mikudagur 6. januar 1982síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Hondbóltsúrslit
Hettar vikuskiftið var
tað einans í ltróttar-
høllini i Havn, at dystir
i hondbóitslandskapp-
ingini vóru spældir, og
úrslitini, sum tað
eydnaðist okkum at
fáa, eru hesi
1. deild menn
Neistin—Stjernan
20—20
1. deild kvinnur
Kyndil—EB 13—4
2. deild menn
Fram —St.IF 17—29
Dreingir 16 år
H71—Stjørnan 16—16
Gentur 14 år
Kyndila—EB 12—3
Kyndil b—Neistind
PD...
A A
Neistin c
2—6
Vípan b
Dreingir 14 ár
Neistin c—Kyndil b
14—5
Kyndil a— Neistin b
20—2
Gentur 12 ár
Neistin e—Kyndil a
3—22
Kyndil b—Neistin c
1—16
Neistin d— Vipan
3—10
Dreingir 12 ár
Neistin b—Kyndil b
2—4
Kyndil a—Neistin a
6—12
Gentur 10 ár
Kyndil b—Neistin b
0—19
Dreingir 10 ár
Neistin b—Kyndil b
33—0
Neistin a
15—0
Kyndila
SOSIALURIN
altjóða limaskap
Ítróttarsambandið fyri brekað hevur nú fingið limaskap í al-
tjóða ítróttarsamgonguni fyri brekað, ISOD
Ítróttarsambandið fyri
brekað hevur nú fingið
altjóða limaskap.
Skrivarin i ISB, Eyðdis
Ejdesgaard, var tann 4.
desember á fundi í altjóða
ítróttarsamgonguni fyri
breka, ISOD. Hesin fund-
ur varð hildin í Paris
Á hesum fundinum hjá
ISOD var m.a. umsóknin
hjá ISB, um at fáa lima-
skap í hesi samgonguni til
viðgerðar, og henda
umsóknin varð gingin
teimum á meti uttan nak-
ran trupulleika av nekrum
slag
ÍSB metur, at hesin
limaskapur er av alstórum
týdningi fyri sambandið
Jógvan Jensen, for-
maður í ISB, sigur, at
ISOD ger eitt ógvuliga
stórt arbeiði fyri ítrótt fyri
brekað. Nú, vit eru blivnir
limir í hesum felagsskapi,
fáa vit alt tilfar, sum
ISOD gevur út, og tað vil
hjálpa okkum nógv her
heima
Nú, vit eru limir í ISOD,
kunnu vit eisini fáa hevi
at luttaka í altjóða ítrótt-
arkappingum fyri brekað.
Síðst í apríl mánaða fara
3 luttakarar úr FØroyum
til Noregs at luttaka í
norðurlanda meistara-
heitskappingini i
borðtennis fyri brekað,
sum verður hildin í Oslo
Jógvan Jensen sigur
annars, at Itréttarsam-
bandið fyri brekað leggur
ikki stersta dentin á
kappingar, men eins og øll
onnur, skulu brekað í Fer-
oyum hava meguleika at
luttaka í kappingum á
altjóða stiði, og tað hava
tey nú, sigur Jógvan Jen-
sen
Jógvan Jensen, formaður í
ISB Tað fer at hjálpa
okkum nógu at vera limir í
ISOD, og vit vænta
okkum nógu av hesum
limaskapi
|| Finnur Helmsdal til
Miðvágs at venja
Einans trý felog, sum skulu leika við 2. deild í ár, hava sett ven-
jarar sínar
Sosialurin hevur vent sær
til feløgini, sum skulu
leika í 2. deild komandi
kappingarár, og spurt tey,
hvussu tað gongst
teimum at loysa venjara-
spurningin.
