Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-08-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. august 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 160 - 23. august 2002 Nr. 160 - 23. august 2002 11 Mangur mundi hvøkka við, tá tað týsdagin ljóðaði gjøgnum hátalararnar, at Uttanlandsnevndin hjá Løg- tinginum mælti løgmanni til ikki at geva NATO loyvi at fremja í verki ta sokallaðu SSSB-Far verkætlanina í Føroyum. Ikki tí. Eitt slíkt tilmæli um ikki at fara undir verk- ætlanina var í samljóð við samtyktirnar á Løgtingið um uttanveltaðu støðu Føroya, og at hervald ikki skal vera á føroyskum land- og sjóøki. Men vit vita, at politiska støðan í Føroyum er broytt. Fólkaflokkurin hevur í meiri enn 20 ár talað fyri NATO. Hann broytti áskoðan í 70 og 80-árunum til at vera ein NATO viðhaldsflokkur, og millum reglurnar hava fólk kunnað sæð, at flokkurin hevði einki ímóti NATO-støðunum og at Føroyar vóru eitt bumbumál. Í klombrum kann annars viðmerkjast, at fyrrverandi oddamaðurin í Fólkaflokkinum, Hákun Djurhuus, legði uppskotið um hernaðarsamtyktina í 1960 fyri Løgtingið. Hann royndi tá at rópa líka hart sum tjóð- veldismenn – m.a. Karsten Hoydal – og aðrir á vinstraveingi ímóti herstøðunum og ímóti táverandi løgmanni, P.M. Dam, tá hesin hevði fingið herstøðir- nar meira ella minni kroystar niður yvir seg, tá hann tók við sum løgmaður. Men vit hava lov at broyta meining, og vit hava eisini sæð, at Sambandsflokkurin er ikki so nógv ímóti NATO meira, eins og nýggi formaður Tjóðveldisflok- sins hevur verið rættiliga lunkaður í hesum máli. At fólk og flokkar broyta meining í dag er ikki so løg- ið. Heimurin er ein annar. Kalda kríggið er av og aðr- ir vandar lúra. Men fyri tað at Kalda kríggið er av, er ikki neyðugt at pilka við hernaðasamtyktirnar. Tann fyrsta varð eisini gjørd í 1940 – langt áðrenn Kalda kríggið var íkomið – og vilja føroyingar ikki fram- vegis vera uttanveltaðir? Harafturat skal havast í huga, at vit kunnu ikki, um vit hava eina sjálvsvirðing sum ein tjóð, bara góðtaka NATO og NATO-støðirnar her á landi, sum er bygd- ar og settar upp, uttan at føroyingar vóru spurdir eftir. Bara løgmenninir vóru kunnaðir!!! Og ætla danir at góðtaka, at NATO byggir út ímóti einum føroyskum fólkavilja, verður tað neyvan til frama fyri samstarvið í ríkisfelagsskainum. Eisini skulu vit minnast til, at eisini í hesum máli, duldu danskir og NATO-myndugleikar verkætlanina sum longst fyri føroyingum, so her er talan um ein moralskan og fólkaræðiligan trupulleika, sum vit ikki kunnu góðtaka. At so formaðurin í Uttanlandsnevndini í tíðinda- skrivinum hevur tikið munnin nakað fullan, og aðrir nevndarlimir – serliga Fólkaflokkurin – ikki tekur undir við endaligu orðingunum til løgmann um »ikki at geva loyvi«, men bíða til eitt aðalorðaskifti um málið, er eitt annað mál, har síðsta orðið neyvan er sagt enn. DAGSINS MEINING Sosialurin NATO spøkir aftur VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Anja Weihe anja@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Rúnar Reistrup runar@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliassen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Páll H. Johannesen pall@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Finnur Justinussen finnur@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Rullandi redaktionin: tel. 220507 Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Johan Dahl Løgtingsmaður Vágur 21. aug. 2002 Havi lisið tær greinar, sum hava verið í Sosialinum seinastu dagarnar og ivist ikki í, at báðir teir involver- aðu partarnir – sjúklingar- nir og tey, sum arbeiða á hotellinum, eru einig í, at støðan, sum hon hevur ver- ið seinastu tíðina, er ikki nøktandi og sera ótrygg fyri sjúklingarnir á