mikudagur 16. desember 1981síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Moguliga »kaos« á foroysku
sjúkrahúsunum aftaná 1. jan.
Nýggjur
sáttmáli
millum
Felagið av Yngri Læknum
og donsku Amtráðsforein-
ingina fer at kollvelta ar-
beiðsgongdina á sjúkrahús-
unum.
Tilsamans
1200
nýggir læknar skulu setast.
Talið á arbeiðsleysum lækn-
um liggur bert um 400
Læknatrot á føroysku sjúkrahúsunum —
Teir yngru læknarnir leita til meira
»verd« sjúkrahús i Danmark fyri at fáa
betri útbúgving — Serlæknarnir minni tíð
til serlæknaviðgerð — Samanumtikið:
sjúklingarnir á feroysku sjúkrahúsunum
vera verri fyri
Hetta kunnu gerast
nakrar av avleiðingunum,
ið standast av einari
nýggjari skipan, sum
verður sett í verk á ollum
donskum og føroyskum
sjúkrahúsum frá 1. januar
í 1982.
Nýggja skipanin er úr-
sliti av einum heilt
nyggjum sáttmála, sum er
gjerdur millum Felagið av
Yngri Læknum og
arbeiðsgevaran, sum er
»Amtsrådsforeningen«. I
dag — bert nakrar dagar,
Hans Iversen
95 år
Í dag fyllir ein kendur
kvívíkingur, Hans
Iversen, ella Hanus i
Kollinum, sum hann
vanliga verður róptur,
95 ár.
Fjøldin av Føroya
fólki kennir Hans Iver-
sen frå stóra og drúgva
politiska leikluti han-
sara å løgtingi, men
tann sida- og menta-
arvur hann hevur borið
víðari til yngri ættarlið
frá farnari tíð hevur
ikki minni virði.
Hans Iversen sat á
legtingi fyri sambands-
flokkin í 31 ár. Hann
var fyrstu ferð valdur á
1932 og sat til
Síðan var hann
ur valdur í 1
1966, á hann legði
80 ára gamal
árið, sum tað var av-
tikið, í 1953. Í sóknar-
stýrinum í Kvívík
hevur hann eisini sitið,
frá 1912-18, og í kirkju-
ráðnum sat hann frá
1916 til 40, ella í 25 ár.
Umframt hesi fólka-
valdu álitissterv var
hann eisini organistur í
Kvívíkar kirkju í heili
27 ár, til í 1940.
Hanus í Kollinumer
góður frásegumaður og
væl dugdi hann eisini
at málbera seg á leg-
tingsins reðarapalli.
Hann dugdi væl at
taka til orða og mangur
man minnast okkurt
skemtiligt, sum er fall-
ið frá honum.
Sum politikari var
hann sidiligur og nær-
lagdur
Vit ynskja Hanusi
hjartaliga tillukku
ådrenn nyggi såttmålin
verður settur i gildi — eru
enn nógvir ósvaraðir spur-
ningar. Hetta gevur
einum varhugan av, at
nýggja skipanin kann
bera í sær nógvar trupul-
leikar. Í danmark verður
nógv skrivað og kjakast
um hetta málið, meðan
lítið og einki hevur verið
frammi í Føroyum um tað.
Hóast tað at vit koma at
fáa júst teir somu trupul-
leikar at taka steðu til
sum danir — um ikki í
nógv sterri mun.
Sosialurin hevur roynt
at savna tilfar saman um
gongdina í hesum mål-
inum og fara vit at gera
ein úrdrátt burtur úr
hesum tilfari og tí, sum vit
hava fingið upplýst um
málið annars. Vónandi fer
tað so eisini at bera til at
fáa viðmerkingar til hesar
spurningar frá teimum,
sum hava eitthvert
tilknýti til sjúkrahúsverk-
ið. Tískil fara vit at venda
aftur til hetta mál í teim-
um fylgjandi blødunum.
