mikudagur 16. desember 1981síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
telf. 147 20. 1 1820
box 76, 3800 Tórshavn
p/f sosialurin
alu
Utgevari:
Fyritaks-
og blaðstjóri:
Blaðmenn:
Tórfinn Smith (ábyrgd)
Hegni Djurhuus
Jóhann Mortensen
Jan Miiller
Árni Joensen
Sosialurin
Dimmalætting
Lýsingar:
Uppseting:
Prent:
>Under Bælte-
stedet«
SOLEIÐIS eitur oddagreinin i Dimma-
lætting hósdagin. Tað er fólkatings-
valið, sum teir viðgera — og vilja vera
við, at javnaðarflokkurin hevur
skotið undir »bæltestedet« móti
Sambandsflokkinum.
SJÁLVSAGT er hetta ikki so, men vit
kundu heldur sagt, at um so var, so
var tað nú ikki so legið, tí undrar tað
okkum, at blaðstjórin gamli fram-
vegis er so forherðaður, men har skal
ein valla vænta hvorki bót ella
betring, skilst.
TAÐ SKAL v„era undir beltið, tá vit í
blaðnum hava víst á, at Pauli Ellefsen
hevur verið í Ruslandi og samráðst
og at hesar samráðingar førdu við
sær, at russar nú eru í gøtunum at
síggja, dagliga, meira enn nakrantíð
áður. Vit halda, at her fer ikki at bera
til hjá Dimmalætting at føra fólkið
bak ljósið, ti her sær hvor, sum síggja
vil.
OG UNDIR beltið er tað, tå vit hava
sagt, at tað er stórvandi fyri heilsu-
verk okkara, um borgarliga alterna-
tivið kemur til róðrið, tí so verða
heilsumálini skerd. Hetta er tað, sum
er hent, vit kunnu bert vísa á skipa-
nina um heimasjúkrargkt, løgtings-
samtyktin um hettamál, sum fyri
langari tíð síðan er frá hondini. Hon
liggur í Tinganesi, og verður ikki sett
út í lívið.
OG SO er tað meira enn næsadjarvt
av Dimmalætting at koma við slíkum
flottheitum, ein kann bara skeita í
Dimmalætting fyri har at síggja
hvussu hon dag og dagliga sprænir
eftir fyrrverandi løgmanni Atla Dam
og við kysshond tekur ímóti einhvørj-
ari óhumsku móti leiðara Javnaðar-
floksins. At tað skal vera fyri at kyrra
havið millum Sambandið og Javn-
aðarflokkin, so má blaðstjórin taka
annað skinn um bak.
OG einki er at ivast í hvor høvuds-
ábyrgdina eigur fyri hesum havi, sum
lagt er millum hesar báðar flokkar.
Tað er eingin annar enn sami Dimma-
lættingarblaðstjóri.
SOSIALURIN
Sjúkrasystrar/ sjúkrahjálparar
Tað tykist, sum um onkur
hevur fingið ilt av teimum
fáu orðunum, ið stóðu í
Sosialinum nakað herfyri,
undir yvirskriftini: >Steð-
gið yvirproduktiónini<
0.s.fr.
Tad var avgjørt ikki
meiningin at såra nakran.
Ei heldur var meiningin at
fáa lesaran at trúgva, at
sjúkrahjálparin vil gera
seg inn á arbeiðsekið hjá
sjúkrasystrini. Haraftur-
ímóti var meiningin at
geva eini góð ráð til av-
varðandi mynduleikar,
hvussu lættliga málið við-
víkjandi útbúgvingini av
sjúkrahjálparum kann
loysast, nevniliga soleiðis,
at ístaðin fyri at >yvir-
producera« sjukrasyst-
rar, verða annað ella triðja
hvert ár sjúkrahjálparar
at fáa útbúgving sína á
núverandi, heldur enn ikki
heilaga — orsakid mål-
burðin Sjúkrasystra-
skúla Feroya.
Nú er ikki gott at vita,
um tær báðar »ikki ar-
beiðsleysu sjúkrasystrar-
nar< eru vitandi um, at
tervur er á sjúkrahjálp-
arum, sum er, og at hesin
tervur kemur at verða
sterri, tá tey ellis- og rekt-
arheim, ið nú eru í gerð,
verða tikin í nýtslu. (Til
lesaran skal verða sagt, at
her bert verður hugsað um
arbeiðsekið hjá sjúkra-
hjálparunum). Gjøgnum
nevndina fyri Feroya
Sjúkrahjálparafelag hevur
ein fingið at vita, at poli-
tikkarar og onnur eru fyri,
at útbúgving av sjúkra-
hjálparum skal fara fram í
Føroyum, og skuldi hetta
eftir teirra úttalilsi, verið
eitt loyst mál. Men tað
hevur víst seg, at málið
steðgar ferð eftir ferð.
