Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-01-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. januar 1982síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Brennistødin Heini Olsen, verkfrødingur skrivar: 8. og 9. januar í ár stóð ávika- vist í Norðlýsinum og í Dimmalætting ein áheitan frá Hans Eli Hansen til Interkommunala Renova- sjónsfelagsskapin og til 37 limakommunur um at taka brennisteðina við Toftavatn til viðgerð av nýggjum, og hevur hann ymisk uppskot um, hvat gerast kann. Sum nevnt stendur navn undir blaðstubbanum, og borgar hetta vanliga fyri at skrivað er í góðari mein- ing; men mær er sagt, at skrivarin fyri stuttum er komin til Feroya, og er tað kanska orsekin til, at hann ikki rættiliga hevur fylgt við, og júst kemur fram við somu áskoðanum, sum teir, ið arbeitt hava við renovasjóns- málinum, sjálvir hevdu, áðrenn teir vistu, hvat teir tosaðu um. Nógv skriving og nógv tíð hjá ellum pertum hevði verið spard, um tey, ið sett hava fram undirmetingarnar, fyrst veruliga høvdu kannað ar- beiðistilfarið, áðrenn tey fóru undir at skriva; men enn hevur ongin vent sær til reno- vasjónsfelagsskapin fyri at kunna seg um, hvat gjert er. Henda mannagongd hevur gjørt skrivingina rættiliga litfagra; men sama hvussu fagur ælabogin er á at líta, tervast nakað annað enn undirmetingar at byggja á. Brennisteðin á Saltnesi At skriva >brennisteðin við Toftavatn« er beinleiðis vill- leiðandi og kann bert vera ætlað til øsing, tí mær vitandi er ongin ætlan um at seta brennisteð við Toftavatn. Fyrsta uppskotið hjá IRF liggur einar 900 metrar frá Toftavatni og annað einar 600 metrar frá vatninum, uttan nakað frárensl til ella samband við vatnið annars. Fyrireikingarnar Nú verður tað ov drúgt til fullnar at greiða frá hesum arbeiði, sum vart hevur í mong ár — fyrsta notatið er frá 1972, meðan rættilig gongd kom á í 1976—77 — og skal her í stuttum bert endur- takast eitt yvirlit yvir tað, sum áður so ofta hevur verið sagt frá. Kanningarnar umfataðu m.a. lógir og reglugerðir her og aðrastaðni, og vórðu í hesum sambandi sett fram uppskot um broytingar ella til nýggjar lógir. Manntal við meting um vekstur til ár 2000. Verandi skipan av burtur- kasti i Feroyum, Íslandi, Noregi, Sveríki og Danmark og lutvíst aðrastaðni, eitt nú í Týsklandi, Onglandi og í USA. Undir hesum vórðu kann- að: — opin ruskpláss við ongum eftirliti, — opin ruskpláss undir eftirliti, — opin ruskpláss við am- boðum til at trýsta burtur- kastið saman við, — ruskpláss í samband við endurnýtslu, harundir: — sundurgreiningarstød, — malisteð til »kompost« (mold ella tød) og — kompostdungar. Eisini varð kannað: — brennievnisframleiðsla úr burturkasti (brikettir og biogass) — brennisteðir í ellum snið- um, steddum og útsjóndum við tilhoyrandi ruskplássum, antin við steðina ella nakað burturfrá, og av hesum royn- dist tað best, har ruskplássið ikki lá beint við brennisteð- ina. — »Fluid-bed«-brennistødir, ið ætlandi, sum meira verður arbeitt við teimum, fara at gerast framtíðar brenni- steðir, sum lættliga kunnu setast inn, har vanligir ovnar kortini, vegna slit, skulu endurnýggjast. Kanningarnar = umfataðu sjálvandi eisini ta fíggjarligu síðuna. Tað gjerdist skjótt ellum greitt, at við so smáum negdum, sum talan er um í Feroyum, vildi sermerkti, gamli sjálvdráttarandin í hesum feri ongan fong vunnið Feroya kommunum, sum fyri alt tað longu vóru gingnar saman í felag — Fer- oya Kommunufelag. Hildið var tó, at flutningsspurning- urin forðaði felags tiltøkum út um oyggjamark; men átti hesin