mikudagur 13. januar 1982síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
;
SOSIALURIN
Landsstýrið vildi lirka
Nónhamar til Havnar
Fíggjarnevndin fekk tvinnar kostir: annað-
hvort taka av tilboðnum, sum partafelagið
í Havn bjóðaði, ella skuldi trolarin seljast á
uppboði
Sølan av »landstrolaranum« Nónhamar hevur skapt eina spenta politiska støðu og
samgonguflokkarnir eru ósamdir um seluna.
Nónhamar liggur her við bryggju í Klaksvík. Hann varð upprunaliga bygdur til P.f.
Klakk í Klaksvík. Síðan landsstýrið keypti trolaran, hevur P.f. Kjølbro reitt hann út
Síða 3
Teir sum bjóðaðu upp á Nónhamar fingu ikki sama møguleika:
Hinvegin fingu tey fimm feløgini og einstaklingarnir, sum bjóðaðu upp á Nónhamar ikki sama meguleika
Tað seinasta boðið kom bert nakrar fáar minuttir áðrenn freistina,
P.f. Norðstjórnan í Havn, fekk hetta ikki at vita, fyrrenn freistin var úti.
Hverki Ásbjørn Joensen ella Annfinn Kallsberg siga, at Sjálvstýrisflokkurin og Fólkaflokkurin vildu selja
bátin fyri minni, enn boðið er, til Klaksvíkar, sum Pauli Ellefsen, løgmaður sigur í samrødu við Dimmalætting
leygardagin
Hægsta boðið upp á trol-
aran Nónhamar kom bert
nakrar fáar minuttir
áðrenn freistin var úti. So-
leiðis var tað ómeguligt
hjá teimum, sum framm-
anundan høvdu hægsta
boðið, at fáa hetta at vita,
áðrenn freistin var úti á
midnátt 30. desember og
meguliga koma við einum
hægri boði.
Trygve Samuelsen, sak-
førari, sum hevði seluna
um hendi fyri landsstýrið,
váttar eisini, at tey sein-
astu boðini komu ikki til
hansara, men at tey vóru
send pr. telex til lands-
stýrið.
Frammanundan hevði
P.f. Noråstjørnan í Havn,
sum átti trolaran Vón og
sum hevur arbeitt við at
fingið ein nýggjan trolara
úr Onglandi, hægsta
boðið. P.f. Norðstjernan
bjóðaði 25,5 mill. kr.
Fimm min. áðrenn
freist
Men klokkan trý korter til
tólv — ella eitt korter
áðrenn freistin var úti —
kom eitt nýtt boð úr
Vestmanna. Hetta boðið
var upp á 26 mill. kr. (Ein
av monnunum aftanfyri
hetta samtakið í Vest-
manna er Agga úr Garða-
stovu, skipari. Aðrir eru
Øssur D. Jacobsen, Agnar
Nielsen og Marius
Jóannesarson, er okkum
upplýst). Nakrar minuttir
seinri — Trygve Samuel-
sen sigur seg hava fingið
at vita, at klokkan var
fimm minuttir í tólv —
kom eitt nýtt boð frá
Palla Rasmussen í Klaks-
vík. Hann bjóðaði yvir
vestmenningum — 26,1
mill. kr.
Sostatt var ómeguligt
at boða P.f. Norðstjernuni
frá, at hægri boð enn
teirra vóru innkomin. Tað
er ikki eydnast okkum at
fáa at vita, hver í lands-
stýrinum tók í móti
boðunum upp á Nón-
hamar hesa náttina.
Men vit hava fingið at
vita, at P.f. Norðstjernan
hevði boðið hægri enn 26,1
mill. kr., um teir høvdu
fingið meguleika til tað.
Vanligt er at boða
frá
Trygve Samuelsen sigur,
at vanlig mannagongd í
samband við >selu til
hægstbj6dandi«, er at tá
ein kemur við einum hægri
boði, so fær viðkomandi,
sum frammanundan
hevur hægsta boð, hetta
at vita, soleiðis at við-
komandi hevur meguleika
at bjóða av nýggjum.
Hetta var orsekin til, at
landsstýrið avgjerdi at
selja Nónhamar á uppboði
millum tey fimm, sum
hevdu boðið.
Landsstýrið kann tó
ikki gera hetta einsamalt,
tí í legtingslógini, sum
varð samtykt í samband
við keypið av Nónhamri,
hevur landsstýrið bert
heimild at selja trolaran
saman við figgjarnevnd-
ini við legtingsins góð-
tøku.
Men tá málið var fyri á
figgjarnevndarfundi i
sidstu viku, góðtók
fíggjarnevndin ikki ætlan-
ina hjá landsstýrinum,
sum tí hevur fingið málið
aftur til nýggja steðu-
takan.
Fólka- og Sjálvstýris-
flokkurin ímóti
Dimmalætting hevur sam-
reðu við Paula Ellefsen,
legmann, leygardagin. Í
samband við samreðuna
upplýsir Dimmalætting:
>...á fíggjarnevndar-
fundinum vóru Fólka-
flokkurin og Sjálvstýris-
flokkurin ímóti, at hann
varð seldur á uppboðs-
selu, og nakað týðir uppá,
at teir vilja selja hann til
Klaksvíkar fyri minni, enn
boðið er«.
