Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-23, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. august 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 160 - 23. august 2002 Nr. 160 - 23. august 2002 9 Heini O. Heinesen: Vit mugu fylgja við – Tað er onki í vegin fyri at broyta hernað- arsamtyktirnar, held- ur aldursforseti og formaður Tjóðveldis- floksins á tingi HERNAÐAR- SAMTYKTIR Áki Bertholdsen – Tíðir broytast og tað er neyðugt at fylgja við. Heini O. Heinesen, for- maður tjóðveldisfloksins á tingi, og elsti tingmaður floksins, er samdur við teimum sum halda, at tað er rætt at broyta hernaðarsam- tyktirnar hjá Føroya Løg- tingi. Hernaðarsamtyktirnar siga í stuttum, at Føroyar skulu haldast uttanfyri alt hernaðarligt virksemi og júst hesar samtyktir hava allar dagar verið eitt av fremstu hjartamálum hjá tjóðveldisflokkinum, sum hann ikki undir nøkrum umstøðum hevur viljað vik- ið frá. Men nú í eina tíð hava vit varnast, at flokkurin hevur vent í hesum máli. Ikki minst hava tær yngru kreft- irnar í flokkinum lufta tankan um at støðan í her- naðarmálinum var ikki so avgjørd longur. Heini O. Heinesen er ein av tí eldra ættarliðnum í flokkinum. Hann er elsti tingmaður floksins og við sínum 18 árum á baki í tinginum, er hann eisini tann tjóðveldismaður, sum hevur sitið longst á tingi av teimum, sum nú manna flokkin. Hann kom á ting í 1984 sat á tingi, tá ið kalda kríggi herjaði sum harðast og Tjóðveldisflokkurin tvíhelt sum fastast um hernaðar- samtykirnar. Síðani hevur hann sitið á tingi út í eitt. Og eisini hann heldur, at tað er rætt at flokkurin skiftir støðu í her- naðarmálinum. Politikkurin má broytast –Tíðirnar eru nógv broyttar seinastu árini og tað er neyðugt at politikkurin eis- ini broytist so at hann sam- svarar tíðini, sigur aldurs- forsetin hjá tjóðveldis- flokkinum. Hann vísir á, at kalda kríggi, sum vit kenna tað, er av og tað ikki longur er ein samanbrestur ímillum eystur og vestur, sum er størsta hóttanin ímóti mannaættini. – Nú á døgum er figgind- in ein heilt annar. Nú er yvirgangur okkara størsta hóttan og í mongum førum ikki so frægt sum vita vit, hvør fíggindin er. Tí heldur Heini O. Heine- sen, at tað er rætt at endur- skoða hernaðarsamtyktir- nar. – Eg haldi framvegis, at vit skulu halda okkum uttanfyri alt hernaðarligt virksemi sum so. Men í mongum førum er tað ikki júst tað, sum er spurningur- in. Og kunnu vit gera nyttu í stríðnum ímóti yvirgangi, eiga vit ikki at skáka okk- um undan, heldur hann. –Er ætlanin at gera eina heimsumfatandi eftirlits- skipan, sum m.a. skal brúk- ast í stríðnum ímóti yvir- gangi, er tað ein spurningur um vi kunnu loyva okkum at sýta fyri at vera við so at vit koma at vera atvoldin til, at eitt stórt hol verður í hesi eftirlitsskipan, sigur formaður tjóðveldisflok- sins á tingi. Við hesum sigur Heini O. Heinesen ikki, at hann tek- ur undir við ætlanini, sum nú er frammi um útbygg- ingar í Føroyum. –Tað eru vit ikki før fyri at taka støðu til, tí vit vita alt ov lítið um, hvat hon inniber. Tað mugu fleiri upplýsingar á borðið, áðr- enn vit kunnu taka støðu. Og tað er júst hetta, sum uttanlandsnevndin hevur boðað løgmanni frá, sigur hann. Hvussu við NATO- lima- skapi? Tá ið vit eru blivin sjálv- støðug tjóð, kann tann spurningurin takast til við- gerðar. At vera limur í NATO sum partur í danska ríkinum, har danska stjórn- in umsitur limaskapin fyri okkum, førir bara til ill- grunasemi, misnøgd og ill- gitingar. – Tað hava vit eittt skúla- dømi um í hesum málinum, sum nú er frammi um ætl- aðu útbyggingarnar , har danski forsætisráðharrin ikki vil svara spurninginum um, hvat hendir um føroy- ingar ikki vilja loyva út- byggingini, sigur Heini O. Heinesen. – Útoyggjafelagið hevur nú søkt um at koma á fíggjarlógina fyri komandi ár, so at felagið kann seta fólk í starv