Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-23, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. august 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 160 - 23. august 2002 Nr. 160 - 23. august 2002 5 Føroya Tele er um at vera liðugt við fyri- reikingarnar til nýggja høvuðssætið í Hoyvík. Bygningurin, sum verður 6.000 fer- metrar til støddar, skal takast í nýtslu á heysti 2004. Hóast kostnaðurin ikki er endaliga ásettur enn, fer hann at tátta í 100 milliónir krónur BYGGING Jón Brian Hvidtfeldt Stásiligt sær tað út, model- lið av nýggja høvuðssæti- num hjá Føroya Tele. Tveir bygningar í trimum hædd- um, tvinnaðir saman av glasi. Fremra húsið hýsir høvuðssætinum, meðan aftari bygningurin tí tøkni- liga partinum við stórum sentralum og ambætarum. Tá Telefonverk Føroya Løgtings varð umskipað til alment partafelag í 1998, yvirtók Løgtingið høvuðs- sætið hjá fyritøkuni við Tinghúsvegin. Tøkniliga útgerðin hjá Føroya Tele stendur tó enn við Tinghús- vegin, men í seinasta lagi 31.desember 2004 skal alt verða beint burtur. Í vetur keypti Fiskimálastýrið bygn- ingin, har Telegrafstøðin húsast, til føroysku MRCC støðina, og Føroya Tele skal stigvíst flyta sítt virksemi úr húsunum. Tí hevur bygg- ingin í Hoyvík skund. Før- oya Tele hevur longu ein bygning í Hoyvík, í Kling- runi, og so við og við hevur Føroya Tele víðkað um sítt grundøkið omanfyri. Nýggja høvuðssætið verður 6.000 fermetrar til støddar í trim- um hæddum, og grundøkið er umleið 17.000 fermetrar. Nýggja høvuðssætið hjá Føroya Tele skal standa liðugt um tvey ár. Tá skal øll teknisk útgerð verða sett upp og skal royndarkoyrast, áðrenn sentralirnir við Tinghúsvegin verða sløktir. Útgerðin í bygninginum við Tinghúsvegin er so gomul, at hon verður ikki flutt niðan í Hoyvík, men í staðin skal nýggj útgerð fá- ast til vega. Partalag Føroya Tele hevur valt ein nýggjan samstarvsleist til byggingina av nýggju hús- unum í Hoyvík, sum nevn- ist partalag, ella á enskum »partnering«. Arbeiðið verður ikki boðið út í fak-, høvuðs- ella totalenter- prisu, sum vanligt hevur verið í Føroyum, men í staðin ætlar Føroya Tele alt tíðarskeiði, meðan bygg- ingin er í gongd, at sam- starva við eina entreprenør- fyritøku og nakrar ráðgev- arar. Andras Róin, stjóri á Føroya Tele, sær fleiri fyri- munir í hesum. – Valdu vit at bjóða ar- beiði út eftir vanligum leisti, so skuldu vit helst samskipað arbeiðið millum eini 8-10 ymiskar entrepre- nørar, og tað kostar bæði tíð og pengar, sigur Andras Róin og leggur afturat, at dømi eru um, at bygningar hava kostað tað dupulta av upprunakostnaðinum, tá hesin leistur hevur verið nýttur, tí so nógvar óvænt- aðar útreiðslur stinga seg upp. Eisini kundi Føroya Tele valt loysnina við »totalenterprisu«, tvs. at ein byggiharri hevði alla ábyrgd og har prísurin varð avtalaður frammanundan. – Men tá høvdu vit latið alt arbeiðið upp í hendurnar á einari fyritøku, og høvdu tískil onga ávirkan havt á byggingina, vísir Andras Róin á. Í staðin hevur Føroya Tele tikið upp samstarv