Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-01-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. januar 1982síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 SOSIALURIN Harald Røhmen og Lis Hammild i samrødu: Tey evnaveiku skulu hava møgu- leika at menna seg — avgerandi at tey sleppa at mennast Ut frå teirra egnu for- treytum Midskeidis i desember månad i fjør, luttok Jan Miiller, blaðmaður á einum symposium t.e fyrilestrar. bólkaarbeiði og orðaskifti um eitt åvist evni í Finlandi. Evnið var: »Upplysing í sam band við evnaveik folk«. Hetta symposium vardi i triggjar dagar. Høvi varð tosa vid folk ur Nordanlondunum eisini at hinum Vit prenta nidanfyri eina samrødu, sum feroyski blaðmaðurin hevði við tvey rættiliga kend nøvn á evnaveikaøkinum! Harald Røhmen og Lis Hammild eru ikki ókend nevn, tá tosað verður um at fremja tiltek til frama fyri teimum evnavelku ! Norðanlondum tøhmen er í dag formaður norska foreldrafelagnum hjá evnaveikum, »Norsk For- bund for Psykisk Udvik- Harald lingshemmede« Lis Hammild er næst- formadur i danska for- eldrafelagnum, »Lands- foreningen Evnesvages Vel« Hava evnaveik børn Bædi eiga tey evnaveik børn. Tey hava ti sum for- eldur arbeitt fyri at bøta um korini hjå sinum evna- veiku børnum. Men ikki nóg mikið við ti. Tey hava eisini kent tað sum sína uppgávu — hver í sínum landi og á norðurlanda stigi — at arbeiða fyri ellum teimum evnaveiku við at gera vart við viður- skiftini hjá hesum stóra parti av brekaðu íbúgv- unum í Norðanlondum. Men hvat er so komið burturúr tí áralanga stríði til frama fyri tey evna- veiku, ug hvenn veg ber gongdin í dag í Norðan- londum Harald Rehmen ivast ikki. Hann heldur, at vit í dag í nógv sterri mun enn fyri bert fáum árum síðani duga at skilja støduna hjá teimum evnaveiku. — Vit arbeiða dagliga miðvíst við at fáa fólk at ss SS —— broyta gomlu uppfatanina steðutakanina til Endamálið við av og evnaveik ;esum arbeiði okkara er x t tað, at tey evnaveiku øll on: He i irbeiði hevur borið åvøkstur, men enn er ikki rokkið á mál. Enn tervar hesum fólkum betri íbúðarviðurskifti, betri ar- emma beiðsmeguleikar og meira innihaldsrika fritid. Enn langt å mål Lis Hammild nikkar jått- Vist eru farnar årini, andi og sigur stórar broytingar fram hesi seinastu men enn er langt á mál. Fólk flest hava fingið eina aðra uppfatan av teimum brekaðu evnaveiku, men enn tervar normal- samfelagnum upplýsing um hesi fólk — Vit mugu út í teir normalu skúlarnar at greiða næmingunum meira frá teimum brekaðu, sum tey evnaveiku eru ein partur av. Her stoyta vit tó á trupulleikar, sum eiga at loysast. Lærararnir í skúlunum, sum skulu undirvísa normalum bern- um, vita lítið og einki at siga frá um tey brekaðu. Hetta kemst av tí, at út- búgvingin av lærarum hevur ikki verið ætlað til at upplýsa um henda stóra minniluta í samfelagnum. Lis Hammild heldur, at tað er júst her vit eiga at taka um endan nú. — Júst við at læra okkara lærarar, sum skulu undirvísa í normalskúlanum, meira um tey brekaðu, er megu- leiki fyri, at áskoðanin millum fólk um tey brek- aðu, broytist til: -at tey verða vird og mett eins og øll onnur og verða tikin upp í normalsamfelagið sum vanligir borgarar. Vórðu fjald burtur Hóast broytingarnar hava verið nógvar til tað betra, so skulu vit bert leita fá ár Tey evnaveiku eru menniskju í menning eins og øll vit onnur aftur í tíðina, tá tey evna- veiku vórðu lítið og einki vird sum borgarar í sam- felagnum. Ikki fyrr enn foreldur og avvarðandi hjá evnaveikum veruliga talaðu at og tóku seg saman í feløg — kom glid á málið. Danska foreldrafel- agið at evnaveikum er tað elsta í Norðanlondum. Tað er 30 ára gamalt. Norska felagið er umleið 15 ára gamalt. , Men hvat vard tå gjørt við tey evnaveiku fyri kanska bert 10—15 ella 20 árum síðani! Harald Røhmen sigur soleiðis um hetta: — Fyrr vórðu tey evnaveiku eyg- farin sum bern fyri alt lívið. Tey vórðu fjald burtur í samfelagnum — antin á ovurhondstórum stovnum ella hjá foreld- runum. Tað varð mett sum skomm at hava ein evnaveikan son ella eina evnaveika dóttur tá. Eisini segði trúgvin, at tað ónda hevði rakt ta og ta familjuna ella barnið. Harald Røhmen, sum í dag sjálvur hevur eitt mongoloidbarn, dylur ikki yvir at siga, at tað ikki minst er fakkunnleikin hjá serfreðingum, læknum og sålarfrødingum, sum hevur sett fólk, ið eru