Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-01-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. januar 1982síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

telf. 14720. 11820 box 76, 3800 Torshavn Útgevari: p/f sosialurin Fyritaks- og blaðstjóri: Tórfinn Smith (ábyrgd) Blaðmenn: Hegni Djurhuus Jóhann Mortensen Jan Miiller Lýsingar: Árni Joensen Uppseting: Sosialurin Prent: Dimmalætting Livilíkindi Í GREIN Í Dimmalætting í gjár verður m.a. sagt frá, at Mikladalur »kennir nýggjan bléma« og sambært greinini er eingin ivi um orsøkina til, at bygd- ini verður ein framtíð tryggjað. Orsøkin er, at bygdin hevur fingið vegasamband og at hetta hevur bjargað bygdini undan at vera avtoft- að, samstundis sum møguleikar fyri trivnaði eru skaptir, verður sagt. MEN, HÓAST VEGURIN til bygdina enn ikki er liðugur, verður hetta arbeiðið steðgað um fjúrtan dagar og bíða mikladalsmenn spentir eftir hvussu nýggja fíggjarlógin kemur at síggja út. Her kundu vit hóskandi skoytt uppí, at tað neyvan bert eru mikladalsmenn sum bíða spentir eftir fíggjarlógini. Man fólkið í granna- bygdini Trøllanes, ikki eisini bíða spent? Teirri bygdini, sum hetta landsstýrið ikki unti eitt vega- samband og harvið livilíkindi. MEN NÚ KUNNU so sambandsmenn lesa í teirra egna blaði hvgnn týdning eitt vegasamband hevur fyri eina tílíka bygd. Higartil hevur ikki verið gjørligt hjá ødrum at sagt teimum tað og vónandi tekur landsstýrið hetta til umhugsunnar tá komandi fíggjarlóg kemur fyri. SOSIALURIN EDV-skráseting av fólki og persónnummar Poul Michelsen, býráðsformaður í Havn, skrivar: Lagt er fyri legtingið upp- skot um broyting av gal dandi lóg um fólkayvirlit Sagt verður, at lógarupp- skotið er tilevnað sum ein rammulóg, har nærri reglur seinri verða ásettar í ser- støkum kunngerðum. Hverjar hesar reglur verða, eru vit tó ikki vit- andi um. Men annars verður týðu- liga sagt frá meira sentrali- sering og at landsfólka- yvirlitið skal hava heimild til at geva hverjum fólki eitt CPR-nummar. Hvat ætlanin er við C(en- tral) P(erson) R(egister) ella skrá til savnan av persón- ligum upplýsningum, kann hver einstakur gita um. Eg havi skilt, at orsek- irnar til, at vit ell nú skulu gerast til eitt nummar, eru tvær: Fyri tað fyrsta, tí vit í Feroyum eru góð 40.000 fólk, og tað annars verður trupult at tryggja, at tann rætti persønurin verður funnin fram, og fyri tað næsta, at tað verður mett neyðugt fyri einari kom- andi kelduskattaskipan. Roynt samráðingar "við landsstýrið Eg havi uttan útslit spurt landsstýrið. hvat tað er í ætlaðu kelduskattaskipa- nini, ið ger tað neyðugt, at vit ikki longur kunnu kenn- ast við navni okkara, men við einum nummari. Higartil havi eg bert fingið tað svar, »at tað verður mett neyðugt“, og at »ein greið CPR-nummar skipan er ein avgjerd fyri treyt fyri eini virkandi kelduskattaskipan«. Eitt svar eg meti vera tað sama sum „hetta viðkemur ikki Tórshavnar komm- unu« Men hver, ið metir tað neyðugt, og hví ið sagt verður, at tað er ein av- gjørd fyritreyt, er fyri okkum enn eitt loyndarmál. Lóg um evnis- skráseting Samstundis er fyri leg- tingið lagt uppskot um lóg um evnisskráir hjá al- mennum myndugleikum. Uppskotið er gjert eftir danskari lógarfyrimynd frå 1978, tá danir høvdu skilt, at teir