hotelli- num, og ger tað heldur ikki lætt at verða sjúkrarøktari á hotellinum. Var hetta leigumálið besta loysnin??? At leigan av hesum bústað- arblokki á Eysturbrúgv bleiv hildin at verða besta loysnin, tá hon var tikin, er ivaleyst heldur onki at ivast í – men sæð út frá tí, sum er komið fram um viðurskift- ini aftaná, tá manglar, feilir og vanrøktlíknandi viður- skifti frá ánarans síðu av húsunum gera um seg, so kann ikki sigast annað enn, at hetta er ein stór feilíløga frá myndugleikans síðu. Mín metan er, at leigarin t.e. Føroya Landsstýri má seta ein skjóttarbeiðandi bólk at gera eina niður- støðu um bústaðarviður- skiftini og evt. manglar við leigumálinum og tilmæli um, hvat eigur at gerast frameftir fyri at gera viður- skiftini fyri sjúklingarnir nøktandi – bæði sosialt og mentalt. Ongin ivið er um, at starvsfólkið ger sítt allar- besta fyri, at hvør einasti sjúklingur skal føla seg tryggan meðan viðkomandi er til sjúkraviðger í Dan- mark . Vit mugu ikki gloyma, at her koma fólk í øllum aldursbólkum til viðgerðar og oftast eru tað sera álvar- samar sjúkur, sum verða viðgjørdar uttan fyri landa- oddarnir – tí haldi eg eisini, at vit mugu geva hesum fólkum tey allarbestu kor at búleikast undir, meðan tey eru stødd heimanífrá. Eitt sjúklingahotell er, um man so má siga, nr. 2 heim hjá mongum sjúkling- um, tí oftani eru tað við- gerðir, sum taka langa tíð, eins og sjúklingar bíða í mánaðir og ár eftir t.d. at fáa skift organir á einum slíkum stað. Tað at sita á 4. og 5. hædd í einum gomlum illa viðlíkahildnum bústaðar- blokki á Eysturbrúgv man verða ein sera stórur belast- ningur fyri flestu føringar, sum eru vanir við náttúru, sjógv og reina luft, og tað er nakað, sum ikki fæst eyga á yvirhøvur í hesum blokki. Mong av hesum fólkum eru heldur ikki før fyri at ganga – hvørki stuttar ella longri teinar, og tí skuldi umhvørvið fyri sjúklinga- hotellið verið eitt heilt annað enn tað er ídag. Vit kunnu bert hyggja at tí húsinum, sum grønlend- ingar hava í Gentofte – tað er munur á facilitetum. 20 ára leigumál Hotellið er leigað sum skil- st 17-18 ár fram í tíðina og kann ein so spyrja seg, um ikki ein betri loysn hevði verið at keypt facilititir, sum vóru nøktandi??? Eisini kann spyrjast, um tað t. d. er neyðugt at leggja hotellið/íbúðirnar liggja mitt í Keypmannahavn? Kundi t.d ikki verið funn- in nøktandi hotellfacilitetir í 15-20 min. koyring frá Keypmannahavn, har fólk vóru í grønum umhvørvi – kanska eisini tætt við sjógvin, har bæði børn og eldri kundu nýtt nátturuna? Hvussu er við verðandi leigusattmála? – er tað ikki møguligt um neyðugt. at verða loystur frá honum or- sakað av umstøðunum og finna arða betri loysn?? Keypið ella byggið annað hotell! Ístaðin fyri at leiga fyri milliónir um árið, hví so ikki heldur hugsa langsikt- að og antin keypa ella byggja ein facilitet, sum nøktar tørvin langt fram í tíðina, og sum inniheldur allar tær funktiónir, sum ein vil skulu verða á slíkum stað fyri bæði ung og eldri. Ein slík ætlan hevði eisini fingið góða fígging frá kreditfeløgum og hevði neyvan verið meira kost- naðarmikil fyri landið enn núverðandi leiguloysn. Hetta mál má hava fyrsta prioritet, og vóni eg, at Trivnaðarmálaráðharrin fær hetta málið avklárað skjót- ast og loysir tað á skilabesta hátt. Sjúklingahotellið í Keypmannahavn Abraham Mikladal Soleiðis málbóru ávikavist Anders Fogh Rasmussen og Jonathan Motzfeldt seg, nú teir vóru á vitjan í Føroyum Orðini hava óivað fallið mongum frælslyntum før- oyingi fyri brósti, og mong hava kent tað sum eina provokatión at málbera seg soleiðis. Men er hetta ikki sann- leikin? og er ikki Anders Fogh Rasmussen greiður yvir at boðskapur hansara sigur allan sannleikan, uttan at hann særir aftur- haldskreftirnar í Føroyum? Skal ein urt