Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-12-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. desember 1981síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN »vit kunnu ikki lata«… wugflogini vóru so nógv 1ú, so Tormóður fekk ikki sagt tað, hann hugsaði, >lla rættari sagt: hann wugsaði ov nógv — hann wugsaði grent... hann tók 1pp aftur: „Vit kunnu ikki lata«… »Ja«, segði Ulla, >púra ætt<. Hon ripaði konga- >ommini eftir túninum. »Vit eiga at ganga undan við einum góðum fyri- lemic. Hon skuldi ikki verða ílík munnharpa, ið bert spældi teir tónar, ið sam- elagið — kommunan, andsstýrið og Legtingið vildu. Hon nærkaðist Tor- nóði. Hann fór eftir hæli nn í kjallarin. Myrkleitt var frammanundan í kjall- ranum, men nú gjerdist næstan bølamyrkt, tí Ulla stóð i sjålvum durinum. Hann så einki, men noyrdi bert græl og eina hása rødd koma úr myrk- “inum. Hon menti seg. Setti reddina soleiðis upp á snið, at alt loysnaði fyri nenni. Hon var ikki her í verðini, sum hon talaði. Hann hoyrdi, hvussu Dimma varð rivin sundur hverja ferð, okkurt manandi sum brimgangur varð sagt. Tormóður tonkti upp á bíbilseguna, tá ið Móses kom niður av aftur Sinai fjalli fyrru ferð og knústi steintalvurnar. Hann helt bara, at Ulla var nógv óðari enn Móses. Nú hevdu teir havt altjóða kvinnuár, og tað hevði givið henni megi og magn at siga tað, sum sigast skal... á rottum stað. >Dekan fari ikki, Ulla... Knappliga degnaði í kjallaranum. Nú stóð Ulla á miðjum gólvi og Dimma lá sundurpett- að við fetur hennara. Hetta var sum við Móses. Ulla var ein opinbering... Móses og Ulla, ella Ulla og Móses — sundurbrotnar steintalvur og sundurpett- að Dimma. *| Ak Á A {| 0 Ål: Wi Sida 9 »— Tú hevur óruddað mær kjallarans, stakk fram úr Tormóði. »Tak handan kustin og sópa hatta uppaftur, beinanveg. Alt skal skína kring okkum. Kjallarin skal eisini hava sítt endur- skin, vita skalt tú, at her býr Tormóður, undan- gongumaður við tí grenu hugsjónini<. Ulla tók kustin og bukk- aði seg niður og fekk gólv- soppin upp á eina kolu- skeið. Ulla rætti ryggin... tivaði, andaði eymkaði seg... steðgaði á og stardi niður í koluskeiðina. Ovast uppi á gólvsopp- inum lá eitt petti av Green Peace og var tað stýr- húsið, hvar skiparin stóð í stýrihúsinum við pípu í munnvikanum. Tormóður skuldi júst seta knyklar í brýr og hurta undir Ullu, tá ið hann bar eyga við myndina. So hugdi hann upp á Ullu... sum fjøtradi eitt sindur. Ætlanin var at tveita gólvsoppin í olju- fýringina, men Ulla hevði ikki dirvi til tess og minni Tormóður. Tormóður fekk kropp liga eitt hugskot. »Ulla góða, lat koluskeið vera koluskeið.. vit kunnu ikki lata..« og so steðgaði hann á, tók ta grenu sloyfuna á oljufýr- ingin. Krekti hana fasta á annan flippukantin og rætti Ullu tann turra fisk- in. Leyp yvir í ein krók har jólatræið stóð í einari spann við vatni, og sagaði tað í helvt. Rætti Ullu ta niðaru helvtina og hevði sjálvur spíssin. »Kom nú Ulla, nú skulu vit ganga kravgongu<. - Hon ja, hon aktaði. Treiv í jólatræið við hegru hond og hevði tann turra fiskin í vinstru hond. Hon var programmerað. Tor- móður var ekkaleysur og fekk Ullu at gera tað, hann vildi. Hann hugsaði og tonkti, nú mátti hann tríva í okkurt, sum var grent... Gren er várens hæk — »Nei — danskt ) ut & SS A á tvætla... Green leaves«. »Jaa... Nei« — so skar hann i at syngja: Land mitt, har grasid i lidum grer... Ulla royndi at syngja við, men mátti gevast, tí hon gjerdist ov trong. Men hon gekk við síðuna av Tormóði. Hon var ikki rættiliga tilvit- andi. Hon hoyrdi Tormóð syngja, sum um hann var langt burtur og sá hann sum igjøgnum toku. Hon tonkti upp á Volmar kong. Hon var Tovi og Tor- móður Volmar kongur... eitt tokusler dúnlætt av álvum vovi. Alt var ljóst og grent. Jólatræið, sum hon helt í hondini, skein fyri henni, sum mureldur og Tormóður lýsti, sum ein eingil. Tann turri fisk- urin var jólapakkin, sum hon skuldi geva Tormóði — Volmar kongi. Tormóður sang. Orðini fingu ikki pláss í munn- gapinum. Tenninar duttu niður, men hann menti seg upp — fekk lagt tunguna snildisliga = upp undir góman og hetta var ser- liga, tá ið hann sang... til grenar líðir og bláan fjorð. Hann stevndi beint oman, har jólatræið stóð. Skeggstrýggurnar