Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-12-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. desember 1981síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Í morgin — toøllaks- messudag — fyllir ein av undangongukvinnunum i føroysku arbeidararørs- luni, Andrea Årting, i Havn, 90 år I 40 år var hon for- maður i Havnar Arbeiðs- kvinnufelag og i útvið 20 ár sat hon i stjórn Før- oya Arbeiðarafelags. Ja, til tann dagin arbeiðs- kvinnufelagið tók seg burtur ur meginfel- agnum í 1959 Andrea Arting eigur tí sín stóra lut í teimum framstigum og batum, sum tann feroyska ar- beiðarafjeldin hevur vunnið. Longu tíðliga gjerdist hendan stríðskvinnan tilvitað. Í eini samreðu við Sosialin fyri nøkrum árum síðan um barnaár síni sigur hon: „Sjálvandi var stættarmunur, um ikki hugsað varð so nógv um tað. Men serliga hetta at arbeiðsmaðurin ikki hevði ráð at lata síni bern í realskúla, var nakað, sum setti seg fast« Og grundvøllurin indir øllum hennara skapað størri rættvísi fyri allar stættir og bólk- ar samfelagsins — ikki minst fyri kvinnuna Tá Andrea kom upp í fakfelagsarbeiði var stórur lenarmunur mill- um mann og kvinnu Konufólkalenin var bert 30 oyru um tíman, meðan mannfólkalenin var 90 oyru um tíman, tá arbeiðskvinnufelagið varð stovnað í 1936 Men tíðliga á morgni hin 11. mai 1977 eftir eina heila samrådingar- nått — kundi Andrea fegnast. Ta nåttina var eydnast umboðunum fyri arbeiðarafelegini at fáa líkalen fyri kvinnu og mann. Tó ikki frá degi til annan, men eftir fýra árum. Hendan morgunin segði hon í blaðsamreðu : >Tað eru serliga tvey ting, sum eg havi fert fram í nógv ár — líkalen og eins stóra prístalsvið- bót. Hana fingu vit fyri nekrum árum síðani, og nú fáa vit so likaløn«. Tað var í 1937. at Andrea Arting var biðin um at vera formaður í Havnar Arbeiðskvinnu- felag, og hetta álitis- starvið rekti hon til fyri fýra árum síðani. Bert eitt ár var hon burtur. Í stjórn Feroya Ar- beiðarafelags varð hon vald í 1940 og sat uttan slit til í 1959. Í fleiri ár var hon skrivari og kassameistari var hon eisini. Men tá arbeiðs- kvinnufelagið hevði av- gjørt at taka seg ur FA, mátti hon siga seg úr stjórnini i meginfel- agnum Helst var tað ikki við hennara vilja, at arbeiðs kvinnurnar í Havn tóku seg úr FA, tí í somu blað- samreðu í 1977 segði hon, at hon hverki vildi ráða til ella frá, men hon vísti bert á, at saman- hald gevur styrki. Andrea hevur eisini altíð havt áhuga fyri politikki Sjálvstýris- kvinna hevur hon verið um ein háls. Og síðan tjóðveldisflokkurin = sá dagsins ljós, hevur hon stuðlað hann. Gjegnum árini hevur hon eisini luttikið í blað- skriving. Ikki hevur hon lagt fingrarnar ímillum og einaferð førdi skriv- ingin til orðaskrifti á Fakfelags- kvinna fyllir 90 fundi í FA. Tá hevði hon i »Friu Føroyum« funn- ist at kolinum úr Ranga- botni, sum eftir hennara tykki var bæði dýrt og ónýtiligt. Hetta dámdi ikki monnunum úr Fyl- king, sum átalaðu hana. Men hon fekk fult >til- lidsvotum«, sum tað stendur í gerðabók FA's, fyri ikki at hava verið niðurbrótandi ella spjað- andi fyri Feroya arbeið- arafjøld. Hóast Andrea hevur staðið millum fremstu fakfelagsfólk helvtina av ævi síni hevur hon eisini havt tíð til mann og bern. Andrea er havnar- kvinna og er fedd úti í Rættará. Eftir vanliga skúlan fór hon í fisk hjá Skibsted úti á Rundingi og um veturin arbeiddi hon á »fabrikkini«. Eftir at hava ligið sjúk á sanatorinum í hálvt annað ár, arbeiddi hon í Danmark, tænti í húsi og var á gistingarhúsi. Heimafturkomin gif- tist hon við Jóannesi, sum var ættaður a Toftum. Tað eru fleiri ár síðan hann doyði Skaldagávur hevur Andrea. Hon hevur bæði yrkt og sett leg til yr- kingar sínar. Vit enda hesa kvøduna vid yrking, hon gjørdi til Havnar Arbeiðsmanna- felag i 1933: Hygg upp! kammeratar rgg og