evnaveik, í ein so óhugna- ligan og órættvísan bás. Tá eg fekk eitt mongoloidbarn, fekk eg at vita frá læknanum, at eg ikki skuldi rokna við, at barnið nakrantíð fór at duga at lesa, skriva ella rokna. Eisini varð mær sagt, at barnið helst ikki kundi búgva heima hjá okkum. Eru ikki sjúk Harald ristir á hevdinum og heldur fram: — Hvat hava vit — konan og eg — so gjørt fyri barn okkara! Jú, vit hava givið dóttur okkara meguleikar at menna seg — so allar hesar spádómar hava vit gjert til skammar. Júst soleiðis er tað við ellum teimum, sum eru evna- veik. Tey eru menniskju í menning. Tað er tí avger- andi, at tey sleppa at mennast út frá teirra egnu treytum. Harald Rehmen heldur fyri, at ein høvudsorsøkin til, at evnaveik fólk eru skeivt viðfarin, er tann, at tey hava verið mett sum sjúk og tí hava verið í hondunum á læknum og sálarfreðingum. — Tey eru ikki sjúk, og tað er tí ógvuliga avger- andi, at vit onnur skilja, at hesi fólkini eru normal sum vit onnur. Tey eru bert fødd við onkrum breki, sum ger, at tey ikki eru fer fyri at mennast á sama hátt sum vit, ið ikki eru brekað á hesum eki. Harald Røhmen og Lis Hammild Eg haldi tað er ógvuliga avgerandi, at vit sleppa heilt uttan um læknarnar innan evnaveikaforsor- gina. „Gamlir yvir- læknar... Og um sama spurning! Tað er eingin ivi um, at tað vóru vanar, gamlar áskoðanir og gamlir yvir læknar, sum veruliga forð- aðu fyri. at tey evnaveiku fingu betri umsteður at mennast í. Sjálv kenni eg fleiri dømi um, at fødilækn- ar hava mælt foreldrum, sum t.d. hava fingið eitt mongoloidbarn, til at lata tað fara á ein almennan stovn. Tíbetur má Lis Hammild ásanna, at henda gongdin í dag er vend til tað betra. Hon vísir í hesum viðfangi á, at tey í Danmark í dag hava sosialráðgevarar, sum fara út til foreldrini og ráða teimum til at hava bernini heima, um umsteður eru til tess. — Her er tað sam- felagið, ið hevur broytt stødutakanina til tey síðani Lis Hammild evnaveiku, leggur Lis Hamm ild aftrat. Sjálv heldur Lis Hammild, at her hava áhugafelegini hjá teimum evnaveiku eina stóra upp- gávu at rekja, nevniliga at ávirka politikararnar. — Tað er sjálvandi best, um tey evnaveiku sjálv kunnu tala sína sek og á henda hátt ávirka teir ráð- andi myndugleikarnar í samfelagnum, men so leingi, tey evnaveiku enn ikki nóg væl eru fer fyri hetta, so mugu vit aðrir borgarar í samfelagnum tala teirra sek. Politikkararnir — Ég veit væl, at nógvir politikkarar hava fingið eyguni upp fyri viðurskift- unum hjá teimum evna- veiku, men enn eru fleiri politikarar, ið ikki vilja seta seg inn í hesi mál og loysa tey. Lis Hammild sigur víð- ari, at »sjålvandi« hava politikarar í dag sterri áhuga fyri t.d. krabba- meini og útbygging av sjúkrahúsum, enn teir hava fyri teimum evna- veiku. — Politikarin veit, at krabbamein ein dag kann raka seg Hann veit eisini, at harn ein dag hevur brúk fyri sjúkra- húsi. Men fáir politikarar hugsa um, at teirra egnu bern, teirra abba- og ommubern kanska ein dag fáa brúk fyri eini vælvir- kandi evnaveikaforsorg. Um uppgávuna hjá åhugafeløgunum teirra evnaveiku sigur Lis Hammild víðari, at her eigur norska mynstrið at verða brúkt. Meðan donsk foreldur hava gingið bidd- aragongd fyri at fáa pengar til tey evnaveiku, so hava norsk foreldur tikið tað sum givið, at hetta er ein uppgáva og ein skylda hjá samfel- agnum at taka sær av. Harald Rehmen sigur í hesum sambandi, at åhugafeløgini í dag meira eiga at virka sum sosial- politiskar >pressorganisa- tiønir«, sum gera myndug- leikarnar vart við viður- skiftini hjá teimum, ið eru evnaveik. Bíligari at byggja smærri heim Tosað varð nú um, hvussu og hvar tey evnaveiku skulu búgva. Gongdin nógvastaðni hevur verið og er tað framvegis, at bygdir verða stórir almennir stovnar til hesi fólk. I Norðanlondum hevur gongdin tó verið tann, at tað verður hildið rættast, at tey evnaveiku skulu búgva í smærri íbúðum — kanska eini 4 ella 5 saman. Lis Hammild sigur í hesum sambandi: — Tað hevur verið sagt, at tað er ov kostnaðarmikið at byggja smærri heim til tey evnaveiku ístaðin fyri tey heilt stóru. Hetta er ikki rætt. Kanningar, sum júst eru gjerdar í Dan- mark, vísa, at tað er mun- andi bíligari bæði at byggja og reka eitt heim til 5 fólk enn eitt sterri heim, ið rúmar upp til 50 fólkum. Hesum haldi eg, vit eiga at geva gætur. Hon nevndi í hesum Framhald á síðu 15