri skip). Traderline annað, Skipafel- agið triðja, Star Shipping fjórða, >Norðurlandaferjan< fimta o.s.fr. Eingin kann í dag hugsa í ålvara, at hasir menn, sum mettu so skeivt, nå kunnu fremja skynsama útbygging av føroyskari ferjusigling. Speisama lagna Danir rópa eitt »skæbnens ironi« og má tað sanniliga hava verið ein speisom lagna, ið var uppá spæl tá hon frigg'adagin fekk Óla Breck- mann at syngja slíkan lov- song um teir meguleikar sum nú lógu okkum fyri fótum. Projekt javnaðarmanna og tjóðveldismanna var erskap- ur sigur hann — sjálvsagt uttan prógferslu — meðan lagnuleta okkara nú er komin, nú vit skulu taka av teim ríku meguleikum, sum sigling við polskum skipi, við polskari | manning undir pólskum flaggi, men fyri før- oyska rokning, goyma. Teim seksti føroyingunum, sum virka skuldu vid Smyrli komandi år, kenst handan lagna ikki speisom, men held- ur ónd og herð. Samvinnan røtt Tad er prinsipielt rætt, at samvinna vid adrar tå nytt kann leggjast aftrat, og ser- liga væl kunnu vit samvinna vid islendingar. Men, skil må vera í, og føroyingar, sum nú hava ávísan serkunnleika til ferjurakstur, eiga skyldu til at syrgja fyri, at tað, sam- arbeitt verður um hevur eitt trygt steði og ikki brýtur niður tað, ið skapt er, bert tí at nakrir privatmenn halda, at nú er greitt at skeiða róman omanav. Tað er pláss fyri fleiri skip- um, t.d. eisini fyri norður- lendaferjuni, sum sigla skal til Reykjavíkar, men borgar- ligum politikarum er tað helst ov herskin biti, at hesi ferju stuðla norðurlond neyv- an, skal hon latast privatum feløgum. Hon skal umsitast av stjórnunum í felag ella av landsfyritøku vegna nirnar. Men um vit velja sam- vinnu ímillum alment fer- oyskt/privat íslendskt, al- stjór- ment og privat feroyskt/al- ment og privat íslendskt ella" privat feroyskt/privat ís- lendskt, so skal skil vera í, og til tess at sannfera okkum um, at í hesi ætlan, sum fólkaflokkurin, sambært blað hansara, so heitt stuðlar, er skil í, eiga Olaf Olsen og Pauli Ellefsen at siga okkum meira um rakstrarætlanina t.d. Hvussu? i. Hvussu liggur rutan fyri at eitt skip vid 412 koyggjum kann brúka eitt ferðafólka- loyvi uppá 1000? Hverjum Svínoyarvíkum skal siglast frá fyri at hver ferðin kemur undir 600 fjórðingar ella 24 tímar? 2) Hvussu nekta vit við 10—100 bileindum tervin hjá 1000 ferðafólkum? 3) Kunnu vit fáa hetta skip undir skipasýnisreglur so tað einaferð kann koma undir fer- oyskt flagg? 4) Hvussu veita vit arbeiðs- pláss til feroyingar og íslend- ingar tá pólakkar framvegis skulu reka tað? 5) Hvussu heg verður leigan, um hon skal rinda vetrar- uppilegu fyri skipið? 6) Hvussu tryggja vit, at okk- ara lutur í hesum projekti verður annar enn hann, at vit luttaka við fígging og taka ábyrgd av møguligum halli? 7) Hvussu greiða vit at útvega sterri og meira hóskandi far fyri Smyril, og hvussu út- byggja vit føroyska partin av hesi vinnu? o.s.fr. Tit, sum hava endavent strandferðsluni allari og sum loyva hverjum Árna og Jensi at kanna um ikki okkurt er har at finna, sum gagna kann teimum framyvir, tit skylda okkum at seta eina kós í hes- ari vinnulívútbygging, sum skuldi verið hon vit hava besta fólkið til. Tit syrgdu fyri, at vit lógu bakk í trý ár, nú má tíðin hava sannfert tykkum um, at siglast skal. 16.11—1981 Atli P. Dam Polska ferjan Rogalin, sum ætlanin er at leiga P. s. Latið ikki arbeiðið við aftursvari darva í stríðnum um at fáa vetrarferðaætlan- ina í gildi. Nú eru jólini í hondum. Dýrt at hava telefon í 1906 Tað var ikki bíligt at hava telefon í Feroyum í 1906. Tað kostaði 55 kr. um árið. Ella heili 12% av árslenini hjá einum fiskimanni tá. Um tað framvegis var eins dýrt, so skuldi tað í dag kostað einar 12.000 kr. um árið at havt telefon. Men felagagjaldið er 720 kr. Og tað var eisini dýrt at brúka telefonina fyrr. Tá arbeiðsmannalenin var 25 oyru um tíman, kostaði tað 80 oyru at tosa tríggjar minuttir millum Viðareiði og Sumba. Tað vil siga góðar tríggjar tímalenir. Í dag hinvegin nýtist einum arbeiðs- manni bert at arbeiða í hálvanfjórða minutt fyri at kunna gjalda fyri sam- taluna millum Viðareiði og Sumba. Nógv er broytt tey 75 árini síðani 19. november 1906, tá telefonsteðirnar í Klaksvík, Lorvík, Fugla- firði, Getu, Seldarfirði, Toftum, Tórshavn og Velbastað lótu upp. Tá vóru tey få, sum høvdu ráð at hava telefon. Nú eru 14.500 telefonfelagar. Áhugavert Í samband við 75 ára dag- in gevur Telefonverkið út eitt minnisrit. Hans Thomsen hevur skrivað og sigur hann, at hetta var eitt stak áhuga- vert arbeiði. Hann hevur gjert mest burturúr fyrstu og elstu seguni hjá TFL. Tey eru ógvuliga fá, sum kenna hesa segu, sigur hann. Men nú er hon so fest á blað og atkomulig hjá ellum. Minnisbókin ke- mur í bókahandlarnar í morgin. Hon er prentað í 3.500 eintekum. 600 bíða Utbyggingin av telefon- stødini i Havn er lidug og telefonmenninir hava nú úr at gera við at geva teimum yvir 600, sum standa á bíðilistanum, telefon. Telefonverkið ætlar eisini at betra tænastuna, sigur Sólbjern Jacobsen, stjóri. Ætlanin er m.a. at lata upp ein telefonhandil í helinum, har TFL leigar uppi á Hálsi. Ein handil við teimum ymisku sleg- unum av telefonum, sum nú fáast. M.a. til brekað. So nógv kostaði tað í fjør at hava telefon. Iroknað eru stovning- argjaldið, felaga- gjaldið, 500 innan- bíggjar samtalur og 250 uttanbíggjar samtalur. Sum tað sæst er telefonin her hjá okk- um ikki so dýr samanborið við fleiri onnur lond. Til demis noyðist ein telefonfel- | agi í Noregi av við | næstan tað dupulta | fyri sína telefon. | Eysturríki 3.720 Noregur 3.465 Bretland 3.300 | Italia 3.155 | USA 3.155 | Írland 2.900 | Týskland 2865 | Kanada 2845 | Frakland 2830 | Belgia 2150 | FØROYAR 1.785 | Håland 1.710 | Schweiz 1.525 | Sveríki 1.435 | Danmark 1.340 Japan 1.125 Luxembourg 1.080