leygardagur 9. januar 1982síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN
Síða 13
Symposium í Finlandi kemur til nidurstødu:
Upplýsingin til
og um evnaveik
alt ov vånalig
PA í
ATTI
SAMTAL OM
MEDINFLYTANDE FOR
UTVECKLINGSSTORDA
AST SVENSKA
Sviar eru sum so oftani fremstir. Hetta brot er úr
svenska blaðnum »Steget«, sum er eitt lættlisið tidarrit
fyri evnaveik
— Upplýsingin til okkum,
sum eru evnaveik, er alt
ov vånalig. Vit hava sera
ilt við at skilja ta upplýs-
ingina, sum kemur frá
samfelagnum. Skulu vit tí
hava nakran meguleika at
vera við til at avgera okk-
ara egnu lagnu, so mugu
tit onnur tosa og skriva
eitt mál, sum eisini tey
evnaveiku kunnu skilja.
Nakað soleiðis segði sviin
Lars Zahlin, tá hann tók
orðið á einum symposium
í Finlandi í desember
mánað í fjør. Lars Zahlin
er sjálvur evnaveikur.
Heitið á hesum sympo-
sium var: »Upplysing við-
víkjandi evnaveikum fólk-
um«.
A hvørjum åri skipar
NFPU, »Nordiska Før-
bundet Psykisk Udveck-
lingshåmning« saman við
åhugafeløgunum hjá teim-
um evnaveiku fyri sym-
posii um ymisk evni við-
víkjandi teimum evna-
veiku.
Tað, sum vit skilja við
eitt symposium, er eitt
stytri skeið, ið rúmar fyri-
lestrum, , bólkaarbeiði og
orðaskifti. Hesi symposi-
um verða hildin í ellum
Norðanlondum. Eisini før-
oyingar kunnu luttaka.
Fyrsta symposiið, sum
hevur verið fyrireikað í
Føroyum, varð hildið í
Vágum í fjør. Evnið tá
var: »Samfelagsins um-
sorgan og tænastur til
evnaveik folk, sum byr
spjatt og å avbyrgdum
øki«.
Møttust i Finlandi
Symposiið, sum her
verður umrett, varð hildið
í Finlandi í dogunum frá 8.
til 10. desember í fjør
Millum teir umleið 30
luttakararnar úr Finlandi,
Alandi, Danmark, Sveríki
og Noregi var eisini eitt
umboð úr Feroyum. Tað
var Jan Múller, blað-
maður.
Luttakararnir umboðaðu
nógvar ymiskar starvs-
bólkar — eitt nú starvs-
fólk innan forsorgina, fyri-
sitingina av sosialmálum,
embætismenn, sålarfrød-
ingar, journalistar og
onnur við. Symposiið varð
hildið á HANAHOLMEN
KULTURCENTRUM, ið
liggur á tí náttúruvakra
plássinum Esbo, nær-
hendis Helsinki
Nógv áhugavert kom
fram hesar tríggjar
dagarnar í Esbo. Hóast
nakrir av finlendingunum
máttu hava tulk so
kendist tað sum, at her
kundu fólk frá fleiri
norðurlendskum tjóðum
tosa hver við annan á
einum máli, sum øll skiltu.
Greitt varð frá royndum,
sum saman við ymsum
sjónarmiðum vórðu eitt
haldgott grundarlag undir
einum mennandi orða-
skifti.
Nógvir ymsir spur-
ningar viðvíkjandi upplýs-
ing til tey evnaveiku og
um tey evnaveiku vórðu
viðgjerdir — upplýsing
viðvíkjandi: teimum evna-
veiku, avvarðandi, starvs-
fólki á stovnum og skriv-
stovum, fjølmidlunum,
myndugleikunum osfr.
Nidurstødan var tann,
at upplysingin frå myn-
dugleikunum og yvir-
hevur frá normalsamfel-
agnum til tey evnaveiku
er ov vánalig — somuleiðis
er upplýsingin frá fjel-
miðlunum víðari til al-
menningin um tey evna-
veiku eisini ov vánalig.
Hon er antin ikki nóg lett
at skilja ella tørvar hon
heilt.
Almenn uppgáva
Her skal nú verða nomið
eitt sindur meira gjølla við
nakað av tí, sum kom frá á
symposiinum.
