leygardagur 16. januar 1982síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Ein syrgilig søga um eitt virki
Farvæl til
taravirkið
Tømdi dampketil — tappaði
rør og radiatorar av — snaraði
lykilin um og gav Landsstýr-
inum ein,
Menningargrunn-
inum ein og Ídnaðargrunn-
inum ein
— Eg trúði alla tíðina
uppá taravirkið. Helt, at
tað kundi fáa stóran týdn-
ing fyri samfelagið. Vit ar-
beiddu eisini dag sum nátt
— gingu upp í arbeiði við
lív og sál — eingin undan-
tikin. Hetta var eitt sunt
og gott projekt.
Nakað soleiðis sigur
Johan Niclasen, sum nú í
umleið átta mánaðir einsa-
mallur hevur arbeitt á
Alginatvirkinum á
Strondum. Hann hevur
hesa tíðina verið lentur av
Menningargrunninum til
at ansa eftir maskinum,
húsinum og tarabátinum
— meðan tað kanska enn
hevur verið ein evarska
lítil vón hjá nekrum av
teimum áhugaðu í tara-
virkinum, at virkið fór í
gongd aftur.
Stongdi í fjør
Taravirkið steðgaði fram-
leiðsluna í fjørsummar og
segði arbeiðsfólkið upp
vegna tervandi meirfígg-
ing til rakstur og nýílegur.
Johan Niclasen hevur
nú helst sett fót sín á tara-
virkinum fyri seinastu
ferð. Hetta ynskti hann
ongantíð skuldi henda, tí
hann hevur alla tíðina trúð
uppá hetta projektið.
Um nýggjársleitið rigg-
aði hann av. Temdi tann
stóra dampketilin og tapp-
aði rør og radiatorar av.
Síðani varð lykilin snar-
adur um. Triggir lyklar
eru til virkið á Hulki. Teir
hevur Johan Niclasen
saman við eini frágreiðing
latið Landsstýrinum,
Menningargrunninum og
Ídnaðargrunninum.
Mangt bendir á, at
segan um fyrsta feroyska
alginatvirkið er liðugt
skrivað. Eins og hini 13
starvsfólkini á virkinum
er Johan Niclasen nú farin
í aðra vinnu
Flutti úr Danmark
á Strendur
Men hver er
Johan Niclasen!
so hesin
Hann er ein av teimum,
sum hevur verið við í tara-
projektinum frá byrjan.
Sjálvur hevur hann búð og
arbeitt í Danmark í 17 ár
— siglt við DSB — men tá
hann frætti um ætlanina
at byggja eitt taravirki í
Feroyum — freistaði hetta
áhuga hansara, og hann
kom inn í myndina.
Í fyrstani arbeiddi hann
bert í síni frítíð við tara-
projektinum, men frå 1.
apríl 1979 varð álvara
gjørt av — bæði tara-
ætlanini og av fyribils
framtíðini hjå Johan
Niclasen. Hann fekk
farloyvi frá DSB og flutti
til Feroya við familjuni.
Húsini í Danmark vórðu
seld, og tey búsettu seg á
Strondum fyri at halga
seg taravirkið saman við
fleiri oðrum.
Ein syrgilig sega
Segan um taravirkid á
Strondum er ein spenn-
andi — men syrgilig sega
— tíanverri syrgilig. Her
høvdu virkisfysnir menn
tikið seg um reiggj fyri at
fáa í gongd eina heilt
nýggja vinnugrein í Fer-
oyum — eina vinnu, sum
vit áttu ráveruna — taran
— til.
Tað hava verið byrjun-
artrupulleikar, men hetta
er einki ókent fyribrigdi
hjá nýggjum vinnum, sum
skulu koma fyri seg.
Sosialurin hevur fylgt
hesum projektinum frá tí,
at ætlanin var at byggja í
Leirvík, og til henda ætlan
varð broytt til Strendur,
og nú til virkið er stongt.
Vit hava tosað við stjóran
í felagnum, Torkild Lind-
berg og við Paula Ellef-
sen, legmann, um, hví tað
ikki gekk hjá taravirk-
inum. Vit hava hoyrt
ymsar áskoðanir og
úttalilsir. Tað hevur tó
verið okkara fatan, at alt
er ikki komið í ljósmála í
hesum sambandi. Tí hava
vit tosað við Johan Nicla-
sen, sum umframt at hava
arbeitt á virkinum, eisini
er partaeigari og eyka-
maður í nevndini.
