Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-12-23, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. desember 1981síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Ellisheim og íbúðir til eldri Tórshavnar býráð sam- tykti á fundi í seinastu viku at seta tveir ar- beiðsbólkar at fyrireika bygging av íbúðum til eldri og at fyrireika bygging av ellisheimi og rektarheimi. Bólkarnir, sum býráðið valdi, blivu ávikavíst byggi og býar- skipanarnevndin og sosi- ala nevndin. Uppskot var annars frá Essa Arge, formanni í byggi- og býarskip- anarnevndini, um at seta ein serligan arbeiðsbólk at „viðgera spurningar í samband við íbúðar- og bústaðarviðurskiftini hjá eldri borgarum í kommu- nunic. Men tá sosiala nevn- din hevði uppskotið til viðgerðar, mælti hon til, at nevndin sjálv virkaði sum arbeiðsbólkur. Og í samband við uppskotið frá sosialu nevndini um bygging av ellisheimi, skeyt hon upp, at hon sjálv virkaði sum ar- beiðsbólkur. Eitt sindur av orða- skifti var um íbúðar- málið. Býráðslimir settu spurnartekin við, um tað var rætt at byggja íbúðir bert ætlað til eldri, í staðin fyri at gera eitt samskipað byggjarí. Í hesum sambandi kom Leivur Johannesen, formaður = í — sosialu nevnd, inn á bygging av íbúðum sambært lógini um íbúðargrunnin. Hann upplýsti, at í fjør var ætlanin at seta skjetil á hendan spur- ningin, men at upphædd- in var strokin av fíggjar- ætlanini. Av honum skiltist, at sosiala nevndin ætlar aftur í ár at seta eina upphædd av til bygging av íbúðum. Undir umreðuni varð eisini víst á, at lands- stýrið eisini arbeiðir við spurninginum at broyta okkurt í lóggávuni fyri íbúðargrunnin, soleiðis at tað ikki verður neyð- ugt at yvirtaka íbúðirnar sum ogn hjá eldri og brekaðum fólki, sum lógin annars sigur. Slepst ikki til Fugl- oyar og Svínoyar leygardag Tað slepst ikki úr Havn út í Fugloynna ella Svín- oynna leygardag sam- bært tí nýggju ferða- ætlanini hjá Strand- ferðsluni. Hetta kemur fram í einum fyrispurningi, Karin Kjelbro, hevur sett landsstýrismann- inum í strandferðslu- málum. Legtingslimurin spyr, hví tað ikki slepst út til hesar oyggjarnar. Síða 3 Hjálpa treingjandi familjum í London og Glasgow Føroyskt-Bretskt Fel- ag hevur stutt síðani fingið forvitnisligt skriv frá >Anglo-Dania Komité«, ið er ein nýggjur felagsskapur í Keypmannahavn av 5 ymiskum vina- og åhugafeløgum har. Hesi feløg eru: 1) British Import Union (fylking av donskum innflytarum av bretskum verum), 2) Dansk-Engelsk Forening (dansk-enska vinafelagið), 3) The Camden Soci- ety (felag í samband við vinarbýarpartarnar Frederiksberg í Keben- havn og Camden Town í London), 4) St. Andrew Society (dansk-skotska vinafel- agið), 5) Dansk Shake- speare Selskab (felag til frama fyri upplýsing um Shakespeare og verk hansara við fyri- vísan av t.d. filmum, fyrilestrum 0.ø.). Í skrivinum bjóða teir okkum fast sam- starv á øllum teirra økjum, ið m.a. fevna um handil, vinskap, vísind, skaldskap og list. Hetta tilboð hava vit fegnir játtað. Vit halda, at slíkt samstarv fer at hava stóran tydning fyri okkara virksemi, tí nú kenna vit okkum ikki at standa einsamallir, men kunnu nú hava ein breiðari sjónarring úteftir, enn vit hava havt higartil. Hetta hevur verið ein saknur í longri tíð og er avgjørt til fyrimun fyri felag okkara at samarbeiða við líknandi felog í Danmark ístaðin fyri at arbeiða hvert sær. Skrivarin í hesum nýggja felagsskapi, Sven Thostrup, ætlar sær higar at tosa við okkum um viður- skiftini hesum viðvík- jandi. Sum nakað nýtt hjá felagnum í ár eru vit farnir at rætta eina hjálpandi hond, eina peningaliga styrk til jóla, til eina treingjandi familju í Londin, eina í Glasgow, og er ætlan- inat halda áfram við hesum á hverjum ári til jóla. Sum fyrr lýst er fel- agið nú skrásett, og bú- merkið hevur Hans Jakup Egholm, fjar- ritari, úr