leygardagur 19. desember 1981síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Barnaheim Haydns í Rohrau
er ikki lætt at frígera ser
aftur, tað er sum hesir
tignarligu kirkjufúrstar
fylgja tær á veg aftur úr
hesum gamla býarpart-
inum, yvir um aftur
Salzach-ánna, og tað er
eins og tú hoyrir hin
vinsæla Paris Lodron
siga: tekk fyri vitjanina,
og ver vælkomin aftur
eina aðru ferð til hetta
land friðarins, Salzburg.
Niðan gjøgnum Linzer-
gasse heldur henda
romantiska, álvakenda
kensla fram. Í hesi hugna-
ligu gongugetu floymir
eysturríkskur fólkatón-
leikur, guitar, citer og
horn út gjøgnum sýnis-
gluggarnar. Vit fara aftur
til parkeringsplássið undir
Kapuzinerberg, og við
langtan koyra vit heim
aftur til Shangri-La
okkara, gistingarhúsið til
Wallersee.
Einar 15 km. frå Salz-
burg, í ein útnyrðing,
liggur tann litli byurin
Oberndorf. Navnið sigur
teimum flestu kanska ikki
nógv, men nevnir tú sálm-
in »Gledilig jól<: »Stille
Nacht, Heilige Nacht«,
sum hann eitur á uppruna-
málinum, tá eru tað óiva
fleiri, sum eru við.
Hohensalzburg
Tann vegin fóru vit ein
dagin at vitja. Á vegnum
síggja vit einastaðni eitt
vegskelti, ið vísir til
hegru. Har stendur: Brau-
nau, 30 km. Hetta beinir
hugsan tína á aðrar ræsir.
Braunau, har var tað, at
Adolf Hitler var feddur í
1889. Sama ári fór eisini
fram ein onnur hending,
sum skakaði dupult-
monarkiið Eysturríki —
Ungarn. Tann habs-
burgski trúnarvingin
Rudolf tók lívið av sær, á
slottinum Mayerling,
saman við gentu síni
Maria Vetsera.
Adolf Hitler var sonur
til ein tollembætismann.
Tá hann var komin til
skúlaaldur, vóru tey
komin til Linz at búgva.
Har kom hann seinni í
realskúlan, fekk tó einki
prógv, og tá foreldrini
vóru deyð fór hann, 17 ára
gamal, til Wien. Har
royndi hann tvær ferðir at
koma inn á skúlan fyri
listamálarar, men hverga
ferð stóð hann royndina.
So ætlaði hann sær á arki-
tektskúla, men til tað
kravdist studentsprógv,
og tað hevði hann ikki, so
har gjerdist heldur einki.
So leingi hann hevði pen-
ing spældi hann, mótvegis
teim fáu hann kendi, leik-
lutin sum lesandi og gekk
dúgliga í opera. T.d. sá
hann, tey árini hann var í
Wien, Wagner-operuna
>Tristan og Isolde< 30
ferðir. Wagner var ein av
ideologisku lærumeista-
rum hansara. Men tá pen-
ingur hansara gekk
undan, tað var arvur, og
ikki týmdi hann at
arbeiða, so endaði hann á
einum herbergi fyri heim-
leysar. Har búði hann í 3
1/ 2 ár, málaði akvarellir,
sum ein annar seldi fyri
hann, og á tann hátt klár-
aði hann tað. So kom fyrri
heimsbardagi, har hann
tók lut. Aftaná tað finna
vit hann í Miinchen, har
politiska lív hansara av
álvara byrjar.
Hatta var eitt lítið stig
til viks. Vit eru framvegis
á veg til Oberndorf. Nú
hevur tað, ein hevur lisið
um Oberndorf, altíð verið
eitt sindir yvurromanti-
serað. Tað verður tosað
um ta lítlu fjallabygdina.
Væl var tað vakurt fjalla-
lendi vit koyrdu
igjøgnum, men har lá nú
ein minni býur. Vit spurdu
okkum fyri og komu at
enda á staðið: >Stille
Nacht Kapel«, vísti eitt
skelti. Og á einari hevd á
einari lítlari, grønari fløtu,
tætt randað av treum, lá
so kapellið, lítið og einfalt,
bygt á staðnum, har tann
kirkjan lá, har sálmurin
ljóðaði á fyrsta sinni, jóla-
aftan 1818.
Segan um sálmin er væl-
kend. Presturin í Obern-
dorf, Joseph Mohr, var
beint fyri jélahøgtiåina úti
og gekk sær ein túr um
kveldið. Foldin var kava-
kledd, og uppi yvir Konum
var ein glógvandi stjørnu-
himmal. Hann leit upp
eftir og mutlaði, sum av
tilvild, orðini: >Stille
Nacht, heilige Nacht«. Og
knappliga komu øll orðini
til hann, og eftir lítlari
løtu, meðan hann skund-
aði sær heim aftur, var
sálmurin yrktur. Franz
Gruber, lærari, og orga-
nistur við kirkjuna, setti
líka skjótt sítt kenda lag
til, og tá urgan hesi jól var
í ólagi, sungu teir báðir
sálmin tvíreddaðan í
kirkjuni jólaaftan, við
guitarfylgispæli av Franz
Gruber.