Nee
Ein djørv roynd — eitt stásiligt virki — eitt stórt arbeiðspláss — hetta er nu søgan um
taravirkið, sum bert var lív lagað í gott og væl tvey ár
Byrjunar-
trupulleikar
Vit bóðu fyrst Johan Nic-
lasen greiða frá, hverjar
trupulleikar teir hava havt
at dragast við, síðani teir
fóru í gongd við projektið.
Hann sigur soleiðis frá:
— Fyrst var tað staðið
at leggja virkið. Her gekk
ein tíð, áðrenn vit fingu
loyvi at leggja eitt slíkt
virki. Hetta seinkaði
ætlanina nakað.
Kanska hava vit verið í
so bjartskygdir og projek-
terað ov lágt. Vit mettu
eisini trupulleikum við at
fáa fígging. Vit roknaðu
við, at tað var í lagi við
10% í eginpeningi, men
Egnsudviklingsgrunnurin
kravdi 15%.
Síðani var tað sjálv
byggingin av virkinum.
Vit mettu stóra vælvild
frá Sjóvar kommunu, sum
Pauli
Ellefsen
ynskti, at landsstýrið, sum
Legmaður,
var partaeigari í taravirk-
inum, helt eina neutrala
steðu og ikki blandaði seg —
samstundis sum nevndin í
taravirkinum var ósamd um,
hvussu trupulleikarnir
skuldu loysast. Var tað neu-
trala stødutakan landsstyri-
sins sum i veruleikanum gav
taravirkinum mønustingin?
sprongdi eitt 18.000 m'
stórt eki út fyri okkum og
flutti alt grótið. Hetta
varð gjørt ókeypis. Men
veturin í 1979 var ringur
við kava og stormi. Hetta
tarnaði byggingini nakað,
hóast arbeiðsmenninir her
gjørdu eitt bragd: at
arbeiða í slíkum veðri og
gjørdu sostatt, at bygg-
ingin kortini gekk tann
rætta vegin. Hetta haldi
eg fáir hevdu gjert
teimum eftir.
Urtøkan av alginati
ov litil
Johan Niclasen nevnir síð-
ani úrtekuna av alginati.
Her varð gjert eitt kann-
ingararbeiði. Jydsk
Teknologisk Institut
kannaði føroyskan tara og
kom til, at alginatinni-
haldið var 4%. Tá tara-
virkið fór í gongd, og tarin
varð koyrdur igjøgnum
maskinurnar, var alginat-
úrtekan bert umleið 2%.
— Hvussu ber til, at
hetta kundi henda?
— Tað er ilt at siga við
vissu. Kanska hava teir,
sum skorið hava tara,
tikið ov nógv av blaðtara .
og ov fáar tonglar, soleiðis
at bílætið hevur verið eitt
annað, enn tað var í veru-
leikanum. Tað vísti seg
nevniliga seinni, at tong-
larnir vóru upp til 8 ára
gamlir og innihaldið av
alginati var lítið og einki i”
teimum.
— Tað hevur verið
nevnt, at vit áttu at havt,
sligið gamla taran fyri at
fáa nýggjan tara við sterri
alginatinnihaldi, tá virkið
fór í gongd. Var hetta eitt
mistak?
— Tað er ilt at siga. Vit
gera ell mistek og ikki er
altíð lætt at hava yvirlit
yvir alt, tá ein fer undir
eina heilt nýggja vinnu.
Men tað hevði helst verið
rætt at rudda fleiri eki fyri
gamlan tara, nakað fyrr
enn gjert varð.
Og síðani var tað sjálv-
ur tarabáturin. Eisini her
vóru trupulleikar. Báturin
varð latin virkinum tríggj-
ar mánaðir seinni enn
ætlað.
Væl fyrireikað
— Men var projektið tá
nóg væl fyrireikað?
— Tað haldi eg so av-
gjørt. Eg trúgvi neyvan,
at nógv føroysk projekt -
hava verið so væl kannað
og fyrireikað sum júst
taraprojektið.
— Var ikki eisini talan
um at steðga virkinum or-
sakað av vanda fyri dálk-
ing?
— Her vóru eisini ávísir
trupulleikar, men eg haldi,
at vit megnaðu at fáa hesi
viðurskifti í rætt lag. Sjál-
vur haldi eg, at vit eiga at
hava eyguni eftir dálking,
og tað hevdu vit so sanni-
liga eisini á taravirkinum
og legdu framleiðsluna so-
leiðis til rættis, at eingin
dálking varð.
— Fer hava vit tosað
um byrjunartrupulleikar.
Heldur tú, at virkið hevði
kunna koyrt væl í fram-
tíðini, tá sloppið varð
undan hesum trupul-
leikum?