Havn, gjert við sínari vanligu hepnu hond. At enda ynskir fel- agið ellum sínum trúgvu límum eini gleðilig jól og eitt væl- signað nýttár. Fleiri provtøkur Á Føroya Sjómansskúla hevur próvtska verið fyri skipsferarum, stýrimonnum, heimaskiparum og dugna- skaparnæmingum. Hetta próvtekuhald er nú liðugt, og í dag kl. 10,00 vórðu prógvini handaði til skipaferararnar, stýrimenn- inar og heimaskipararnar. Dugnaskaparnæmingarnir hava fingið síni prógv áður. Hesi tóku prógv. Skipsferarar: Jákup Dion Frederiksen, Klaksvík, Hanus Hansen, Klaksvík, Per Frits Simon- sen, Klaksvík, Jóhan Joensen, Kollafjørdur, Virgar Dahl, Oyri, Torbjern Jacob- sen, Glyvrar, Dánjal Oddmar Sofus Klakk, Klaksvík, Ebbe Pauli Michelsen, nú Argir. Hesir fingu premiu: Torbjern Jacobsen, gullur frá reiðarínum A. P. Møller. Johan Joensen, Barometur frá Feroya Fiskaselu. Virgar Dahl, barometur frá Feroya Sparikassa. Hanus Hansen, kikara frá Tryggingarsambandið Fer- oyar. Stýrimenn: Ólavur Sjúrður Gullaksen, Hattarvík, Óla Jákup Olsen, Tórshavn, Johs. Eli Bogi Poulsen, Skopun, Narvi Norðberg, Hvalba, Heðin M. Svabo Samuelsen, Sanda- vági, Frits Thomsen, Geta, Arnhold Johansen, Strendur, Malvin Eyðun F. Hellá, San- davági, Kristian Jóhan Bjarnaskor, Viðareiði, Sigurð Anthoniussen, Morskranes, Marius Jéhan Sørensen, Hvannasund, Daniel Kalsø, Klaksvik. - Hesir fingu premiu: Frits Thomsen, reisiskrivi- maskinu frá reiðarínum J. Lauritzen. Eyðun Hellá, silvurmanchet- knappar frá Dansk Styr- mandsforening. Dánial Kalse, Parker fylli- pennasett frá reiðarínum A.P. Møller. Kristian J. Bjarnaskor, 1000 kr. frå reidarinum Ø.K. Gåv- an er treytað av, at tann, ið fær hana, heldur fram at lesa til skipsførara. Heimaskiparar : Albert Terje Petersen, Tórs- havn, Bjørn Hansen, Nólsoy, Knud Erik Elsborg Bjørk, Argir, Poul Christian Holm- Jacobsen, Tórshavn, Tor- bjørn Jacobsen, Kaldbak, Ragnar i Geil, Skålavik, Arn- finnur Jacobsen, Kaldbak, Sjúrður Jacobsen, Tórshavn. Frá Rúnavíkar kveldskúla fingu hesir prógv : Síminn Johannesen, Nes, Carl Frits Joensen, Seldar- fjørdur, Jákup Flóvin Jacob- sen, Glyvrar, Elias Súni Kris- toffur Hammer, Haldórsvík, Randal Kristian Ólason Nybo, Lorvík, Jónhard Peter- sen, Norðagetu, Sonni Olsen, Eiði, Sofus Johan Hansen, Langasandur, Poul Knu Ej- desgaard, Eiði. Premiu: Poul Christian Holm-Jacob- sen, bókina Alisfreði frá L- Landsfelagskapur føroysku fiskivinnunar. 9. og 10. des. var dugna- skaparroynd á Feroya Sjó- mansskúla. Hesi tóku dugna- skaparroynd í sigling: Johan Dalsgaard, Rúni Ellingsgaard, Dieter Ferber, Annika Sólrun Gaardlykke, Gunnleiv Hansen, Tummas Helgi Fritjof - Haraldsen, Jógvan Johannes Háskor, Pauli Gunnlaugur Hegnesen, Dánial Petur Hejgaard, Magnus Pauli Joensen, Karl Louis Johansen, Gormur Justinussen, Ólavur Kongs- bak, Karsten Werner Larsen, Óli Páll Nolsøe, Roar Heini Olsen, Turid Olsen, Heðin Petersen, Pauli í Sandagerði, Erland Simonsen, Steinbjern Slættanes, Zakarias Wang, Mads Andrias Winther. Landsstýrið givið tryggingini átalu — Tá »egnsutviklingurin« krevur, at tryggingin og bankarnar skulu veðhalda fyri lánunum, sigur tað mær so mikið, at hotellið fer ikki at klára rentur og avdrøg, fyrr enn skuldin er komin í helvt, segði Ásbjørn Joensen, tá fyrispurningurin var svaraður. Tryggingarsambandið hevur fingið eina átalu frá lands- stýrinum. Hon er givin í sam- band við ein fíggjarspurning í samband við byggingina av Hotel Feroyum, tí at hesin parturin av málinum er lagd- ur so seint fyri landsstýrið, at tað kennir seg bundið í stødu- takanini. Tað vendist nevn- liga ikki aftur í málinum. Hetta upplýsti Torbjern Poulsen, landsstýrismaður, í einum svari upp á ein fyri- spurning frá Asbirni Joen- sen, legtingsmanni. Ásbjern Joensen Torbjern Poulsen: 1: Vísa skjel landsstýri- sins, at Tryggingarsamband- ið Feroyar hevur