Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-12-16, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. desember 1981síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

É SOSIALURIN Åkærin um deydsvanlukkuna å Hoyviksvegnum: Tann nógva ferðin orsøkin Tann nógva ferðin var orsgkin til ferðsluvanlukkuna á Hoyvíksvegnum z tann 25. juni i år. Vid Tjaldursveg bleiv ein 7 åra gam- al drongur å sukklu åkoyrdur og læt liv. Seinni blivu tveir ungir menn, 18 og 19 ára gamlir, ákær- dir fyri grova skila- leysa koyring og óviljað manndráp. Rætturin er liðugur at viðgera málið og tað er tikið upp til dóms. Ákærin krevur ikki harða revsing. Hann kravdi tann 19 ára gamla, tað var hann, sum koyrdi á drongin, dømdan í varðhald í minsta lagi 30 dagar og at missa koyri- kortið í trý ár. Hann er eisini ákærdur fyri rúsdrekkakoyring. Hann bleiv tikin við einari promillu uppá 1,62 slakar tríggjar vikur eftir van- lukkuna. Politiið tók annars koyrikortið frá báðum dagin eftir vanlukkuna. Fyri tann 18 ára gamla kravdi hann varðhald í minsta lagi 10 dagar og, at hann skal av við kortið í seks mánaðir. Tað var tann nógva ferð- in, sum gjerdi, at vanlukk- an hendi, segði ákærin undir dómsviðgerðini, sum var fríggjadagin. Ákærin hevði innkallað Atla Jensen, bileftirlits- mann, sum serkent vitni. Hann segði, at tær mát- ingar, hann hevur gjert á vanlukkustaðnum, góvu tað úrslit, at ferðin hevur í minsta lagi verið 86 km/ t. Men hon kann hava verið munandi sterri, segði hann eisini. Var ikki hent Åkærin, Bjørn Klyver, spurdi Atla Jensen, um vanlukkan var hend, um bilurin koyrdi 50 km/ t, so sum loyvt er å Hoyviks- vegnum. Tad var hon ikki, segði Atli Jensen. Ti hóast bilførarin als ikki hevdi bremsað, so hevði drong- urin kortini sloppið tvert- ur um vegin, óskalaður. Hevdi hann hinvegin bremsað, hevði hann steðgað 15 metrar frá dronginum. Báðir teir ákærdu hava í Rættinum sagt, at teir koyrdu millum 70 og 90 km/ t. Politiið kom til tað úrslit eftir eina roynd við bilinum, sum koyrdi á, at ferðin var ikki undir 100 km/t. Bremsusporini, tá van- lukkan hendi, vóru 40 metrar og bilurin steðgaði ikki fyrr enn góðar 20 metrar eftir at hava rakt drongin á súkkluni. Kappkoyring ella ikki Politiið sigur, at teir báðir ákærdu koyrdu um kapp, tå vanlukkan hendi. Hesum hava báðir noktað, og undir dómsviðgerðini segði annar verjin, Sigurð Joensen, at politiið hevur ikki allar minsta prógv fyri, at talan var um kapp- koyring. Eins og Sigurð Joensen kravdi hin verjin, Mogens Birch, ákærdu fríkendar fyri ákærurnar um óviljað manndráp og grova, skila- leysa koyring. Sigurð Joensen, sum er verji hjá tí 18 ára gamla, segði, at tað undraði seg stórliga, at eisini hann er åkærdur fyri óviljað manndráp. — Hetta er nakað nýtt, at tað er revsivert at koyra aftaná einum bili, sum er atvoldin til óhapp, segði hann. Hann vísti eisini á, at tað var tann 18 ára gamli, sum gjerdi hin varugan við dreingirnar á súkklun- um. Hann floytaði og tann 19 ára gamli hevur sagt í Rættinum, at gjerdi hann ikki tað, so hevði hann koyrt á báðar dreingirnar. — Tað er hart, at ákæru- myndugleikin leggur honum til last, at hann hevur ávarað hin, segði Sigurð Joensen. Ákærin hevur