ÚTOYGGJAFELAG Áki Bertholdsen – Skal Útoyggjafelagið vera til nakra veruliga nyttu, mugu vit hava eina skrivstovu. Tað heldur formaður fel- agsins, Óla Jákup úr Dím- un. Hann sigur, at tí hevur felagið sent landsstýrinum umsókn um at fáa eina upp- hædd á fíggjarlóg Løgting- sins fyri 2003 –Umsóknin er sent Eyð- uni Elttør, landsstýrismanni í útoyggjamálum, og vón- andi verður hon viðgjørd við vælvild. Óla Jákup úr Dímun sig- ur, at tað er neyðugt hjá fel- agnum at hava eina skriv- stovu og eitt fólk í løntum starvi, skal tað eydnast at gera eitt veruligt arbeiði til frama fyri útoyggjamenn- ingina. Tað, sum Útoyggjafelag- ið hevur søkt um, er 300.000- 400.000 krónur til eina skrivstovu og eitt starvsfólk, sum kann arb- eiða ein part av tíðini fyri felagið. –Olga Biskupstøð hevur verið samskipari, tá ið fel- agið varð fyrireikað og hon hevur gjørt eitt megnararb- eiði. –Men nú fær hon ikki samsýning, men kortini hevur hon gjørt eitt stórt arbeiði fyri felagið. – Men tað ber ikki til at dúva uppá sjálvboðið arb- eiði í longdini, so skal tað eydnast okkum at fáa nakað veruligt á skaftið, mugu vit fáa skipað viðurskifti við einum skrivstovufólki í ein- um parttíðarstarvi. Hann vísir á, at tað er ómetaliga nógv at seta seg inn í og tað er so mikið krevjandi, at tað er neyðugt at hava útbúgvið fólk til tað. Fyrrenn tað er greitt, at felagið fær stuðul á fíggjar- lógini, hevur felagið ikki hugsað um, hvar ein slík skrivstova skal vera. Formaðurin í felagnum sigur, at í næstum fer um- boðsráðið hjá felagnum at hittast at taka støðu til, hvørji mál, felagið skal taka upp og hvussu málini skulu raðfestast. –Seinastu tíðina hava nógv tjóðveldisfólk kúvent í spurn- ingin um hvønn leiklut Før- oyar skulu hava á hermáls- liga økinum. Politikkurin má sjálvsagt endurskoðast so hvørt, tíðirnar broytast, sigur Heini O. Heinesen, elsti tjóð- veldismaður á tingi Mugu hava skrivstovu at røkja áhugamálini hjá útoyggjunum – Tað er so mikið nógv at tríva í, at tað er neyðugt at vit fáa fólk í parttíðarstarv at arbeiða fyri Útoyggjafelagið, sigur Óla Jákup úr Dímun, formaður í felagnum Útsøla byrjar mánamorgunin 20/8 kl. 8.30 Nógv gott og bíligt C M Y K 9 8 Síðani báðir komm- unulæknarnir fóru í summarfrí, hevur tað ikki borið til hjá sjó- monnum at fáa eina heilsuváttan ella at fáa hana endurnýggj- aða í Klaksvík. Hetta tí, at ein nýggj lóg sigur, at allir læknar, sum kunnu útvega eina heilsuváttan, skulu hava eina góð- kenning frá Sjóvinnu- fyrisitingini HEILSUVERKIÐ Solby A. Eliasen Klaksvík: Henda nýggja lógin sigur, at læknar skulu hava eitt ávíst skeið fyri at kunna útvega sjómonnum eina heilsuváttan. Hetta førir so við sær, at sjómenn úr Klaksvík noyð- ast at leita til læknar aðra- staðni í landinum fyri at fáa ta neyðugu heilsuváttanina. Stutt eftir, at báðir komm- unulæknarnir í Klaksvík vóru farnir í summarfrí, fekk ein ungur drongur skipsboð. Hann fór so til kommunlæknan fyri at endurnýggja heilsuváttan- ina, men hann fekk sum vátan vøtt, tá tað bleiv gjørt honum greitt, at tað kundi ikki lata seg gera í Klaks- vík, tí at teir báðir donsku avloysararnir ikki høvdu nakra góðkenning frá Sjó- vinnufyrisitingini, sum heimildaði teimum at út- vega eina heilsuváttan. Hesin drongurin skuldi ikki avstað fyrr enn dagin eftir, so hann fór til Gøtu. Og har fekk hann ta neyð- ugu váttanina. Men um hann nú hevði fingið boð um at skula avstað sama dag, so er tað ikki vist, at tað hevði borið til hjá hon- um at fingið heilsuváttan. Og so hevði hann helst ikki sloppið avstað. Onkur helt fyri í hesum, at tað er ófatiligt, at ein fiskivinnubýur, sum Klaks- vík ikki skal kunna útvega sínum sjómonnum tey neyðugu skjølini, sum skulu til fyri, at teir kunnu fara til skips. Danskir læknar góðkennast Maria á Dul, sum umsitur kommunulæknar í Al- manna- og Heilsumála- ráðnum