fríggjadagur 23. august 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 160 - 23. august 2002
Nr. 160 - 23. august 2002
3
Terji um KODA:
Spurningur um hugburðsbroyting
Terji Rasmussen man
vera ein av føroysku
tónaskøldunum og
tónleikarunum, sum
verður mest spældur í
útvarpi og aðrastaðni.
Tó gevur hetta hon-
um ikki nakað serligt
aftur í KODA peng-
um, men heldur tóna-
smiðurin, føroyingar
eiga at broyta hug-
burð hesum viðvíkj-
andi og byrja at rapp-
ortera meira til
KODA
UPPHAVSRÆTTINDI
Ingrid Bjarnastein
At føroysku tónasmiðirnir
og tónleikararnir ikki fáa
nakra stóra upphædd av
KODA pengum, er ikki
nakað nýtt.
Terji Rasmussen, sum er
bæði tónaskald og tónleik-
ari, man vera ein av teim-
um, sum verður mest
spældur í føroyskum sam-
anhangi, men av KODA
peningi sær hann lítið og
onki av, og tí vónar hann, at
KODA einaferð í framtíðini
fer at virka sum tað eigur í
Føroyum.
– Um KODA-reglurnar
høvdu verið fylgdar í Før-
oyum, so hevði tað borið til
at verið professionellur tón-
leikari her, sigur Terji Ras-
mussen.
Hann vísir á, at tað ein
fær mest KODA pening
burturúr er at spæla til live-
framførslur. Men trupul-
leikin liggur í tí, at tá ein
mest spælir í ítróttarhallum,
so er ongin KODA pening-
ur við, tí fyriskipararnir
gjalda ikki KODA-pening.
– Av røttum, so átti eg at
givið hetta upp, men teir
flestu tónleikararnir gera
sær ikki ómakin. Onkrir
fyriskiparar siga heldur, at
teir geva orkestrinum eitt
sindur av eyka peningini,
so sleppa teir undan øllum
KODA
roksinum,
men
hetta er heldur ikki heilt
rætt, tí peningurin skal eis-
ini til teir útlendsku tóna-
smiðirnar,
sum
verða
spældir á konsertini, greiðir
Terji frá.
Limur síðani 1986
Sjálvur hevur Terji Ras-
mussen verið limur síðani
1986, og sigur hann, at
honum dámar ógvuliga væl
KODA skipanina.
Tó er skipanin eitt sindur
broytt millum ár og dag.
Tað árið hann gjørdist skrá-
settur limur við sínum
fyrsta lagið, Eros, fekk
hann 16.000 krónur í
KODA peningi. Í dag hevur
Terji yvir 40 skrásett løg,
men fær nógv minni pening
frá KODA. Hetta kemst av,
at ymsar skipanir eru
broyttar.
– Eg vóni, at KODA
einaferð fer at rigga opti-
malt í Føroyum, men eg
haldi ikki, at tað loysir seg
at gera eitt føroyskt KODA,
sigur Terji.
–
Um
eitt
føroyskt
KODA hevði verið gjørt, so
hevði tað noyðst at samar-
beitt við hitt KODA fyri at
fáa teirra ekspertisu, og tí
ljóðar eitt føroyskt KODA
eitt sindur utopiskt.
Terji heldur, at talan er
mest um eina hugburðs-
broyting, hvat KODA við-
víkur. Føroyingar skulu
venjast við, at teir eisini
eiga at gjalda fyri tann tón-
leikin teir lurta eftir.
Hann vísir á, at um onkur
ætlar at skipa fyri einum
dansi í eini ítróttarhøll, sum
so verður eitt sokallað ein-
gangstiltak, so kostar hetta
15.000 krónur í KODA-
peningi. Hetta verður rokn-
að út eftir, hvussu nógvir
møguligir lurtarar kunnu
vera, og ikki eftir, hvussu
nógvir veruliga eru.
– Men um eitt ítróttarfel-
ag nú til dømis segði við
ársbyrjan, at ætlanin var at
skipa fyri fýra dansitiltøk-
um, so eiga teir at gjalda
minni til KODA.
Nógvir pengar
Sjálvur heldur Terji Ras-
mussen, at um ein veruliga
vil, so ber til at fáa rættiliga
nógvar pengar burturúr at
vera limur í KODA.
– Men tað er ikki bara
KODA, sum hevur skyldina
av, at skipanin ikki riggar
sum hon skal í Føroyum.
