Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-01-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. januar 1982síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Framhald av síðu 12 eru rúmini 1400 í tali! Vit fara út í parkina, sum eisini er eitt arkitek- tonisk meistaraverk, og sum nú glitrar í so bjartari sól, at ein hevur eina kenslu av, at alt er hvítt. Tað tekur tíð, at ganga parkina at enda, niðan á hevdina í sunnara enda, har Gloriettan stendur, ein opin skreytbygging, ið Maria Theresia læt gera. Hiðani er eitt frálíkt útsýni yvir Schønbrunn. Vit skræða okkum leysan úr vakurleikanum her. Steðgurin vardi góðar tveir tímar, og vit skulu eisini náða nakrar hundrað kilometrar fram eftir autobananum, á veg heimeftir. A heimveg, Altenstein Vit koyra móti Linz aftur. Á vegnum leggja vit til merkis frákoyringar til stød sum Melk og St. Florian, tvey stor og vida- gitin kleystur, sum tað ti- verri ikki verður tíð til at vitja. Nærhendis Melk fóru vit tó út á vegøkslina, eg setti telelinsuna uppá fototólið, og fekk tikið eina mynd av kleystrin- um. Á vegnum millum Wien og Linz upplivdu vit tað, Síða 13 at ein bilur, ið yvirhálaði okkum, brúkti floytuna dúgliga og veittradi, tå tey fóru framvið okkum Tað var ein norskur bilur, sum kendi bókstav okkara og feroyska flaggi. Vit fóru út av autoban- anum við Linz, inn á Bundesstrasse við kós móti Passau, og seinna- partin, tá vit hevdu koyrt knappar 350 km., fóru vit inn á ein bóndagarð, ið hevði skelti við vegin við „Zimmer frei«. Vit vóru tå nærhendis markinum til Týskland, við býin Schár- ding. Her gistu vit eina nátt. Hugnaligt at vakna tíð- liga á morgni av beljandi neytum. Eg fekk eitt prát við bóndakonuna um morgunin, áðrenn vit fóru avstað aftur. Ein sonur teirra var júst tá heima, sum annars gjerdi hertæn- astu i Bundeswehr, vesturtyska herinum. Hon var so dapurskygd vidvik- jandi støduni millum Eystur og Vestur. Nú budu tey eisini so nær markid til Eysturtysk- land. Russurin fór at koma ein dag, tad var hon sannførd um. Hiðani gekk túrurin framvið býirnar Regens- burg, Núrnberg og móti Bamberg. Millum Núrn- berg og Bamberg leggja - vit til merkis fråkoyring eystureftir: Bayreuth, 65 km. Her liggur tad heims- kenda Festspielhaus, kon- serthøllin, id Richard Wagner lat byggja i 1870- árunum. Her skapaði hann ein verdugan karm um framførsluna av risa operaverki sínum, Niebe- lungen- Ring, og her fekk operain Parsifal, seinasta verk Wagners, frumfram- førslu sína, operain tann, hvers hugmynd og evni fyri Wagner var so heilagt, at hon onga aðra- staðni kundi verða fram- ford. Segan um Parsifal, er segan um tann unga riddaran, sum hevur í var- veitslu ein kalik við nekrum dropum av heil- aga blóði Jesusar. Henda hugmyndin, saman við læru Friedrich Nietzsches um yvirmenniskjað, var við til at geva einum ød- rum týskara, Adolf Hitler, hugskotið, um tað týska harrafólkið, um ta arisku rasuna, sum skuldi hava reint blóð. Vit fara út av autoban- anum við Bamberg, og eftir einum minni