Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-01-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. januar 1982síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 SOSIALURIN Framhald av sidu 11 stóru høllini, Grosse Gallerie Vit stilla upp til eina rundferð = við »guide« gjøgnt slottið. Og her vóru so nógvir turistar, at tríggir flokkar vórðu latnir inn, hver aftaná annan. Og ein kundi velja millum enskan, týskan og franskan guide. Vit fóru við ti týska. »Guidirnar« vóru allar ungar kvinnur, og tær høvdu so gott mål, at vit. sum vóru aftasti flokkur. kundi hoyra brot frá tí enska, ið fór undan okkum, og enntá okkurt franskt orð frá fremsta flokki Tað er greitt at ein rund- ferð, við fråsøgn, gjøgnum sløttid, má verða nógv merkt av lív og lagnu Franz Josephs, keisara, sum jú sat við ræði í 68 ár, og eisini doyði ut hiðani. Á rundferðini komu vit gjøgnum sovikamar han- sara. Har stóð framvegis tann heilt vanliga jarnson- gin, hann alt sítt lív nýtti, og sum hann doyði í. Við stórari virðing fyri teimum, sum farin eru, greiðir »guidin« frå tí lívi, sum her er farið fram, og um Franz Joseph sigur hon, at hann er tann drott- ur í heiminum, sum hevur sitið longst við ræði. Tað undraði meg eitt sindur. Mær vitandi. var tað sól- kongurin, Ludvík 14. av Fraklandi, ið sat longst á trúnuni, heili 72 ár og livdi bæði son og abbason sín av Rúmini eru nógv, vit skulu ígjegnum, heili 42, og eru tey, sum eftir einari fastari skrá verða sýnd ferðamannafjeldini, og ein kann ikki festa seg líka nógv við øll. Men vit komu ma. gjegnum Napoleonzimmer, tad rúmið, sum Napoleon gisti í, tá hann bæði í 1805 og 1809 hevði hersett Wien, og búði á Schønbrunn, og forari okkara peikar á eitt borð, ið har stendur. Við hetta borð. segði hon, setti Napoleon navn sítt undir hundraðtals av deyða- dómum yvir eysturríkskar frælsisstríðsmenn, har ímillum var tann kendi Andreas Hofer Í hesum sama rúmi búði eisini sonur Napoleons við Mariu Louisu, greivin av Reichstadt, til hann doyði í 1832, og har kundi hann liva í minnunum um stóra pápa sín. Longur frammi koma vit til eitt annað rúm, Gedenkzimmer, vígt ninninum um greivan. Her eru ymsir av lutum hansara. Her stendur ein útstappaður fuglur, ið var besti vinur hansara í lív- inum, og ein avstoyping av deyðamasku hansara, eitt ungt og vakurt andlit, smalir = kjálkar Hann doyði jú av lungasátt, bert 21 ára gamal. At enda koma vit igjøgnum ta stóru, glæsi- ligu høllina, Grosse Galle- rie, mest kend í seguni frá tí, at Wienarkongressin fór fram veturin 1814—15 Allir ráðandi fúrstar í Europa, og við teimum nógvar vakrar og hábæris- ligar kvinnur, vóru komnar saman í Wien, at fáa skil uppá Europa, eftir at Napoleon var fallin. Um arbeiðslagi á kongressini verður sagt, at tað var líka so nógv eitt erotisk sum politisk huglag, ið andaði gjøgnum hallirnar henda vetur. Veitslurnar vóru nógvar,.og tað var á einari stórari veitslu her í hellini at boðini komu um, at Napoleon aftur var komin í land í Suðurfraklandi, til teir 100 dagarnir og Waterloo. Vit eru í tí seinasta rúm- inum, rundferðin vardi 1 1/2 tíma, og guidin sigur, at vónandi hava vit, við túrinum gjegnum hesi 42 rúmini fingið eina hóming av slottinum, men annars Framhald á síðu 13 Hondbóltsskráin Klaksvík Leygardagin 16/1 13,15 Stjarnan b—NSÍ g. 12 13,50 Stjørnan b—NSI a g. 14 14,20 Stjørnan b—NSÍ d. 14 15,00 Stjørnan - EB III menn 16,10 Stjørnan —- EB d. 16 Skáli leygardagin 16/1 13,00 St.