mikudagur 20. januar 1982síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
SOSIALURIN
2000 folk hava nú
1. hjálpskjáttur
— men tey flestu duga ikki at brúka tær, vísir kanning
Hóast umleið 2000 fólk í
Feroyum hava útvegað
sær 1. hjålparskjåttuna
hjá Ráðnum fyri Ferðslu-
trygd, so eru tað bert tey
fáu, sum veruliga duga at
brúka ta 1. hjálpina, sum
finst í skjáttunum.
Hetta vísir ein kanning,
sum Ráðið fyri Ferðslu-
trygd nýliga hevur gjert. Í
kanningini vórðu fólk
spurd um, hvat varð í
skjáttuni og hvussu hon
skuldi brúkast. Eisini
varð spurt, um tey hevdu
lisið eina lítla bók, sum
fylgir við skjáttuni.
Tað vísti seg, at meira
enn 86% av teimum
spurdu vistu ikki, hvat er í
skjáttuni — við eðrum
orðum hevdu tey keypt
skjáttuna og síðani lagt
hana frá sær í bilinum ella
aðrastaðni.
— Hetta kann vera eitt
sindur vandamikið, tí tað
kann geva fólki eina
skeiva trygd, sigur Olivur
Næss frá Ráðnum fyri
Ferðslutrygd.
Fyri at beta um hesi
viðurskifti hevur Ráðið
fyri Ferðslutrygd í samráð
við Reyða Kross sett sær
fyri at halda nekur styttri
skeið. Talan verður um
skeið uppá tveir tímar, har
luttakararnir fáa eina frá-
greiðing um, hvussu |.
hjálpskjátturnar skulu
brúkast. Haraftrat verða
ferðslufilmarnir hjá Ráð-
num fyri Ferðslutrygd
vísir umframt at Olivur
Næss tosar um ferðslu-
trygd yvirhevur. Eyð-
bjørn Jacobsen frá Reyða
Krossi fer at geva leiðbein-
ing í brúk av skjáttuni.
Tey fyrstu skeiðini
verða hildin í Havn — á
Sjúkrasystraskúlanum.
Fyrsta skeiðið verður 1.
februar kl. 20. Møguleiki
er hjá millum 12—18 fólk-
um at luttaka á hverjum
skeiðnum.
— Sjálvandi verður
hetta ikki nakað full
fíggjað skeið í 1. hjálp,
leggur Olivur Næss aftrat.
Men hetta kann so verða
ein hjálp hjá teimum, sum
hava fingið sær skjáttu og
hjá teimum, sum ætla at
útvega sær slíka.
Leiðarin á Ráðnum fyri
Ferðslutrygd sigur víðari,
at eru fólk so sinnaði at
læra enn meira, so kunnu
tey tekna seg til tey meira
umfatandi skeiðini í 1.
hjálp sum Reyði Krossur
skipar fyri.
Ætlanin er eisini at hava
slík skeið úti á bygd. Har
verða tað so 1. hjálparleið-
beinararnir hjá Reyða
Krossi, sum fara at standa
fyri skeiðunum, um so er
at áhugi verður fyri tí.
1. hjálparskjátturnar
eru annars at fáa til keyps
á apotekunum kring
landið og á bensinsteðun-
um. Tær kosta nakað
omanfyri 100 kr.
Vit síggja her, hvat er í
skjáttuni. Myndin er úr
leiðbeiningarbókini, sum
fylgir við fyrstuhjálpar-
skjáttuni
Innihald í skjáttu og bók
Hveg
eftir. um alt er í og á sínum staði eina og hvorja tíð
FT
16
us
I
1
al |
|
J
I Trýstbind
2Plástu
3 Gaset
4 Elastiskt bind
5 Vanli i
6 Tryst il venjingar
7 Innblåsingargrima
8 Saksur
9 Læsinål
10 Verjubind
11 Sjúkli 3
12 Skúmpl
13 Endursi
14 Skrivitol
15 Klisturmerki til
bilrútir
16 Leiðbeiningarbók
Venjingarætlan aftast í bókini
Hentar v ingar síðu 30 3
Efurlitsspurningar
Yvirlit yvir útgerð og nýtslu 34
Keypa hyljar úr Noregi
hóast vit sjálvir
framleiða alihyljar
— Hvussu ber tað til, at
vit keypa hyljar til fiska-
aling úr Noregi, tá vit
sjálvir eru ferir fyri at
gera hesar hyljar.
Soleiðis spyr ein lesari,
sum heldur tað vera legið,
at alisteðin í Funnings-
firði nú hevur bílagt 20
nýggjar hyljar úr Noregi.
Vit hava sett okkum í
samband við skrivaran í
Menningargrunninum,
Martin Djurhuus og spurt
hann, hvussu tað ber til at
m.a. Menningargrunnurin
ikki stuðlar feroyskari
framleiðslu heldur enn at
keypa hyljar úr Noregi.