við entreprenørfyritøkuna MT Højgaard, umframt fleir ráðgevar, sum eru Lands- byggifelagið, Sofus M. Jacobsen og danska fyri- tøkan COWI Consult. Tað er Arkitektavirkið við Árna Winther, sum hevur teknað bygningin. MT Højgaard er í hesum døgum við at leggja síðstu hond á avtalur við fyritøkur, sum skulu vera við í arbeiðinum. Andras Róin sigur, at MT Højgaard hevur valt bara at nýta føroyskar undirveitar- ar. Saman skulu ein stýris- bólkur hjá Føroya Tele, MT Højgaard og teirra undir- veitarar, umframt ráðgevar- nir standa fyri byggingini. – Tú kanst kanska siga, at allir partar skulu seta seg saman í ein ring og leggja byggingina til rættis. Vit eru sera spent uppá henda samstarvsleistin, m.a. tí at hann ongantíð er royndur fyrr í Føroyum, sigur An- dras Róin. Táttar í 100 mió. kr. Enn er kostnaðurin av nýggja bygninginum hjá Føroya Tele ikki lagdur fastur. Andras Róin sigur, at tá projekteringin er liðug í november, verður ásettur ein »target-kostnaður«, tvs. eitt tal, sum allir partar meta at bygningurin fer at kosta. Sjálvt um hetta tal ikki er ásett enn, so sigur stjórin á Føroya Tele, at hann vónar at kostnaðurin fer at liggja undir 100 milliónir krónur. Ein onnur treyt, ella kanska »gularót«, við partalag (partnering) er at heldur kostnaðarmeting- in ikki, so skulu allir partar í byggingini býta eyka út- reiðsluna í millum sín. Ger- st bygningurin har aftur ímóti bíligari, fáa allir part- ar ágóðan av tí. Tað verður Føroya Tele sjálvt, sum kemur at fíggja húsið, men enn er ikki gjørt av, hvørt tað skal vera við lántøku, ella takast av egin- peninginum hjá felagnum. Føroya Tele hevði 53 milliónir krónur í yvirskoti í fjør, og eginpeningurin við árslok 2001 var 207 milliónir krónur. Eisini fekk Føroya Tele 20 milliónir krónur fyri bygn- ingin, har Telegrafstøðin heldur til, og bygningurin hjá fyritøkuni á Hálsi skal eisini seljast. Andras Róin metir ikki, at íløgan í nýggja húsið fer at darva ella seinka øðrum íløgum hjá felagnum, t.d. samskiftiskaðalinum niður á meginlandið ella útbygg- ing av breiðbandsnetinum í Føroyum. – Vit meta, at nýggi bygningurin í Hoyvík er ein fyritreyt fyri okkara virk- semi í framtíðini, og hann fer ikki at nerva aðrar íløg- ur hjá Føroya Tele, sigur Andras Róin. Umframt tær útvið 100 milliónir krónur- nar, sum nýggi bygningurin helst fer at kosta, er tað ein stór íløga at flyta sentralin, sjálvt hjartað í føroyska telesamskiftinum, av Ting- húsvegnum niðan í Hoyvík. Stjórin á Føroya Tele sigur tó, at til ber ikki at seta nak- að neyvt tal á, tí flytingin av sentralinum er knýtt saman við øðrum útbyggingum av kaðalnetinum. Andras Róin væntar, at Føroya Tele samanlagt fer at nýta mill- um 60 og 80 millónir krón- ur um árið, næstu fimm ár- ini, til at útbyggja føroyska samskiftiskervið. Eingin skrivstova til stjóran Tá starvsfólkini hjá Føroya Tele á heysti 2004 flyta inn í nýggja bygningin, verður tað í eitt sonevnt opið skriv- stovu umhvørvi. Tað vil siga, at fólkini ikki fáa hvør sína skrivstovu, men koma at sita í eini