1200 nýggir læknar
setast
Nýggja skipanin ber í sær,
at tað í Danmark skulu
setast 1200 yngri læknar
aftrat. Í Feroyum skulu
setast nakrir ' nýggir
læknar aftrat. Orsekin til
at fleiri læknar skulu
setast er tann, at sjálv ar-
beiðsgongdin hjá læknun-
um á teim ymsu deild-
unum verður broytt. Í dag
kunnu yngri læknarnir te.
hjálparlæknar og 1. hjálp-
arlæknar arbeiða í upp til
24 tímar á vakt uttan
steðg. Hetta verður nú
broytt soleiði, at vaktin
ikki telur meira enn 8
tímar. Meðan tað fyrr bert
hevur verið ein lækni á
vaktini, skulu tað nú vera
fleiri læknar. Hetta
merkir, at talið á læknum
má økjast tilsvarandi.
Ætlanin við at broyta
arbeiðsgongdina er tískil
at gera tað meira arbeiðs-
ligt á vaktunum, at byrja
skiftivaktir og at seta
fleiri læknar í arbeiði.
Hetta fer so at merkja, at
yngru læknarnir, sum eru
í dag, fara niður í arbeiðs-
tíð og len.
Hvat viðvíkur útreiðs-
lunum til sjúkrahúsverkið
aftaná hesar broytingar,
merkir tað, at neyðugt
verður við nýjáttanum til
at lena fleiri læknum.
Niðurskurðurin í tímatali
hjá verandi yngri lækn-
um verður ikki nóg mikið
til at rinda útreiðslurnar
til nýggju setaninar.
Hetta er so ein partur av
málinum. Aðrenn vit
skulu viðgera fylgjurnar
av hesi skipan, so skulu
vit stutt greiða frá gongd-
ini í málinum.
Yngru læknarnir
noyddir at góðtaka
sáttmála
Tað var fyrr í ár, at ar-
beiðsgevarin hjá yngru
læknunum, Amtsráðsfor-
einingin segði upp sátt-
málan við Felagið av
Yngri Læknum. Tað vit
skilja við yngri læknar eru
allir teir læknar, sum ikki
eru yvirlæknar, serlæknar
ella kommunulæknar, tvs.
hjálparlæknar og 1. hjálp-
arlæknar.
Samráðingarnar millum
partarnar góvu einki úr-
slit. Tí kom semingsstovn-
urin uppí. Heldur ikki tá
fanst ein loysn, og tí av-
gjørdi semingsstovnurin
at gera eitt uppskot til
nyggjan såttmåla til tann
endaliga såttmålan. Hetta
uppskotid var mest ålikt
ti, sum arbeiðsgevarin
hevði lagt fram. Sambært
danska lóg skulu báðir
partar rætta seg eftir eini
slíkari avgerð, sum sem-
ingsstovnurin kemur til.
Hóast sáttmálin kemur í
gildi 1. januar, so eru
flestu av yngru læknunum
ímóti honum. Úrslitið av
eini atkvødu millum yngru
læknarnar varð, at 90% av
læknunum vóru ímóti
hesum uppskotinum til
nýggjan sáttmála. Mett
verður, at steðan hjá
yngru læknunum, verður
uppaftur verri við nýggja
sáttmálanum, enn honer í
dag.
Tá semingsuppskotið
varð tvingað igjøgnum
ynsktu yngru læknarnir
eisini at vísa sína ónegd
við tað. Umleið 80% av
yngru læknunum fóru í
»verkfall« í eina viku. Her
var ikki talan um verkfall í
orðsins sanna týdningi.
Læknarnir hava navniliga
ikki loyvi at fara í verkfall,
men so frásegdu teir sær
harafturímóti rættin at
arbeiða sum læknar.
Hetta stríðir ikki ímóti
sáttmálanum. Úrslitið var
nær sagt >Kaos< á sjúkra-
húsunum. Yvirlæknarnir
máttu fara á vakt og gera
alt arbeiði.
Hesin arbeiðssteðgurin
vardi bert í eina viku. Síð-
ani tá hava yngru lækn-
arnir arbeitt eftir tí gamla
sáttmálanum.
