Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-01-09, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. januar 1982síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Útgrefstur frá sethúsabygging í Carnuntum A Ringstrasse í Wien Tú kanst ikki hava verið í Eysturríki, uttan at hava vitjað Wien. Og tað gjørdu vit ein dag. Tað er altíð við stúran at ein fer fremmandur, og við bili, inn í ein so stóran bý. Tó, tað gekk gott. Vegurin, vit komu inn eftir eystanífrá, leiddi beint inn á eitt ófera stórt eki inni í býnum, tætt inni ímóti Ring- strasse, Schwartzenber- platz, har ferðslan av bilum var ófer. Mitt á Schwartzenplatz er ein stór standmynd av Schwartzenberg, fúrsta, sigurharranum frá Leipzig í 1813, tá Napoleon fekk sín fyrsta verunliga ósigur. Tað var aftaná ta ræðuligu herferðina til Moskva í 1812 og har, at kalla, allur- tann franski herurin, útvið ein hálv millión mans, lá eftirá, men Napoleon sjálvur kom heim aftur til Frak- lands. Har fekk hann skavað ein her saman aftur, og kom í bardaga við ein sameindan eystur- ríkskan-prejsiskan her, undir Schwartzenberg fúrsta vid Leipzig i 1813, og har var hann við undir“ lutan, og bleiv tad byrja- nin til endan fyri Napoleon. Vit koyra um plássið til eitt parkeringshús, fáa har pláss til bilin 2 hæddir undir jerð, og fara so út at síggja býin. Nú, ið sin standmynd varð nevnd, kann leggjast afturat, at her í Wien eru so nógvar standmyndir reistar, at tú kann nýta tær sum varðar igjøgnum seguna. Og stórur partur av hesum standmyndum eru reistar eftir boðum frá Franz Joseph, keisara, eftir at hann kom til valdið í 1848. Vit nýtast bert at nevna tríggjar, og fyrst av ollum teirru av Mariu Theresiu, keisarinnu, á Marie Theresienplatz, beint yvir av Hofburg, millum stand- myndir nógv tann stersta Síða 11 A Tú skal ganga fleiri ferðir uttan um hana, fyrr enn tú fatar, hvussu stór hon er, og hvat fyri listarverk hon er. Og so eru tað tær báðar standmyndirnar inni á Heldenplatz, framman fyri Hofburg, vetrarbú- staði = keisaranna, av Eugen av Savoyen, prinsi, og av Kar, erkahertoga, báðir á hesti. Teir vóru báðir gitnir herferarar. Allar hesar standmyndir eru gjerdar eftir boðum frá Franz Joseph keisara. Vit komu frá parkerings- húsi okkara beint út í Ringstrasse, hesa undru- narverdu og sjáldsomu getu, sum hvat skreyt- bygningum viðvíkir, má teljast millum tær vak- rastu í heiminum. Getan er sjáldsom á tann hátt, at hon byrjar niðri við Donau, fevnir um gomlu býarkjarnuna, og endar aftur niðri við Donau, Har sum getan nú liggur, lá í forneldini tann ringmúrur, ið vardi um Vindobona, rómverska skansan. Hesin ringmúrur, fleiri ferðir um- valdur sjálvandi, lá her líka til 1857. Men tá var býurin vaksin langt út um múrin. So var tað, at Frans Joseph. keisari, í 1857 gav boð um, at nú skuldi býurin gerast vakrari. Múrurin varð javnaður við jerð og vatngrevin uttan um fylt upp, og hetta bleiv til eitt breitt og slætt eki, og har liggur nú Ringstrasse. Keisarin gav boð um, at nú skuldu nógvir prýðiligir bygn- ingar reisast fram við getuni. Tá vóru teir báðir kendu arkitektarnir Ficher von Erlach, sum m.a. bygdi Schønbrunn, og Lucas von Hildebrandt, ið bygdi tey bæði Belvedere slott- ini, deyðir, men aðrir tóku við, m.a. tann danski arki- tekturin Theophil Hansen, ið eigur heiðurin fyri fleiri prýðiligar bygningar fram við getuni. Vit ganga eftir Ring- strasse, og koma fyrst til Wiener Staatsoper, ið er ein av heimsins kendastu operabygningum, bygdur í 1860-árunum, av arki- tektunum Siccardsburg og van der Núll. Tað er ein nokk so døpur sega. Arki- tektarnir báðir vóru fyri tílíkum atfinningum, og kanska ikki heilt ógrund- aðum. TEir tóku sær tað so nær, at van der Núll tók lívið av sær og Siccards- burg upplivdi heldur ikki at síggja operuna lidna. Aftaná seinna heimsbar- daga lá bygningurin í sori, men stendurnú aftur í sínum gamla skapi. „Tá tú vitjar Wien í mán- aðunum juli ella august, so er tað ymist, tú ikki kann fáa við, nakað sum bert er at uppliva her í Wien, tí tá verður summarfrí hildið. Tað er fyri tað fyrsta eina fram- forðslu í operuni. Tað næsta er eina gudstæn- astu (katólska sjálvandi) í Hofkapelle á Hofburg, har Wiener Sangerknaben syngja til gudstænastuna, og tann triðja upplivingin er ein vitjan í >Spániche Rómversk amphiteatir í Carnuntum