Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-12-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. desember 1981síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Vinnararnir i mansunglingadeildini og gentur 16 år, bædi lidini eru frå Mjølnir Flotbéltssteypakapping: Stor luttøka, neyðugt varð at nyta ítróttarholl- ina og fýra skúlar Seinasta viku- skiftið skipaði Flogbóltssamband Føroya, F.B.F. enn einaferð fyri stórari steypa- kapping í flotbólti. Kappingin var hesa ferð fyri luttakarar í yngru deildunum, ið ikki hava høvi at lut- taka í veruligari landskapping i egnu aldursbólk- um teirra. Luttakandi leikararnir — dreingir og gentur — vórðu býttir í tríggjar aldursbólkar, leikarar føddir í 1968, i 1966 og føddir i 1964. Eins og Vinnararnir í bólkinum gentur 14 ár, St.ÍF hjá eldru deildunum var áhugin fyri at luttaka sera stórur, og gjørdist tí neyðugt at leika í fim- leikarhøllunum í fleiri skúlum umframt ítrótt- arhellini á Hálsi. Leikt var í Eysturskúlanum, Læraraskúlanum, skúl- anum í Hoyvík, skúl- anum í Hoydelum og í ítróttarhellini, og vórðu sostatt nýttir sjey vellir til kappingina, ið byrjaði Vinnararnir í kvinnuunglingadeildini, Fleyr Leygardagin hittust yngru deildirnar í flogbólti í stórari steypakapping í Havn. Áhugin at leika flogbólt tykist at vera sera stórur og gjørdist ítróttarhallin tí ov lítil. Neyðugt varð at leika í fýra fimleikarhallum í skúlunum eisini. Sostatt vórðu sjey vellir nýttir til teir umleið 100 dystirnar, ið vórðu leiktir í kappingini, ið byrjaði tíðliga leygarmorgun og íkki varð liðugtleikt fyrr enn seint leygarkvoldið klokkan 9,30 leygar- morgun og vardi til seint leygarkvøldid. Tá kapp- ingin var lokin vóru leiktir um 100 dystir. I mun til eldru liðini, sum í teirra steypakapp- ing bert leiktu tvey sett í hverjum dysti orsaka av tíðsneyð, og einsteku vunnu bóltarnir tí kundi gerast avgerandi fyri víðari lutteku, varð í dystunum hjá yngru deildunum leikt best av trimum settum. Í kappingini hjá dreingjum, 14 ár, t.v.s. foddir í 1968 hevdu 8 lið boðað luttøku og komu SÍ, SÍF, Mjølnir og VÍFa í semifinaluna. Í finaluni mettust SÍ og Vinnararnir dreingir 14 ár, SÍ Mjølnir og vann SI tryggan 2 0 sigur við settunum 15—1 og 15—11. ] > Í dystinum um 1. plássið vann VIF eisini 2—0 á SIF, men munurin i settunum var bert 16—14 og 15—13. Hjå gentunum, føddar i 1968 luttóku 10 lid og møttust St.Ifa og StIFb og KIF og St.IFc i semifinaludyst- unum. Sostatt eydnadist øllum trimum luttakandi liðunum av Strondum at koma víðari, men tað vórðu tó KIF-genturnar, ið komu í finaluna móti St.IF a. St.iFa vann dystin við tveimum settum móti ongum, 15—11 og 15—6. Hjå dreingjum 1966 luttóku 12 lið, ið vórðu býtt í tríggjar bólkar. Í finalubólkin, har øll lið- ini leiktu móti hver eðrum, komu Miølnir, Fleyr og VIF. Mjølnir- dreingirnir vístu seg at vera væl sterkari enn hini liðini og gjerdust teir eisini vinnarar, meðan Fleyr gjerdist næst og VIF nummar trý. Eisini hjá gentum 1966 vórðu tey tólv luttakaraliðini býtt í tríggjar bólkar og komu Mjelnir, KÍF og VÍFa í finalubólkin, ið Mjølnir vann, meðan KIF Framhald á síðu 13