stórari høll, skild sundur við hálvvegg- um, plantum ella líknandi. – Vit síggja tað í øðrum londum, at opið umhvørvi, har nógv fólk sita saman, verður alsamt meira nýtt, heldur enn at hvørt starvs- fólk hevur sína egnu skriv- stovu, sigur Andras Róin og vísir á, at Føroya Tele mill- um annað hevur leitað sær ráð frá danska TDC á hes- um øki. Hann sigur, at lyklaorðið aftan fyri opið umhvørvi í staðin fyri nógvar skrivstovur er fleksibilitetur. – Tað gerst alsamt meira vanligt, at fólk gera ein part av sínum arbeiði heiman- ifrá, og hví so lata eina skriv- stovu standa tóma til teirra ein stóran part av tíðini? Eisini hava vit nógvar tvør- gangandi funktiónir, sum krevja, at fólk arbeiða tætt saman, sigur Andras Róin og leggur afturat, at tað eis- ini er nógv lættari at broyta og tillaga samansetingina av starvsfólkum, tá tey ar- beiða í opnum umhvørvi. Spurdur, hvørt stjórin á Føroya Tele í framtíðini fer at hava egna skrivstovu, sigur Andras Róin, at tað fer hann ikki. Eisini hann verður partur av opna skriv- stovuumhvørvinum í nýggja høvuðssætinum í Hoyvík. Andras Róin sigur, at nýggja húsið verður bygt til tað tal av starvsfólkum, sum í dag starvast í fyri- tøkuni, og sum skulu flyta niðan í Hoyvík at arbeiða. Orsøkin er, at Føroya Tele hevur ongar ambitiónir um at víðka um starvsfólkatal- ið. Umleið 130 fólk fara at hava sína dagliga gongd í nýggja høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík. Klárt at seta spakan í Modell av nýggja høvuðssætinum hjá Føroya Tele. Bygningur verður 6.000 fermetrar til støddar. Úr bygninginum, sum fer at standa omanfyri húsini, sum Føroya Tele eigur í Hoyvík, verður gott sýni yvir Nólsoyarfjørð Mynd: Álvur Haraldsen Andras Róin á økinum, har nýggi bygningurin skal standa. Grundøkið er 17.000 fermetrar til støddar Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 5 4 Mazda Demio 1,3 LX Árg. 04/00, km. 32.000 kr. 105.000 Ford Escort 1,8 Turbodiesel St. car Árg. 08/97, km. 50.000 kr. 110.000 Ford Escort HB 16v Árg. 10/96. kr. 70.000 VW Golf Turbo Diesel Árg. 1994, km. 232.000. kr. 62.000 Mazda 323 p 2,0D LX Árg. 06/98, km. 06/98 kr. 110.000 s na ur 09/01 s na ur 08/97 Daewoo Nexia GL Árg. 06/98, km. 39.000 kr. 65.000 Nýsýnaður Nýsýnaður Renault Megane 1,6e Árg. 12/96, km. 70.000 kr. 80.000 s na ur 09/00 Renault Megane 1,6e Árg. 04/99, km. 73.000 kr. 120.000 s na ur 03/02 Mazda B2500 PlusCab DX 4x2 Árg. 05/97, km. 89.000 kr. 78.000 v/mvg Mazda B2500 4x4 Trælast Árg. 04/97, km. 115.000 kr. 128.000 v/mvg Mazda B2500 4x4 DX Árg. 05/98, km. 115.000 kr. 119.000 v/mvg Mitsubishi L200 4x2 Árg. 02/88, km. 230.000 kr. 30.000 Vælkomin inn á gólvið Tilboð: frá Dekksøluni Keyp 4 og gjaldi fyri 3 summardekk Montering og avbalansering íroknað. Tilboð á nýggjum Pick Up Vegna ov stóra goymslu av nýggjum Pick Up'um, hava vit frásortera eitt partí, ið verður selt við stórum avsláttri Kom inn á gólvið í dag og ger ein góðan handil, fígging á staðnum við 6% rentu p.a. Opið er til kl. 17.00 gerðandisdagar BERG MOTORS · 31 35 35