gingu upp og niður. Eyguni stóðu til at bresta í grúk- inum. Hann sá soleiðis út, sum hann sá okkurt, okkurt, sum var forborgið. Ulla var nú ekkamóð. Hon orkaði ikki meir, men nú vóru tey eisini komin oman í skúlagarðin, har jólatræið stóð. Hon sá træið gjøgnum toku. Henni birtist fyri, sum var tað ein fjøld av himmalsk- um herskarum og hetta var júst í tí letu, tá ið træið var tendrað av borgarstjóranum í bygd- ini. Hornblásturin rungaði frá tí himmalska herskar- anum. Gleðilig jól, gleðilig jól. Sálin sveimaði oman fyri alt, alt var ein glin- sandi verð av vakurleika, sum sjálvandi var bygt upp av tí grenu rersluni. Borgarstjórin fór upp á reðarapallin og setti sínar stóru hornbrillur á nesina og so talaði hann harð- mæltur: „Góðu áhoyrarar — nú eru jól í hondum...< Ulla hoyrdi taluna, hon kendist við reddina. Hon helt tað vera Vár Harra sjálvan, ið nú tók til orðanna... men hetta var maður hennara, borgmeistarin. Hon raknaði við aftur. Hvat og hvussu o.s.fr. mól í heysinum. Hon hugdi upp á Tormóð. Hann var líkasælur. Sloyfan hekk á ødrum flippukantinum, jólatræsspíssurin peiggj- aði beint upp i rågv og somuleiðis hon. Hon stóð framman fyri tær glin- sandi perurnar við hinum partinum av jólatrænum og við tí turra fiskinum í vinstru hond. Hon slepti øllum og stilladi seg við síðuna av manninum. Hon hevði sæð, at Nansy Rea- TORMSDUR gan gjørdi tad sama, tå id maður hennara talaði. So skuldi hon, sum fyrstafrúa í bygdini, eisini standa manni sínum við lið, tá ið hann helt rødu. Tormóður stóð á sama stað. Ulla kveitti ikki at honum, hon var fyrsta- frúa. Hví hon var komin í hóslag við Tormóð — var henni ov ovboðið. Hví hetia var hent, verður aldri uppklárað í seguni. Mannamúgvan sang saman við hornorkest- rinum Fegur er foldin. Tormóður stóð á sama stað. Hann mumlaði okkurt... og so duttu tennirnar niður. Tá ið øll vóru liðug at syngja og spæla... hoyrdi onkur Tor- móð syngja — ikki við tóna í heysinum — so ísa- kaldur: Til grenar líðir og bláan sjógv. Meðan hini hevdu sungið Fegur er foldin, hevði hann sungið: Land mítt har grasið í líðum grer. Hann tók jólatræið... tað sundirsagaða jóla- træið í hondina og tann turra fiskin. Vendi sær móti Ullu og hugdi eina góða letu at henni til eyguna mettust. So rópti hann: „Gleðilig jól, Ulla — leingi livi tann grena rørslan!« Ulla hugði burtur, tók undir armin á manninum. Grópaði í frakkalumm- anum... mundi ikki eitt kongabomm liggja eftir. Jú, dekan fari ikki. Eitt alloðið = bomm hvarv millum tenninar á borg- meistarafrúnni, eitt kongabomm reytt og alloðið. Tormóður vendi eisini at húsum. Setti seg í kekin. Tók greinina fram um Green Peace. Sukurmola í munnin... slurkaði sum ein b-bass og endin var, at hann sovnaði niður yvir greinina, móður og troytt- ur av tí fyrstu og seinastu herferðini, hann var til fyri betri trivnað á landi, í lofti og vatni. Mia og Eyð Feroya Skúlabóka- grunnur hevur givið út barnabókina Mia og Eyð eftir Steinbjern B. Jacobsen. Zacharias Heinesen hevur gjert tekning- arnar í bókini, sum er 80 blaðsíður. Mia og Eyð kostar 40 kr. innbundin og 32 kr. heft. Lív og Brøgd I Føroya Skúlabóka- grunnur hevur eisini givið út bókina Lív og Bregd Í um stórmenni í nýggjari tíð, sum norð- maðurin Bjern Elling Solheim hevur skrivað og Magnus Hansen umsett. Á teimum 162 síð- unum, bókin er, eru greinar um Lenin, Churchill, Roosevelt, Gandhi, Luthuli og Ben Gurion. Bókin er ætlað sum framíhjálestur í skúl- anum. Hon kostar 44 kr. heft. #2 v . , 11 ævintyr Marius Johannesen hevur tytt og Bókafor- lagið Grenalíð givið út 11 ævintýr hjá H.C. Andersen. Ævintyrini eita Sein- asti dreymurin, gamla eikin droymdi, Eingi- lin, Reyðu skógvarnir, Hon nyttaði onki, Smá- gentan við svávulpinn- unum, Pinkulisa, Munur er á, Nýggi búni keisarans, Hjartasorg, Fyglisveinurin og Eld- feristólið. Guðrið Poulsen hevur gjert myndirnar í bókini, sum er 140 blaðsíður og kostar 56 kr., heft. Jazzfelagið skipar fyri nyggjårs- konsert Havnar Jazzfelag ætlar at skipa fyri nyggjårskonsert i Lær- araskulahøllini miku- dagin 30. desember kl. 19,30. Å konsertini luttaka bólkarnir Flop, Brongl, Septettin, Sandoyar Swing Band, Spæli- menninir í Hoydelum og Nýggja Big Band, sum telur 17 mans.