vaksa, búnast og blóma krevst, at sólin skínur á hana. Ikki fyrr enn hon blómar er hon komin í hæddina av lívi sínum og kann útinna tað, hon hevur sum aðalmál – at fræa. Hon letur fræ frá sær, og bert stutta tíð seinni følnar hon. Hesi fræ fáa sítt frælsa lív, har tey vaksa upp – ofta langt haðani, tey komu og ofta undir heilt øðrum um- støðum. Føroyar eru eitt av hesum fræum, ið skjótt verður lat- ið leyst av urtini, ið kallast ríkisfelagsskapur. Ríkis- felagsskapurin stendur í blóma, og tess meira sólin skínur á hann, tess skjótari verður tað, at hann fræar – og vit fáa frælsi. Tú, ið ynskir frælsi – gleð teg. »Ríkisfelagsskapurin blómar« og »Sólin skínur á ríkisfelagsskapin« Jógvan við Keldu løgtingsmaður og býráðslimur Vektingin av kommunalum íløgum eigur helst at skip- ast øðrvísið, samstundis sum vit skulu leggja fleiri landsalmennar fyritøkur úti um landið. Í Sosialinum hósdagin 15. og leygardagin 17. aug. er samrøða við Heðin Mortensen býráðslim í Havnini og Høgna Hoydal landsstýrismann í kom- munumálum. Talan er um væntandi barnaansing í høvuðsstaðnum. Tann ið hevur fylgt gongdini seinastu 20-30 ár- ini veit, at Tórshavnar Kom- muna á flestu økjum hevur verið fíggjað óbeinleiðis úr landskassanum. Alt hetta hevur hent, meðan bæði landspolitikarar og flestu kommunupolitikarar hava hugt at og tikið til eftir- tektar. Hetta hevur elvt til, at meðalinntøkan liggur um- leið 25% hægri har, enn í teimum størru kommunun- um úti um landið og nøgd- semið av hesum óbeinleiðis landskassastuðuli hevur bert verið versnandi. Tað er so stutt síðani bæði Jógvan Arge og Annita á Fríðriksmørk hildu »órættvísina« upp ímóti ljósinum, »at Lands- sjúkrahúsið – harvið lands- kassin – ikki kundi bera sín part av barnaansingini í Tórshavnar kommunu«. – Eg mótmælti hesum sum løgtingsmaður. Eg fegnist tí um, at Høgni Hoydal, landsstýris- maður, nú hevur sett seg ímóti hesum skilaleysa tosi, nú Heðin Mortensen reisir málið av nýggjum, men sjálvandi frá øðrum sjónar- horni. Búskaparráðið og effektiviteturin Lesa vit ígjøgnum frágreið- ingina hjá Búskaparráð- num, verður tosa um »in- effektivitet í privata vinnu- lívinum, tí føroyska fram- leiðslan fyri hvønn íbúgva ikki er á hædd við londini uttan um okkum«. Búskaparráðið tosar so gott sum ikki um »ineffekt- ivitet í almenna sektori- num«, men ger meiri burtur úr eini »miðsavnan av stovn- um« og niðurger menning- arátøk úti um landið, sum verða kallað »politisk« heldur enn handilslig. Sum sagt verður »Á henda hátt velja politikararnir millum økistrivnað og effktivitet, sum so aftur hevur ávirkan á effktivitetin á almennu ar- beiðsplássunum.« – Ja so grunt fer búskap- arráðið fara til verks. Búskaparráðið viðger ikki hvat hvør einstakur innan framleiðsluvirkini framleiða, men heldur hvat framleiðslan er fyri hvønn einasta føroying. Hevði ikki verið rætt at spurt, hví vit framleiða ov lítið, er tað tí, at tey ið framleiða eru ov ineffektiv, ella kanska ov fá sammett við almenna sektorin. Her er miðastaðarøki væl um- boðað. Er nøkur verulig kanning gjørd á hesum øki? Eru íløgurnar úti um landið allar skeivar Ein kann altíð vera samdur við Heðini um, at íløgu- karmurin var í stórum »eitt diktat« fra landsstýrinum, men spurningurin er um geografiska vektingin av loyvdum kommunalum íløgum ikki er dundrandi skeiv, av tí at ein triðingur verður lagdur niður í høvuðsstaðnum, har sum so gott sum alt landsalment ar- beiði er frammanundan, og síðani í øllum tænastufyri- tøkunum, sum vaksa upp uttan um landsalmenna ar- beiðið. – Hetta økir kost- naðarstøðið helst við mill- um 10 og 25 prosentum. Eg trúgvi ikki at íløgu- karmurin er ov lítil fyri Tórshavnar Kommunu, og síggja vit tær lands-almen- nu íløgurnar Heðin Morten- sen leggur eftir, eru allar íløgurnar úti um landið