Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-01-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. januar 1982síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

telf. 14720. 118 20 box 76, 3800 Tórshavn p/f sosialurin Útgevari: Fyritaks- og blaðstjóri: Blaðmenn: Tórfinn Smith (ábyrgd) Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Árni Joensen Sosialurin Dimmalætting Lýsingar: Uppseting: Prent: Et er et søkort… GAMLAÅRSKVØLD hoyrdu vit løg- mann tala. Hetta var ikki sum løg- mansrødurnar frá sjeytiárunum. Av nýggjum fingu vit lítið og einki at vita. Framtíðarútlit løgmans eru bert tung og døpur skiggj, og vananum trygvur hevur hann og landsstýri hansara onga ábyrgd av hesum synd- arligu framtíðarvánum. Tað eru hinir, sigur løgmaður. SUM SKIPASAKKØNAN royndi hann seg við at siga fólki frá at tað var lættari at venda lítlum tristi enn risaskipi. Sum gandakall royndi hann seg við at siga frá, at víst var fíggjar- lógaruppskotið hesaferð stórri enn áður, men tað var ikki tí at hendan fíggjarlógin er stórri. Nei, tað eru bert tølini sum eru sett upp annarleiðis. Av ødrum stórtíðindum sum løg- maður kom við var, at hetta lands- stýrið hevði lagt størri tollbyrðar á fólk og at hetta ikki var í samljóð við tað hann undan valinum hevði lovað. LØGMAÐUR kundi tó fegnast um okkurt. Serliga um, at tað var eyd- nast honum at leggja tær sekunderu tunellirnar til viks. Hetta var eitt bragd sambært løgmann. Ein má siga, ikki eiti á løgmadur. AT ÚTFLUTNINGURIN var vaksin var hækkaðu fiskaprísunum at takka. At stóra útbyggingin á landi ikki hevði sørt við framgongdina at gera segði løgmaður tó einki um, og at hendan útbygging hevur verið møgu- lig av uttanlanda lántøku var enn minni grett orð um. HÓAST LØGMANSTRISTURIN er lítil tykist hann vera torførur at venda. At liggja og andgva og bíða eftir svørtum skyggjum og illveðrið verður hildið at vera vánaligur sjó- mansskapur. Et er et søkort at forstå, et andet skib at føre… Betur høvdu okkum dåmt at havt løgmann sum ferðamann á risaskipi enn sum skipara å litlatristi. Ein otrulig fråsøgn um eina fjara klotu Fråsøgnin er um eina fjara klótu, ið liggur nógv túsund ljósár hiðan, men kanska er hon komin higar við »Karlsvogninum« Á hesi fjaru klótu livdu umleið 4 milliardir fólk, á mangan hátt tíggjaðu tey sær legið. Tey vóru greið í tí, men vistu ikki, hvussu tey skuldu fría seg fyri hesum T.d. hevdu tey áhuga at byggja »miurar«, høgar smúrar<. Teir vóru av ymsum slag, nakrir ideo- logiskir, aðrir vóru bygdir, tí summi av fólkunum vóru rík, meðan onnur fátæk. Tey fátæku vóru nógv tey flestu, umleið 2/3 av ellum. Nógv av teimum doyðu hungri. Helvtin av bernunum í tí fátæka part- inum doyðu, áðrenn tey vuksu til. — Hóast, innan fyri »murarnar« var iva- leyst av mati. Har legdu tey niður landbúna, og av og á oyðilegdu tey eisini matverur, tí tær kundu ikki seljast fyri tann ásetta prísin. Sjálvandi kom hjálp til tey fátæku, t.d. tveittu tey ríku eitt sindur av mati um »mårin«, at beta um samvitskuna. Orsekin var, at tey ríku tóku synd í teim fátæku, tí haðan komu jú allar ráverurnar, ið skuldu til, at byggja upp lagkekusamfelagið. Á hesi legnu klótu, ið liggur so fjart, hevdu tey so góðar hugsjónir. Nógv fólk innan fyri múrarnar vóru kristin, humanistar og kommunistar, og tað vóru nekur, ið hugsaðu, at okkurt frægari mátti ger- ast, tí ikki var tað so gott, at so nógv royndu at soma sær um múrin at smakka sær av lagkekuni. Alt skuldi økjast um, ar- beiðsplássini, kommu- nurnar, býirnar, herin, flotan, flogvápnið o.s.fr. Sjálvandi mátti eisini smúrurin< gerast hægri. Tey róptu >múrin< fyri „tann neyðuga verndin av dýrdini hjá teim riku«. — Men hugsa tær til, nekur klók vóru ímillum, og tey roknaðu út, at >múrurin< kostaði 30 ferðir so nógv sum molarnir, ið tveittir vórðu yvir um hann. Sjál- vandi hevdu tey ríku nógvar ymsar spælilutir inni hjá