Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. august 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 160 - 23. august 2002 Nr. 160 - 23. august 2002 7 Leiðararnir í teimum trimum útnorður- londunum eru samdir um, at samstarvið teirra millum skal halda fram og út- byggjast. Har tað er møguligt skal verða tosað við einari rødd, men fortreytirnar eru ymiskar ÚTNORÐUR Heri á Rógvi So skjótt sum ríkisfundurin var av, so var klárt til næsta fundin landanna millum. Hesaferð kallaðist fundurin fyri útnorðurfundur. Hesa- ferð var Anders Fogh Rasmussen skiftir út við Davíð Oddson, íslendski forsætisráðharrin. Hinar báðir vóru, sum áður, An- finn Kallsberg, løgmaður, og Jonathan Motzfeldt, landsstýrisformaður. Á fundinum varð tosað um økt samstarv í útnorði í Nordisk Råd, samstarv millum londini í útnorði og grannalond og samstarv av- tala millum útnorður lond- ini og Nordisk Råd. Har- umframt vórðu eisini hvalaveiða, skattaavtalur og ferðasamband millum lond- ini umrøtt á fundinum. Eisini kunnaðu teir trígg- ir um gongdina í hvørjum landi sær – bæði búskapar- liga og politiskt. Burturúr fundinum kom einki konkret. Ikki annað enn, at teir eru allir sum ein sinnaðir at halda fram í samstarvinum, sum teir lagt lunnar undir á øðrum fund- um, har teir hava hitst. Ar- beitt verður framímóti ein- um størri parlamentarisk- um samstarvi, har Ísland, Grønland og Føroya skulu, har tað er møguligt, tosa við einari rødd. Prátið á fundinum var fyri tað nógva yvirordnað. Bæði Jonathan Motzfeldt og Davíð Oddson vísti á, at teir vóru sera fegnir um høvið at hittast í einum tí- líkum høpi. Ætlanin er, at útnorðurfundir av hesum slag skulu vera á hvørjum ári. Ymsar fortreytir Ísland er sjálvstøðugur stat- ur, men Føroyar og Grøn- land virkað undir einari heimastýrisskipan í tí dan- ska ríkinum. Hetta ger so, at fortreytirnar í stóran mun eru ymiskar fyri londini, tá tað snýr seg um gera sam- starv við onnur lond. Á tíð- indafundinum eftir útnorð- urfundin snúði tað nógva av prátinum seg um ES, og støðuni hjá teimum trimum londunum til ES. Hvørki Ísland, Grønland ella Føroyar hava limaskap í ES, men øll lond hava okkurt slag av avtalu við ES. Tann hjá íslendingum er tann mest umfatandi. Grønlendingar hava bert eina fiskivinnuavtalu við ES. Føroyar hava afturat einari fiskivinnuavtalu eis- ini eina handilsavtalu. Løgmaður vísti á, at út- norður londini ógvuliga illa fáa talað við einari rødd mótvegis ES, tí fortreytir- nar eru so ymiskar. Grøn- land og Føroya fáa í ver- andi ríkisrættarligari støðu heldur ikki limaskap í EFTA, vísti løgmaður á. – So leingi fiski vinnu- politikkur er tann, hann er, hjá ES, so kunnu vit ikki gerast limir, segði Anfinn Kallsberg. Hann sipaði til tað sentralu stýringina av fiskivinnuni í ES. Bæði Davíð Oddson og Jonathan tóktust at vera samdur við honum. Løgmaður vísti á, at tað verður gjørt eitt stóra ar- beiði frá sínari umsiting at fáa størri kjak um ES í Før- oyum og hjá ES at lurta meira eftir føroyingum. Talan er um eina drúgva prosess, segði løgmaður. Davíð Oddson vildi ikki gera viðmerkingar til før- oyska og grønlendsku sjálvstýrisgongdina. Hvalaveiða Hjá Davíð Oddsyni var stóra evnið á tíðindafundi- num hvalaveiða. Hann vísti á, at hvalaveiða var neyðug hjá íslendingum, hóast hon í búskapinum fylti ógvuliga lítið. – Tað hevur stóran týd- ning fyri okkum, at vit kun- nu halda fram við at veiða hval til matna, ið vit útflyta, segði Davíð Oddson. Hann fýltist á, at altjóða hvalaveiðunevndin