Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-01-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. januar 1982síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Fyrsti føroyski taraskiparin: Vónsvikin at tara- virkið datt niðurfyri — tí vit eiga ov mikið av góðum tara — Eg eri vónsvikin, at Strondum taravirkið á datt niðurfyri, júst tá gongd var komin á fra leiðsluna og seluna Soleiðis sigur eitt av starvsfólkunum á virk- inum, sum varð sagt upp í fjør sa ið fleiri eðrum, H rnskor a Strondui Henry Jarnskor arbeiddi á virkinum, síð- ani tað fór í gongd fyri skjótt tveimum árum síð- ani. Alla ta fyrstu tíðina tók hann sær av trolingini eftir tara, og hann kann sigast at vera fyrsti veru- liga taraskipari í Fer- oyum. Hann greiðir frá, at tað er stórt spell, at virkið skuldi steðga, tí vit eiga ov mikið av tara í Fer- oyum. Spennandi arbeiði Henry royndi fyrst við bátinum hjá Bjarna Joen- sen í Miðvági, >Royndar- farinum«, eftir tara. Seinni, tá taratrolarin, Snæbjern varð tikin í brúk, ferdi hann henda bátin, til hann fór inn á virkið at arbeiða Henry dámdi væl tara- lívið. Sjálvur sigur hann Hetta var spennandi arbeiði, tí her soleiðis frá: — vóru vit í ferð við at skaffa ráveru til eitt heilt nýtt virki. Eina ráveru, sum hevur ligið ótroytt á okkara firðum fleiri hundrað ár. Vit trolaðu ] ri plåssum, ftir tara á fleiri og alla staðni stóð tarin tættur Lamba- vik, å Gøtuvik, i Lorviks- firði, vestan fyri Rak- tanga, út fyri Argjum, vestan fyri á Nólsoynni og í Skopunarfirði. Henry heldur fyri, at tarin var ov gamal og inni- helt lítið av alginati, men varð tarin so sligin og fekk loyvi at vaksa aftur av nýggjum, so fekst tann besti tarin sum hugsast kann. Teir trolaðu á Tarin vaks ómeta- liga skjótt Hann vísir í hesum sam- bandi á, at teir trolaðu eitt stórt eki á Lambavík eftir tara. Síðani lótu teir nýggjan tara vaksa aftur og royndu so aftur eitt ár seinni. > iN Henry Jarnskor um Snæbjørn: — Vid hesum båtinum hevur verkstaðurin hjá Bjarna Joensen í Miðvági vist, at teir kunnu gera vælaarbeiði. Teir eiga ikki at smæð- ast at fara undir at byggja fleiri skip, tí teir eru framma- liga bæði hvat dygd og góðsku viðvíkur Tá var tarin av besta slag. Hann var vaksin 1 til 1,5 metur og innihelt millum 8 og 12% av algi- nati, Henry Jarn- skor Men tá nú fyritreyt- irnar fyri alginatfram- leiðslu vóru til staðar, hví steðgaði so kortini alt upp? Til hetta sigur Henry, at tað hevði helst verið rætt at byrja taraveiðuna eitt ella tvey ár fyrr, soleiðis, at stór eki við nýggjum tara vóru klár at trola, tá virkið skuldi byrja fram- leiðsluna. Tá hevði fingist tari við nógvum alginati í Hann helvur tað var stórt spell, at menn stongdu virkið. Sjálvur hevur hann alla tíðina vónað, at virkið fór at lata uppaftur, og ikki fyrr enn tað verður lýst til tvang í blødunum, trýr Henry uppá, at menn veruliga eru hugaðir at lata hesa alternativu framleiðsluna fara fyri skeyti. sigur Skeivt at steingja — Vit vóru komnir so langt. Vit hevdu fingið framleiðsluna í gongd, og keyparar vóru til veruna. Vit vistu, at ráveran var av besta slag, varð tann gamli tarin tikin fyrst, og nýggjur tari fekk loyvi at vaksa. Tað var skeivt at snara lykilin, tá vit vóru komnir so væl áleiðis. Og Henry heldur fram: — Júst nú hevur lands- stýrið bjargað Gullfinni. Eg haldi sjálvur, at svart- kjaftaprojektið er spenn- andi, men eg haldi eisini, at eitt projekt sum tara- virkið átti at fingið loyvi at roynt seg. Her er talan um ráverur vit eiga — bæði svartkjaftur og tari — og ikki skulu keypa frá ødrum. Uppå fyrispurning hvi hann heldur, at taravirkid stongdi sigur Henry Jarn- skor, at tað helst hevur verið talan um ov vánaligt samarbeiði millum leiðsluna á virkinum og