ÍF—Kyndil II menn 14,10 NSI—Kyndil II kv. 15,10 NSI—H71 d. 16 15,55 NSI—St.IF III menn 17,05 NSI— St. ÍF d. 12 17,40 NSÍ b—St. IF a g. 14 Torshavn Leygardagin 16/1 18,00 Fram—VIF II menn 19,10 Neistin — KIF II kv. 20,10 Neistin—TB III menn Sunnudagin 17/1 18,00 SIF—MB III menn 19,10 Neistin c—H71 g. 14 19,45 H71—Kyndil a d. 12 20,20 Kyndil— TB III menn So litid skal til at halda Sosialin heitan i dag — bert ein ketil frå Kalla, sum heldur med alla. Húsini eru 18 x 10 metrar og ketilin 81 x 70 cm. Allir hitavekslararnir eru framleiddir i Føroyum. Sekt verður eftir Bygdaráðs- skrivara til Tórshavnar Uttanbiggjar kommunu. Starvið verður lønt sambært starvs- mannafelagssáttmálan við byrjunarløn í 20. lønarflokki. Umsókn vid møguligum prógvum og viðmælum skal vera bygdaráðnum í hendi seinast 25. januar 1982. Argir, 15. januar 1982 Tórshavnar Uttanbíggjar bygdaráð Argjavegur 32, postbox 352 Framhald av síðu 8 Bólkur F. 1VBb....... 7 17— 16 11 2TB......... 6 16— 17 7 3VBa....... 5 0— 0 0 Gentur 10 Bólkur A. 1. Kyndila.... 5 48— 1 10 2 Skála....... 5 31— 9 8 3. Neistin a ... 6 22— 37 4 4. Neistinc.... 6 5— 59 0 Bólkur B. 1. Neistin b ... 5 68— 3 10 2VBa....... 3 22— 15 4 3 5 11— 57 4 VBb....... 5 9— 36 Q Kalle Jacobsen Hvalba, tlf. 75068 og 13758 Framhald av síðu 4 Landsstýrið neutralt — Tá stór ósemja var i nevndini og henda førdi til, at virkið datt niður- fyri, átti tá ikki landsstyr- ið, sum sjálvt er partaeig- ari í virkinum, at roynt at fingið partarnar saman aftur at finna eina loysn, soleiðis at hesi arbeiðs- plássini og henda nýggja vinnan ikki fór fyri skeyti. Hevur samfelagið sum so ráð til at lata landsstýrið sum part í málinum taka eina so neutrala steðu, at tað gjørdi tað sama fyri landsstýrið, um hetta virkið heit áfram ella ikki? — Kanska hevur lands- stýrið hildið seg ov nógv sum ein neutralan part í málinum. Meguliga var tað rætt, at landsstýrið royndi at fáa partarnar saman til at finna eina loysn, sum í seinasta enda gagnaði okkum øllum. — Nu er so stongt. Hvat er so at gera! Skal onkur tilvildarligur persónur nú sleppa at keypa virkið á uppboðsselu og brúka tað til pakkhús, bilpark ella annað, ella eiga lands- stýrið og grunnarnir at fáa virkið í gongd aftur við eðrum monnum ella brúka tað til aðra arbeiðs- skapandi vinnu? — Húsið og maskinur kunnu nýtast til ymisk Framhald á síðu 14 TIf. 14744. Lýsing Aðalfundur Verkfrødingar B Okkum vantar ein ídnan og dugnaligan verkfrøding afturat. Ringið ella skrivið til: Landsbyggifelagið P'/ f verður sunnudagin 31. januar kl. 16 i Listaskålanum. Listafelag Føroya