bert tó kenslulig fyrilit, sum hann tók til. Landsfundur Unga Tjóðveldisins verður hildin leygardagin 24. august kl. 17.00 LANDSFUNDUR Heri á Rògvi Undan fundinum er greitt, at nógv nýggj and- lit verða at síggja í kom- andi landsnevndini. Eis- ini er greitt, at Unga Tjóðveldið fær nýggjan formann, tí núverandi formaður fer burtur í onnur lond í lestrarørind- um. Verandi formaður, sum altso ikki verður for- maður eftir fundin leyg- ardagin, er Jóannes V. Hansen. Ikki tí, tað átti at verið spennandi at gerast formaður fyri Unga Tjóðveldið. Millum fyrr- verandi formenninar er m.a. Annlis Bjarkhamar, sum í dag er landsstýris- maður. Hon var formaður í felagnum til í fjør, og var hon formaður síðani felagið varð endurstovn- að síðst í nítiárunum. Leygardagin verður landsfundurin hjá Unga Tjóðveldinum hildin í Havn. Fundur verður hildin í hølum felagsins, Ullvør- húsinum, Kongagøtu 11, leygardagin kl. 17.00. Eftir fundin verður árs- veistlan hildin. Unga Tjóðveldið vil fegin síggja so nógv loysingar- sinnaði ung á fundinum sum gjørligt. Formansskifti í Unga Tjóðveldinum Tá Unga Tjóðveldið hevur landsfund leygardagin skal annar formaður finnast fyri Jóannes V. Hansen, sum fer út í heim í lestrarørindum Mynd: Jens Kristian Vang Í dag, fríggjadagin, fara 40 fólk umborð á ferðamannaskipið The World VITJAN Heri á Rógvi Í gjár skrivaðu vit um ein ferðamann við stóra og stásiliga ferðamannaskipi- num The World. Tað hevur eydnast at savnað um fjøruti fólk í familjuni, og tey fara øll umborð á The World fríggjadagin. Steðgurin verður ikki langur, tí skipið verður bert í Føroyum í tólv tímar til- samans. Tað er Tor Shippin, ið er umboð fyri skipið í Føroyum. Vit skulu í sama viðfangi rætta eina villu, ið kom fyri í greinini í gjár. Skipið hjá Mortani Johannesen, Mor- tan á Hvannasundi, kallað- ist fyri Florence. Tað var hetta skip, ið Hans Petur Jacobsen úr Norðhúsinum á Skála var við. Tað er hann, ið er abbi Per Einar Skaar, sum eigur glæsiliga íbúð umborð á The World. Tað hevur eydnast okk- um at fingið til vega mynd- ir av Per Einari og for- eldrum hansara. Myndirnar hava vit fingið frá Paula og Oluffu Mikkelsen á Skála. Oluffa er systkinabarn móður Per Einar, Anna Maria. Skálafólk í annan heim Her eru foreldrini hjá Per Einari Skaar avmyndaði. Mamman eitur Anna Maria Skaar, og pápin eitur Henning Skaar. Mamman arbeiðir sum lækni í New York Per Einar Skaar, avmyndað- ur í Norra fyri nøkrum árum síðani, vil hitta sína familju í Føroyum Vilja finna felagsstev Alt er gott í útnorði. Tey stóru smílini vóru frammi, og allar eru teir samdir um, at samstarvið skal halda fram og víðkast Mynd: Finnur Justinussen Sosialurin - 311820 www.ivan.fo Citroen Xantia 1,9TD stc SX km. 45.000, árg. mars 1999 160.000,- Citroen Xantia 1,8i 16V km. 63.000, árg. okt. 1996 112.000,- Citroen Xsara 1,9TD km. 120.000, árg. aug. 1997 121.000,- Mitsubishi L300 2,5D km. 161.000, árg. juni 1994 70.000,- Mitsubishi Carisma 1,6GL 5h km. 64.000, árg. mars 1997 95.000,- Mitsubishi Carisma 1,6GL km. 81.000, árg. okt. 1996 85.000,- Mitsubishi Lancer 1,5 GLXi 5H km. 145.000, árg. mai 1992 48.000,- Mitsubishi Lancer 1,3 4h km. 28.000, árg. aug. 1998 112.000,- Mitsubishi Galant 1,8 GLSi Sport km. 150.000, árg. juni 1992 37.000,- Mitsubishi Galant 1,8 GLS km. 186.000, árg. des. 1990 42.000,- Ford Sierra 2,0i CLX 4h km. 110.000, árg. nov. 1991 45.000,- Hyundai Accent 1,3 LS 5H km. 65.000, árg. feb. 1999 75.000,- Jeep Cherokee 2,5 TD km. 80.000, árg. juli 1997 135.000,- Mazda