vóru komnir alt ov langt út í skráseting av borgarum og misnýtslu av hesum og nú royndu at fáa tamarhald á aftur. So langt eru vit vónandi ikki komin í Feroyum enn, og tí átti okkara lóggáva heldur at bygt á verandi føroysk viðurskifti. Uppskotið er gjert fyri at tryggja persónliga frælsið, men eg haldi, at fyrsta grova álopið á persónliga frælsið er at gera eina per- sónnummarskráseting, ið byggir á persónligar upplýsingar. Ein nummarskráseting- arskipan, ið er væl kend uttan um okkum, men Diagnosu-mentanin á herferð í Foroyum: langt í frá bara fyri tað góða Tórshavnar kommuna skrásetir fólk eftir navni og ikki CPR Vit í Havnar kommunu hava eina tíð arbeitt við at umskipa okkara fólkayvir- lit í edv við ellum neyð- ugum upplýsingum, ja enntá fleiri enn landið krev- ur. Og hetta fyri triðingin av landinum. Edv-tól eru í dag so bílig og effektiv, at tað ikki ber til hjá kommununi at koma uttan um henda ovurstóra hentleika. Vit hava her ivast í, um persónnummar bygt á per- sónligar | upplýsingar er neyðugt í slíkari edv- viðgerð. Semja er um, at fyri skjótleikan hjá edv-tólinum - er tað ein fyrimunur at nýta CPR nummar, heldur enn at nýta navn. Feroyska samfelagið er tó so lítið, at edv-serkenir ikki meta at slík CPR- nummarskráseting er ein fyritreyt fyri fólkayvíærlit her. Eitt sindur dýrari verður tað at uppbyggja eitt fólka- yvirlit við edv uttan slík CPR nummur, ið lands- styrid skjytur upp. Og eitt sindur meira krev- ur tað av starvsfólkunum hjá býráðnum framvegis at nýta okkara kristnu nøvn sum frámerki fyri borg- aran. Hyklari og alkoholmisnyt heldur ÍTRÓTTARÚTGERÐ há enma ítróttarklæðir Bøkjarabrekka Tlf. 129 38 tu ikki onnur Nu eru føroyingar aftur farn- ir at klóra sær í nakkanum um teir nú drekka nóg mikið til at passa inn í diagnosu- kassarnar hjá teim lærdu fínarumpunum, sum einans kenna til >whisky on the rocks< fyri professarar í alko- holismu á 30. hædd í onkrum kongressum um alkoholismu í „Hotel Royal« í ymiskum londum. Takk fái tann »all- round< professionelli miðla- doktikkarin »Bogi Godt- fred«. Tad minnir meg meir og meir um kongressina i Bos- ton, USA, har sålarfrødingar år øllum heimsins londum møttust til kongress um evnið »the psycology of humour« (skemti-sålarfrødi). 56 professarar sovnaðu, áðrenn fyrsti fyrilesturin var endaður. Skemt skal jú eisini skiljast av teim álvarsligu knokkroyttu heysunum við einum »cand.« frammanfyri Ha? Og hvussu so vid diag- nosuni »alkoholistur?« Hevur tú nakrantíð sæd diagnosuna »skemtari«, >bakborðsindi- anari«, »hekkutrolari« ella »ikki-sum-hini« diagnostisk tekin? Tey professionellu útlærdu menniskjakennara-individini hava ymiskar mátar at stað- festa sítt vald. Eitt av hesum kúgingarvaldstólunum eru »diagnosurnar«. I læknafrød- ini eru tær nyttugar, men tå læknafrødin sum biologisk frødi ætlar at eta tær filoso- fisku og humanistisku frød- irnar, fyri at læknarnir kunnu fåa upp aftur meiri samfel- agsligt økonomiskt vald, tå fer læknafrødin vid sinum diagnosum ut yvir sitt vis- indaliga landaøki. Tad sum fyrr æt »tu« gerst tå altíð »patienturin« og »eg« eri hann sum hevur læribóks- diagnosur um tu bert teg eitt sindur eðrvísi at enn tú reint statistiskt átti at gjørt. STEMPLINGIN av fólki, forfylgingin av heksum, jødum ella