Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-12-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. desember 1981síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

———— A SOSIALURIN —————f"—oAT—————————u—…—m—|—”7Q£.———=…——”———…————=—P].]f——…—…——— — Tad er so sum so, um yrkingarnar koma upp í eyguni á eðrum, ella um tær blíva blakaðar burtur sum v„ólesandi lumma- fras«. Men hesi kor eru samstundis ein fyritreyt fyri at yrkja hjá tí, sum hevur loyst úr »fåfongdar- hafti«. Skaldskaparkeldan og tær rammur, sum lid- nar yrkingar verða settar í, hóva ikki altíð so væl saman, eru heldur í and- steðu. „Opið vindeyga< tosar um »einsligt pappirsyrki« og kennir tað serliga so, ti hann hoyrir >barnanístan og konulåtur«, meðan hann situr innandura við vindeyganum á glopp. Men her gera yrkjarans kor seg aftur galdandi: hann vil lýsa lívið, men til tað er neyðugt at draga seg eitt sindur burturúr, so tú kann líta at tí burturífrá. Vilt tú avmynda lívið á pappír, kanst tú ikki samstundis vera fullur partur av tí; tín leiklutur verður í ein vissan mun sum eygleiðari og ikki sum leikari ! Onnur reiðsla av eftir- torvi byrjar við tí sjálviro- nisku >Soleiðis hvurvu dagar mínir“. Yrkingin hevur skemtidám og sigur frá tí, sum fer at henda, tá hann kemur >fyri handan foldartjald« og einki hevur at vísa fram: >Har verður grátur og/ tannagrisl«. Í „Eitt konufólk<, sum er mynd av einum falnum konufólki, avmyndar yrkjarin heist seg sjálvan. Sum heild eru yrkingarnar í hesum bólki mest um ikki at vera rokkin á nakað mál; ikki tí hann hevur havt eitt ávíst mál, men einki mál er rokkið >Tá ið hivnar« er eitt lítið fitt erindi um hvussu skjótt náttarræðslan verður. gloymd, og harvið hvussu skjótt menniskjan gloymir tað illa, ið henni viðurferst. Ein gáva, sum er ein treyt fyri at orka at liva: Tá ið hivnar og heim veit í — er tað longu gloymt, hitt illa. Barnið, loyst úr náttarræðslum, leiðist við mammu um morguntún. »Dvørgur« er ógvuliga fín yrking — eisini rytmiskt — um dvergin, sum smidar bædi dagar og nætur: Dvørgur, nidanstuttur, oman belti kubbutur — dagsljósins stelpur tykja lítið í nær tokka, ræðast, vamlast. Smíði gripir. Snjófoksdagar, mánanætur, tá ið fjallsins kambar rembast mót háum himli — allan hin dekka vetur smíði eg. Gripir. hverki Dvergurin fær samsýning ella virðing fyri sítt arbeiði, men hend- ingaferð leggur hann frá sær- eina løtu, og tann letan er øll tann løn, hann hevur fyri neydini: Dvergur eri eg, siti okkurt summarkveld og rindi meðina undir kletti — siti við mítt síða skegg og líti út á blikandi, fleyrgráan fjørð. Hvat dvergamyndin vil siga í fluttari merking stendur helst ellum greitt »Kvett og kuta« biður um eina hardliga lagnu, fram um at lata rotturnar gnaga seg innanífrá. Tað ræður um at halda hevur hátt, og ikki lata hugsjón- irnar máa burtur so við og við í dagligum matstrevi. Í yrkingini >Dýrabært var tað. Til Jóhan Hendrik dygdartænara Feroyamál- sins< verður málið prísa, og grund givin fyri nýts- luni av mangum óvan- ligum orði : Dýrabært var tað, vit ervdu: orðini, eyðskild í móður- munni. Lívsins tilfar, grúksins greytur, storknar av ongari nýtslu — Men so hin vegin: flog, himinsflog, elvd av onkrari málilsku. Í nógvum yrkingum verð- ur feroyska