leygardagur 8. apríl 2000síða 16
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 70 - 8. apríl 2000
30
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 70 - 8. apríl 2000
Lærlingur
Til Timburdeildina
Vit sóknast eftir einum lærlingi til Timburdeild okkara í Tórshavn at byrja
sum skjótast ella sambært nærri avtalu.
Vit vilja bjóða tær eina útbúgving í einum spennadi og skjóttvaksandi
virkisøki innan handil við byggitilfari.
Útbúgvingin fevnir um grundleggjandi vitan innan sølu- og innkeypi av
byggitilfari.
Tú skalt saman við starvsfelagum tínum verða við í tí støðugu
menningini av handli okkara, har vit seta tænastu og góðsku í hásæti.
Vit krevja at tú:
-
Í minsta lagi hevur lokið FHS-prógv
-
ert útatvendur
-
ert nærlagd/ur og røkin
-
vísir vilja at samstarva við onnur
Hevur tú áhuga í handli innan byggivinnuna, og kanst liva upp til
omanfyri nevndu eginleikar, kanst tú senda okkum eina umsókn saman
við prógvum og ummælum.
Umsóknin skal sendast til:
P/f Havnar Timburhandil
Heykavegur 4
Box 3038
FO-110 Tórshavn
Att: Tony Ditlevsen
Freistin at søkja er 25. Apríl 2000
Hevur tú spurningar, kanst tú seta
teg í samband við Tony
Ditlevsen á tlf. 31 12 50
P/f Havnar Timburhandil
Hús ynskjast til leigu!
Til ein leiðandi starvsmann hjá okkum og
familju hansara ynskja vit eini hús í Havn til
leigu.
Best er um húsini eru stór ella í minsta lagi
hava 3 sovirúm.
Langtíðarleiga t.v.s. minst 3 ár hevur áhuga
okkara.
Áhugaði kunnu seta seg í samband við okk-
um á telefon 314650.
P/F Poul Michelsen
Reingerðarfólk
Søkt verður eftir einum reingerðarfólki til
Leirvíkar Skúla at byrja 1. mai 2000.
Umsóknir skulu vera Leirvíkar Kommunu í
hendi í seinasta lagi 26. apríl 2000.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at
venda sær til kommunuskrivstovuna, tlf.
443006.
Leirvík tann 6. apríl 2000
Leirvíkar Kommuna
Frá Kollafjarðar
kvøldskúla
Framsýning kvøldskúlans verður leygardag-
in 8. og sunnudagin 9. apríl.
Sýnt verður fram bæði í fimleikarhøll skúl-
ans og á loftinum í Gamla Skúla.
Báðar dagarnar er opið kl. 14–20.
Kollafjarðar kvøldskúli
Í Almanna- og heilsumálastýrinum verður
starv sum fíggjarfulltrúi hervið lýst leyst
til setan skjótast til ber.
Uppgávan er í høvuðsheitum:
• at hava eftirlit við fíggjarligu gongdini á
játtanunum innan § 8 í fíggjarlógini
• at ráðgeva og vegleiða teim ymisku stovn-
unum viðvíkjandi gerð av fíggjarætlanum
og uppfylging av hesum, soleiðis at fíggj-
arliga tilfeingi verður nýtt sum ætlað og í
mun til aktivitet og kapacitet.
• at skipa data og gera fráboðanir á øllum
stigum
• at tryggja nøktandi leiðslukunning
• saman við roknskaparøkinum at tryggja
eitt vælskipað datagrundarlag
Førleikakrøv:
Viðkomandi útbúgving innan fíggjarliga økið
frá hægri læristovni, sum t.d. cand. merc.,
cand oceon ella líknandi.
Fólk við royndum/kunnleika innan arbeiði við
fíggjarstýring hevur fyrimun.
Ert tú í ferð við at gera teg lidnan við lesna,
hevur tú eisini møguleika at søkja.
Vit bjóða:
Sjálvstøðugt starv, til tíðir strævið, men eisini
áhugavert, við fjølbroyttum uppgávum.
Skeið og eftirútbúgvingarmøguleikar.
Samstarv við aðrar fíggjarfulltrúar.
Løn- og setanartreytir:
Starvið verður sett sambært sáttmála ímillum
Fíggjarmálastýrið og viðkomandi yrkisfelag.
Setanarøkið er alt Almanna- og heilsumála-
stýrið við tilhoyrandi stovnum, umframt hini
aðalstýrini og Løgmansskrivstovan.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda
sær til Mary í Garði, fíggjarstjóra, tlf. 35 40
43.
Umsókn:
Umsókn við avriti av prógvum skal sendast
til:
Almanna -og heilsumálastýrið
Starvsfólkadeildin
Eirargarður 2
100 Tórshavn
Umsóknarfreist: 26. apríl 2000, kl. 14.00.