— Ja, avgjert. Eg havi
alla tíðina trúð uppá hetta
projektið, og eg haldi
framvegis, at tað var tað
rætta vit gjørdu. :
Nú var framleiðslan
komin í gongd. Menn
hevdu lært seg hetta
heldur nýggja handverkið
og hevdu stóran
áhuga fyri tí. Maskinur-
nar riggaðu, okkurt skuldi
keypast aftrat fyri at fáa
tað at rigga enn betur.
Tann fyrsta alginatveran
varð seld til keyparar, og
hesir vóru væl negdir við
veruna. Hetta haldi eg var
ein so týðandi sannroynd,
at fáur átti at ivast i, at
her var veruliga skapt
grundarlag undir eini
nýggjari vinnu í Feroyum.
Góða ráðgeving
— Hevur tekniska ráðgev-
ingin verið nóg góð og var
tað ikki eitt sindur av
einum ævintýri at fara
umdir alginatframleidslu,
tá vit vita, at tað bert eru
fáar slíkar fyritøkur aðra-
staðni, og at tær halda alt
loyniligt?
— Rætt er, at tað kann
vera trupult at fáa upplýs-
ingar frá eðrum. Men
hetta eigur ikki at steðga
okkum í at brúka okkara
egnu ráverur og hugflog.
Vit høvdu góða tekniska
ráðgeving eitt nú á Dan-
marks Tekniske Hejskole.
— Men tá so talan bert
var um byrjunartrupul-
leikar og tit høvdu eina
veru, sum keyparin varð
negdur við, hví
gav
SOSIALURIN
nevndin so kortini skarvin
yvir?
Johan Niclasen:
Hetta er ein áhugaverdur
spurningur. Lat meg fyrst
siga, at eg havi ikki áhuga
fyri at kjakast um ávísar
persónar ella myndug-
leikar, um: hver nú fær
mest ella minst í studningi
frá tí almenna. Gongdin
hevur í stuttum verið
henda:
— Tá nevndin og parta-
eigarar funnu fram til, at
virkið fór at hava eitt
stórt hall í fleiri ár og at
fleiri nýílegur máttu ger-
ast, varð kallað til kreppu-
fund.
Úrslitið av hesum fundi
varð, at vit fyrst sektu
Egnsútviklingsgrunnin
um meirfigging. Svarið frá
teimum var nei. Síðani fór
stjórin á virkinum saman
við eðrum út í landsstýrið
at greiða frá steðuni.
Aftaná henda fund varð
líkt til, at einki annað var
at gera enn at steingja
virkið.
Víðari sigur Johan Nic-
lasen: — Okkara uppfatan
tvs. hjá nekrum av parta-
eigarunum og nevndarlim-
unum varð, at tað var ikki
rætt at leggja árar inn so
bráddliga. Vit fóru so
nakrir til løgmann fyri at
gera enn eina roynd. Løg-
maður upplýsti tå, at hann
ikkt skattaborgaranna
vegna kundi lata taravirk-
inum 4 ella 5 mill. kr. i
hjålp beinanvegin. Istadin
bad løgmadur nevndina å
taravirkinum koma vid
einum konkretum upp-
skoti um, hvussu nógvur
peningur varð neyðugur
fyri at halda áfram í fyri-
bils eitt hálvt ár fram.
Johan Niclasen sigur víð-
ari, at teir nú gjerdu eitt
uppskot, sum miðjaði
ímóti, at landsstýrið lat
500.000 kr. í tilskoti bein-
anvegin og so 100.000 kr.
um mánaðin í eitt hálvt ár.
Hetta uppskotið varð
lagt fyri restina av nevnd-
ini, har ein meirluti tó feldi
uppskotið. Landsstýrið
segði seg tá einki kunna
gera. Løgmadur helt tað
ikki vera rætt, at lands-
stýrið blandaði seg upp í
eina avgerð, sum ein meir-
luti av nevndini hevði
tikið. Urslitið av hesum
varð, at virkið mátti
steingja.
— Tá nú landsstýrið
ikki vildi ganga við til at
lata fleiri mill. kr. til virkið
beinanvegin, men heldur
vildi lata eitt sindur sum
eina fyribilsloysn at byrja
við, átti nevndin tá ikki at
tikið undir við hesum, so-
leiðis, at virkið kundi
halda fram?
— Mín áskoðan var og
er enn tann, at vit áttu at
tikið av tí, sum landsstýr-
ið vildi ganga við til. Trýr
ein uppá eitt projekt sum
hetta, so má ein taka tað
ein fær. At tosa um hvat
aðrir fáa hevur so einki við
hetta aktuella málið at
gera.