Fylgjurnar
Hvat fer at henda, nú ar-
beiðstíðin hjá yngru lækn-
unum verður sett niður úr
SOSIALURIN
A 44 14 147
Slík sjúkrahús sum Landssjúkrahúsið vera minni verd
útbúgvingarliga sæð
60—80 tímun til 40 tíma
viku ístaðin!
Fyri tað fyrsta er steðan
við arbeiðsleysum lækn-
um í Danmark tann, at
talið í dag liggur um 200
til 400. Brúkast skulu har-
afturímóti 1200 nýggir
læknar til at fylla út
nýggju skipanina.
Samstundis, sum hetta
hendir, hevur ein nevnd
undir innanrikismålaråd-
num gjørt av at
»stramma«
krevini til
útbúgvingarsteðið á
teimum ymsu deildunum.
Arbeiði á sjúkrahúsunum
er ein partur av útbúgv-
ingini hjá yngru lækn-
unum.
Orsekin til at nevndin
kemur við hesum tilmæli
júst nú er tann, at hon
metir, at nýggja skipanin,
sum verður sett í verk 1.
januar 1982; fer at føra til,
at útbúgvingarmegu-
leikarnir hjá yngru lækn-
unum versna.
Tað verður trupult at
fáa nýggju skipanina at
koyra, tí av útbúgvingar-
ligum orsekum skulu
ymgri læknar vera saman
við yvirlæknunum ávísa
tíð á degnum. Nú koma
teir at arbeiða hver í sær á
ymsum vaktum. Nýggi
sáttmálin sigur heldur
einki um, hvussu hesin
trupulleikin skal loysast.
Her hevur arbeiðsgevarin
meguliga ikki dugað at
yvirskoða fylgjurnar.
Utbúgvingin
Fyri at skilja, hví júst
hetta við útbúgvingini
hevur so nógv at siga í
hesum máli skulu vit tríva
eitt sindur í uppbygging-
ina av sjúkrahúsverk-
inum.
Sjúkrahúsverkið fevnir
um nógv sleg av sjúkra-
húsum. Hvert einstakt av
hesum slegum av sjúk-
húsunum lýkur ávísar
treytir til útbúgvingina
hjá læknunum. Arbeiði á
sjúkrahúsinum er sostatt
ein partur av sjálvari út-
búgvingini.
Vit skilja millum úni-
versitetssjúkrahús, sum
útbúgvingarliga geva
mest, síðani koma sentral-
sjúkrahús, síðani 4-deild
sjúkrahús og at enda
blandað sjúkrahús.
Feroyska sjúkrahús-
verkið liggur eina staðni
millum sentral- og 4 deild-
sjúkrahús.
Nú tá nýggja skipanin
gevur meguleika fyri
nógvum nýggjum
størvum á sjúkrahús-
unum fara læknarnir
sjálvsagt at streyma til
tey sjúkrahús, sum út-
búgvingarliga geva mest
— hava sterst virði.
Júst hetta er nakað,
sum yngru læknarnir
leggja stóran dent á, tí tá
yvirlæknar einaferð skulu
setast, verður hugt eftir,
hvar viðkomandi lækni
hevur fingið sína útbúg-
ving tvs. hvar hann eisini
hevur arbeitt. Hevur hann
t.d. arbeitt í Feroyum
stóran part av tíðini og
ikki á sjúkrahúsum í Dan-
mark, sum liggja útbúgv-
ingarliga hægri, tá vil
hann hava minni megu-
leika at gerast yvirlækni
enn teir, sum hava arbeitt
á eitt nú sentralsjúkrahús-
unum.
Føroysa sjukrahus-
verkid er i hesum sam-
bandi lågt sett. Sama er
galdandi fyri donsk
sjúkrahús við líknandi
stedd. Felags fyri hesi
sjúkrahús verður, at
nýggja skipanin fer at
fora við sær, at tað verður
trupult at skaffa yngri
Framhald á síðu 6
TS