leygardagur 19. desember 1981síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
SOSIALURIN
Tad er liv at ferdast
Frå Salzburg um
Oberndorf til Carnuntum
Annar partur av
ferdafråsøgnini
hjå Niels Juel
Nolsøe ur Eyst-
urriki. 1. partur
var i Sosialinum
seinasta leygar-
dag. 3. partur
kemur i fyrsta
leygardagsblad-
num eftir nýggj“
| I
Tad komu 3 åhugaverdir
fårstaerkabiskupar til
valdið aftaná hvenn
annan, tann fyrsti av teim-
um var Wolf Dietrich von
Reitenau, sum bert 28 ára
gamal var settur av páv-
anum á bispastólin í Salz-
burg, í 1587
Vit fóru nú at vitja
slottið Mirabell, sum Wolf
Dietrich lat byggja til
unnustu sína Salome von
Alt, vakrastu ungmoy
Salzburgar. Mirabell er
ikki minst tiltikid fyri
stóra, vakra urtagarð sín,
við standmyndum og gos-
brunnum. Tað ber væl til
at ímynda sær tað eydnu-
ríka familjulív, ið fór fram
her, sum Wolf Dietrich og
Saloma livdu saman við
teirra 16 børnum.
Wolf Dietrich varð
ástikin í Salomu, tá hon
bert var 15 ára gomul
Hann var katólskur bisku-
pur, men hann virdi cøli-
batið lítið. Hann var
fúrsti, og sum ein slíkur
vildi hann liva. Hann tók
Salomu til sín at búgva í
Residenzpalå, og tað var
ikki altíð líka sidiligt og
gudsóttandi lív, ið fór
fram við erkabiskupa-
hovið. Og av tí, at teir
góðu Salzburgar borgarar
tóku sær tykni av, at bis-
kupurin hevði kvinnu búg-
vandi hjá sær, so læt hann
uttanfyri býmúrin byggja
hetta slottið, sum vit nú
vitjaðu, og har skuldi so
Saloma búgva. Hann gav
tí navnið Altenau eftir
ættarnavni Salomu. Sum
árini gingu fingu tey 16
bern saman, Wolf Dietrich
var eydnuríkur, men at
tað ikki beinleiðis var
nakað kleysturlív, hesin
prestvígdi katolikkur
livdi, tað var eyðsýnt.
Eitt, sum eyðkendi erka-
biskuparnar var, at teir
vóru so grammir eftir at
byggja, og Wolf Dietrich
Stille Nacht Kapel
Vindeygamálningur í Stille Nacht Kapell
var einki undantak. Hann
kallaði borgararnar
saman: Salzburg skuldi
hava eina nýggja dóm-
kirkju, sum var einum so
mætum býi verdug, og
sum sjálvandi var ein hós-
kandi karmur um virki
hansara. Men borgararnir
sýttu at lata pening, og
hvar skuldi ein tílík kirkja
standa, tí pláss var einki.
Løgi nokk læt biskupur
hetta um seg ganga. Men
so kemur einaferð eldur í í
miðbýnum og, eisini legi
nokk, sá tað út sum at
eldur kom í á fleiri stoðum
í senn. Boð fóru til erka-
biskupin, men hann svar-
aði: Logar tað, so læt tað
loga. Eingin tordi at fara
undir sløkkingararbeidid,
55 hús brunnu í grund, og
knappliga var tað so eitt
hóskandi pláss til eina
dómkirkju. Tíðindi fóru
nú at ganga um, at erka-
biskupurin sjálvur hevði
skipað fyri hesum elds-
bruna, tíðindini vórðu
ongantíð avsannað, so
helst vóru tey sonn. Og
byggimeistarar og arki-
tektar vóru longu á veg úr
Italien, til at fara undir
kirkjuna.
Wolf Dietrich skuldi
ikki fáa ta gleði, at taka
lut i byggingini av
kirkjuni. Hann fekk ein
meiri dapran enda sjálvur.
Hóast brek hansara var
hann tó væl umtóktur av
fólkinum. Hann var ein
væl útbúgvin maður, við
stórum ansi fyri bæði bók-
mentum og vísind. Men
tað vóru eisini aðrir, sum
tráaðu eftir erkabiskupa-
stólinum í Salzburg, tí har
var verunliga nakað at
tráa eftir. Ein skilmaður
Wolf Dietrich langt úti,
Marcus Sitticus, var ein
teirra, ið gjarna vildi
sleppa til ræði. Hann var
aðalsmaður og av sera
góðari ætt. Hann fór til
Roma og kærdi fyri páv-
anum, hvussu oyðslutur í
Wolf Dietrich var, og fyri
tað siðloysi, hann livdi í.