sigur við Sosialin, at tað hevur verið arbeitt við at fáa teir donsku av- loysararnar, sum koma til landið inn undir ta nýggju lógina, sum krevur, at ein góðkenning frá Sjóvinnu- fyrisitingini skal til fyri at ein kommunulækni kann útvega ein heilsuváttan. Men hetta er so ikki eydn- ast enn. Og verður tað tískil heldur ikki í ár, tí nú er summarfrtítíðin við at vera av. – Men eg ætli mær at arbeiða fram í móti at vit fáa eina loysn á hesum til næsta ár, soleiðis at teir donsku avloysararnir eisini kunnu útvega heilsuváttanir í Føroyum, sigur Maria á Dul. Hon vísir á, at tað skuldi sum so ikki verið nakar trupulleiki, tí allir teir donsku avloysararnir, sum koma til Føroya í summ- arfrítíðini eru praktiserandi læknar niðri, og har hava teir so ta neyðugu góðkenn- ingina. – So skuldi tað ikki verið so torført at fingið teir inn undir ta føroysku góðkenn- ingina, heldur Maria á Dul. Hon sigur, at hon fer at tosa við Sjóvinnufyrisitingina um, tað er nakar máti at fáa danskar avloysarar undir ta nýggju lógina. Tríggir kommunlæknar Tað eru fýra kommunu- læknastørv í Klaksvík, men í løtuni eru bert tvey av teimum sett. Tað hevur ver- ið sera trupult at fáa ein kommunulækna í tað triðja starvið, sum nú hevur verið leyst í nøkur ár. Men Maria á Dul sigur, at tað nú er ein góður møguleiki fyri, at tað starvið verður sett í oktobur ella novembur. Og so verða tað aftur tríggir kommunu- læknar í Klaksvík. – Eg kann ikki siga nakað við vissu enn, men í løtuni sær tað positivt út. – Tað fjórða kommunu- læknastarvið verður ikki sett so longi ongi høli eru til taks. Tað er ábyrgdin hjá kommuni at syrgja fyri høl- um. Og so longi ongi eru, so verður tað ikki søkt eftir einum fjórða kommunu- lækna, greiðir Maria frá. Men sum nú er, so eru tað tveir danskir avloysarar til arbeiðis á kommunulækna- skrivstovunum í Klaksvík. Annar kommunulæknin kemur aftur nú í septembur, meðan hin ikki verður aftur fyrr enn í novembur, og kemur avloysari at verða í hansara stað til ta tíð. Men ta tíð verður so ein føroyskur kommunulækni við góðkenning frá Sjó- vinnufyrisitingini at útvega sjómonnum í Klaksvík heilsuváttan kortini. Fríggjadagin klokk- an hálvgum trý koma úti við 20 tíð- indafólk til Klaks- víkar. Hetta eru limir í Club Føroy- ar, sum hava vitjað í Føroyum fyrr. Tey hava millum annað verið í Suðuroy og Streymoy. Og hesu- ferð gongur so leið- in í Norðoyggjar VITJAN Solby A. Eliasen Klaksvík: Sum Sosial- urin skilir, so koma tíð- indafólkini higar at eyg- leiða. Og fara tey so at skriva um eitthvørt, sum tey halda vera áhuga- vert. Fyri einum tveim- um árum síðani vóru tey í Suðuroy, og tá skrivaðu tey nógv áhugavert um oynna. Bæði gott og ringt. Tá tey koma til Klaks- víkar fara tey fyrst at vitja millum annað Norðoya Fornminnis- savn, Christianskirkjuna og frítíðarplássið úti í Grøv, áðrenn leiðin gongur til Viðareiðis, har tey skulu gista á Hotel Norð. Leygardagin fara tey um tað viðrar við Alfa Pilot til Svínoyar, har ætlanin er at ganga úr bygdini á Svínoyar Eiði. Síðani sigla tey runt um Fugloynna, áðrenn tey fara aftur til Hvanna- sunds. Hagani gongur leiðin við bussi til Kun- oyar, har tey fara at vitja viðarlundina og kirkj- una. Frá Kunoynni gongur leiðin við Alfa Pilot yvir á Syðradal ella Húsar á Kalsoynni og har frá við bussi norður til Mikla- dals og Trøllanes. Leyg- arkvøldið fara tey so at eta døgurða í Klaksvík. Ferðalagið fer úr aftur Føroyum sunnudagin. Tað er Norðoya Kunn- ingarstova, sum hevur verið við til at fyrireika ferðina hjá Club Føroyar og at leggja skránna hjá teimum til rættis. Tíðindafólk vitja í Norðoyggjum Sjómenn fáa ikki heilsuváttan í Klaksvík Myndatekstur: Sjómenn kunnu ikki fáa eina heilsuváttan í Klaksvík, so longi sum danskir avloysarar sita sum kommunulæknar, tí teir ikki hava eina góðkenning frá Sjóvinnufyrisitingini