mikudagur 18. november 1981síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
telf. 147 20. 11820
box 76, 3800 Tórshavn
Útgevari: p/f sosialurin
Fyritaks-
og blaðstjóri:
Blaðmenn:
Tórfinn Smith (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Árni Joensen
Sosialurin
Dimmalætting
Lýsingar:
Uppseting:
Prerft:
Fólkatingsval
TVEY ÁR VAR donsku stjórnini hjá
Anker Jørgensen, lív lagað. Seinasta
týsdag kom stjórnin í minniluta og
forsætisráðharrin boðaði frá, at
fólkatingsval verður týsdagin 8.
desember.
HENDA SAMA DAG verður eisini
fólkatingsval hildið í Føroyum og
Grenlandi, og skuldu vallistarnir vera
valstýrinum í hendi í gjårkvøldid.
Hóast allir vallistarnir ikki eru kunn-
gjørdir í skrivandi løtu, er lítið at ivast
í, at allir seks løgtingsflokkarnir stilla
upp.
SOLEIÐIS HEVUR ikki altíð verið.
Tað hava verið flokkar, sum ikki still-
aðu upp, tí hetta var eitt val, sum ikki
viðkom okkum, hevur verið sagt. Av
einari ella aðrari orsøk er vent í
holuni og eru nú allir flokkar altráðir
eftir umboðan á danska fólkatingi.
JAVNAÐARFLOKKURIN hevur altíð
havt ta stóðu, at fólkatingsumboðan-
in hevur stóran týdning og hevur
flokkurin tí altíð stillað upp til hetta
val. At hendan stødan hevur verið
skilagóð sæst best nú, tá allir aðrir
flokkara taka undir við hesum sjónar-
miðinum og stilla upp.
JAVNAÐARFLOKKURIN hevur nú
uttan slit í samfull 21 ár á rað havt
fólkatingsumboðan og hevur
javnaðarmannargddin verið at hoyrt
har, tá mál okkum viðkomandi, hava
verið til viðgerðar. — Meir enn sigast
kann um onnur føroysk fólkatings-
umboð.
UM HENDAN rødd javnadarmanna
skal fáa loyvi í framtíðini at gera seg
galdandi er nú upp til veljaran. Flestu
fólk munnu vera greið yvir, at tað eru
nógvar orsøkir til at velja Javnadar-
flokkin aftur hesaferð. Ein av teimum
er, at Javnaðarflokkurin viðurkennir
tann stóra týdning hetta umboð
hevur, og er har og ger seg til kennar,
tá rætt er. At velja flokkar á danating,
sum eru talsmenn fyri at avtaka
hesar somu sessir, man lítil dugur
vera í.
SOSIALURIN
Nu ere
Í hesum degum verður
Føroyatidindi, valblad
Sambandsfloksins, borið i
hvert hús. Hettar er tó
ikki í samband við fólka-
tingsvalið, ið stendur fyri
durum, men í samband við
at tað í ár eru liðin 75 ár
síðani sambandsflokkurin
varð stovnaður.
A baksiduni í hesum
blað hevur ungmannafel-
agið Samband eina heilsan
til flokkin. Innihaldið í
hesi grein er sum tað plag-
ar hjá sambandspressuni,
men tó er eitt brot, ið eg
legði merki til.
Miðskeiðis í greinini
in glotti at homa
stendur nakað soleiðis:
»At so aðrir trupuleikar
hava tikið seg upp í út-
heiminum sum vit als
onga ávirkan hava á, men
kortini hava rakt okkum
meint, er ikki nógv at gera
viða
Hettar eru sannleiksorð.
Tað er ikki minst gleði-
ligt at tað er frá
ung-
mannafelagi sambands-
floksins at hesi orð koma.
Hettar er tað sum vit hava
sagt alla tíðina. Tað, at
henda kreppan, sum
vinnulív okkara er komið
í, er komin uttanífrá.
Men sambandsflokk-
urin hevur altíð víst
hesum aftur, og skuldsett
fyrrverandi samgongu við
javnaðarflokkinum á odda
fyri at hava komið okkum
út í hesa kreppu.
