Sosialurinarkiv
Sosialurin 1981-12-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. desember 1981síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Komið var inn í desembur. Adventskransarnir hingu undir bitunum, grenir og vinsælir. Bernini hugdu at kransunum við stórum eygum og droymdu um stór gren jólatre við túsundtals ljósum á. So- leiðis var tað ár undan ári. Tey eldru ristu bara við hevdinum — serliga mammurnar, ið keyptu alt jólastásið. Menninir yptu eksl og onkur setti knyklar í brýr, men segdu lítið og einki Teir slangaðu sær adventssunnudagarnar. — hugdu upp á adventskran- sarnar — durvaðu og droymdu um ræst kjet fyrra jóladag og um reyp- andi menn annan jóladag. Tormóður lá eisini og slangaði sær. Honum dámdi best at lesa Dimmu. Adventskrans átti hann ongan — og ræsta kjetið lá langt burtur í huganum. Gamla Dimma var bæði advents- kransur og ræst kjet fyri honum nú jólini stundaðu til. Fólk vitjaðu dúgliga forrætningarnar. Soleiðis var tað um alt landið, og soleiðis var tað eisini í bygdini, sum Tormóður livdi í og virkaði í Ein dagin fóru tvær bygdakonur niðan eftir Garðsgetu kant av kanti við tungari keypstasku — sum kirkju- konur Tær talaðu sínámillum um Tormóð Tær 1nn- tivaðu snakkaðu hugdu hver upp á aðra Tær vóru samdar um,at okkurt hevði hann í hett- tivaðu og steðgaðu á uni, nú hann fór so al- goystur inn eftir Bakkanum. Tær sleptu Tormóði eina letu úr tonkunum, og snúði prátið seg nú um, hvat Dimmalætting skriv- aði. Onnur hevði keypt sær ein pakka av konga- bommum. Hetta keypti hon hvenn týsdag, hósdag og leygardag. Henni dámdi so væl at fáa sær okkurt sett undir tonnina, meðan hon las Dimmu, og serliga var tað styrkjandi, tá ið eitt reytt konga- bomm lá undir tunguni. Í tí Ulla umreddi Dimmu, tók hon eitt kongabomm úr frakka- lummanum — helt tað eina letu millum tummu- lin og peikifingur — legði tað so hegnisliga á verrina og bommið smeyg sær — sum stari í búr sítt — undir tunguna. „Hetta styrkir sam- bandsáskoðanina — tro mod Gud og kongen«, mumlaði hon varisliga. Ein grein um Green Peace stóð í Dimmu síðsta hósdag. Ulla greiddi hin- ari konuni frá hesi grein — bæði við hondum og fót- um... hvat Green Peace stóð fyri, hvussu djarvir teir vóru. Teir bardust ímóti teimum, ið dálkaðu himmal og hav. — Tær andaðu og tivaðu, tivaðu og andaðu. — Brekkan var heldur tung at ganga, men tær tóku seg spakuliga niðan brekkuna — kant av kanti, við tungari inn- keypstasku. Ulla helt fyri »Ikki mundi tað verið til fá- nýtis, um Green Peace PLS ToRMODUR Grøn rørsla Eftir Frits Johannesen legði at kjallarahúsmunn- anum hjá Tormóði og tók eitt sindur av tí óruddi, ið floymdi út úr kjallaranum hjá honum«. Tær fingu at vita frá einum óvita, ið kom fram við at Tormóður hevði keypt grensápu. Ulla grunaði yvir, um Tormóður mundi hava lisið greinina í Dimmu um Green Peace. Tær kveittu yvir at húsunum hjá Tormóði og sóu alskyns órudd standa uttan fyri kjallarahurðina. »Ju dekan fari ikki — man hann ikki hava lisið greinina<? Tær hugdu hver upp á aðra og Ulla brosaði. »Har sært tú, Óluva. Tað er einki at ivast í, Tormóður hevur lisið greinina um Green Peace. Hví heldur tú, hann keypir grensápu? Jú, nú skal kjallarin vaskast og skrubbast og skrubbast og vaskast<É. Hon fekk sær eitt kongabomm afturat — tivaði og andaði, andaði og tivaði — steðgaði á og freddist yvir, at gamla Dimma fekk beint ein slík- an súðáll sum Tormóð á ta grenu leiðina! Ulla var beinrakin í sín- um skoðsmáli. Tormóðir hevði bæði lisið greinina og klipt hana út og goymt hana millum bleðini í Feroyingatíðindi. Hetta var tyngsta og tjúkkasta bókin, hann átti, og metti hann, at greinin um Green Peace vigaði nógv — var stór í vavi og skuldi íkki undirmetast Hverja ferð, morgun- drekkað varð drukkið, tók hann greinina fram, fekk sær ein sukurmola- undir tonnina, seyg te gjøgnum molan steðgaði