Eg kann gerast eitt sindur
irriteraður innn á, at tað
kann verða so trupult at fáa
fyrireikararnar at gjalda
KODA pening, og tað
skuldu rættarmál til, áðrenn
nakað rættiliga varð gjørt
burturúr.
Ironiskt er tað hóast alt.
Terji fær meira pengar frá tí
føroyska lokalútvarpinum í
Danmark fyri sangir sínar,
enn hann fær frá Útvarpi
Føroya. Hetta kemst so av,
at møguligi lurtaraskarin í
Stórkeypmannahavn
er
nógvar ferðir størri enn
tann í Føroyum.
– Fólk halda ofta, at talan
um upphavsrætt er nakað
fjas, men tað er tað als ikki.
Um vit taka arkitektur,
skipasmíð, design ella hvat
tað nú skal vera, so er heilt
galið, um tú stjelur eitt kon-
sept. Og soleiðis eigur tað
eisini at vera við tónleiki-
num, vísir Terji á.
Tónasmiðurin heldur eis-
ini, at tað er rætt av KODA,
at krevja pening frá handl-
um, matstovum og líkn-
andi.
– Í Danmark missir tú
handilsloyvið, um tú ikki
vilt gjalda KODA pening.
Júst sum tú kanst missa
skeinkiloyvið, kanst tú
eisini missa handilsloyvið.
KODA er í síðsta enda
eitt langt og torskilt mask-
inarí, men talan er bara um
at gera føroyingar varugar
við, hvussu hetta eigur at
virka.
Og sum Kristian Blak
nevndi, so er tað ikki so-
leiðis, at nakar verður hótt-
ur við eini pistól. Hetta fer
at taka sína tíð, men før-
oysk tónaskøld vóna veru-
liga, at KODA skipanin fer
at rigga til fulnar í Føroy-
um.
Terji Rasmussen er ein av
føroysku tónleikarunum, sum
er mest spældur. Tó gevur
hetta honum ikki nakað
serligt í KODA peningi, tí
skipanin ikki riggar til fulnar
Savnsmynd
Skótahúsið hjá gulu
skótunum við Leyna-
vatn, sum brendi fyri
tveimum árum síð-
ani, skal nú byggjast
uppaftur
BYGGING
Ingrid Bjarnastein
Leynavatn:
Hugnaligu
skótahúsini hjá gulu skót-
unum við Leynavatn hava
seinastu árini ikki verið
nakað serliga hugnalig.
Síðani tey brendu niður fyri
góðum tveimum árum síð-
ani, hava húsini staðið,
mestsum ein skendsil, og
misprýtt vakra náttúruøkið
kring vatnið. Men nú er
ferð komin á, og í heyst
verða húsini væntandi rivin
niður og bygd uppaftur.
– Grundin til, at húsini
ikki verða tikin niður fyri
nú er, at vit hava havt eina
rúgvu av trupulleikum við
niðurrívingini, sigur Høgni
Jensen, fylkisleiðari hjá
gulu skótunum.
– Tað eru so nógv ymisk
fólk, sum skulu taka støðu
til ymiskt, sigur hann og
vísir á, at har skal bóndi,
jarðarráð, friðingarnevnd
og kommunur upp í leikin
áðrenn arbeiðið kann byrja
at taka húsini niður.
Men øll hesi loyvini
byrja nú at koma í rætt lag,
og væntandi verður húsið
tikið niður einaferð í oktob-
er mánaða.
Mikudagin
lá
ferða-
mannaskipið Columbus
við kei í Havn. Skipið er
heimahoyrandi í Nassau,
Bahamas, og við vóru
umleið 500 týsk ferða-
fólk.
Frá
Skipafelagnum
frætta vit, at tað eru trý
skip frá sama reiðaríi í
Bahamas, sum plaga at
koma hendan vegin, og
hetta er ikki fyrsta ferðin
Columbus liggur á Havn-
ini.
Skipið kom klokkan
seks mikumorgunin og
fór avstað aftur á mid-
degi.
ib
Skótahúsið byggjast upp aftur
Skótahúsini við Leynavatn, sum brendu fyri tveimum árum síðani, skulu í heyst rívast niður
og byggjast upp aftur
Mynd: Edvard Joensen
Columbus í Havn
Ferðamannaskipið Columbus vitjaði á Havnini
mikudagin. Við vóru 500 týsk ferðafólk
Mynd: Finnur Justinussen
C
M
Y
K
3
2