Tí er tað serliga gleð-
andi, at ungmannafelagið
Samband hevur »gjøgn-
umskoðað< propagandað-
ina hjá Paula & Co.
Tit ungu fólk, haldi tit
bara fram við at vísa á
skeivleikar i skrivings
sambandshevdingans og
hansara harkaliði. Tað
skapar eitt sindur av virð-
ing fyri tykkara ung-
mannafelagi. Ongantíð
betur enn at tit ríva
tykkum eitt sindur leys
frá flokkinum og vísa á
nakrar skeivleikar í tí,
sum sambandsmenn fram-
føra.
Tað vænti eg tó ikki; at
tit ríva tykkum frá tykk-
ara stavnamonnum, men
tó var tað gleðiligt at tit
góvu »guruum« sam-
bandsfloksins ein upp á
»snutan« í hesum fød-
ingardagsblaðnum. Tað
hava teir uppiborði aftan á
75 ár við at arbeiða ímóti
framburði.
Uttanlandssiglingin kyniskt brúkt
at vinna egnum málum frama
Harra blaðstjóri.
Man tað nú vera nógv av
Feroya fólki, ið framvegis
trýr, at uttanlandssigling
okkara varð niðurlegd, tí
hon ikki fekst at bera seg?
Aftur hava vit sæð orð-
ini hjá trongskygdum mo
nnum: >Vit duga onki, vit
nytta onki!< verða gjerd
til skammar.
Vit hava sæð, hvussu
kyniskir menn hava brúkt
hetta føroyska fyri-
brigdiå at vinna sinum
6hugnaligu målum frama.
Í »Dagsins måli« 12/11,
var týðuligt at hoyra á
Olafi Olsen, at hansara
mál var nátt nóg so tíð-
liga. Tað var líkasum,
hann hugsaði: >Hvat er
tað, eg eri við í?a
Vit kenna øll hetta, at
vit, uttan at meina nakað
beinleiðis við tað, rópa
upp um eitthvat, mestsum
fyri at gera eðrum til vild-
ar, men eru tó greið yvir,
at tað, vit rópa upp um,
neyvan fer at henda í
bræði, men skuldu vit
verið so óheppin, at
knappliga verður, „sum
vit hildu«, so vilja vit
helst loypa frá í evstu
løtu. Dømi um hetta hava
vit fleiri: Oli Breckmann
— fascisma, Tjóðveldis-
menn — loysing, danska
stjórnin, áðrenn valid i
1946, Pauli Ellefsen, tå
hann sat i andsteðu og nú
Olaf Olsen og uttanlands-
siglingin. Hesir báðir sein-
astu komu tó so langt út á
djúpt vatn, at ikki slepst
inn aftur.
Eitt vita vit fyri vist, at
hverki íslendingar ella
týskarar vildu verið so
grammir eftir okkara sig-
ling, um teir ikki roknaðu
við, at hon fer at kasta
pengar av sær.
Tað er tá hon byrjar og
verður bygd upp, ein for-
rætning hevur tær sterstu
útreiðslurnar og kann
geva hall, men hetta nýta
hverki íslendingar ella
týskarar at stúra fyri, tí
tað hava vit avgreitt!
Tað framgongur týðu-
liga, at tað eru íslendigar,
sum hava yvirtikið initia-
tivið, nú eru tað teir, sum
bjóða okkum við, tað eru
teir, sum seta treytirnar:
vilja tit vera við, so kunnu
tit sleppa, vilja tit ikki, so
mugu tit um tað, týskarar
vilja fegnir! Vit sigla í
øllum førum frá komandi
sumri at rokna.
Undan seinasta leg-
tingsvali vóru arbeiðsum-
steðurnar hjá táverandi
landsstýri vorðnar so óto-
landi, orsakað eini and-
stødu, sum frá persón-
ligum hatri, evund og ego-
istiskum sjónarmiðum
hevði sett sær eitt einasta
endamál: at vera ímóti
ollum, sum landstýrið
setti íram, at einasta
loysn var at lata hesar fáa
meguleikan at sleppa
framat. Urslitið av val-
inum varð, at veljararnir
vóru samdir í hesi áskoð-
an.