skeivar. Hann nevnir tunn- lar, vegir, ferjur flogvallir, (her rokni eg við hann hugsar um parkeringsøkið við Flogvøllin). Lat meg siga Heðini og øllum teimum lokalu lands- politikarunum, sum gera seg inn á henda partin av íløgum, at hetta eru íløgur, sum ikki hava serligar rakstrarligar avleiðingar, men menna alt samfelagið, bæði vinnu, mentan og ungdómsarbeiði, meðan føroyska samfelagið í fram- tíðini verður kvørkra av íløgum við ov dýrum al- mennum rakstri, sum aftur tekur burtur av framleiðslu- ni, sum verður sambært Búskaparráðið roknað fyri hvønn føroying sær. Meiri pening út um landið Latið okkum fáa økismenn- ingina, sum nú er byrjað, framda, við at leggja fleiri almennar stovnar úti um landið. Hetta verður betri bæði fyri børn vaksin og aldrandi, og sum Heðin sjálvur sigur, hevði Havnin havt nátúrligan vøkstur, var barnaansingin greidd. – Hetta gevur landinum eina breidd. Omaná, høvdu størru kommunurnar og økini úti um landið havt størri inn- tøkur, og økini tí betri før fyri at lívbjarga sær við størri árligum inntøkum fyri hvønn borgara sær. Eisini fari eg at heita á borgarstjórarnar í KSF, um at standa saman um hesa menning og skorða dyggari undir. Latið okkum soleiðis fremja eina fyri alt landið gevandi økismenning. Teldupostur: keldu@post.olivant.fo Heimasíða: http://www.get.to/keldu Í døgunum 13. – 15. september verður kórleiðaraseminar í sangstovu Tórshavn- ar Kommunuskúlans KÓRSANGUR Kórsamband Føroya Seinnu árini hevur Kórsam- band Føroya víðkað sítt virksemið til at fevna um meira enn bert tað at taka sær av tónleikaliga parti- num av árliga kórstevnu- haldinum og at skipa fyri kórsanginum á Tinghús- vøllinum ólavsøkudag. So- leiðis vóru 4 kórleiðara- skeið hildin í 2001 og tvey skeið í fyrru árshálvu í ár. Tað seinna endaði við roynd, har seks kórleiðarar fingu próvbræv við orðaða- ri meting av avrikinum. Tað var Mogens Dahl, universi- tetslektari og kór-og or- kesturleiðari, sum hevði hesa skeiðfrálæru um hend- ur, og próvdómari var Steen Lindholm, urguleikari, diri- gentur og musikkráðgevi statsins í tónleikamálum. Luttakararnir hava verið sera væl nøgdir við hesa skeiðrøð, og nú móti enda- num var ynski frammi um enn eina vitjan av Mogens Dahl, har tikið verður saman um skeiðgongdina hesi bæði árini, og har Mogens framhaldandi fer at gjøgnumganga kórtilfar og geva tekniskar leiðbeining- ar. Um nóg nógvir luttakarar tekna seg – helst skuldu teir ikki verið færri enn 10 í tali –, verður hetta kórleiðara- seminar í sangstovu Kom- munuskúlans í vikuskifti- num 13. - 15. september. Skeiðið kostar 500 kr., og tilmelding fer fram í sein- asta lagi mikudagin 4. sept. til Ólav Hátún, tlf. 31 18 19 ella 332 194 (teldupostur: olavasa@post.olivant.fo) ella til Astrid Jacobsen tlf. 42 44 39 eftir kl. 18.00. Kórnótasavn Í sambandi við kórleiðara- skeiðini hevur kórsam- bandið skaffað til vega eitt fjølbroytt úrval av kórnót- um við 40 eintøkum av hvørjum kórsangi. Lands- miðstøðin á Hoyvíksvegi í Havn hevur hesar kórnótar í varðveitslu, og ein láni- skipan verður nú fingin í lag, sum limakór kórsam- bandsins fáa nærri bod um. Kórleiðarasamtak Í hinum Norðurlondum hava kórleiðarar skipa egn- ar felagsskapir sum t.d. Dansk Korlederforbund og felagið Svenska Körledare, sum við skeiðvirksemi og øðrum serligum tiltøkum taka sær av áhugamálum kórleiðaranna og soleiðis eru við til at hækka kór- støðið í landinum. Um nóg góð undirtøka fæst til ætlaðu kórleiðara- samkomuna nú í septemb- er, verður fundur, har spur- ningurin verður viðgjørdur, um tað kann verða til gagn fyri kórsangin í Føroyum at stovna slíkan kórleiðara- felagsskap t.d. sum serdeild innan Kórsamband Føroya. VIÐMERKINGAR Latið okkum í felag fremja eina nátúrliga økismenning Kórleiðaraseminar í Havn C M Y K 11 10