Demio 1,3 5h km. 50.000, árg. feb. 1999 87.000,- Mitsubishi Galant 1,8 GLSi km. 150.000, árg. mai 1992 37.000,- Í morgin, leygardagin hava vit opið frá kl. 11.00-17.00 Í hesum sambandi hava vit nógv góð brúktbilatilboð m.a. hesi Prísirnir eru áðrenn avsláttur C M Y K 7 6 STUÐULSTILTAK Vilmund Jacobsen Í samband við stuðuls- svimjingina um Nóls- oyarfjørð seinasta leygar- dag, skipaði stuðuls- nevndin fyri svimjihyli í Nólsoy fyri dansi, tom- bola og 21-spæli. Men vóru veðurgudar- nir blíðir, tá ið ovastevn- an varð hildin í allar fag- rasta veðri, vóru teir ikki so blíðir seinasta leygar- kvøld, tá ið seinasta skot- ið í samband við ova- stevnuna skuldi latast av. Ætlanin var at hava dansin í tjaldinum í skúlagarðinum, men hes- in varð fluttur í Royndar- húsið. Bólkurin, Feed Back úr Nólsoy, spældi, men í fólkatali kundi hetta kvøldið á ongan hátt samanberast við dansin á ovastevnu, tá ið meira enn 800 fólk dansaðu og hugnaðu sær í tjaldinum fríggjakvøldið og leygar- kvøldið. Vit hava frætt úr Nóls- oy, at so gott sum eingi avbygda- ella býarfólk vóru har úti seinasta leygarkvøld eftir stuðuls- svimjingina, og tí var gott pláss hjá teimum sum vildu dansa í Roynd- arhúsinum. Veðrið var einki ser- ligt, og tí fekst heldur ikki tað stóra burtur úr tombola og 21-spæli- num, sum stuðulsnevnd- in skipaði fyri hetta kvøldið. Samanlagt eru nólsoy- ingar tó meira enn fegnir um úrslitið av ovastevn- uni. – Framleiðslan á flakavirkinum er heldur minni teir 2-3 dagarnar um vikuna, tá ið vit arbeiða gul- laks, sigur Albert Ellefsen, virkisleiðari FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Á Fiskavirking í Miðvági fóru tey aftur til arbeiðis, 5. aug. eftir summarsteðgin. Albert Ellefsen sigur, at væl av fiski hevur verið hesar báðar vikurnar, og tey 100-110 fólkini, sum er »staburin« hjá flakavirki- num, hava havt nóg mikið at gera. Í síðstu viku keypti virk- ið lastina hjá Fram og Sma- ragd; teir høvdu ávikavist 190.000 og 70.000 pund í part, meginparturin upsi. Hesa vikuna hevur Vesturbúgvin, sum er á gul- laksaveiði, landað 210.000 pund í Miðvági. Teir par- trola saman við Eystur- búgvanum, sum landar til Tavuna í Leirvík. Í vikuni hevur virkið eis- ini keypt nakað av hýsu á uppboðssølu. Alberg Ellefsen veit eis- ini at siga, at línuskipið, Sigmundur, skal landa á Toftum mánadagin kom- andi, og her hevur Fiska- virking í Miðvági keypt hýsuna. Hósdagin vóru 95 tons av hýsu til sølu á gólvinum á Toftum, men tá ið vit frættu, dugdi Albert ikki at siga, um ein partur av hes- um endaði í Miðvági. Upsi, gullaksur og hýsa Albert sigur, at nú virkið hevur keypt og virkað gul- laks til fars, hevur heldur minni orka verið nýtt inni á sjálvum flakavirkinum. – Vesturbúgvin, sum plag- ar at gera ein túr um viku- na, landar 100 og góð 100 tons hvørja ferð. Tað tekur okkum einar 2-3 dagar at framleiða henda fiskin til fars, og hesar dagarnar ar- beiða vit minni av øðrum fiski. Hann roknar við, at Fiskavirking í Miðvági fer at taka ímóti gullaksi um- leið ein mánaða aftrat; so er sesongin liðug. Prísurin á gullaksi hevur ligið nakað omanfyri 4 krónur fyri kg., men í løtuni er hann heldur lægri. – Nú fara vit so aftur í størri mun at arbeiða hýsu, og væntandi varar hýsu- sesongin til einaferð út á várið, sigur Albert Ellefsen, virkisleiðari. Síðsta »skotið« gav ikki nógv Fara nú at leggja seg eftir hýsuni – Nú hýsusesongin byrjar, fer Fiskavirking í Miðvági í størri mun at arbeiða hýsu, sigur Albert Ellefsen, virkisleiðari