ikki somu áskoðan um henda spur- ning. Hann segði, at við at floyta hevur tann 18 ára gamli órógvað hin, tí hann hugdi fyrst í bakspeglið, áðrenn hann hugdi fram. Hann hevur eisini órógvað hann við at koyra beint aftanfyri hann alla tíðina, segði ákærin. Vanlukkustaðið. Drongurin, sum slapp tvørtur um vegin, hevur sagt, at bilarnir vóru heilt uppi við tey svørtu hús- ini. Teir hildu seg tí hava góðar stundir at sleppa tvørtur um vegin inn á Tjaldursveg FØLG Tað er stórur áhugi hjá útlendingum, serliga norðurlendingum, at koma á Feroya Fólka- háskúla í Havn, upp- lýsir háskúlastjórin Torben Johannesen. Hann heldur tó, tað er rættast at avmarka tal- ið av útlendingum til fýra ella fimm á hverj- um skeiði. Hóast lýsingin um næsta skeiðið, sum byrjar 9. februar 1982, nústaðni hevur staðið í blødunum, so hava longu næstan 30 tekn- Sorinskrivarin, Jógvan Andreasen, heldur ikki, tað er nøkur orsøk at fara til dómsmálaráðið við klaguni um Sigurð Joensen, sakferara. So í fyrsta umfari sleppur hann við skrekkinum. Hann er eisini klagaður fyri Advokatráðið. Fútaembætið hevur klagað Sigurð Joensen, tí hann eftir ein rættar- fund legði á eitt vitni, eina 18 ára gamla gentu, hjá ákæruvald- inum. Gentan vitnaði í sakarmálinum móti monnunum, sum eru ákærdir fyri m.a. 6vilj- að manndráp í sam- band við eina deyðs- vanlukku á Hoyvíks- vegnum í summar. Aftaná ein rættarfund um málið, tók Sigurð Joensen í gentuna og segði við hana, at verður maðurin, hann er verji hjá, demdur fyri óviljað manndráp, so er tað hennara skyld. Hetta sá og hoyrdi åkærin, Bjørn Klyver, og hann avgjørdi at klaga Sigurd Joensen fyri Advokatráðið. Haðani er onki svar komið enn. Bjern Klyver skrivaði eisini vegna fútaembætið til sorin- skrivaran. Hann mælti sorinskrivaranum til at mæla dómsmálaráð- Útlendingar vilja á Háskúlan Frá eini næmingaframsýning á Háskúlanum í fjør Slapp við skrekk- inum — umfari ad seg. Tad vil siga, at tað einans eru eini tíggju pláss eftir. Skeiðið, sum byrjaði 10. august, endar nú fyri jól. Á tí hava verið 40 næmingar, harav seks útlendingar, ein breti, fýra norðmenn og ein dani. Næming- arnir eru teir flestu 17—18 ára gamlir. Framsýningin av ar- beiðum, sum næm- ingarnir hava gjert, er opin í dag afturat, kl. 15—20. í fyrsta num til at taka aftur al- mennu góðkenningina av Sigurði Joensen sum tilnevndur (be- skikket) verji. Sorinskrivarin = tók málið upp eftir ein rættarfund friggjadag- in um vanlukkuna á Hoyvíksvegnum. Hann upplýsti, at Sigurð Joensen ikki hevur eina standandi góðkenning sum til- nevndur verji. Tað verður góðkent í hverj- um einstekum feri, tá hann er verji. Sorinskrivarin segði eisini, at hann metti, at her er talan um eina einstaka hending. Tí fer hann ikki at gera nakað við málið. Men verður talan um endur- teku, so verður málið tikið upp aftur. Sorinskrivarin gav tó Sigurði Joensen eina hvassa ábreiðslu fyri framferðina móti vitninum. Sorinskrivarin upp- lysti eisini, at hann tann 5. november hevði skrivað til Sigurð Joensen og biðið um eitt úttalilsi. men hann hevði onki svar fingið Sigurð Joensen viðgekk. at hann ikki hevði verið serliga hø- viskur við vitnið. Men hetta vóru bert orð, segd í hissini, segð hann Síða 5 Er