natúran lýst (t.d. ÞÁ, havsins og loft- sins hiti“ og »Hetta gryt- islendid«) og tað stillfar- andi fólk, sum hevur búð her (»Gråir og svartir klettar«), tó ikki meira stillfarandi enn so, at lívs- gleðin varð sýnd í dansi: Næturnar hulisligu undir hálvari sól troddu tey hilnisdansin fyri alheimsins jólum. Í »Ungdémsminni úr Valby« sum er kannað Peturi Reinert, verður aftur undirstrikað, at jarð- arinnar góðs og gull ikki ber veruligt virði í sær, men: »Samstarv bygdar- felaga millum/ lyftir dag- in/ upp i rættuligt ljós<. »Frålikt er at liva« er fag- nadarsongur til tilveruna og somuleidis tann vakra kærleiks- og natúruyrk- ingin »Matinata«, ið næstan er sum ein mor- gunsálmur (bít merki í navnid!), t.d. >Nú skínur sólin bjarta« hjá Símuni av Skarði< ella tann yndis- ligi sangurin hjá Hans Andriasi Djurhuus »Nu hitar sólin<. Hjá Regini er bert tað frávik, at erotikk- urin menniskjunna millum er ein óskiljandi partur av hesum unduri: Nú vakna fuglarnir við summardøgg á herðum og syngja fyri tær, ið durvar enn á berum sandsins hóli saman við mær. Í „Eitt tokkans andar- hald< metast mótsetning- arnir »lamb og ljón saman/ ella bara skilni kynja millum?<. Tað ósambær- liga rennur saman í einum stokkutum andarhaldi, og hetta gongur aftur í »Seinnapartsskin«, har býurin »syvjar í seinna- partsskini«, men gleði- letan er bert ein leta innan strevið og veturin aftur eru á ferð: »gloymsku- dýrdin/ fyri veturnætur«. Meðan næstan allar yrk- ingarnar frammanundan fara fram i Føroyum, so eru tad i seinasta part- inum fleiri sum eru um- hvørvid, har yrkjarin hevur livað meginpartin av ævi síni. »Ungmenni« knýtir samband millum útlegdina og heimlandid; ungur, sitandi i ti donsku natúruni verður føroyski upprunin enn greiðari, enn um hann livdi í honum: Kring um meg tustu, kortini, ljómarnir, orðini : oyggjarnar, tjóðin, ættarslóðin, deyðin, dýrdargripir verunnar. Her móti endanum av savninum vendir hevund- urin aftur til tað broytta umhvervið og i »Dålkad rennur tú< vísir hann, hvussu nógv tað er ímill- um ánna fyrr og nú: hon er dálkað í hel. Barndóms- landið er blivið burtur, men sum hann sigur í sein- astu yrkingini, »Altid elti tú meg«, so er landið altíð við honum: »onga tíð slappst undan«. Eitt hevuðsevni í savn- inum er tøkk til skaparan, ikki trýst upp í andlitið á lesaranum, men sum ein organiskur partur av yr- kingunum. Í >Nú skorp- nast handbaksheidin« verða útlitini fyri eini til- veru eftir hesa lýst so- leiðis: skulu gleðir — minni enn hesar á fold: tá ið heili og hold og út um alt vit endursamar kenslur hevdu teg upp — skulu tílíkar gleðir avnoktast handan sýn? og hví hann trýr verður stutt og sterkt sagt í sein- asta erindi í yrkingini »Fyra myndir á svøvn- stovubróstinum<: Ódnirnar, fjalladun miskunnarloysi, jarðar- innar, lívssviknar kvinnur — og hann á krossinum aleina. Jógvan Isaksen Síða 11 Ta ið tú ert livandi, hendir altid okkurt Ebba Hentze: An- tonia og Morgun- stjernan. Petur Andreassen týddi. Elisabeth Nyman teknaði. Einars Offsett prentaði. Feroya Lærarafel- ag gav út, Tórs- havn 1981. 