Fulltrúi
Almanna- og Heilsumálastýrið
Shell Quick Service
Stangavegur • 700 Klaksvík • Tel. 45 61 66 • Fax 45 78 90
Søkt verður eftir
fólki til verkstaðið
at byrja beinanvegin.
Arbeiðið umfatar bæði
mekanisk, skaðar og sproyting
í nýggjari sproytikabinu.
Løn eftir avtalu.
Sosialurin - 311820
DANNY TRANSPORT
- tá okkurt
skal koyrast
ella goymast
Tlf. 319192
Sølu/avgreiðslufólk
Til Timburdeildina
Vit sóknast eftir einum sølu/avgreiðslufólki til Timburdeild okkara í
Tórshavn at byrja sum skjótast ella sambært nærri avtalu.
Vit vilja bjóða tær eitt starv í einum spennadi og skjóttvaksandi virkisøki
inna bygging.
Starvið fevnir um dagligt sølu- og avgreiðsluarbeiði av byggitilfari,
umframt at tú kemur at vera ein partur av tilboðsarbeiði og innkeypi.
Tú skalt saman við starvsfelagum tínum verða við í tí støðugu
menningini av handli okkara, har vit seta tænastu og góðsku í hásæti.
Vit vænta at tú:
-
hevur hollan kunnleika til byggivinnuna
-
hevur kunnleika til EDV á brúkarastøði
-
ert útatvendur
-
ert nærlagd/ur og røkin
-
vísir vilja at samstarva við onnur
Hevur tú áhuga í handli innan byggivinnuna, og kanst liva upp til
omanfyri nevndu eginleikar, kanst tú senda okkum eina umsókn saman
við prógvum og ummælum.
Umsóknin skal sendast til:
P/f Havnar Timburhandil
Heykavegur 4
Box 3038
FO-110 Tórshavn
Att: Tony Ditlevsen
Freistin at søkja er 25. Apríl 2000
Hevur tú spurningar, kanst tú seta teg í
samband við Tony Ditlevsen á tlf. 31 12 50
P/f Havnar Timburhandil
Serkøn
pleygufamilja
Søkt verður eftir serkønari pleygufamilju til
17 ára gamlan drong við serligum tørvi.
Málið við pleygufamiljuni er at virka fyri eini
tryggari og mennandi tilveru, eins og at
stuðla og menna dronginum á allan hátt.
Ynskiligt er, at tann, ið settur verður hevur
hóskandi fakliga útbúgving og royndir innan
mennandi arbeiði við børnum/ungum.
Arbeiðið verður skipað í samráð við avvarð-
andi barnaverndarnevnd og Almannastov-
una, við møguleika fyri regluligari ráð- og
vegleiðing og supervisión.
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært
galdandi reglum.
Umsóknir mugu vera okkum í hendi í sein-
asta lagi 22.04.2000 og skulu stílast til:
Almannastovuna
Att. Anbjørg Apol, sosialráðgevi
Postboks 196
110 Tórshavn
Nærri upplýsingar um starvið fáast á tlf. nr.
315480 lokal 134 hjá Anbjørg Apol og lokal
141 hjá Sigrun Bærentsen.
Sandvíkarhjalli
Tel. 315600 - Fax 318008
Tosið við okkum!
Trygdarútgerð
til øll endamál!
Sosialurin - 311820
• Verndarhjálmar
og húgvur
• Hoyrivernd v/FM radio
• Brillur
• Maskur
• Trygdarskógvar
• Fallsikringar
• Handskar
• Hondreins
• Vit útvega skiltir til
øll endamál!
Vit taka okkum av øllum
uppgávum innan
arbeiðaravernd
NORRÆNA HÚSIÐ POHJOLAN TALO NORDENS HUS
Kurser i isländska och
Islands kultur sommaren 2000
Nybörjarkurs
3. - 14. juli
Forstättningskurs
17. - 28. juli
Innehåll:
4 timmars språkundervisning varje morgon.
Eftermiddagarna ägnas åt föredrag om isländsk
kultur och samhälle, samt studiebesök.
Weekendresa till historiska/sagatrakter.
Deltagare:
Kurserna vänder sig i första hand till besökande
nordiska turister.
Deltagerantal:
Max 18 på varje kurs.
Anmälningsavgift:
ISK 15.000
Deltagarna bekoster själva resa och uppehälle.
Nordens hus kan arrangera inkvartering.
Anmälan:
På särskild blankett som rekvireras från Nordens
hus.
Ansökan skall vara Nordens hus tillhanda senast
den 15. maj 2000.
För närmare information kontakta
Margrét Guðmundsdóttir
Norræna húsið Pohjolan talo
Nordens hus
IS-101 Reykjavík, Ísland
Tel +354 551 7030 Fax +354 552 6476
e-post: magu@nordice.is
hemsida: http://www.nordice.is
Nordens hus i Reykjavík finansieras delvis av
NORDISK MINISTERRÅD
sosialin
Halt