mikudagur 6. januar 1982síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Føroyski ment-
unarpallurin
Nakrar hugleiðingar um bókmentir og samfelag i
band við fyrilestur um skaldskapin hjá Heðin Brú
Meðan tú mangar aðra-
staðnis hevur eina rætti-
liga gamla traditión fyri
bókmentaummælum og
bókmentateoretiskum tja-
ki, finst einki samsvarandi
í Feroyum. Ein av orsek-
unum til hendan mangul
ella hesa ómegd er, at
málið er so ungt. Sum vit
vita, er Janus Djurhuus
tann fyrsti, sum skrivar
yrkingar, ið eru ætlaðar at
lesast fyrst og fremst og
ikki eru skrivaðar til ávís
løg; tær koma fyrst í hes-
ari eldini. Fyrsta føroyska
skaldsøgan er »Båbels-
tornið< eftir Regin i Líð í
1909, tann næsta er
„Beinta< eftir H.A.Djur-
huus frá 1927, og tann
triðja er >Lognbrá< hjá
Heðini Brú, sum kemur í
1930 (H.M. Ejdesgaard
var farin undir at skriva
„Hitt ævinliga gongu-
verkid« og fyrsta brotið
stóð í Varðanum nr. 6 frá
1926, men hon kom ikki út
sum skaldsega fyrrenn í
1953?).
Sum vit síggja eru før-
oyskar bókmentir eitt
ógvuliga ungt fyribrigdi
— um vit ikki rokna kvæð-
ini við — og hetta setur
sjálvandi mark fyri eini
bókmentateoretiskari tra-
ditión. Men tað er ikki
bert av hesi orsek, at
hendan traditión manglar.
Ein onnur grund er, at
Feroyar eru eitt so lítið
samfelag, har ell næstan
kenna øll. Tá id tú skalt
viðgera eitt listarverk,
verður tað ofta torfert at
halda listamannin uttan-
fyri: hvat fer hesin at siga,
næstu ferð eg hitti hann?
o.s.fr. Hugsanir av hesum
slag eru næstan ikki til at
sleppa undan í einum lít-
lum samfelag, har ein
ógvuliga stórur partur av
teim, sum fáast við list og
mentan oftani eru saman,
og tær fera í flestu forum
við sær, at tú letur vera
við at koma við atfinning-
um. Tað sum vónandi
skuldi verða ein gevandi
kritikkur verður til mark-
leyst rós tlla tvætl av slag-
num: vekur bók, liggur
væl í hondini, o.líkn.
Hetta slagi av
ummælum hongur ikki
bert saman við, at ummæl-
arin kennur hevundan,
men eisini saman við tí, at
meginparturin av teimum
sum ummæla ikki eru
rættiliga fer fyri at gera
tað, og tí uttan fyrilit rósa
ellum.
Hetta ferir okkum fram
til mangulin uppá eitt
samsvarandi føroyskt
málamboð, orsakað av at
alt sum varð skrivað í
Feroyur í fleiri hundrað
ár, varð skrivað á dons-
kum. Hetta hevur fert við
sær, at feroyskt er eitt
ótrúliga livandi »objekt-
mål«, t.v.s. hevur nógv orð
fyri t.d. kei, bryggju, len-
ding, atlegupláss, o.s.fr:
orð sum vóru neyðug í tí
dagliga arbeiðinum, men
hinvegin er málið ógvuliga
fátækt, tá ið tað viðvíkur
»abstraktum« tað finnast
einki orð fyri hugtek. Tað
ger tað mangan torført at
gera eina skrivliga
sundurgreingin av einum
bókmentaverki, tí tann
skrivandi hevur ilt við at
finna tey rettu orðini. En-
asti møguleikin er at
brúka kend fremmanda-
orð ella metaforar, t.v.s.
orðamyndir frá objekt-
málinum.
Eitt afturat spælir inn
í hesum sambandi, og tað
er tann ólukkuliga trúgv,
sum nógvir feroyingar
hava havt og lutvís hava,
at tað sum verður skrivað
í Feroyum ikki kann sam-
metast við tað, sum
verður skrivað í Føroyum
ikki kann sammetast við
tað, sum verður skrivað
aðrastaðnis. Orsekin til
hetta er helst undirkúg-
ingin gjegnum eldir, tað
sum fyrrverandi studenta-
skúlalærari Erik Petersen
skírdi: trælalyndið.