Reitschule«, glæsiliga høllin tann, ið keisara- ættin nytti til at rida i, tå ikki slapst ut fyri vedur, og sum nú verður nytt til uppvisan við teimum hvítu Lippizanarhest- unum, og hetta slagið finst onga aðra staðni í heiminum. Sjálvur havi eg einaferð, fyri 19 árum síðan, vitja bæði operuna, Hofkapelle og spanska ridiskulan. Vit koma fram við einari av teim mongu inngongd- unum til parkina uttan um Hofburg, og fara inn. Og eitt tað fyrsta vit koma til, er ein standmynd av Mozart. Frammanfyri standmyndina, á grasvøll- inum, er eitt stórt blómu- prýði av livandi blómum, evnað til sum ein g-lykil. A tí stóra plássinum framman fyri Hofburg, Heldenplatz, eru tær báðar sóru standmynd- irnar av Karl, erkaher- toga, og av Eugen av Savoyen, prinsi. Teir standa nú og skoða niður á teir hundraðtals bilarnar, sum standa her, (ti stjørn- arskrivstovur eru á Hofburg), har teir í forð- um skoðaðu niður á sig- randi herlið teirra. Heldenplatz goymir eisini minni um eina, fyri hetta fólk, dapra løtu. Her stóð, í 1938, Adolf Hitler á einum svala á Hofburg, og kunngjerdi fyri einari stórari mannafjeld, at nú var Eysturríki endiliga komi heim til Týskland. Navnið Eysturríki var nú burtur, og í tí týska rík- inum fekk tað navnið Ost- mark. Hetta ófrælsi vardi ikki einans til krigslok i 1945, ti russar vóru ver- andi eftir í landinum. Ikki fyrr enn russar í 1955, á Belvedere-slottinum, und irskrivaðu friðarsáttmála við Eysturríki, fóru tey russisku herliðini avstað, og tað ófrælsi, sum hevði vart í 17 ár, var at enda komið. Vit fara út aftur á Ring- strasse, sum her eitur Burgring, yvir um hana og inn á Maria-Theresien- platz, har teir báðir veldugu prýðisbygning- arnir, Naturhistoriches Museum og Kunsthisto- riches Museum, liggja, við teirru stóru Maria Theresia standmyndini ímillum, sum listar- maðurin Kaspar Zum- busch arbeiddi uppá í 12 ár. Víðari fram eftir getuni koma vit fram við tveim- um prýðisbygningum afturat, Parlamentið og Bersin, báðir teknaðir av Theophil Hansen, og vit koma eisini fram við einum húsum, har ein minnispláta sigur frá, at her búði rithevundirin Stefan Zweig, og eina aðra staðni við getuna sigur ein plåta frá, at her hevði tann heimskendi sálarfreðing- urin Sigmund Freud síni vidtaluhøli. Vit hava nú gingið gøt- una næstan at enda, oman móti Donau, og venda aftur á aftur. Tá vit koma til Operuna aftur, snara vit omaneftir teirru prýðuliga Kártnerstrasse, ið gongur inn móti mið- juni av Ringinum, ein sjáldsom geta. Tað mugu vera fáa aðra staðni í heiminum, at býar- myndugleikarnir siga frá sær teir meguleikar fyri koyrandi ferðslu, sum eru í einari slíkari getu, og heilt gera hana til gongu- getu. Her var eitt ýðjandi lív av fólki til gongu, handlar, ísbarrir og kioskir, og matstovur á opnari getu, og har vóru beinkir í rúgvuvís. Ég kom at hugsa um tað neyðars stutta petti av N Finsensgetu í Havn, sum býarmyndugleikarnir har ikki toldu at síggja sum gongugetu burturav. men skuldi lata bilar partout inná Vit eru á veg St. Stefan dómkirkjuna Men fyrst skulu vit á eina serliga vitjan. Vit skulu vitja staðið, keisaraættin valdi til seinasta hvíldar- stað sín. Tað er í Kaiser Hetta plássi valdi oman til gruft ættin til gravstað sín í 1633, og her standa 138 sarkofagar, hver av teimum at kalla eitt listar- verk I Kaisergruft, grav- arhøll kaisaranna Kaårtner eftir Vit snara av frå Stutt sidugetu strasse inn einari liggur kapuzinerkirche, og i sam- band vid hana Kaiser- gruft. Sera einfald av ut- sjónd er hurðin tann, sum keisaraættin fór ígjeg- num, á seinastu ferð síni her á fold Tað er við håvirding, at tú trínir inn gjegnum hesar somu dyr. Ein doyv- andi blómuangi slær ímóti tær, tá tú trínur inní tann langa gangin. Á einum skelti innanfyri dyrnar verður heitt á tey vitjandi, um at sýna semiligan atburð og at tosa spaku- liga. Ein einsamallur maður, sera væl ílætin, situr innanfyri dyrnar, við eitt lítið borð, og tekur ímóti atgongupeningi Tað fellur okkum íkki í eyguni, og heldur ikki fyri bróstið, at tikið verður móti peningi, fyri at sýna fram gravhallir keisa ranna, ikki á tann hátt. tað verður gjørt her Vit fara ljódliga gjegn- um gangin niður gjøgnum einar breiðar trappur, undir jerð, og eru so í hellini, beint framm- anfyri tí prýðiliga dupult- sarkofaginum av Mariu Theresiu, keisarinnu, og Framhald á síðu 18