Tað var eisini breið
semja millum viðhaldsfólk
hjá undanfarna landstýri,
at fólk áttu at fáa síggja,
at orka núverandi land-
styrisins lá oman fyri háls-
velin. Hetta hava vit nú
sæð í ólukkumáta, men at
teir so skjótt skuldu koyra
alt á bláman, mundi fáur
vænta.
Bestu ráðini munnu hú
vera, at teir í stundini
leggja frá sær, so vit
kunnu hava nýval til løg-
tingið saman við fólka-
tingsvalinum. Ilt verður
at rætta skadan upp aftur
sum er, men skulu teir sita
alt skeidid ut, ja, so eru vit
i EEC áðrenn ta tíð.
Neyvan man ganga long
tid, fyrrenn teir, eins og
teir mestsum hava fingið
TWR-málið igjøgnum,
fara at venda kjakinum
tann vegin, at tad bert eru
gudloysingar, sum eru
ímóti EEC. Tað virkar
hverja ferð í Føroyum!
ohe
A —-A——"„——"/——
Sjómannaverkfallið
Tað feroyska sjómanna-
verkfallið hevur hesar
summarmánaðarnar verið
nógv umrett í donskum
blødum.
Verkfallið bleiv lyst 9.
juli, eftir at Føroya Sjó-
mannafelag í nærum 3
mánaðar á allan hátt hevði
roynt at fingið samráð-
ingar í lag við Reiðarafel-
agið. Tá skipini blivu løgd,
hendi tað heilt óvæntaða,
at Fiskimannafelagið,
sum higartil hevði sagt
seg at stuðla Sjómannafel-
agnum, legði upp í, og
saman við Reiðarafel-
agnum setti verkfalsbrót-
arar umborð.
Hetta almikla brot á ell
faklig prinsippir eigur ikki
bert fiskimannafelags-
formaðurin — Óli Jacob-
sen — skuldina fyri. Eisini
fólk, sum amast uppi í
vinstrafelagsskapinum FS,
eiga sín part av ábyrgdini.
Hesi fólk spældu, longu tá
verkfall varð lýst, ein ak-
tivan lut fyri at gera Óla
greitt, at fekk hann ikki
steðgað hesum nýggja
fakfelagnum, vildi hetta
máa grundarlagið undan
hansara egna reformis-
tiska klassasamstarvs-
politikki. Jú, Fiskimanna-
felagið fór saman við Reið-
arafelagnum, — yvaleyst
eisini aftaná nógv benar-
orð frá reiðarunum — og
nakrar dagar eftir at verk-
fallsbrótarar vóru settir á
skipini, varð sáttmáli
gjørdur, sum skuldi nyt-
ast til at køva allan aktiv-
itet hjá Sjómannafel-
agnum.
Aktiviteturin hjá Sjó-
mannafelagnum var hin
sami, sum øll fakfelog i
verkfalli mugu gera brúk
av, um tey skulu vinna
sínum limum nakrar
semdir. Her skal bert
blíva víst á tey tiltek, ið
vóru uttanfyri Feroyar.
Í donskum havnum
vóru nógvar blokadur, og
tær blivu, eins og í Fer-
oyum, mettar við ótrú-
ligum harðskapi frá poli-
tinum. Eisini blivu nógv
handtikin og sett fest.
Byir, sum Aalborg,
Kjøbenhavn, Korsør,
Fredricia og Holbæk, vóru
vitni til stórar blokadur,
og nógvar vóru væleyd-
naðar. Men eisini her
komu Fiskimannafelagið
og FS til, sum eitt vælsig-
nilsi hjá reiðarunum.
Danska arbeiðsmanna-
felagið, SID, hevði verið í
samband við partamannin
í Feroyum og tók longu
frá byrjan avstand frá
ollum blokadum og
noyddi sínar limir at
arbeiða undir politiverju.
Eisini DKP topparnir í
teimum lokalu fakfeløgun-
um fingu kallid. Frå at
halda at stríðið var ógvu-
liga rímuligt, hálsaðu teir
heilt um, eftir at nakrir
stubbar hevdu staðið í
»Land og Folk«, um at
maoistar og ekstremistar
Framhald á síðu 11