Tað er við einari hátíðar-
ligari kenslu, at ein trínir
Sjálvt um har er friða-
ligt, so vitjar tó nógv fólk
henda veg. Tað ber gesta-
bókin, ið her liggur, prógv
um. Her er í túsundatali
av nevnum, bert fyri 1981,
og okkara nevn verða so
sett afturat.
Av einari automat, ið
hongur á vegginum kann
ein, við at leggja pening í,
fáa seguna um menninar
báðar og um sálmin á
trimum tungumálum, og
ein hoyrir eisini lagið.
Dagarnir gingu skjótt,
her vit búðu, og brátt var
fráfaringardagur. Men nú
upplivdu vit regn, sum
ongantíð áður, og hartil
torðu, so ikki var farandi
út á autobanan í bili. Vit
fingu ávarðingar og góð
ráð. Orðið »water-
planning« (teir nýttu tað
enska orðið!) á autoban-
anum, var fleiri ferðir
nevnt. Fráferðin varð flutt
fram ein dag, men sama
syndaflóð av regni. Tó
farast mátti, og eitt sindur
hugtungur var man, tí
staðið her var líka yndis-
ligt, líka hugtakandi antin
sólin skein (tað gjørdi hon
sjáldan, meðan vit vóru
har), ella um tað regnaði.
Frá rómverjatíðini: Heidentor
inn í hetta lítla, kvirra
kapellið, eitt minni um teir
báðar, sum gjørdu okkara
kærasta jólasálma her,
fjart frá heimsing gangi. Í
kvirruni her hugsar ein
um tann, at kalla, erskap-
in, við barnaheim Mozarts
í Salzburg, har tað var ein
ræðulig troðkan av fólki.
Her sótu eini hjún á einum
beinki, av sær sjálvum
tagnar prát okkara, tá vit
trína inn. Og vit seta
okkum niður eisini.
Gruber og Mohr eru av-
myndaðir í glasmálning-
um, ið gera tað út fyri
rútir í tveimum av vin-
deygunum í kapellinum.
Tú hugsar um jólini
igjøgnum árini harheima,
sum barn og vaksin.
Ongantíð var tikið so væl
undir, ongantíð sungið so
hjartaliga, sum tá >Gleði-
lig jól< skuldi syngjast.
Og so gekk leiðin annars
eftir autobananum, eystur
igjøgnum landið. Sjálvt í
hesum vátveðrinum við
vandamiklum koyribana,
yvirhálaðu bilar alla tíð-
ina, sjálvt um vit koyrdu
90 km. um tíman.
Vit skuldu til ein lítlan
bý, Petronell, 40 km. eyst-
anfyri Wien, og 20 km. frá
markinum til Ungarn.
Fram við Linz gekk auto-
banin, men tianverri gjøg-
num Wien. Kortið bleiv
gjølla kannað, og tó var
tað við einum ávísum ótta,
at vit fóru inn í stórbýin.
Tó eitt prógv fyri at vit
vóru á rættari leið, tá vit
koyrdu inn i býin, høvdu
vit í slottinum Schøn-
brunn, hesin arkitekto-
niski gimsteinurin í
barokkum sniði. Tann
Maria Theresia-guli liturin
var lættur at fáa eyga á.
—————————itiðVnnWiWWiiWidWionwnniiørini——cannnnnnnnnnnnnnnn
Men aftaná tað koyrdu vit
galið, endaðu inni í sjálv-
um miðbýnum, á Ring-
strasse. Men beinasemi
eysturríkaranna er legen-
darisk, og vit vórðu hjálpt
burtur úr trupulleikunum,
og komu eystur, út av
býnum.
Tað seguliga áhuga-
verda í Eysturríki er tað,
at her kann ein, innanfyri
sama landamark, finna
stórfingin prógv, ikki bert
fyri tað ríkið, sum tað
habsburgska dynastiið og
tann máttmikla katólska
kirkjan skapaðu, men
eisini fyri eitt annað, alt-
valdandi stórríki, hvers
vald eisini rekk hesar
leiðir, og sum blómaði her
fyri út við 2000 árum síð-
an, og tað var Rómverjar-
ríkið.
Tað var ein forkunnug
uppliving, at koyra eystur
ígjegnum landið. Tú
hevur fyrst upplivað alt
tað skreyt og tann vakur-
leika, sum ber vitni um yv-
irstættarlív = kirkjunnar,
aðalsins og keisaranna, og
hetta káta lív kom í hædd-
ina í undanfarnu eld, tá
tey dansaðu wienarvals til
tónleik Lanners og
Strauss'anna. Og so
knappliga stendur tú í
teim stóru útgrefstrunum
frá rómverjatíðini. Hetta
er ein heilt annar heimur,
tað romantiska er burtur,
og tú hevur varhugan av
nøkrum meira álvar-
samum, forlegstungum.
Tí væl var tann rómverska
mentanin nakað av tí
glæsiligasta heimurin
hevur upplivað, men Róm
var ein ræðulig krígs-
maskina, sum ongum
eirdi, og sum sýndi stóran
grimdarhuga.
Gistingarhúsið, vit búði í
her æt, mikið hóskandi,
Marc Aurel, ið var navnið
á einum av teim kendu
rómversku keisarunum,
sum ofta búði her. Tí júst
her lá, longu í 1. eld eftir
Kristi“ feðing, ein stórur
Framhald á síðu 18
————.iweni8KG—ixJA—iøGGGs A —ns—wWIHÚWø