58 kr. Tað sigur gamla Petra, sum er ein av teimum, Antonia kennir og er góð við. Antonia býr í eini lítlari bygd úti á eini oyggj. Hon hevur eingi systkin ella onnur bern at spæla við. Men tað ger einki tí hoa hevur altíð nógv um at vera og keðir seg sjáldan: og allarbest av ellum dámar henni at sita og hugsa og droyma og royna at fáa greiðu á ollum. Tí nógv er at fáa greiðu á, og altíð hendir okkurt. Tað fyrsta, sum hendir í bókini er, at hon fer við út at leita eftir kettuni hjá Petru, Morgunstjernuni, sum er burturvilst. Á hesi ferðini í skýmingini koma tær báðar á mong merkilig og óunnilig stød, bølamyrk neyst og trølslig skymaskot. — Soleidis er bygdin eis- ini, men har er gott at vera, hóast tey eru fáment og búgva langt burtur frá stór- býnum, haðani post- báturin kemur til teirra við verum, posti og ferðafólki. Og allastaðni yður av lívi — kettur, fuglar, kópar, seyður. Tann av vinfólk- unum hjá Antoniu, vit hoyra mest um,.er gamla Petra, sum er so lívsglað og altíð finnur uppá okkurt at gera. Hon lærir hana at geva sær far um tað, sum hendir í náttúruni og í bygd- ini, og hon veit so nógv um, hvussu tað er úti í tí stóru verð. Og altíð hevur hon stundir at práta og rúmkar hugaheimin hja Antoniu við ellum tí hon fortelur. Frá Petru hevur Antonia eina skel, og hon sigur, tað er havið rundan um tey heitu londini, hon hoyrir sjóða í skelini, tí haðani = er skelin komin. Og Petra eigur eina mynd, ið er tikin í londunum, har appel- sinirnar veksa og vindurin altíð er heitur. — Alt hetta fær Antoniu at forvit- nast og droyma um tann dag, tá ið hon sjálv skal síggja alt við egnum eygum. Antoniu nýtist ongan- tíð at kenna seg heilt einsamalla, tí hon hevur Petur Loyni- liga, sum hon sjålv hevur funnið uppá, og sum hon ofta prátar við. Eingin má vita um hann, tí so fara tey at halda hon er blivin ser av ongan at hava at spæla við. — Hann kann vera so ymiskur, skifta lit kann hann eisini, og hon kann kalla á hann ella gera hann ósjónligan, sum tað passar henni. Ein av kapitlunum er sum ein kinesisk eskja: ein sega í sjálv- ari seguni, og so aftur inni í tí seguni ein dreymur, ið er eitt ævintýr um lívið á havsins botni, har gullfiskar og perlu- fiskar og havfólkini halda til. Nógv annað hendir innan í og uttan um Antoniu á teimum gott og væl hundrað blaðsíðunum, sum ikki skal verða avdúk- að her. Forlagið sigur bók- == SEK] ina vera fyri børn og vaksin. Tann lætti og kenskuborni fråsøgu- håtturin kann íkki annad enn hugtaka øll, og tey tilkomnu, sum skulu lesa fyri bernum burtur úr bók- ini, kunnu vænta sær hugnaligar letur. Tey verða mint á, hvussu opið og viðkvæmt barnasinnið er, og hvussu hendingar og inntrykk festa seg og liva víðari í huganum. Og at børn hava ta gåvu at kunna fanta- sera; tad er uppgåvan hjå teim vaksnu at hjálpa teimum at brúka hesa gávu — vísa teimum á, at tað sum Petra sigur er eitt ævintýr, at nakrar hyacintir veksa úr gráum rukkutum leykum. Siga teimum søgur, ið tala til teirra fantasi. — Antonia og Morgunstjernan hev- ur okkurt í sær, sum minnir um bekurnar hjá Astrid Lindgren. Pætur Loyniligi minnir meg eisini á Cheshire-kettuna í Alice in Wonderland, sum hver tann ið hevur lisið um seint gloymir. Og tey tilkomnu kunnu eisini verða mint á, hvussu umráð- andi tað er at royna at varðveita sinnið opið, tí tað er treyt fyri, at vit sum Petra kunnu siga, at so leingi tú ert livandi, hendir altíð okkurt. Elin Súsanna Jacobsen