Martin Djurhuus sigur,
at hyljarnir, sum í hesum
førinum talan er um, eru
20 nýggir hyljar til ali-
steðina Joki í Funnings-
firði. Verandi aluminiums-
hyljar eru ónýtiligir og
hava teir tí keypt nýggjar
hyljar úr Noregi. Nýggju
hyljarnir eru av eðrum
salg. Teir líkjast teimum
plasthyljunum, sum
Salmo í Kaldbaksfirði
hevur og sum eru gjerdir í
Feroyum.
Men hví so ikki keypa
Feroyum
hyljarnar í
spurdu vit Martin Djur-
huus. Til tað sigur hann,
at sjálvandi eiga vit at
stuðla føroyskari fram-
leiðslu men í hesum ávísa
førinum var neyðugt at
keypa hyljarnar úr
Noregi. Fyri tað fyrsta tí
teir skulu brúkast beinan-
vegin — ístaðinfyri hinar
hyljarnar — og harnæst tí
tryggingin bert vil góð-
kenna hesar norsku hylj-
arnar. Talan er um hyljar
úr plastevni og stáli, ið eru
fyltir innan við isopori.
Hetta evnið ger, at teir
kunnu halda sær uppi
sjálvt um hol kemur í teir.
Hyljarnir hjá Salmo, sum
partvíst eru gjerdir av
Marinplast og verkstað-
num Metric í Havn, eru
ikki heilt fyltir við flóti-
evninum isopor, men bert
fyri ein part. Kemur hol á
hesar hyljarnar sekka teir.
Martin Djurhuus sigur
annars, at talan í fram-
tíðini helst verður at
byggja upp framleiðslu av
hyljum í Feroyum, so-
leiðis at tað ikki verður
neyðugt at fara til Noregs
eftir teimum.
Nýggju hyljarnir til
Joki koma í hesi vikuni.
Tað eru Menningar-
grunnurin og Ídnaðar-
grunnurin og eigarin
sjålvir, sum figgjar hyljar-
nar, id kosta 450.000 kr.
Tad var i fjør, at eigarin
gjørdist varugur vid, at
norsku aluminiumshylj-
arnir vóru ónýtiligir. Spur-
ningurin viðvíkjandi
trygging og hver hevur
ábyrgdina av hesum er
enn ikki loystur.
Íslendingar
læntu lykilin
til taravirkið
— eru møguliga sinnadir
at keypa maskinur ella
leiga virkið
tara
Í seinastu viku vóru
tríggir íslendingar í
Føroyum í ávísum
erindum. Teir komu
higar fyri at síggja
taravirkið á Strondum,
sum nú er stongt.
Íslendingarnir læntu
lykilin til virkið frá
Menningargrunninum,
ið eigur nakað av peng-
um í virkinum.
Sosialurin hitti ein
av íslendingunum i
telefonini, beint áðrenn
teir fóru aftur til Ís-
lands. Omar Haralds-
son sigur við blaðið, at
hann kann ikki upp-
lýsa, hverjar ætlanir
teir hava við hesi
vitjanini. Hesin sami
Omar arbeiðir á einum
virki í Íslandi, sum
turkar tara. Í fjor seldi
til at turka
henda verksmiðjan
1200 tons av turkaðum
tara til eitt alginatvirki
í Skotlandi. Annars
vóru ørindini hjá ís-
lendingunum eisini at
kanna meguleikarnar
fyri at keypa svart-
kjaft úr Feroyum at
turka til Nigeria. Ómar
Haraldsson vildi
heldur ikki upplýsa
meira gjella um megu-
ligar ætlanir í hesum
sambandi.
Uppá fyrispurning
um teir eru sinnaðir at
keypa maskinurnar á
taravirkinum ella teir
eru sinnaðir at leiga alt
virkið sum tað er ella
keypa tað, sigur Ómar
Haraldsson, at hann
einki kann upplýsa um
hetta enn.
Plakat
um
orku-
sparing
Teir høgu olju- og el-pris-
irnir niva mangan brukara
i dag.
Eitt er, at hesir prisir
eru vaksnir so nógv sein-
astu árini, annað, og
kanska meira álvarsligt
er, at botnur nú sæst á
orkukeldum heimsins.
Alternativir = orkuhættir
verða royndir, men okkara
hugsan er, at vit eiga at
royna at nýta elmegi og
olju á ein slíkan hátt, at
bæði tað privata húsar-
haldið og landshúsarhald-
ið sparir pening, og at um-
hvervið verður so óspilt
sum gjerligt, ikki minst
okkara náttúra.
Endamál Brúkarafelag-
sins er at leiðbeina. Vit
hevdu í heyst fund saman
við Orkuráðnum, SEV og
Feroya Landsstýri, har
tosað varð um, hverji
tiltøk, ið áttu at verða sett
í verk fyri at leiðbeina
vanliga brúkaran um,
hvussu hann kann spara
orku og samtíðis fáa gagn
av teimum hentleikum,
Framhald á síðu 12