Spurningurin má so vera,
hvar tað steðgar. Tað
kanska tær báðar »ikki ar-
beiðsleysu sjúkrasystrar-
nar< vita okkurt um at
siga?
Víst er land okkara lítið.
Men at ein útbúgving av
sjúkrahjálparum — í
einum kvalifiseraðum
skúla, har lærarakreftir
eru til taks í forvegin —
skal fara at skaka fíggjar-
ligu umsteðurnar í okkara
lítla landi, ja, tað má vera
nakað, ið bert tær >tvær
ikki arbeiðsleysu sjúkra-
systrarnar< trúgva upp á.
Sum sagt eru arbeiðs-
økini ymisk. Ti mega av-
varðandi = myndugleikar
syrgja fyri, at tað ikki fer
fram ein »yvirproducer-
ing« av tí eina bólkinum,
meðan tervurin alsamt er
vaksandi á hinum bólk-
inum. Og hetta mega teir
gera við tí í huga, at brúk
er fyri okkum øllum í sam-
felagnum, og ikki bert
sjúkrasystrum.
Hjálpirótin
Miðjan er har, fjøldin savnast
At døma eftir gravgang-
inum um politisku mid-
linjuna man vera gott at
verða har. Seinastur i rød-
ini av teimum sum vilja
kanna sær hana er Fiski-
og framburðsflokkurin. Tá
Adolf Hansen í andglett-
inum miðvikukveld varð
spurdur um, hverjir teir
miðflokkar vóru, sum
hann segði seg vilja sam-
starva við í DK., nevndi
hann allar uttan danska
navnan, skattasnýtara-
flokkin hjá Mogens Glist-
rup.
Jú gamani, bert ein
stendur nóg ygst til
hegru, ber til at flyta mið-
juna sama veg, so tað bert
verður pláss fyri arbeiðs-
gevaraflokkum, flokkum
sum umboða kapitalin og
privatáhugamál, meðan
teir flokkar, sum umboða
áhugamálini = hjá len-
móttakarum kámast
burtur í høgratokuni.
Soleiðis sum roknimeist-
arin Adolf Hansen setur
stykki upp, kann bert ein
annar føroyskur politikk-
ari seta stykkir upp, og
hann er revisor av útbúg-
ving og starvast sum leg-
maður. Grundarlagið fyri
eini uppseting má sjálv-
sagt vera veruleikin, og
veruleikin er, at fimti hver
veljari í Danmark velur
flokkar til vinstru fyri
javnaðarflokkin, og at
triðji hver velur javnaðar-
flokkin. Tilsamans er
hetta umleið helmingurin
av veljarafjøldini. Men tå
Adolf roknar, fer hann
fyrst yvir um miðjuna,
sidan finnur hann midjuna
av høgra helmingi, og har
leggur hann so seg og
flokk sin.
Tann sama midjan er
har, sum fjøldin i land-
inum savnast um at
fremja síni áhugamál,
tann sanna miðjan er har
sum verkeæíólk fiskimenn,
pensiónistar, einkjur, ung
og gomul fylkjast, fyri at
virka fyri einum rætt-
vísum samfelag, har
ágóðin er teirra, sum
skapa hann, har arbeiði er
til allar hendur og har góð,
trygg og rættvís sosial
kor valda, og tann fylking-
in verður um javnaðar-
flokkin.
Hvussu enn aðrir royna
at bjóra saman og fløkja,
tosa um hegru, vinstru og
miðju, so verður tann
sanna miðjan har fjøldin
savnast um síni egnu
áhugamál, og tað er í javn-
aðarflokkinum.
a.s.
TA ————W——D—W—W—WWw—
Framhald av síðu 4
læknar, og tað
góðar læknar
serliga
Fer at raka okkum
hart
Føroysku sjukrahusini
kunnu vænta at fåa ung
fólk við lítlum og ongum
royndum. Tað verða so
teir læknar, sum ikki hava
nóg góð pappírir til at
koma á tey
sjúkrahúsini, sum tá
mugu velja eitt minni
sjúkrahús fyri at fáa
arbeiði.