tó at kannast, sum eisini gjert varð. Brennistødir og rusk- pláss Frásæð opnum ruskplássum, sum vit ell kenna alt ov væl, var ilt at finna ein einstakan viðgerðarhátt, sum kundi fevna um alt burturkastið; men tikið saman um, bendi alt á, at av ellum hóskaðu brennisteðir eina frægast til okkara umsteður, við einum eskudunga nærhendis, har annað, sum ikki kundi brenn- ast, kundi tyrvast undir øsku — um tað ikki á ein ella annan hátt kundi endurnýtast. Sum kunnugt kann bæði vanlig øska og »flogøska« nytast til ymisk endamål. Hvussu nógvar brenni- stoðir? Næsti spurningurin var so, hvussu nógvar brennisteðir- nar skuldu vera í tali, og var grundarlagið undir útrokn- ingunum: — iløgur, — rakstur, — innsavnan og — flutningur, og sjóvegis). Av hesum var innsavnanin lættast, ti hon hevur i mong år roynst rættiliga væl um meginpartin av landinum, og frásæð onkrari fínpussing loýsir seg ikki at broyta alt ov nógv við tiltek, sum ganga væl. Alstóri spurningurin hevur alla tíðina verið, hvussu beinast kundi fyri burturkastinuæm, eftir at tað var innsavnað. Kannaðir og gjøgnumrokn- aðir vórðu síðani hesir megu- leikar: Ein brennisteð í hverjum av hesum plássum : I. Suduroy, Sandoy, Vågum, Streymoy, Eysturoy, Norðoyar og Havnin fyri seg, i hesum føri til samans 7 brennistødir. Il. Sama, men Streym- oyggin undir einum (6 brenni- steðir). III. Sama, men Streym- oyggin og Vágarnar saman (5 brennisteðir). IV. Sama, Streymoy og (landvegis- men Vágar, Eysturoy — Hvussu nógu ár afturat ? saman (4 steðir), V. Sama, men Vágar, Streymoy, Eysturoy og Norðoyar saman (3 steðir). Fíggjarligu — fyrimunirnir vuksu stødugt, so hvørt sum lagt varð saman, og gjørdust nú so eyðsæddir, at vit dittaðu okkum at taka Sand- oynna við, sum hverki gjørdi frá ella til í roknskapinum, tí fólkatalið og samsvarandi burturkastið er ikki so stórt í hesi snotiligu oyggj, og var myndin nú: VI. Ein steð í Suðuroynni og restin av Feroyum undir einum — frásæð teim smæstu útoyggjunum við til samans 1100 íbúgvum, har meira enn helmingurin seinni fær hevi til at sleppa við, um sam- ferðslan verður útbygd eftir ætlan (2 steðir). VII. Seinasta stigið var at vita, um Suðuroyggin kundi koma uppí, og vísti hetta seg eisini at viga rætta vegin, um burturkastið varð trýst saman, og hildu menn tí onga orsek vera til, at suðringar skuldu liggja eftir ella noyðast at fara undir ílegur til egnu brennisteð, tá teir við so stórum fyrimuni kundu luttaka nordanfjørds. Lands- fíggjarliga spardist eisini inn- flutningurin av einari stød. Sostatt figgjarliga nidurstødan so heilt avgjørt ein felags brennistød fyri allar Føroyar. Her skal viðmerkjast, at 7 brennistødir ikki kostadu so sjey ferðir so nógv sum ein, men millum 4 og 5 ferðir so nógv, alt eftir hvussu stór vegagerð o.a. var tengd upp í prosjektini. Tórshavnar kommuna Hesar fyrstu kanningarnar vóru gjerdar fyri Tórshavnar kommunu, og varð úrslitið handað byarverkfrødinginum í mars 1977. Teir býráðslimir, sum bein- leiðis høvdu við málið at gera ella settu seg inn í tað, sóu beinanvegin henda stóra fíggjarliga fyrimunin, bæði fyri hvenn onkultan skatta- borgara í Havn og á lands- fíggjarligum steði; men enda- liga úrslitið varð kortini, atnú hevði Havnin altíð sjálv greitt sína renovasjón, og ynskti ein meiriluti í býráðn- um, at so skuldi eisini verða framyvir Hinar kommunurnar Hetta var so einki at gera við: men var sjálvandi ein tilsvar- andi gott grundarlag fyri hinum báðum triðingunum av Feroya fólki at ganga saman um felags brennisteð, sum enn var so stór, at talan