g« Her er vårt tad blod- reyða merki! Vit fylkjast um teg so nógvir mans mót kúgan, og ljótari verki! Tá stinnist hugur, tá knýtast bond, for frælsi, javnað ' og } i ans! róðurond! Tann blóðreyði litur er lívsins mátt, eitt ljós í tí harðasta stríði, eitt skjøldur og vernd, ið hevjar seg hátt for øllum á skuggasíðu! Tí halda vit áfram við góðar'vón for sanna bróðurond, vár besta sjón. Tann gylti kransur várt merki ber, oss minnir um sólina bjortu, sum týnir burt hitt harðasta gler, og vermir tey stúr- andi hjortu! So stimbrast allir í felagsbond, tí frælsis sólin er oss ínánd! Vit verja vilja ta mannaætt, ið suffar og strevast á foldum! Ein annar ei hevur betri rætt, tí oll eru sprottin at moldum! Várt merki, minn »kkum, hvønn og ein, it leiðin vår hon er sonn og bein! Ti veittra, tú blóðreyða flagg so hått! Tu veri vårt samlingar- merki! Vit lita bert å teg, ei falla i fått men brynja oss í tínum serki! Tá lættir dimmið, brátt dagur er! Vit hevja vårt flagg, og áfram tað ber! Hjartaliga tilukku! jo-mo »lini siga frá ljósari tið Seinnapartin sunnudagin 20. desember varð jólatræið í Kaldbak tendrað. Utvið helutin av bygdafólkinum var samankomið við skúlan, har træið stendur, og úr Havn var hornorkestrið G.H.M. komið at spæla við Louis Gibbon sum leiðara. Finnur Johansen, vara- býráðsformaður og menta- málanevndarformaður, tal- aði um at træið, sum var tendrað, bar boð um ta stóru gleðihátíð, sum stendur fyri durðum, hátíðina, ið sigur frá einum betri heimi og boðar frá ljósari tíðum. Millum annað segði Finnur: Friður á jørd og í meguleikar fyri at fáa úrteku sína, at fólk á stað- num fáa meginpartin av tí tey hava brúk fyri, at bernini, í hvussu er tey yngru, kunnu ganga í skúla, har tey búgva, og ikki visuelt at skapa trivn- að umframt meguleikar fyri at geva fólki meining og innihald við lívinum. Fyritreytin fyri bygda- menning er at tær av- gerðir, sum takast skulu, verða tiknar á staðnum og onga aðrastaðni. Einamest á jólum leita tankar okkara ikki einans til teirra úti í heiminum sum hava tað treyt, verða kúgað og jagstrað, men eisini til teirra her heima í Feroyum, ið hava verið fyri vanlagnu og van- lukku, og ikki minst til teirra sum her í Kaldbak hava mist. Tað er skylda okkara sum menniskju at rætta menniskjuni góður tokki. Soleiðis taka vit til á jólum. Eisini verður sagt, at hevði bert friður verið, so kundu vit hildið jól, men sannleikin er, at vit halda jól hóast tað ikki er friður á jørd og vilja halda áfram við hesum. Tað verður í hesum dogum talað nógv um frið og friðarrerslut. Metingar- nar av hesum rerslum eru ymiskar, men tað skerst ikki burtur, at hesar rerslur nú eru so stórar, og ynskini hjá manaaættini um frið nú eru so sterk, at sjálvt stórveldini nú ikki halda seg kunna látast ikki at hoyra tey, men eru farin at taka tey við í sínum metingum, tá støda verður tikin til vápna- dubbing, og her hevur hver einstakur av okkum skyldu til at vera við. teimum eina hjálpandi B . hond, segði Finnur og >y gdamenning endaði vid at ynskja fólk- Eisini talaði Finnur um unum gleðilig jól og guds signing. bygdamenning og segði soleiðis: Ofta verður talað um bygdamenning, uttan at nakað verður sagt um, hvat hetta merkir. Fáur man ivast í, at tann góða samferðsla vit hava fingið hesi seinastu árini hevur verið við til at menna bygdirnar og alt hitt foroyska samfelagið. Tað góða ferðslusam- bandið einsamalt er ikki bygdamenning, men einans ein av fortreyt- unum fyri menningini av bygdasamfelagnum og kann enntá um illa veit við hava evugta ávirkan. Tað er ikki bygda- menning um tú skalt burtur á stórplássini at vinna tær til lívsins uppi- hald ella at keypa alt tað tú hevur brúk fyri. Bygdamenning er m.a. tað at bygdin mennist sum íbúgvararnir vilja tað, har fólk hava høvi til at seta búgv og hava