fingið heimild til ílegu í hotelfyri- teku? 2: Um so er, á hvenn hátt ætlar landsstýrið at tryggja tryggjaran ímóti meguligum peningatapi? spurdi Trygdarpeningur til rentur og avdreg Í svarinum upplýsir Torbjern Poulsen, at í oktober í ár sekti Tryggingarsambandið um loyvi at læna P.f. Hotel Feroyum tríggjar mill. kr. Hesin peningurin skal — saman við átta milliónum kr. í lánum frá báðum bankunum — brúkast sum trygdarpen- ingur, um felagið ikki er fert fyri at rinda rentur og avdreg yvir raksturin fimm tey fyrstu árini. Eisini verður upplýst, at Tryggingarsambandið sekir tryggingarveðhald fyri lánið, og at tær átta mill. kr. í bankalánum skulu brúkast áðrenn hol verður sett á tær triggjar mill. kr., um tað annars . verður neyðugt. Somuleiðis verður upplýst, at lánið frá tryggingarsamban- dinum fær prioritet fram um bankalánið, og at tað part- víst verður yvirtikið av Bruna- og Vanlukkutrygg- ingini eisini. Hevdi sagt nei Landsstýrismaðurin i figgj- armálum sigur, at hevði lardsstýrið ikki kent seg bundið í steðutakanini, hevði tað ikki gingið umsóknini á metu. Landsstýrið setti seg tó ikki ímóti lánsveitingini við teirri treyt, at trygginga- sambandið sekir sær trygg- ingarveðhald. Annars kemur fram í svar- inum, at P.f. Hotel Feroyar hevur sekt Direktoratet for Egnsudvikling um studning og lán til bygging av hotelli fyri 51 mill. kr. A-partapen- ingurin er tríggjar mill. kr. Tryggingarsambandið hevur teknað seg fyri hálva millión. Tað hevur Brunatryggingin eisini. B-partapeningurin er 4,1 mill. kr. Tryggingarsam- bandið og Brunatryggingin hava sett 0,6 mill. kr. hver í partafelagið. Eisini upplýsir Torbjern Poulsen, at tá málið var fyri í landsstýrinum, eftir at hava verið til ummælis í Búskapar- ráðnum, gav landsstýrið umsóknini viðmæli, men landsstýrið gav ikki trygg ingini loyvi at seta partapen- ing í hotelfyritekuna. Lánsveitingin er góðtikin av teimum trimum nevnd- unum og umboðsráðnum. Nevndinar ikki gjert sína skyldu — Eg haldi ikki, at nevnd- irnar hava gjert sína skyldu, og hava ikki havt tryggingar- takaran fyri eygað, tá tær hava góðtikið hesa lánsveit- ingina, segði Ásbjern Joen- sen, tá fyrispurningurin varð svaraður. Legtingsmaðurin hjá sjálvstýrisflokkinum vísti á, at tá »egnsutviklingurin« hevði kravt, at tryggingin og bankar veðhildu fyri rentum og avdregum í fimm ár, segði tað honum so mikið, at hotellið fór ikki at klára byrð- arnar, fyrrenn skuldin var komin niður í helvt Asbjern Joensen metti, at tær tríggjar milliónirnar hjá tryggingartakarunum tá vóru burturi. Seinasta blað Sosialurin í dag er ár- sins seinasti, og vilja vit á blaðnum á hend- an hátt bera við- skiftafólki okkara bestu jóla og nýttárs- kveður og takka fyri árið, sum skjótt er farið. Eina stóra tekk til ell tey, sum á ein- hvenn hátt hava verið blaðnum til hjálpar. Somuleiðis tekk til lýsarar okkara, hesin týdningarmikli part- urin av tilveru- grundarlagi blaðsins. Eina serliga tekk til tykkum ungdómar, sum tvær reisur um vikuna ganga hús úr húsi og selja blað okkara. Ikki minst: er æran tykkara, at so stór fjøld av fólki fær meguleika til at lesa Sosialin. Sosialurin Keypa sprossa- maskinu Snikkaravirkið á Vatnsoyrum hevur havt eitt hampuligt ár í 1981. Fram- leiðslan hevur verið nakað minni enn í 1980. Serliga varð lítið selt teir fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár. Desember mánaði hevur somu- leiðis verið í minna lagi. Virkið hevur havt ein umsetning uppá 7,5 mill. kr., sum er nakað minni enn í fjør. Virkið hevur annars keypt eina so- nevnda sprossamas- kinu, sum verður tikin í bfuk fyrst i komandi ári. Tað er ein ávísur áhugi fyri sprossavindeygum í Feroyum. Annars fer gongdin í nýggja árinum at vera sum higartil. Teir 15 menninir á virkinum fara at halda fram við at framleiða vin- deygu til feroyska marknaðin.