týðandi vegi móti Fulda. Vit eru nú í tí sera vakra fjalla- lendinum Hassberge, snara av vegnum og fara eftir einum smelum, sera brettum vegi upp til ta lítlu fjallabygdina Alten stein, ið at kalla liggur á eini hevd, og har vit hevdu biðið um pláss Altenstein hevur íbúgvar, og vit vóru aftur sera heppin her, tí hetta er náttúra 500 stórfingin Gis- tingarhusid, »Gasthaus Hoffmann«, er vakurt bæði uttan og innan, og vertsfólkini blíð. An kamarinum er eitt hugtak- andi útsýni út yvir lág- lendið. Vit gingu ein túr um kveldi gjøgnum ta brøttu hevuðsgetuna. Tað sást, at hetta var bónda- bygd. Ti her komu vit framvið bæði hoyggjhús- um og kornleðum. Beint aftanfyri gisting- arhúsið, á einum hegum kneysa, liggja leivdirnar av einari gamlari borg, Burg Altenstein, sum varð bygd í 9. eld. Róm- verjaríkið lá í sínum allar- seinastu kreppingum, men eitt annað stórríki blómaði tá í Europa, og fevndi eisini um tað staðið, sum vit nú eru á. Tað var Frankaríki, sum hevði sína stórtíð undir keisara- num Karl tí stóra, Karla- magnus, sum doyði í 814. Steðgurin her vardi bert 2 dagar, og so fara vit ein sunnumorgun víðari, fyri at gista aftur í Goslar, har Framhald á síðu 18 Landsfelag Foroya Framburðs- og Fiskivinnufloks hevur eykaaðalfund á Hotel Hafnia leygardagin 23. januar kl. 14. Fundarskrá: 1. Innkomin mál 2. Støda floksins til politisk mál i framtíðini 3. Ymiskt FALDHURÐIN Nevndin Leskidrykkurin, ið er at síggja alla- staðni, »har tað gongur fyri seg«. SKIPAFELAGID | BYGGIR BRYR TIL UTHEIMIN Skip okkara ferma: Månadag: Hirtshals Tysdag: Ålborg Mikudag: Fredericia Håsdag: København Fríggjadag: Wallhamn Leygardag: Stavanger Grimsby 18/1 Rotterdam 21/1 FILIE/X/I| ; Faldhurðin verður framleidd í ymiskum træ, Faldhurðin sparir um plássið Faidhurðin er orkusparandi Faldhurðar kunnu fåast til eitthvørt endamál eins og í ymiskum litum í kunstleðri Faldhurðin er bíligari í standardstøddunum 205 x 73 cm, 205 x 83 cm og 205 x 93 cm. Prísir og lýsingarblað fåast við at venda sær til ! . " > NOG Falkavegur - tif. 14600 Umboð uttanlanda: Kebenhavn: Fredericia Leith Faroe Ship A/S Faroe Ship A/S Charles Mauritzen Skudehavnsvej 2 Søbjerg 11 60A Constitut St Færgehavn Nord 7000 Fredericia EH6 6RR Leit 2100 København Q. tif. - 05 933133 tif 31 5545276 tif. : 01 292688 telex: 51153 telex: 72342 telex: 19745 Rotterdam: Ålborg: AB Va jen Mar B Aage Christenser Veerhaven 14-15 Strandvejen 6 3002 R rdar 9000 Ålborg f 36330X tit. : 08-133755 telex 21268 telex: 69744 Hirtshals: Cie Charle Le Borgne Faroe Ship A/S Pehrson & Wesse Quai de L Europe Havnen Tollbua ) Box 177 9850 Hirtshals Box 1196 62203 Boulogne s/Mer tif : 08-942500 tif : 03-81978( tif.: 318585 telex: 67745 telex: 11437 telex: 110953 Bergen: Stavanger: Wallhamn AB Einar Samuelser Sigval Bergeser P.O. Box 103 & Co A/S Anker Bygget S - 44401 Stenungssund Slottsyatan 1 4001 Stavanger Tlf. 0304-60720 5015 Bergen Telex 33255 Telex 2429 Te ex 42061 Tif Tif 05311680 NENVer SKIPAFELAGID N FØROYAR ... ÁLITIÐ Í FLUTNINGSMÅLUM.