Men líka so ofta snarar
hendan minnilutakenslan
180% og verður til tjóð-
skaparliga chauvinismu,
tjóðskapargabb: alt sum
kemur uttanífrá er óbrúki-
ligt ella skaðiligt. Hetta
seinasta kenna vit t.d. frá
nýggja formanninum í
Varðanum, sum í sam-
bandi við feðingardagin
hjá Heðini Brú segði:
»Flestu av okkara skriv-
andi fólkum eru ávirkað
av tí fremmanda umráði,
har tey hava lært og livað,
meðan Heðin Brú, tó at
hann hevur verið mong ár
upp í slag í Danmark og
lært, er so púra óspiltur,
at hann dagin í dag kundi
komið úr roykstovuni ella
undan neystunum í Skála-
vík við síni talu og fram-
burði. — Harvið hevur
hann víst aftaná komandi
skrivihugaðum, at vit
hava ikki fyri neyðini at
leita burtur í aðrar menta-
nir til at fáa føroyskt tilfar
til skriving og lestur.
Heldur eiga tey at kanna
og dyrka tað tilfar, sum
ørgrynni er av her hjá
okkum, og soleidis gera
hugaheimin meira heim-
ligan og føroyskan«.
Í samrødu eg hevdi vid
Hedin Bru nevnir hann
ymsar norrenar bók-
mentir, sum hava havt
týdning og endar:
„Heimsbókmentir = hava
týtt nógv fyri meg, eitt nú
teir stóru russararnir fyrst
og fremst, og so meira
meira«, og hann nevnir
aðrastaðnis, hvussu nógv
hann hevur fingið
burturúr at vera
uttanlands.
Báðar reaktiónirnar: tað
at einki feroyskt hevur
nakað virði, og hin sum
Varðaformaðurin stendur
fyri — og sum annars er
nýtt met í heimfeðisligum
hugsunnarhåtti — eru
tvær síður av sama kom-
pleksi (minnilutakom-
pleksi).
Eftir mínum tykki eru
hesi fimm samantengdu
punkt ein frágreiðing
uppá, ella boð uppá eina
frágreiðing, hví tað
næstan einki finst av bók-
mentaviðgerðum á fer-
oyskum: málið er ungt,
bókmentirnar eru ungar,
tað lítla samfelagi, einki
abstrakt mál og tann men-
tunarliga minnilutakens-
lan, sum ikki enn er hor-
vin.
Arbeiðsháttur
Tá ið tú fert undir at kort-
leggja og finna aðaltættir
í útlendskum skaldskapi,
finnast næstan altíð bók-
mentateoretiskar greinir
og ritgerðir, sum kannarin
kann royna at vera í lut-
falli til ella sammeta seg
við. Sjálvt um tað kanska
einki er skrivað um
akkuráð tann rithevund,
sum tú vilt eftirkanna, so
vil skaldskapurin altíð
hoyra til eina traditión,
ella vera í andsteðu til
eina traditión, sum kann-
arin so kann brúka sum
stødi. Skaldskapurin vil
altíð, á ein ella annan hátt,
skriva seg inn í ein bók-
mentaligan ella samfel-
agsligan samanhang, sum
undir ellum umsteðum er
lutvís greiður.
Men sum nevnt finst
einki = av hesum á
foroyskum, og Heðin Brú
hevur brotið upp úr nýgg-
jum bæði á tí málsliga og
á tí bókmentaliga ekinum,
og akkuráð steðan hjá
honum sum undangongu-
maður í feroyskari prosa,
gerð arbeiðið hjá
kannaranum torfert: hvar
skal hann seta sjetul á, og
hvar skal hann enda?
Skaldskapur hongur undir
ongum umsteðum í leysari
luft, men hvussu finnur tú
fram til samanhangin og
kortleggur hann?
Eftir mínum tykki finst
bert ein meguleiki, og tað
er at eftirkanna skald-
skapin hjá einum høvunda
bók fyri bók, við opinleika
og forvitni sum grund-
reglu. Tú kanst ikki
frammanundan leggja teg
fastan á ein ávísan ar-
beiðshátt ella sýnsvinkul,
uttan athetta á einum so
ónortnum eki sum fer-
oyskum bókmentum
kemur at tykjast sum
neyðteka ella ein
prokrustessons, har skald-
skapurin uttan fyrilit
verður kroystur í.
Tú kanst ikki bert sita
við tíni egnu mynd av
veruleikanum og so
samanlíkna ta hjá yrkjar-
anum við hesa og finna út
av, hvar hon sampakkar
og hvar hon ikki ger tað.