»størri«
I dag er
føroysku
steðan hjá
sjúkrahúsunum
tann, at vit eiga væl av
vælvandum 1. hjálpar-
læknum. Aftaná 1. januar
fer hetta uttan iva at
gerast ein stór mangul-
vera. Teir flestu av hesum
læknum fara at leita sær
til meira »verd« sjúkrahús
fyri at gera sína útbúgv-
ing skjótari lidna og fyri
at hava betri pappírir
seinni.
Ein spurningur stingur
seg tí fram: Skulu vit
royna at fáa serskipanir
fyri Føroyar, so viðgerðin
á sjúkrahúsunum ikki
versnar.
Ein serskipan kann vera
vandamikil. Hon kann
gera, at fáir læknar tora at
koma henda vegin, tí tá
hava teir kanska skorið
seg burt frá meguleik-
anum at koma inn á
sjúkrahús aðrastaðni
seinni.
Yvirlæknar meira
bundnir
Hvussu kemur so skip-
anin at ávirka aðrar ar-
beiðsbólkar og deildir á
sjúkrahúsunum kundi
verið spurt! Eitt nú yvir-
læknarnar. Teir vera eftir
nýggju skipanini meira
bundnir av síni deild enn
higartil og fáa munandi
meira at gera. Hetta vil
fora við sær, at tað verður
ikki so nógv tíð til at geva
serviðgerð — og hetta
merkir so, at sjúklingar,
sum hava brúk fyri ser-
læknaviðgerð, vera verri
fyri.
Skadastovan á td.
Landssjúkrahúsinum kann
eisini væntast at liggja
meira á láni undir nýggju
skipanini. Eisini ferir sátt-
málin við sær, at tað verða
starvsfólkini á hverjum
einstøkum sjúkrahúsi
sum koma at leggja tey
ymsu viðurskiftini til
rættis ístaðin fyri at hetta
verður gjørt í samráð við
høvudsfeløgini. Við oðrum
orðum fáa vit ein hóp av
ymsum sáttmálum.
Lat okkum so taka
samanum. Feroyska
sjúkrahúsverkið hevur
higartil verið nær knýtt at
tí danska. Her er tað so
spurningurin, um vit eiga
at halda fram við hesum
samarbeiði. Í dag eru vit
noyddir at senda sjúkling-
ar til víðari viðgerð á
Ríkishospitalinum. Somu-
leiðis koma fleiri av lækn-
um, ið arbeiða á okkara
sjúkrahúsum úr Dan-
mark. Eitt tílíkt sam-
arbeiði kunnu vit tí helst
ikki vera fyriuttan —
ella!!!
Hvat er tað tá, sum ar-
beiðsgevarin hjá yngru
læknunum, Amtsráðs-
foreiningin, vil við hesum
broytingum. Hon vil skipa
viðurskiftini eðrvísi fyri
at fáa meira ekonomiska
stýring a Sjukrahusverk-
inum. Eitt lið í hesum var
at gera ein nýggjan sátt-
mála við teir yngru lækn-
arnar, sum arbeiðsgevarin
helst metir, hava eina ov
góða stødu.
Tað sær út til, at tað er
eitt ynski at sleppa at
pilka við sáttmálan hjá
yvirlæknunum eisini. Her
verður nevnt, at ætlanin
er at skipa uppbyggingina
av læknunum á deildunum
eðrvísi. Ístaðin fyri fleiri
síðustillaðar = yvirlæknar
so til bert at hava ein chef-
yvirlækna.
Hver man so orsekin
vera til alt hetta umskifti
og hesar broytingar, sum
eru framdar og sum ætlan-
in er at fremja, kunnu vit
spyrja! Er talan um spar-
ing! Fáur dugur at síggja
eina sparing. Tað tykist
sum at Amtsráðsforei-
ningin vil hava eina
klemmu á einum chefyvir-
lækna fyri betur at kunna
stýra honum økonomiskt.
Hetta hevur verið roynt
aðrastaðni. Men tað
virkar ikki eftir ætlan.
Chefyvirlæknin fær nevn-
iliga víðari ræsur enn ein
hevdi hugsað sær.
Hvat man so ætlanin
vera við hesi nýggju skip-
an og tí, sum fer at koma
av broytingum — uppá
longri sikt!
Munnu — politikararnir
halda, at sjúkrahúsverkið
átekur sær og nógv arbeiði
og er ætlanin at minka um
aktivitetin innan sjúkra-
húsini og verður úrslitið,
at færri fólk í framtíðini
fara at hava meguleikan
at sleppa á sjúkahús?
Verður ” heimahjålp og
heimarekt ein skipan, sum
skal avloysa sjúkrahúsini
í størri mun?
SNØDE