kundi vera um nýtslu av hitanum, sum annars undir fyrstu kanning- unum ikki hevði verið nakar aðaltáttur; men sum við teim steðugt hækkandi oljuprís- únum ikki longur kundi skúgvast til viks, og sum landsfíggjarliga í dag kundi spart innflutning av olju fyri fleiri milliónir um árið. eina Framhald av kanning- unum Hesi nevndu, evarsku lítlu, bort úr gongdini vísa vón- andi, at alt ikki bert er tikið úr leysari luft, men er sprott- ið úr drúgvum, áhaldandi arbeiði, har arbeiðisbólkarnir ikki bara hava litið á egnan mátt og megi — sum sjál vandi illt er at meta um — men er alt tilfarið síðani kannað hjá fyritøkum, sum eru vælkendar ráðgevar á hesum eki, bæði í Europu og á fjarleiðum. Hesir eru komnir til sama úrslit, hóast teir lættliga kundu haft roynt at mælt til fleiri brenni- steðir, sum høvdu givið teim- um munandi meira í kassan. Minnist meg rætt, eru tveir verkfreðingar í Klakksvík, hver sær og óheftir, fyri langari tíð síðani komnir til júst sama úrslitið. Smáovnar Smærri ovnar kunnu vera góðir til ávís endamál, og so Inagt úti á villini heiði, at tama ger við roykinum úr smærri brennisteðum. Selu- menn úr ellum ættum hava trároynt at selja eina mongd av tilikum anleggum, sum hevdu givið teimum ikki eiti á innteku; men tíbetur hevur hetta ikki eydnast teimum enn — kommunurnar hava skilt hetta og staði fastar, tí tær vita av eðrum royndum, hvussu sonevnd »lyklaklår«, útlendsk, fidusprosjekt í hálvum prísi við hvert hava riggað — góðskan er og verður nú og allar dag í mun til kostnaðin — tað nyttar ikki at royna at fyrigykla fólki nakað annað. sum einki hald er í. Brennisteðin í Eystur- oynni Tá talan er um brennisteðir í Síða 7 teirri stedd (3t/ tíma), sum byggjast skal í Eysturoynni, kostaði ein tílík steð í Thisted uml. 13 mill. kr. i 1978, har bygningurin tó var gjerdur til seinni víðkan av stødini, og hóast sterri vegagerð og útgerð til hitanýtslu hevur dýrkað steðina nakað. er tað harmiligt, at henda skilaleysa og grundarleysa seinkan nú í áravís hevur dýrkað steðina uppaftur meira, uttan at eitt einasta uppskot er komið fram frá undirmetingarbólkinum. sum ikki áður hevur verið tugt og tannlað og greitt frá í æsir um alt landið, tí so mikið arbeiði er higartil longu lagt í, at onki hevði verið til hindurs fyri at tikið annað við, og ongin hevði veri fegnari enn IRF, um okkurt uppaftur betur og lættari skuldi stungið seg undan kavi. Men so hevur ikki verið Einasta kann brennisteðin í dag kanska stendur betur á bygd enn í Havn, tí nærhendis Havnini er og verður so nógvur hiti frá el-verkinum á Sundi, sum um fingin til sættis — kundi hitað stóran part av Havnini upp, at hitin frá brennisteðini har bert hevði munað sum dropin í havin- um sera vera, at Annars er ymist i nevndu åheitan frå Hans Eli Hansen, sum eg ikki rættiliga skylji, eitt nu — hvi halda tygum, ætlan- in er at flyta alt rusk til Toftavatn? Tad ljóðar eisini fyri mær so heilt burturvið! Í tilfarinum hjá IRF stendur jú klárt og greitt, at við miðsavnan av brennbara burturkastinum skulu teir verandi uml. 75 kestarnir landinum fækkast so nógv sum gjerligt, til tað, ið ikki kann brennast, t.d. ein hverjari oyggj ella eki, og eru í flestu ferum uppskot nevnd. hvar hesi pláss møguliga kundu ligiå; men at tey skuldu kjósast í samráð við kommunurnar á staðnum Við Toftavatn verður so hvussu er onki ruskpláss og heldur ikki við brennisteðina á Saltnesi; men verður her eins og í restini av Feroyum pláss samráð við kommunurnar, og verða hesi pláss undir fullum eftirliti av asett Framhald á síðu 14