Fyri Fólkaflokkin sita
Annfin Kallsberg og
Øssur D. Jacobsen í fíggj-
arnevndini. Annfinn
Kallsberg sigur, at tad er
ikki satt, at Fólkaflokk-
urin vil selja fyri minni,
enn boðið er.
Hann sigur, at Fólka-
flokkurin er sinnaður at
selja Nónhamar, men
Fólkaflokkurin kann ikki
góðtaka mátan, soleiðis
sum landsstýrið hevur
lagt málið fyri fíggjar-
nevndina.
Vegna tegnskylduna,
fíggjarnevndin hevur, vil
Annfinn Kallsberg ikki út-
greina grundgevingarnar.
Tvinnar kostir
Åsbjørn Joensen, sum
situr í figgjarnevndini fyri
Sjálvstýrisflokkin, sigur,
at fíggjarnevndin fekk
tvinnar kostir í at velja:
annað hvert at selja Nón-
hamar fyri 25,5 mill. kr.
ella á uppboði.
rruvva
— Frammanundan var
almannakunngjørt, at bo8
var hidani (år Klaksvik,
blaðm.) upp á 26,1 mill. kr.
Og tad er meira enn 25,5
mill. kr., sigur Åsbjørn
' Joensen.
Sosialurin royndi at fáa
eina viðmerking til málið
frå Paula Ellefsen, løg-
manni, men tad eydnadist
ikki.
og felagið, sum tá hevði næsthægsta boð,
P.f. Noråstjørnan:
Hevur enn ikki fingið innflut-
ningsloyvi til trolara
Kemur Nónhamar til Havnar, setir býráðið
hálva millión í felagið
P.f. Norðstjórnan, sum átti Vón, hevur enn einki frætt frá landsstýrinum um
innflutningsloyvi til bretska trolaran, felagið hevur í kikaranum. Felagið bjóð-
aði tí eisini upp á Nónhamar. Eigarar og arbeiðsfólkið á Baccalao bíða tí í al-
stórum spenningi eftir at landsstýrið — ella samgongan — tekur nýggja
avgerð!
Selan av Nónhamri er nú
ikki bert eitt selumál í
sjålvum sær. „Politikkur
er komin upp i«, vilja fleiri
vilja vera við. Tí er málið
blivið meira spennandi, og
fólk — ikki bara á teimum
plássum, har feløg ella ein-
staklingar hava boðið,
men í heila tikið — fylgja
gongdini við áhuga.
Eitt felag í Havn, P.f.
Norðstjernan, hevur
boðið. Við tað at hetta fel-
agið í juli seinasta ár seldi
trolaran Vón av landinum,
tí undanfarna landsstýrið
vildi játta innflutnings-
loyvi av nýggjum fari við
ávísum treytum, hevur
selan ein serligan áhuga
hjá hesum partafelagnum,
hjá arbeiðsfólkinum á
Baccalao og hjá Tórshavn-
ar býráði
Partafelagið Norð-
stjørnan, sum áður var
eitt partsreidari, hevur
nevniliga ikki fingið loyvi
at innflyta ein trolara,
sum er í kikaranum.
Tað var í november, tá
menn í felagnum skuldu
fara niður at royndarsigla
ein trolara í Onglandi, at
landsstýrið boðaði frá, at
tað gav ikki innflutnings-
loyvi.
Bíða eftir meting
Grundgevingin var hon,
at fyrst skuldi ein metan
gerast yvir skipatervin á
Føroyaleidini. Hesa met-
ing arbeiðir Fiskivinnu-
ráðið við í letuni. Okkum
verður upplýst, at tað er
eitt sindur óvist, nær
hetta arbeiðið verður
liðugt.
Ti hevur P.f. Norð-
stjørnan einki hoyrt aftur
frá landsstýrinum. Og
hetta er eisini orsekin til,
at felagið nú hevur boðið
upp á Nónhamar.
Stórur áhugi er at fáa
skip til Havnar
Seinasta árið eru fleiri
skip farin úr Havn og rá-
verugrundarlagið á flaka-
virkinum hjá Baccalao
kundi verið betur
Arbeiðsfólkið er nógv og
dagarnir uttan vinnu eru
ikki fáir. Hetta er grundin
til, at arbeiðsfólkið á
Baccalao í fjør avgjørdi at
seta um 300.000 kr. í
nýggjan bát
Og nú Nónhamar skuldi
seljast visti Tórshavnar
býráð málinum áhuga við
at siga seg vilja seta eina
hálva millión kr. í tiltakið
Enn í boði
Annars stendur trolarin
sum P.f. Norðstjernan
hevur havt í umbúna at
keypa, enn felagnun
boði
Trolarin
Philipp og er
Hann er 40 metrar langur
eitur St
fimm ár
motorurin er 1650 hk og
mett verður, at hann kann
taka eini 150 tons av ís
fiski. Kostnaðurin er
12 mill. kr
P.f. Norðstjernan metir
at talan er bert um eitt
skiftingartól
Tá partsreiðaríið
Vón og hevði í umbúna at
útvega ein nyggjan troi
ara. setti undanfarna
landsstýrið sum treyt, at
Vón varð seldur av landin
um
Framhald á síðu 13