Martin Danielsen, for-
maður í MB, sigur, at fyri
teir er hesin spurningur
avgreiddur. Teir hava sett
Finn Helmsdal úr Havn til
venjara. MB hevur í ár
meldað 6 lið til fótbólts-
landskappingina. Tað eru
tvey piltalið, eitt små-
dreingjalið, eitt dreingja-
lið, eitt í 4. deild og eitt í 2
deild — ella møguliga i 1
deild, hesin spurningur er
nú lagdur fyri rættin, og
fyrr enn dómur er fallin
har, kann ikki við vissu
sigast, um liðið kemur at
leika í 1. ella 2. deild í ár
MB fekk annars fleiri
umsóknir til venjarastarv-
ið, bæði úr Feroyum, Dan-
mark og úr Íslandi. Til-
samans eru umleið
250—300 limir í MB. MB
byrjar venjingina umleið
1. febr
Royn fær í ár sama ven-
jara, sum teir høvdu í fjør
Tað er nevniliga Trugvi
Midjord, sum annars er
næstformaður í Royn
Royn hevur meldað trý lið
til landskappingina. Eitt í
piltadeildini, dreingja-
deildini og í 2. deild
Umleið 300 limir eru í
Royn
SI hevur ikki tikið stødu
til venjara enn. Orsekin
er, at onkur nevndarlimur
er burturstaddur í letuni,
men so skjótt sum hann
kemur aftur, verður steða
tikin til henda spurning,
og úr Servági vænta tey,
at hettar verður ein av
fyrstu døgunum. Venjari í
fjør var Kai Jacobsen, og
tad er ikki 6hugsandi, at
hann verður aftur i år,
verður sagt.
SI hevur fýra lið við í
landskappingini í ár. Tað
eru í 2. deild, 4. deild og í
dreingja- og smádreingja-
deildini. Umleið 200 limir
eru í SI.
Eiðis Bóltfelag hevur
enn ikki tikið steðu til,
hver skal verða venjari
hjá teimum í ár. EB hevur
tveir venjarar í boði, og av
Eiði verður sagt, at
væntandi fellur avgerðin
um, hver av teimum tað
verður, fríggjadagin.
Hans Egil Joensen, for-
maður í EB, sigur, at teir
hava ikki tær heilt góðu
fíggjarligu umsteðurnar.
Hægsta upphædd, ið ein
venjari hjá teimum kann
fáa, er 3.000 kr. Hettar
kemst av, at tað er ein
tung fíggjarlig byrða hjá
eini so lítlari bygd i hava
fleiri lið við í hondbólts-
landskappingini. Tilsam-
ans má EB gjalda umleið
7.000 kr. um mánaðin fyri
venjingartíð og teir tímar,
tá teir skulu spæla dyst í
hellini á Skála.
EB skal hava trý lið við
í landskappingini í ár, og
tey eru 2. og 4. deild og
smádreingjadeildin. Drein-
girnir á Eiði skulu í ár
spæla við Streymi.
Fram hevur gjørt
såttmåla vid ein dana,
Henning Hansen, sum er
25 åra gamal. Henning
Hansen er politistur og
spældi å danska politi-
landsliðinum í 1979. Tað
árið spældi hann annars á
1. deildarliðinum hjá
Frem. Í fjør spældi hann
vid Herlev.
VB hevur enn ikki av-
gjørt, hver skal verða ven-
jari hjå teimum i år. Men
henda avgerð fellur helst
ein av fyrstu degunum,
verður sagt úr Vági. Í ár
skal VB luttaka við 7
liðum. 2. og 4. deild, ung-
lingar, dreingir, små-
dreingir og tvey piltalið.
Tað eru umleið 250 limir í
VB.
NSÍ fer fyrsta dagin at
seta ein venjara. Teir hava
nakrar umsóknir, harav
onkur er uttaneftir, men
tá blaðið fór til prentingar,
var sum sagt onki avgjert.
NSÍ kemur í ár at luttaka
við 8 liðum í landskapp-
ingini. Tað eru í 2. og 4.
deild, eitt unglingalið, eitt
dreingjalið, tvey smá-
dreingjalið og tvey pilta-
lið.
Venjingin byrjar fyrst í
februar, verður sagt. Til-
samans umleið 250 limir
eru í NSÍ.