alkoholikarum er eitt samfelagsligt faktum. Hyklararnir eru tey sjålvs- valdu frelstu, nazistarnir og diagnosu-makararnir å Stats- hospitalinum. Og Alvheygg. Hvat vid tær? Velur tå enn sambandsflokkin og stillar upp fyri hann? Sjålvandi spyr tu hvi eg nevni tin politiska lit i hesum samhangi. Tey flestu halda at »politikkur« er nakað sum skal haldast uttanfyri alt annað enn gásarópini úr ting- inum. Men alkoholikara-ar- beiðið er politiskt. Nú skal eg siga tær hví, Álvheygg. Tit tosaðu nógv (hví?) um tær sosialu fylgjurnar av alkoholmisnýtslu, men aldri um tær sosialu ársakirnar. Hví ikki? Ti sum »objektivir« frelstir menn kunnu tit ikki loyva tykkum at taka eina samfelagsliga steðu í hesum so væl sum eðrum málum. »Alkoholikarin« (har »diag- nosan« skal setast) er eitt dyr, sum skal kúgast, tå sam- felagið hevur slept honum. Tá yvirtekur diagnosu-kultu- rurin hansara problem. Hann gerst stemplaður av teim nýggju diagnosu-fascist- unum og fær bert arbeiði ella vanligt lív, um tað er totalt meiningsleyst »beskæftigel- ses-terapi< ella fangaleirs- sibiriu-tiltøk við at tvangs- innleggja eðrvísi hugsandi menniskju umborð á trolarar og so víðari. Diagnosu-kultu- rurin er eitt barn av kapita- listiska kúganarsamfel- sjónarmið Men vit hava valt, og tað er landsstýrið vitandi um, at lata tey krøv, ið edv-tólið setir, verða send ímóti al- mennu umsitingini heldur enn í móti borgaranum, ið higartil hevur klárað seg so at siga bert við navni sínum. Niðursteða Tað kann sostatt ikki vera fólkayvirlitið, ið ger CPR- nummarið neyðugt. Og um tað er tann ætlaða kelduskattaskipanin, so mátti verið meira skil í, at legtingið fyrst vidgjørdi kelduskattaskipanina og síðani tillagaði skráseting- ina eftir henni. Eg má minna landsstýrið og løgtingid á, at tað ikki er uttan týdning fyri kommunurnar, hvussu fólkayvirlitið og keldu- skataskipanin skulu virka, og meti eg tað ikki gjørligt at viðgera slík lógarupp- skot uttan viðmerkingar haðani. Eitt er tað, at vit í Havn- ar kommunu sum teir fyrru á veg hava roynt at greitt landsstýrinum frá okkara arbeiði, uttan at nakar áhugi vísti seg haðani. Men líka ringt haldi eg tað vera, at heldur ongar aðrar kommunur eru tiknar uppá ráð í hesum arbeiði. Orðini í samgonguskjal- inum um sterri kommunalt sjálvstýri tykjast tí eisini í hesum málinum at vera nakað, ið kommunurnar eru uttan ávirkan á. sla agnum og teir >góðu< menn- inir eru so fangaðir av honum. Herí luttaka psykiatarar, læknar, politi, borgarligir »psykofrødingar« sum berjast vid sina egnu sål fyri at gjalda rentur og avdrøg uppå luksustilverur, og alt hitt diagnosupakkið. Dagliga psykoanalysu fáa tey samfel- agsliga kúgaðu sum len fyri sítt stress, jalousi, og annað, m.a. alkoholismu. Javnaðar- samfelagið kleiggjar deiggj útyvir mótsetningarnar, helst tí at teir flestu pampa- rarnir har ikki doyggja bein- leiðis úr hungri, og helst hava sítt whisky-forbrúk í ordan. Er onki grundstykki á Snobbhill fyri patriotarnar, so finst onnur borg, har kappast kann við baptistar og reiðarar um stedd av stov- um, swimmingpool og fyri iki at gloyma ta obligatorisku gloym-meg ei. Tå val er fyri durum, måla teir sål sina reyða. Haleluja. Men hvat vid orsøkunum til alkoholismu eins væl og onnur persønlig og social Framhald å sidu 14