Hann var tí frásettur og
Sitticus fekk bispastólin.
Men Marcus Sitticus
var ein illkynjaður maður.
Wolf Dietrich varð settur í
fangabúr uppi á borgini.
Úr búri sínum kundi ar-
mingin, sum hevði havt
ein tílíkan tokka til lívið,
síggja niður á plássið, har
kirkjan varð bygd. Hetta
frætti Marcus Sitticus, og
so meinfýsin var hann, at
hann læt negla upp fyri
vindeyguni, so at fangin
einki skuldi síggja. Og har
vantrívnaðist Wolf Diet-
rich so í trý ár, til deyðin
kom sum ein miskunn-
samur frígerari.
Grev hansara vitjaðu
vit á Sebastiankirkjugarð-
inum, í tí yndisliga St.
Gabriel kapelli, sum hann
sjálvur læt byggja, og
ætlaði til seinasta hvíldar-
stað sín.
Marcus Sitticus ráddi
bert í Salzburg í 7 ár, tá
hann knappliga doyði,
bert 46 ára gamal. Hann
var illa lýddur, var sera
oyðslutur, og hann, sum
hevði kært Wolf Dietrich
fyri siðloysi, var sjálvur
hvaðna verri. Til eina hjá-
konu, ið æt Mirabella, læt
hann slottið Altenau, og
til eina aðra læt hann
byggja tað ikki minni
kenda slottið Hellbrunn.
Hann var ein lúrin
maður. Hann hevði tað
fyri, fjaldur í einum
munkakappa, at ganga í
býnum og lurta eftir, hvat
fólk segdu um hann og
virki hansara.
Hann doyði á tí staði
sum var honum so kært,
Hellbrunn, og í tí vekru
dómkirkjuni kann ein
síggja grev hansara, við
síðina av altarinum.
Í árinum 1619 doyði
Marcus Sitticus, og Paris
Lodron bleiv erkabisku-
pur. Eisini hann var av
mætari aðalætt, og í 34 ár
stýrdi hann ríkinum, og
tað fall í hansara lut at
fullfíggja ta dómkirkju,
sum Wolf Dietrich hevði
gjørt ætlanir um, og sum
Marcus Sitticus hevði
byrjað.
Lodron hevði stór
politisk evnir. Júst í teim-
um árum herjaði tað ræðu-
liga 30-ára kríggi um
Europa, men tað eydnað-
ist honum at halda ríki
sítt uttanfyri, kanska
einamest tí, at har vóru
eingir átrúnaligir mótset-
ningar. Landið var alt
katólskt.
Lodron var ein drottur,
ið nýtti stjórnartíð sína til
fulnar til gagns fyri fólk
sítt. Salzburg var ein
friðarins gróðrarblettur í
einum krígsherjaðum
Europa, ið veitti innivist
fyri mongum, sum vóru
elt fyri trúarins sakir, og
fólkið syrgdi inniliga tá
hann, aftaná longu stjórn-
artíð sína lat eyguni aftur
fyri seinastu ferð, á Mira-
bell.
Tann seinasti biskupu-
rin, sum hevði bæði poli-
tisk og átrúnarligt vald í
Salzburg, var Hieronimus
Colloredo. Tað var um
somu tíð, sum feðgarnir
Mozart starvaðust í hov-
orkestrinum. Men
Colloredo sýndi tí unga,
evnaríka Mozart lítlan
áhuga og vælvild. Mozart
rýmdi tí og fór til Wien.
Sjálvur rýmdi Colloredo
úr Salzburg í 1800. Napo-
leon herjaði tá um Europa,
og øll landamark vóru
broytt. Aftaná Wienar-
kongressina broyttist
markini aftur nógv, og í
1816 kom Salzburg bein-
leiðis undir habsburgska
valdið, og erkabiskuparnir
mistu sítt politiska vald.
Okkara dagur er við at
vera komin at enda í
hesum seguliga býi. Vit
hava vitjað barnaheim
Mozarts, Hohensalzburg,
dómkirkjuna, Mirabell og
St. Gabrielkapell. Hetta
var ein dagur við sterkari
ávirkan á sinni, har
resonafisbotnur er fyri
ellum hesum seguliga, tað