sær. M.a. mánara- kettir, sum tey lærdu vóru so errin av. Tær vóru dýrar. Bilar høvdu tey nógvar, og hóast tey ríku bert taldu 1/3 av fólkunum á klótuni, so áttu tey 80% av bilunum. Har vóru næstan 200 mill. bilar. Nekur vóru farin at hugsa um, at bilarnir kanska dál- kaðu. Í ávísum stórbýum vóru sjálvselur, so at fólk av og á kundu fáa sær upp í munnin av frískari luft. Teknikkurin = avskeplaði bæði kringumsteðið og menniskjuni. Kelidjórini vóru i stórum tali. Tað vóru tey, ið meintu, at fólkini bart út hevdu gloymt at kela fyri hverjum eðrum. Øll hesi ymisku kelidjórini skuldu hava mat. Hann kostaði nógvan pening, so nógvan, at lættliga kundu 80.000 av teim bernum, sum doyðu i svongd uttan fyri »murin« verðið bjargað um dagin. Einstek hildu, at øll uttan fyri smúrin< kundu verðið hjálpt, um so var, at hugtakið næstakærleiki varð granskað í staðin fyri hugtakið peningakærleiki. Hetta skal tó ikki taksat so tungt, hetta er jú bert ein ótrúlig frásegn, og tær siga jú ikki altíð tað, ið satt er. Men segnin er áhugaverd, um so er at les- ast kann millum regl- urnar. Innan fyri »mårin« livdu tey framvegis, men ikki so leingi, sum tey plagdu — tey vóru blivin so stressað og rótleys, tey hevdu so nógv um at vera, tað var so nógv, ið náast skuldi, tey vistu tó ikki rættiliga hvat, ið tey skuldu náa. Stersti trupul- leikin var allur maturin tey framleiddu. Fólk blivu sjúk, tí tey vóru ov tjúkk, og heilt galið var við bern- unum. Tey ótu næstan 1 kg. av góðgæti um mánað- in. Hetta ferdi við sær, at heiligvágídnaðurin fekk stóran týdning. Tað skuldu jú so nógvir pill- arar til at leyskeypa seg úr stressi og fáa gloymsku, tí noyddust tey eisini at fáa sær fleiri stór sjúkrahús. Lagkekusamfelagið hev- ði eisini sínar ótervisgrav- ir, ið dálkaðu vatnið, jorð- ina og luftina. Men — innan fyri »murin«, í tí ríka urtagarð- inum, vóru eisini nakrir óviljaðir trælir, sum hug- saðu sær nýggjar leiði: at ganga. Teir tosaðu um frælsi, javnaða og breðra- lag, og i einstøkum ferum føru tey at liva eftir hug- sjónini, men tað var trupu- ult, tí politikkararnir og teirra skutilsveinar vóru so »klékir« og vildu ikki lata valdið frá sær Harafturat vóru so tey, ið sótu aftanfyri og hildu og hálaðu í træðrirnar sum teimum lysti. Hesi áttu tær stóru risafyritek- urnar. Tey vóru allastaðni, hevdu vald og nýttu vald. Tað vóru enntá nekur, ið søgdu, at tey eisini vóru á stødum, har trælirnir hevdu tikið valdið. Har rændu tey jarðber (meir- virði) um næturnar. Sum tú skilur, vóru tað ringar tíðir á tí klótini. Nekur tjentu ov nógv, SOSIALURIN onnur ov lítið. Ræðslan fyri morgindegnum var tað ringasta, tí hon forðaði teimum í at gera nakað. Men hetta er jú bert ein ótrúlig frásegn, so ikki er neyðugt at falla í fátt. Sammetanir eiga ikki at verða gjørdar — serliga ikki nú jólini hava verið og síðan ársskiftið — frein er stór, og ell hava tað gott uttan undantak, og ætlan- ir verða lagdar at fremja í tí nýggja árinum — ein nýggjur liviháttur, og hann verður bert framdur, um hver einstakur tekur lut. Erik Damman Leysliga umsett úr donskum: M.S.E. »Vagt i gevær«, EEC spøkir! Í oddagrein í Dimmu (á donskum) týsdagin 29/ 12- 81, verður av nýggjum lagt upp til at lirka okkum upp í EEC. Í nýggjársheilsu Fiska- selunar eru somu tónar at hoyra. Orsekin er, at annars fáa vit trupulleikar av fiskaútflutninginum. Nei, hinir gomlu. Har ruggar ikki heilt rætt. Fyrst skal tað almenna, um toll og skatt, halda lív í einum alt ov effektivum veiðiflota. So dýrt er tað at arbeiðsplássini kosta tí almenna upp til 260.000 kr. um árið. Harafturat oyðir hetta fiskastovnin, og fiska- stovnurin er okkara veru- ligi nalvastrongur, heldur enn drenið úr Danmark. Og av øllum ringum skal hesin óndi sirkul nú, um tað stendur til Dimmu og Fiskaseluna, eisini gera, at vit skulu uppgeva tað, vit hava av sjálvræði á egnum viðurskiftum, eitt nú fiskivinnuni. NEI! So langt sleppa tit ikki!