Upplýsing er ein almenn
uppgáva, sum allir borgar-
ar hava krav uppá at fáa
lut í. Tað er tó ógvuliga
ymiskt, hvussu upplýs-
ingararbeiði verður mett í
teimum einsteku londun-
um. Í Noregi eru teir so
frammaliga, at tað al-
menna letur stuðul til upp-
lýsing viðvíkjandi teimum
evnaveiku
Tá vit tosa um upplýs-
ing (informatión) í sam-
band við evnaveik, skilja
vit millum upplýsing, sum
tey evnaveiku sjálv hava
brúk fyri og upplýsing,
sum samfelagið rundan
um tey evnaveiku skal fáa
um tey evnaveiku.
Fjølmidlarnir te. blød,
utvarp og sjonvarp hava
eina stóra ábyrgd at skula
upplýsa almenningin um
tey evnaveiku og viður-
Hóast danskt, norskt, svenskt og føroyskt mål, so varð orðaskiftið livligt. Teir finnar,
sum ikki skiltu svenskt, høvdu tulk
skifti teirra i samfel-
agnum. Upplýsingin eigur
at verða rett og við-
komandi. Hon hevur
stóran týdning fyri tey
evnaveiku og teirra av-
varðandi, tí hon er við til
at broyta gamla og vana-
bundna hugsan um hesi
brekaðu. Eisini kann hon
hava fyribyrgjandi týd-
ning.
A symposiinum varð
sett spurnartekin við, um
fjølmiðlarnir rekja hesa
uppgávu til fulnar. Víst
varð tó á tað stóra arbeiði,
sum svenska útvarpið og
sjónvarpið hava gjørt fyri
at upplýsa almenningin
um tey evnaveiku. Í dag
eru filmir og bandupptøk-
ur, sum hini Norðanlond-
ini kunnu læna og fáa
brúk av.
Í Danmark verður í let-
uni ein rættiliga umfat-
andi filmur gjerdur júst
um tey evnaveiku.
Mangulvera
Tey evnaveiku sjálvi hava
eisini stóran terv á lætt-
fatiligari upplýsing. Hetta
er í dag ein stór mangul-
vera. Tó verður tá m.a. í
Sveríki gjørt rættiliga
nógv burtur úr hesum at
skriva tilfar til tey evna-
veiku, sum er skrivað á
einum lættfatiligum máli.
Her hava hini Norðanlond-
ini nakað at læra av
svium, eins og í so
mongum eðrum forum
Her koma vit so at nema
við minnilutarnar. Teir
málsligu minnilutarnar í
Norðanlondum. Hesir
minnilutar eru ringast
fyri, tá tað snýr seg um
upplýsing. Tey evnaveiku,
sum hoyra til hesar
minnilutar, er oftani
dupultbrekað, tí málið ger,
at tey hava bert atgongd
til avmarkað tilfar á
sínum móðurmáli. |
hesum sambandi varð
nevnt, at tey í Noregi hava
umsett tilfar um m.a.
Down 's syndrom til
samiskt mál. Tílíkt tilfar
eigur eisini at verða
umsett til onnur minni-
lutamál í Norðanlondum.
Samanumtikið kann øll
henda upplýsingin verða
við til at bróta niður
múrar, sum skapa mis-
skiljingar. Upplýsingin
kann ístaðin skapa megu-
leika fyri kommunikatión
báðar vegir til frama fyri
okkum ell.
Skotið varð upp at bjóða
einum tíðindamanni úr
hverjum Norðurlandi við
til framtíðar symposiur. Á
tann hátt kann almenn-
ingurin fáa betri megu-
leika at fylgja við teimum
trupulleikum, sum tey
evnaveiku dragast við
dagliga. Eisini varð víst á
týdningin, at tíðindafólk
verða boðin við til fyri-
lestrar, fundir ol., tá hetta
verður fyriskipað í sam-
band við tey evnaveiku.
Skotið varð eisini upp, at
áhugafelegini hjá teimum
evnaveiku senda síni blød
til fjelmiðlarnar Har-
aftrat at tey, ið stíla fyri
hesum blødum. gera
stuttar samandråttir av
teimum mest týðandi
greinunum. Tá er megu-
leiki fyri, at bleðini ikki
verða sett í hyllina ella
koyrt í pappírskurvuna so
mikið minni — og at hetta
tilfar verður tikið upp og
umrett so mikið sterri
> .
Setanin
Tad var annars finnin,
Lars Nystrøm, sum
opnadi symposiid. I talu
síni segði hann m.a. hesi
orð:
»Før alla organisationer
och myndigheter som har
som málsattning att for-
battra forhållandena for de
Framhald å sidu 15