Tað má leggjast dentur á
medvitið hjá yrkjaranum,
og, har tað er gjørligt,
brúka ta ætlan hesin
hevur havt, sum inngongd
til eina fatan av listaverk-
inum. Hetta kann vera við
til at forða fyri, at tú uttan
fyrilit kroystir eina fatan
av umheimi og list niður
yvir yrkjaran, sum ikki
botnar í veruleikanum.
Hinvegin kanst tú heldur
ikki nýta t.d. tað sum
yrkjarin sigur, sum eina
óvikandi fatanarrammu
undir eftirkanning av
hansara skaldskapi. Sund-
urgreining má mennast í
einum dialektiskum
samanspæli millum nak-
rar grundreglur, sum
granskarin leggur fram,
og so teir spurningar, sum
tey eftirkannadu lista-
verkini seta.
Í einum føri sum skald-
skapinum hjá Heðini Brú.
verður ikki brúkt nøkur
heildarloysn, ikki nakar
Í bókini >Leikum fagurt« (1963) er at finna dømi um
sjålvsensur ella sensur eftir trýsti skrivar Jógvan Isak
sen í greinini
sundurgreiningarháttur,
sum hevur gildið fyri oll
listaverk, men ein sum
serliga lagar -seg til
hendan skaldskap, og sum
er eitt sindur ymiskur frá
bók til bók. Ein tílíkur ar-
beiðsháttur er syntetiser-
andi t.v.s. tað verður
brúktur teknikkur og ar-
beiðslag frá ymiskum
(bókmenta) SKULUM!
Bókmentir og
samfelag
At fata seguna hjá bók-
mentum sum hvílandi í
sær sjálvari, sum eina
autonoma søgu er
meiningsleyst, hóast
hetta mangan verður
roynt. Tað sigur sjálvandi
ikki, at tað er hepisleyst
at fáast við bókmenta-
segu, men at tú mást
royna at skilja hennara
segu í samanhangi við hin-
ari seguni. Uppgávan —
tá ið tú arbeiðir bókmenta-
seguliga — verður um
somu tíð at halda fast í
evninuæm og at lata vera
við at avbyrgja tað, at
steingja tað inni. At tað er
samanhangur millum tey
sosialu grundkorini í eini
tíð, og so tær hugsjhir og
tær bókmentir sum koma
fram er eyðvitað. Spur-
ningurin er, hvussu
stjórur er samanhang-
urin?
Hetta er sjálvandi ilt at
avgera, og sjálvt um bók-
mentir á ein hátt spegla
tað samfelag tær eru
skrivaðar tí, so er tað ikki
nekur beinleiðis ella
einføld spegling. Til tað
eru samfelagsviðurskiftini
alt ov fløkt, og nógvir
tættir gera seg galdandi
sosialar og fíggjarligar
broytingar, politisk viður-
skifti, rembingar innan
borgaraskapi, viðtekur í
trúnaði, morali og list,
sum standa í mótsteðu til
teir nýggju hevundarnar.
0.s.fr.
Svenski bókmentamað-
urin Gunnar Ahlstrøm
sigur, at sjålvandi er tad
ikki nøkur mekanisk speg-
ling sum fer fram, men ein
sinåmillumåvirkan millum
samfelag og bókmentir
Hinvegin er tað, bert at
siga »sinamillumåvirkan«
so alment, at tað er líka
við at vera einkisigandi!
Kendu orðini hjá Marx
„Tað er ikki tað mennisk-
jasliga medvitið, sum av
ger teirra veran, men
ovugt, teirra samfelags
liga veran, sum avger
teirra medvit< skulu ikki
fatast sum ein ontologisk
útsegn. Medvitið hevur
sína rót í tí ávísa sosiala
samanhangingum menn-
iskjuni royna seg í og er
samstundis ein skapandi
partur av hesum. Med-
vitið er ikki eitt halahang
sum speglandi rennur
aftaná tí sjålvstødugu
menningini. Tað er orsek
avleiðingar viðurskifti
herímillum, eitt viður
skifti sum hevur árin
báðar vegir.
Men tað Marx vil siga
er, at samfelagsliga veran
hevur primat (t.v.s. ber
munin) yvir medvitinum.
Ungarski heimspeking-
urin og bókmentamaðurin
Georg Lukåcs (1885-1971)
sammetir viðurskiftið
millum gerandisdag
vísund og list, sum viður
skiftið millum ein:
høvudså (sum er gerandi
dagurin) og
tvær hjaá
Framhald á síðu 12