Sosialurinarkiv
Sosialurin 1982-01-20, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. januar 1982síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN Royna at gera Gullfinn lidnan i vikuni Fíggjarnevndin mið- ar móti at hava álit- ið um Gullfinn klárt í hesi vikuni, sigur formaður nevndar- innar, Ivan Johan- nesen. Nevndin hevði fund um mál- ið í síðstu viku og skal hava minst ein fund afturat. Men fyrst ætlar fíggjar- nevndin at tosa við Lands- stýrið. Tað skuldi vera í gjár, men mátti útsetast, tí legmaður var uttan- lands. — Eru tit í fíggjar- nevndini ósamdir um hetta málið? — Vit eru ikki komnir til tað, um vit eru ósamdir ella ikki. Ivan Johannesen sigur, at á fundinum í síðstu viku blivu telini løgd fram. M.a. nýggjur roknskapur fyri Gullfinn. Hann vísir, at skipið í 1981 fiskaði fyri góðar 12 mill. kr. Men hetta var kortini ikki nóg mikið til at sleppa undan undir- skoti. Nógvar milliónir Landsstýrið hevur biðið Legtingið um loyvi at veð- halda fyri 1. og 2. priori- tetslánunum í Gullfinni. Tey eru góðar 21 mill. kr. Frammanundan veðheld- ur landskassin fyri 10 mill. kr. Landsstýrið heldur tað er skeivt at lata Gullfinn fara av aftur landinum nú, áðrenn hann veruliga hevur fingið roynt seg. Og einasti meguleiki at halda skipinum undir feroysk- um flaggi er tann, sum Landsstýrið skjýtur upp: nevniliga, at landskassin leggur 21.189.000 kr. á borðið. Málið krevur eina rættiliga skjóta viðgerð. Ti Gullfinnur er longu lýstur til tvang. Tvingsils- selan er sett til 18. febru- ar. Tað eru Norsk Skibs- hypotekbank, sum hevur 1. prioritet, og Láneinsti- tut for Skibsbyggere, sum hevur 2. prioritet, sum krevja tvingsilssøluna. Hornblástur á bryggjuni í Vestmanna, tá Gullfinnur kom fyri skjótt einum ári síðani. Nú noyð- ist tað al- menna at taka um endan, so skipið íkki fer aftur til Noregs. Sjúkrakassarnir og kommunulæknarnir: Onki úrslit á fyrsta fundinum Fyrsti samrådingarfund- urin millum Meginfelag sjúkrakassa Føroya og kommunulæknarnar gav onki úrslit. Framlegan av teimum punktum, sum sjúkrakassarnir vilja hava broytt í sáttmálanum við kommunulæknarnar, bleiv ikki liðug. Nýggjur fundur verður leygardagin, upplýsir Harry Johansen, MSF. Sjúkrakassarnir hava sagt upp såttmålan við teir 21 kommunulæknar- nar i landinum, ti teir halda, at såttmålin gevur læknunum ov nógvar fyri- munir. Hvørjir hesir fyri- munir eru, ber ikki til at fåa upplyst. Harry Johan- sen sigur, at ynskini um broytingar i såttmålanum mugu fyrst leggjast fyri læknarnar, áðrenn tey verða almannakunngjerd. Sáttmálin er sagdur at fara úr gildi 1. mars í ár. Paddy kemur ikki Irski harmonikuspælarin Paddy Neary kemur ikki til Feroya í dag. Hann av- lýsti ferðina seint mána- kveldið, tí hann varð vorð- in sjúkur. Nær hann so kemur, er enn Óvist. Hetta er stórt spell, tí nógv hevdu glett seg til at hoyra hendan heimskenda harmonikuspælaran aftur. Paddy Neary var í Feroy- um i juni í fjør og honum dåmdi so væl, at hann setti seg i samband vid tey, sum tå løgdu Føroya- ferðina til rættis, og spurdi, um hann íkki kundi koma aftur hendan vegin. Tað var gaman í og hann skuldi koma í dag og vera her eina viku Bílig tilboð uppá havn í Vágum Tilboðini uppá útbygg- ingina av Miðvágs- Sandavágs havn eru bílig, tað vil siga lág, meta teir hjá lands- verkfreðinginum. Sjey tilboð komu Tað lægsta frá Hoffmann á Senner Danska byggifelagið, sum ikki er heilt ókent í Fer- oyum, metir seg at kunna gera arbeiðið fyri 6.659.000 kr. Næstir teimum koma Guttesen og Staksberg við 7.083.000 kr. Síðani koma trý sera jevn til- boð: Dávur Jacobsen 7.439.000 kr., Gunnar Waagstein 7.456.000 kr. og E. Pihl & Søn 7.563.000 kr. Og hægstu tilboðini eru frå Kanjon, sum hevur roknað seg fram til tali 8.561.000 kr og Højgaard & Schultz bjóða 8.990.000 kr Ætlanin er, at arbeið- ið skal byrja í næsta mánað og vara tvey ár Ein 100 metra atløgubryggja skal gerast i Husabakka, tað vil siga frå havnini í Miðvági út móti Gilja- nesi. Tilboðini umfata eisini veg til atlegu- bryggjuna og uppfyll- ing millum gamla pierin og flakavirkið í Miðvági. Skótagudstænasta Í morgin, hósdagin kl. 19, verður skótaguðs- tænasta á Argjum Zakarias og Ingálvur á stórari framsýning í Keypmannahavn Feroyingar, staddir í danska hevuðsstaðn- um, kunna nú síggja listaverk úr heimland- inum á einari stórari, norðurlendskari fram- sýning. 21 listafólk luttaka á framsýningini Den Nordiske 1982, millum teirra eru Zakarias Heinesen og Ingålvur av Reyni. Framsyn ingin er i hølinum hjå Den Frie Udstilling vid Oslo Plads å Østerbro Hon er opin 23 januar—7. februar. Zakarias Heinesen og Ingálvur av Reyni eru limir í listafólkafel- agsskapinum Den Nor- diske. Sendirød um trúarlívið i Føroyum í útvarpinum sendireð Utvarp- Ein nýggj kemur nú í inum. Sendirødin hevur fingið heitið >Trúarlív í Føroyum«, og hon kemur hóskveld i stadin fyri sendirødina um flogferðsluna, sum nú er liðug Sendingarnar eru skipaðar sum samrød- ur, har umboð fyri trúarbólkar í Feroyum verða spurd og eisini sleppa at greiða frá ti, teirra kirkja ella bólkur stendur fyri. Sendingarnar níggju í tali og koma hverja viku Bólkarnir, sum taka lut, verða fólkakirkjan, breðrasamkoman, Frel sunarherurin, hvítu- sunnusamkoman FI LADELFIA, Tjald- verða Katolikka- Bahái-sam Jehova missiónin, kirkjan, koman og Vitni ] f Iyrstu sendingini Hans verður Jacob Joensen millum um dóp, konf prestur annað spurdur ina, frelsu, prest bætið og, hví munur á fatanini hjá te ymisku samkomunum av tí, sum stendur í Bíbliuni. Í samreðuni í annadkvøld eisini komið inn á ta karismatisku rersluna innan fólkakirkjuna og um ein gndurnýgging kirkjuna er verður innan neyðug Sigmund leggur sendingarnar til rættis. Tær eru umleið Poulsen hálvan tíma langar