landsstýrið. — Vóru báðir partar veruliga sinnaðir at koyra virkið hevði tað eisini gingið, og víðari, so SOSIALURIN Henry Jarnskor: — Vit áttu at trola eftir tara kanska tvey ár fyrr vit hevdu framvegis havt hesi 20 arbeiðsplássini á Strondum, endar fyrsti foroyski taraskiparin, sum í dag hevur fingið sær annað arbeiði, nú virkið er stongt og einki rekist fyri, at tað letur uppaftur. Sandavágsmenn vilja hava Nónhamar Tað er stórur áhugi mill- um feroyingar at keypa saltfiskatrolaran, Nón- hamar, sum landið í dag eigur. Beint fyri jól varð skipið lýst til selu og skuldu tilboðini vera inni fyri nýggjár. Tað komu tilsamans 5 tilboð uppá skipið: 2 úr Klaksvík, 1 úr Havn, 1 úr Vestmanna og 1 úr Sanda- vági. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa upplýst hverjir allir teir áhugaðu keypararnir eru. Vit hava so fingið upplýst, at Sam- vinnufelagið í Sandavági er ein av teimum. Ikki nokk við tí, at hetta gamla felag er áhugað. Sleppur tað ikki at keypa Nónhamar er vandi fyri, at felagið verður niður- lagt, og hetta kann fáa ál- varsligar avleiðingar fyri Sandavágs bygd. 25,5 mill. kr. Vit hava tosað við ein av nevndarlimunum i Sam- vinnufelagnum i Sanda- vågi. Hann sigur, at stun- dirnar hava ikki verið nógvar at kanna upplýs- ingar o.a., frá tí at lands- stýrið lýsti skipið til selu og til tilboðini skuldu vera inni. Men vit halda, at tað er so umráðandi, at Nón- hamar verður seldur til Vágarnar, at vit hava givið eitt tilboð uppá 25,5, mill. kr. Eftir hvat vit hava frætt eru eingi tilboð hægri enn 25,5 mill. kr. Nú skal landsstýrið so kanna tilboðini. Nevndarlimurin í Sam- vinnufelagnum vísir á, at felagið er rættiliga gamalt og at tað er væl fyri annars. Tað varð stovnað í 1946 og hevur øll hesi mong árini staðið seg væl. Felagið hevði fyrst kol- trolaran Hegafoss, síðani motortrolaran Jógvan Elias Thomsen, og í dag eigur felagið rækjutrola- ran Høgafoss. Harum- framt eigur felagið 600.000 kr. í partapeningi í Vágatrolaranum Neptu- nus, umframt at felagið nýliga hevur sett 100.000 kr. í partapeningi í nýggja virkið í Vágum, Kovan. Selja Høgafoss Nú rækjurnar ganga undan í Grenlandi rekist lítið fyri, at Hegafossi verður lív lagað í fram- tíðini. Tí verður einasti útvegurin at selja skipið heldur nevndarlimurin i Samvinnufelagnum. Hann vísir á, at enn er ikki avgjørt nakað við vissu um Hegafoss, men fæst eingin rækjukvota, so má báturin seljast. Tað er við hesum í huga, at fel- agið nú ætlar at keypa Nónhamar fyri á tann hátt at koyra felagið víðari og at hava teir umleið 15 menninar í arbeiði fram- yvir. Manningin á Høga- fossi, sum nærum øll er úr Sandavági, fekk í fjer umleið 4 til 5 mill. kr. í hýrum. Verður Hegi- fossur seldur og kemur einki skip ístaðin so verður hetta ein ómetaliga stórur missur fyri bygd- ina. Hugsa um svart- kjaft men!!! Sami nevndarlimur í Sam- vinnufelagnum sigur, at nú tá hetta landsstýrið hevur sett forboð fyri inn- flutningi av nýggjum skipum, so er einki annað at gera enn at keypa Nón- hamar. Teir hava annars hugsað um at gera okkurt við svartkjaftaveiðuna, men tíanverri er tað enn ov tíðliga at gera nakað, tí enn er henda veiða bert á royndarstigi. Var svart- kjaftaveiðan komin nakað longri og menn betri vistu, hvar teir stóðu, so var lítið at ivast í, at Samvinnufel- agið hevði farið uppí hesa nýggju veiðuna fyri á tann hátt at stimbra feroysku fiskivinnuna. Nú er tað so Nónhamar! Saltfiskurin fær steðugt sterri undirteku sum vera, og eystanfyri fáa bátarnir nógvan fisk. Hetta ger, at áhugin fyri at keypa ein slíkan saltfiskatrolara er stórur. Men fortreytin fyri at keypa hann er sjálv- sagt, at meguleiki er at fiska eystanfyri. Tað er hann so í letuni. Stórt bakkast Uppá fyrispurning um tað Framhald á síðu 15