á, hugsaði djúpt og hugdi út gjog- num vindeygað, meðan sukurmolin blotnaði millum tenninar. Eyguni vóru sum flotoyggjar í sólarrenning, gleðandi við reyðum eygnakanti. Meir og meir hann las greinina, meir og meir staroygdur gjerdist Tormóður. Hann kundi hugsað sær at rópt út um allar geilar, at jarð- arinnar undirgangur var 1 nánd, fái tykkum ikki fleiri bern!!! Tað vóru nógvir hvirluvindar í heysinum og ringt varð at stýra tankunum. Hann mátti fáa føroyingar at gera Green Peace gjørdi og stóð fyri Hann fekk temunn afturat. Hesin var bara so ógemeina heitur, men so gjørdi hann, sum hann plagdi i slikum føri, helti å skålina og drakk. Ílla slurkaði Tormóður, tå ið hann drakk av koppi, men tá ið skálin leitaði sær sum sær ein móti varrunum, var slurkingin 10 ferðir verri. Tormóður hevði yvir- skegg, líktist mest eini skóbust. Tá ið hann setti skálina frá sær aftur, stóðu skeggrípur eftir kantinum sum nótalinjur. Hetta beit hann merki í, skálin var ikki vaskað í einar átta dagar. At vaska upp fleiri ferðir um dagin, var ov ovboðið, men okkurt mátti gerast. Tað var ikki rætt, at kjallarin skein, meðan tekrússið sá út sum ein grásúla. Tormóður legði greinina um Green Peace varliga saman, sum ein rabinari eftir at hava lisið í Talmud, og legði hana millum bleðini í Feroy- ingatíðindi. Hann fór út fyri dyr, setti kollin á hevdið og fór spákandi oman í bygdina. Tveir grenir gentuskótar fóru skundisliga á patrulju- fund. Tormóður steðgaði á, vendi sær á, tá ið skót- arnir vóru farnir framvið. »Sum tann greni liturin er vakur«, mutlaði hann. At gerast skóti nú, tað var ov seint. Nei, tað bar ikki til. Men partvís grenur, tað kundi kanska latið seg gjert. Kanska skuldi hann keypt sær eitt grent slips. Hann fór við stórum skundi inn til keypmannin og spurdi eftir grenum... grenum... slipsi. Nei, grønt slips var einki, men gren sloyfa var at fáa. Hann keypti so hesa grenu sloyfuna, og stakk hana djúpt í lumman. Hann skundaði sær til hús, fór inn í kjallarin og legði sloyfuna undir ein turran fisk, hann hevði liggjandi í kjallaranum. „Hann skuldi skam vera fínur jóladag, nú skuldi hann standa sum tals- maður fyri tí grenu rers- luni her á garðinum res- tina av livinum«. Meðan hann soleiðis hugsar djúpt, gjerdist eitt sindur myrkleitt í kjalla- ranum. Hetta var skuggin frá Ullu, sum kom framvið, id gjørdi at hálva- skýmt gjerdist inni. Tormóðir rópti sum ein konfirmantur: »U-UN-Ulla«. Ulla steðgaði á og hoyrdi navn sítt — hon hugdi inn í kjallarin hjá Torm6di og sá fjesið á has- um súðállinum, sum á einum Rembrandtmál- ningi standa í durinum. »Var tað tú, ið rópti?< „Ja, ja, lukka, jólini eru vekur Ulla... tykkum er í dag... í Dávids stað... halt teg at Green Peace...« Hann måtti koma i sam- band vid onkran i bygdini og ringt hevði hann við at SOSIALURIN koma í samband við fólk og illa dugdi hann at mál- bera seg. , Ulla gekk at durinum. Hon tivaði sum vant og var nú vorðin so ring av astmu, so tað ríkti í henni sum á einari gamlari hjals- hurð. >Go...go.. go dag Ulla... jólini nærkast... tað er eitt sindur kalt«. »Høgættin er ring fyri meg. Eg má sita uppi undir mær helvtina á nátt- ini. Vekutímarnir gerast alt fleiri, men gott er at hava Dimmu hjá sær og serliga er tað greinin um Green Peace, sum er góð at lesa svevnleysar nætur“, segði Ulla. Myrkt gjordist í kjallaranum Blóðið í æðrunum á Tormóði kom næstan upp á kók, tá ið hann hoyrdi orðið Green Peace. 'Alt stóð so klárt fyri honum, sum orðini á svertu talvu. >Frálíkt, frálíkt — hatta er púra satt, tað, sum har stendur — tað kemur mær fyri«. Ulla tivaði og grópaði í frakkalummanum eftir einum kongabommi. Dimmu hevði hon undir vinstra armi. Hirsaði við ekslini, hverja ferð, hon stakk hondina djúpari niður í lumman eftir teim- um reyðu bommperlunum. »Okkurt má gerast<, dettur fram úr Tormóði, É en N KN SÅ NR NN ANNANN PN AW ag nn NO"